Vistifaroeislads arsfr 210x260 pages

Page 1

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing

12


Innihaldsyvirlit Innleiðing Ferðavinnan í tølum Ferðaráðið skapar fjølmiðlaumrøðu fyri útvið 13 mió. kr. Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2012 Onnur tiltøk

s. 4 s. 6 s. 8 s. 14 s. 31

.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 2


Ferðaráð Føroya:

s. 3

Ársfrágreiðing 12


Innleiðing Málið við ársfrágreiðingini er at geva eina mynd av virkseminum hjá Ferðaráði Føroya. 2012 var merkt av stórum bygnaðarligum broytingum á Ferðaráðnum, harav størra partin av árinum við bert trimum starvsfólkum. Samstundis var 2012 eitt ár við rímiliga nógvum virksemi. 2012 kann skiljast sum eitt millumár, áðrenn tær stóru broytingarnar koma ígjøgnum í 2013. Tá kemur tann økta játtanin at betra um møguleikarnar fyri øktum virksemi, tá tað miðvísa arbeiðið eftir nýggju strategiini hjá Ferðaráði Føroya fer í gongd, eins og tað av álvara verður sett ferð á brandingina av Føroyum sum ferðafólkalandi. Í ársfrágreiðingini lýsa vit yvirskipað tey ymsu virkisøkini, herundir fjølmiðlavitjanir, ymisk tiltøk uttanlands, samstørv eins og tiltøk í Føroyum. Takk fyri gott samstarv í 2012! Súsanna, John og Guðrið Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 4


Ferðaráð Føroya:

s. 5

Ársfrágreiðing 12


Ferðavinnan 2012 í tølum Ferðavinnufelagið hevur seinastu trý árini givið út frágreiðing við hagtølum fyri ferðavinnuna. Ferðaráðið hevur gjørt avtalu við Hagstovuna um, at hon frá 1. jan. 2013 aftur skal føra almenn hagtøl fyri ferðavinnuna. Henda avtala hevur stóran týdning fyri vinnuna, tí stórur tørvur er á hesum tølum. Meira um hetta síðst í frágreiðingini. Fyri aktørarnar merkir henda avtala, at har hagtøl higartil hava verið latin frívilliga, og tí eiga at verða tikin við einum ávísum fyrivarni, so fer Hagstovan nú við heimild í lóg at heinta inn hagtøl frá øllum gistingarhúsum, og fer hetta at tryggja, at tølini verða røtt og álítandi. Tølini fyri 2012 vísa eina framgongd í bæði gistingum, vitjandi um flogvøllin og eisini cruisegestum. Frágreiðingarnar frá Ferðavinnufelagnum kunnu fáast frá Vinnuhúsinum ella Ferðaráðnum. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 6


Endamál og játtan Endamálið hjá Ferðaráð Føroya er at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamál í tøttum samstarvi við vinnuna. Játtanin hjá Ferðaráðnum í 2012 var 8,5 mió. kr. Frá 2013 verður arbeitt eftir nýggjari strategi.

Ferðaráð Føroya:

s. 7

Ársfrágreiðing 12


Ferðaráðið skapar fjølmiðlaumrøðu fyri útvið 13 mió. kr. Ferðaráðið hevur gjørt upp virðið á greinum og sendingum, sum standast av teimum fjølmiðlavitjanum, sum Ferðaráðið hevur samskipað. Í 2012 stóð Ferðaráðið aftan fyri greinar um Føroyar í umleið 50 bløðum og tíðarritum sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands. Bløðini og tíðarritini eru úr londum sum Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Italia, Spania, Hollandi og USA. Tað samlaða virðið á greinum um Føroyar í útlendskum miðlum í 2012 svaraði til yvir 9,5 mió. krónur. Harumframt hava sjónvarpslið úr Svøríki, Onglandi og Týsklandi verið í Føroyum og gjørt upptøkur. Metta virðið á sendingunum, sum hava verið vístar, er 3.5 mió. krónur. Hetta gevur samlað 13 mió. kr. í pr-virði. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 8


Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær Ferðaráðið eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja okkum, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein redaktør um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr okkara grannalondum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, so sum Italia og Spania, nú beinleiðis loftvegis samband er hagar. Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera

áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini høvundar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til gongutúrar og gourmetferðavinnu, verða bodnir hendavegin. Tá pr-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein kontra lýsing. Á Ferðaráðnum hava vit tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Ferðaráð Føroya:

s. 9

Ársfrágreiðing 12


Fjølmiðlar sum hava vitjað okkum seinasta árið:

Ferdarád Föroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 10


Ferdarรกd Fรถroya:

s. 11

ร rsfrรกgreiรฐing 12


Umframt útlendskar fjølmiðlar, sum í fleiri ár hava verið bodnir til Føroya at skriva greinar ella at gera sendingar um Føroyar, so hava vit síðstu árini havt vitjan av fleiri og fleiri bloggarum. Enn er eingin fastur leistur fyri, hvussu virðið á bloggum kann roknast, so eins og onnur ferðaráð, hava vit valt at upplýsa talið av lesarum av bloggunum.

Á heystið 2012 varð avtala eisini gjørd við PR-bureau í Týsklandi. Í báðum førum er talan um bureau, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigan og útferðir, og á tann hátt eru øll við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at vit kunnu taka ímóti nógvum útlendskum miðlum, sum er so týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá Ferðaráðnum, www. visitfaroeislands.com/vinna har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum.

Vit hava havt vitjanir av fimm bloggarum í 2012, sum hava skrivað millum 10 og 15 bloggur um Føroyar. Mett verður, at 135.000 fólk hava lisið bloggur um Føroyar. Virðið á bloggunum er sostatt ikki við í samlaða umrøðuvirðinum. Fyri at tryggja sær, at røttu miðlar, tíðindafólk og bloggarar verða boðin til Føroya, hevur Ferðaráðið avtalu við PR-bureau í London um hesa uppgávuna.

Faroe Islands Podcast Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Eina ferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcastsendingarnar, ið verða sendar gjøgnum alt árið. Í 2012 hevði Faroe Islands Podcast 35.780 downloads. Tað eru serliga ensktalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. Seinastu fýra árini hevur lutfallið verið: USA 40%, Stóra Bretland 22%, Føroyar 9%, Danmark 6%, Týskland 3%, og írestandi 20% koma úr 111 øðrum londum. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð Ferðaráðið fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum summarið 2012 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 12


Ferðaráð Føroya:

s. 13

Ársfrágreiðing 12


Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2012

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 14


Reiseklar, messa í Bergen, 20.-22. januar Ein av messunum, sum í nøkur ár hevur víst seg at vera sera gevandi fyri føroyska ferðavinnu, er Reiseklar í Bergen. Messan, sum hevði 18.000 vitjandi í 2012, verður væl vitjað av bæði einstaklingum og vinnukundum. Stórur áhugi er fyri Føroyum sum ferðamáli á Reiseklar, og serliga er tað okkara felags mentanararvur og ólavsøkan, sum fólk eru áhugað í. Áhugin var eisini sera stórur frá vinnukundunum, sum eftirspurdu flúgving uttan fyri háárstíð. Hetta gevur okkum greiða ábending um, at vit eisini skulu leggja doyðin á at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnuland í Noregi. Føroysku luttakararnir eru væl nøgdir við messuna. Básurin varð væl vitjaður, og nógvir ítøkiligir fyrispurningar vóru. Sum eitt dømi um mongu vitjanirnar kann vísast á, at allir teir 1.000 faldararnir, sum Ferðaráðið hevði sent til messuna, vóru uppi longu annan dagin. Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar og Greengate.

Ferðaráð Føroya:

s. 15

Ársfrágreiðing 12


Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 16


MidAtlantic í Reykjavík, 2.-4. februar Føroyar eru á hvørjum ári við á MidAtlantic, sum er átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Endamálið við luttøkuni er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikanskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum hugsandi kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til sínar kundar. Icelandair hevði 75 ára føðingardag í 2012, og tí var MidAtlantic í 2012 størri enn undanfarin ár við út við 600 luttakarum. Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, hevði framløgu um Føroyar á messuni, og Guðrið Hansdóttir framførdi í sambandi við framløguna. Føroyska økið varð væl vitjað, og áhugin var stórur, bæði at læra um, hvat tey vitjandi kundu bjóða sínum kundum at síggja og uppliva í Føroyum, og at taka lut á árliga ferðavinnuátakinum VisitFaroeIslands. Umboð fyri Føroyar vóru Greengate, 62N, Atlantic Airways, HK bussar, Kunningarstovan í Tórshavn og Ferðaráð Føroya.

Destinations, the holiday and travel show, í London, 2.-5. februar Á stóru ferðavinnumessuni Destinations, sum var í London, vóru Ferðaráðið og Atlantic Airways umboðað gjøgnum Sunvil Travel, sum er enskur agentur, ið selur Føroyar í Stóra Bretlandi. Møguleiki var at vinna ferð til Føroya á básinum, har gott 700 faldarar úr Føroyum vóru deildir út. Yvir 50.000 fólk vitja messuna.

Serblað um Føroyar við Politiken, 12. februar Sunnudagin 12. februar varð serblað um Føroyar borið út við Politiken í Danmark. Endamálið við blaðnum var at vísa dønum eina øðrvísi mynd av Føroyum. Stig varð tikið til blaðið á heysti 2011 sum eitt samstarv millum Ferðaráðið og Ferðavinnufelagið. Miðlakanningar hava víst, at profilurin hjá lesarunum hjá Politiken samsvarar serstakliga væl við málbólkin hjá Føroyum sum ferðamáli, og tí er Politiken rætti miðilin til júst hetta serblað. Politiken kemur út í umleið 230.000 eintøkum. Blaðið, sum var 20 síður til støddar, vísti eina breiða mynd av Føroyum við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum tónleik, móta, myndlist, ítrótt og vinnulív, umframt greinar um uppløgd ferðamál sum Kirkjubø, Mykines, Saksun og Gjógv. Ferðaráð Føroya:

s. 17

Ársfrágreiðing 12


Ítøkilig úrslit sóust beinanvegin eftir útgávuna. Talið av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com fjórfaldaðist sama dagin, sum blaðið kom út. Smyril Line og Atlantic Airways høvdu lýsingar í blaðnum, og fingu bæði feløgini óvanliga nógvar fyrispurningar mánadagin eftir, at blaðið kom út, og seldu eisini sera nógvar ferðaseðlar sum úrslit av fyrispurningunum. Í blaðnum vóru tvær kappingar um at vinna ferð til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina við Atlantic Airways. Yvir 3.000 fólk tóku lut í kappingini.

Ferie for alle í Herning, 24.-26. februar Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini ført til ítøkiliga sølu longu á staðnum. Úrslitini av messuni í 2012 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við. Føroyski felagsbásurin var umboðaður við Atlantic Airways, 62N, Greengate og Ferðaráðnum. Messan hevði 66.300 vitjandi í 2012, sum var met. Um 2.000 faldarar úr Føroyum vóru deildir út frá føroyska básinum.

Mødedagen í Keypmannahavn, 1. mars Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnuland, hava Føroyar síðstu árini tikið lut á tiltøkum hjá Kursuslex í Danmark, sum savnar fyrireikarar av ráðstevnum og stórum fundum. Í mars var Eventdagur í Keypmannahavn, har Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, Greengate og Norðurlandahúsið tóku lut. Umleið 1.500 vitjandi, sum arbeiða við at fyrireika fundir, skeið, tiltøk, ráðstevnur, teambuilding o.s.fr. tóku lut á degnum. Í samráði við fyrireikararnar var serblaðið um Føroyar, sum kom út við Politiken í februar, lagt í posarnar, sum allir luttakararnir fingu. Føroysku luttakarar merktu ein stóran áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, m.a. tí at Føroyar eru eitt nýtt og tí spennandi MICE (Meetings, Incentive, Conferences, Events) ferðamál, sum samstundis er lætt atkomuligt við longda flogvøllinum. Ferðaráðið stóð fyri parti av kostnaðinum av luttøkuni á hesum tiltaki. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 18


ITB í Berlin, 7.-10. mars Heimsins størsta ferðavinnumessa við yvir 180.000 vitjandi, harav 110.000 vinnuvitjandi, er ITB í Berlin. Ferðaráð Føroya hevur ikki verið á messuni í nøkur ár, men í ár varð aftur avgjørt at taka lut saman við Smyril Line, sum hevur verið við leingi. Fyri at síggjast betur á messuni, varð avgerð tikin um ikki at vera partur av norðurlendska básinum, men at hava egnan føroyskan bás. Hetta vísti seg at vera ein røtt avgerð, tí Føroyar vóru sjónligar, samstundis sum básurin lá beint við básarnar hjá hinum Norðurlondunum, t.d. Íslandi. Messan er deild upp í tveir dagar fyri vinnuna og tveir dagar fyri almenningin. Yvir 1.000 faldarar um Føroyar vórðu deildir út á messuni. Umboðið fyri Ferðaráðið fekk nógv góð sambond við fleiri ferðasmiðir, sum vóru áhugaðir at selja Føroyar, umframt samband við fleiri viðkomandi fjølmiðlar, ið vóru áhugaðir í at koma á fjølmiðlavitjan í Føroyum. Ferðasmiðirnir vórðu allir bodnir við til VisitFaroeIslands átakið í mai.

Gourmettiltak, 29. mars - 1. apríl Felagið Solea skipaði saman við fiskaútflytarum og ferðavinnuni fyri einum gourmetferðavinnuátaki við gourmetdøgum í Føroyum um mánaðarskiftið mars/apríl. Umleið 20 fólk úr serliga Danmark, men eisini øðrum londum, vóru við til tiltakið, sum fevndi um fleiri dagar við matupplivingum á høgum stigi. Ein týðandi partur av upplivingunum var at síggja, hvaðan rávørurnar koma, og tí varð vitjað á alibrúkum, hjá hummarafiskarum o.s.fr. Útlendsku luttakararnir, sum vóru kokkar, mathøvundar og vanlig ferðafólk, fingu eina serstaka uppliving í Føroyum. Sum liður í at menna føroyska ferðavinnu til eisini at fevna um nýggju rákini innan altjóða ferðavinnu, eitt nú gourmetferðavinnu, var Ferðaráðið partur av tiltakinum. Talan er um eina spennandi vinnugrein í stórum vøkstri, har Føroyar í dag eiga sítt natúrliga pláss. 12 útlendsk miðlafólk vóru við til tiltakið. Eftir vitjanina vóru greinar á millum annað vælumtóktu amerikansku heimasíðuni Huffington Post, í die Welt og í blaðnum hjá Finnair, sum m.a. hevur nógvar rutur úr Asia, serliga Japan. Greinarnar um Føroyar sum matland røkka einum nýggjum og áhugaverdum málbólki. Ferðaráð Føroya:

s. 19

Ársfrágreiðing 12


Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 20


VFI 2012, 3.-6. mai VisitFaroeIslands átakið er árligt átak hjá eini samlaðari føroyskari ferðavinnu. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferðasmiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð. Í 2012 varð sjálv verkstovan hildin í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hølini við vøkrum arkitekturi og list vóru sera væl egnað til tiltakið. Stóri døgurðin varð hildin í hølunum hjá Østrøm sum eitt áhugavert mótspæl til nýmótans skúlan. Atlantic Airways bjóðaði útlendsku gestunum við tyrluni út í Koltur, har Bjørn Patursson tók ímóti. Til døgurðan á Østrøm var ein røð av tónleikainnsløgum, har Anna Maria Olsen, 200 og Benjamin spældu. Allir gestirnir fingu eina gávu heim við av lunda, sum Mikkalinu-Glas hevði gjørt. Umleið 30 útlendskir vv tóku lut. Teir komu úr Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki, Stóra Bretlandi, Italia og USA. Hóast talið av luttakarum var nakað minni enn árið frammanundan, var tiltakið væleydnað. Útlendsku keypararnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Ferðaráð Føroya:

s. 21

Ársfrágreiðing 12


Átak í sambandi við landsdyst í Hannover, 7. september Ein týðandi partur av strategiini hjá Ferðaráðnum er at gera brúk av tí áhuga og teirri umtalu, sum Føroyar fáa í útheiminum. Vit skulu gera vart við Føroyar sum ferðamál, tá høvið býðst, og talan samstundis er um ein marknaðar- og/ella málbólk, sum vit ynskja at røkka. Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og uppløgd høvi, m.a. í Italia, Eysturríki og í 2012 eisini í Týsklandi. 7. september spældu Føroyar landsdyst ímóti Týsklandi

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 22

í Hannover. Ferðaráðið hevði saman við Smyril Line og Atlantic Airways bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum. Gutti Winther frá sjónvarpssendingini Spískamarið gjørdi mat úr rávørum frá Norðfra og bjóðaði góðaráð. Føroyar Bjór, Okkara og Dism lótu drekkivørur til tiltakið. Børge Muxfeldt frá Smyril Line í Týsklandi bjóðaði vælkomin, og Guðrið Højgaard og Magni Arge hugleiddu um Føroyar sum ferðamál. Týskur lækni, sum ferðast til Føroya hvørt summar, hevði hugtakandi framløgu um, hvussu hann sær Føroyar við denti á náttúru- og mentanarupplivingar. Lena og Niklas framførdu nøkur av sínum løgum.


Aftaná møttust vit við teimum 300 føroysku viðhaldsfólkunum, sum vóru komin til Hannover at stuðla landsliðnum. Soleiðis fingu gestirnir møguleikan at uppliva góða stemningin við fjepparum, áðrenn øll í felag fóru til dystin. Alt tiltakið eydnaðist sera væl og gav veruliga luttakarunum ein smakk av Føroyum sum landi, mentan og ferðamáli. Vit fingu skapt sambond við nýggjar ferðasmiðir og fingu høvið at heilsa upp á verandi samstarvspartar. Harumframt fingu vit sambond við fjølmiðlar, sum í framtíðini kunnu hugsast at koma til Føroya á vitjan. Tiltakið

førdi til sjónvarpsinnslag í týska NDR við samrøðu við Guðrið Højgaard, og greinar um Føroyar. Landsdysturin sást eisini aftur í tølunum. Umleið 900 vitjanir vóru á heimasíðuni visitfaroeislands.com úr Týsklandi ta vikuna, dysturin varð spældur, serliga sjálvan dystardagin. Vanliga liggur talið av vitjandi úr Týsklandi á uml. 150 um vikuna.

Ferðaráð Føroya:

s. 23

Ársfrágreiðing 12


Skandinavisk verkstova 26. september í Madrid og 27. september í Barcelona At Atlantic Airways er farið at flúgva beinleiðis til Barcelona, hevur latið upp fyri enn einum beinleiðis landafrøðiligum málbólki. Tí tóku umboð fyri Greengate og Atlantic Airways lut á verkstovu, sum VisitDenmark skipaði fyri í Madrid og Barcelona. Endamálið var at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri sponskum ferðasmiðum. Stórur áhugi var millum luttakararnar at hoyra um, hvat nýggja ferðamálið Føroyar við beinleiðis flogsambandi hevur at bjóða. Um 50 ferðasmiðir tóku lut á tiltakinum. Ferðaráðið rindaði ein part av luttøkugjaldinum. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 24


Gourmetátak í London, 1. oktober Føroyskt átak í London, sum hevði til endamáls at gera vart við góðu rávørurnar úr Føroyum fyri enskum fiskainnkeyparum, kokkum frá michelinmatstovum og fjølmiðlafólkum. Tiltakið varð skipað sum ein døgurði á matstovuni Hedone í London, sum vikuna undan tiltakinum hevði fingið eina michelinstjørnu. Svenski kokkurin á matstovuni borðreiddi við eini røð av vælsmakkandi rættum, allir úr føroyskum rávørum. Ferðaráðið tók lut á tiltakinum, tí vit mettu, at hetta var eitt fínt høvi at hitta miðlar, sum skriva um mat og ferðamál og soleiðis kunnu varpa ljós á Føroyar sum gourmetferðamál. Tiltakið eydnaðist sera væl, og vit fingu samband við fleiri áhugaverdar fjølmiðlar, sum ynskja at koma til Føroya til várs at skriva greinar. Tiltakið varð fyriskipað av Solea.

Vestnorden Travel Mart í Reykjavík, 2.-3. oktober Árliga Vestnorden Travel Mart, VNTM, varð í 2012 hildið í Íslandi. Harpa var karmur um tiltakið. Harpa er eitt sera vakurt hús við góðum umstøðum, tó at hølið til verkstovupartin kanska var í so lítið. VNTM var skipað við framløgum og verkstovum. Guðrið Højgaard hevði eina framløgu um Føroyar, sum varð sera væl móttikin. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, var við á VNTM, og nýtti hann høvið at tosa við íslendska ráðharran í ferðavinnumálum. Afturmeldingin frá vinnuni var, at tað var eitt sera gott tiltak við nógvum nýggjum sambondum og ítøkiligum fyrispurningum. Ferðaráð Føroya:

s. 25

Ársfrágreiðing 12


Skandinavisk verkstova í Milano, 1. oktober VisitDenmark í Milano skipar á hvørjum ári fyri skandinaviskari verkstovu, har umboð fyri ferðaráð, gistingarhús og ymsar veitarar av upplivingum hava høvið at hitta italskar ferðasmiðir og miðlar. Ferðaráðið, Greengate, 62N og Atlantic Airways tóku lut á verkstovuni, sum verður mett at vera eitt sera gott høvi at hitta ferðasmiðir, ið eru áhugaðir í Skandinavia, og tí eisini kunnu hugsast at vera áhugaðir í Føroyum. Somuleiðis er tiltakið eitt gott høvi at hitta ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar. Um 60 italskir ferðasmiðir tóku lut á tiltakinum. Kunnað varð um, at Atlantic Airways nú fer undir beinleiðis flúgving til Føroya úr Milano. Tíðindini vórðu móttikin við stórum áhuga, og økti tað eisini um áhugan hjá luttakarunum at kenna, hvørjar nýggjar og

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 26

beinleiðis møguleikar henda nýggja ruta kann íbirta. Økti áhugin og nýggju møguleikarnir høvdu við sær, at avtala beinanvegin varð gjørd við VisitDenmark um at skipa fyri serligum føroyskum átaki í Milano í februar 2013 fyri veruliga at vísa Føroyar sum áhugavert og spennandi ferðamál hjá italiumonnum.

Días Nórdicos í Madrid, september og oktober Norðurlandaráðið hevði tikið stig til at skipa fyri norðurlendskum døgum, Días Nórdicos, í Madrid í september og oktober. Umframt listafólk úr hinum norðurlendsku londunum, høvdu Teitur og Frostfelt konsertir í sambandi við Días Nórdicos á serligum føroyskum degi, 13. oktober. Konsertirnar vóru sera væl umtóktar, og yvir 600 fólk møttu til konsertirnar. Bæði Teitur og Frostfelt fingu umrøðu í El Pais, størsta spanska dagblaðnum, bæði undan og eftir konsertirnar.


Ferðaráðið og Uttanríkistænastan hjá Løgmans­skriv­stovuni vóru við til at fíggja ein part av føroysku luttøkuni í Madrid. Fyriskipararnir høvdu eisini bjóðað umboðum fyri ferðavinnuna í Føroyum við til tiltakið. Tó varð mett, at tað fyrst var neyðugt at kenna tiltakið eitt sindur betur, áðrenn Ferðaráðið luttekur beinleiðis, umframt at talan var um stutta tíðarfreist. Eftir at tiltakið hevur verið, og afturmeldingarnar eru komnar inn, verður mett, at hetta er eitt áhugavert tiltak, sum vit eiga at umhugsa at brúka í marknaðarføringshøpi í 2013.

Rejsemesse for kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keypmannahavn, 20.-21. oktober Eins og undanfarin ár høvdu Greengate, 62N, Atlantic Airways og Ferðaráðið føroyskan bás á ferðavinnumessuni í Øksnehallen í Keypmannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Yvir 13.000 fólk vitjaðu messuna í 2012. 1.000 faldarar úr Føroyum vóru deildir út á messuni. Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni, m.a. ein fyrilestur um Føroyar, sum føroyavinurin, Ronald Risvig, helt. Hetta er eitt gott stað at gera vart við Føroyar, hóast henda messan kanska ikki førir til beinleiðis sølu á sjálvari messuni á sama hátt sum tann í t.d. Herning.

Ferðaráð Føroya:

s. 27

Ársfrágreiðing 12


AITO meet the press tiltak í London, 20. november

VISITFAROEISLANDS.COM

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum túroperatørum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. Ferðaráð Føroya metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og hevur tí tikið av tilboðnum um at gerast limur í AITO. Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO prísir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk. Eins og undanfarin ár fekk Ferðaráðið ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, umframt at sambond vórðu skapt til nýggjar persónar, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum vit hava hitt undanfarin ár. Umframt hetta tiltakið, hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum í junimánaði. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaði Ferðaráðið á tiltakinum. Endamálið var at vísa á møguleikar fyri miðlavitjanum til Føroya. Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 28

Heimasíðan hjá Ferðaráðnum, visitfaroeislands. com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, men eisini til miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum. Í 2012 eru eisini gjørdar danskar og týskar útgávur av heimasíðuni. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Danmark, Svøríki, Noregi, Hollandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi og USA. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur marknaðarføringsátøk.


FALDARAR

Touristguide

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá Ferðaráðnum og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá Ferðaráðnum er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær Ferðaráðið fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar brúka faldararnar til at senda kundum sínum og til at hava við á messur, sum tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og hava tørv á at hava kunning um Føroyar við.

Hvørt ár ger Sansir nýggja touristguide, sum Ferðaráðið hevur ábyrgd av at senda út. Til samans verða prentaðar 55.000 touristguides: 22.500 danskar, 17.500 enskar og 15.000 týskar, sum allar eru uppi, tá árið er av. Á hvørjum ári verða harafturat 25.000 kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Bæði kort og touristguide verða latin áhugaðum ókeypis.

Imagefaldari Við nøkrum ára millumbili ger Ferðaráðið ein sonevndan imagefaldara. Hesin hevur eina longri livitíð enn touristguidin, tí hann er ikki so ítøkiligur. Imagefaldarin verður sendur út saman við touristguide og kortum. Umleið 30.000 imagefaldarar verða brúktir hvørt ár. Ferðaráð Føroya:

s. 29

Ársfrágreiðing 12


ALTJÓÐA SAMSTARV Einsamalt er tað trupult hjá Ferðaráði Føroya at røkka og røkja stóru marknaðirnar. Tí hevur Ferðaráðið knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við marknaðarføringini av Føroyum. Hesir eru:

VisitDenmark í Italia Samstarvið við VisitDenmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, inngongd um Føroyar á italskum á heimasíðuni hjá VisitDenmark, luttøka á verkstovum o.s.fr.

VisitDenmark í Týsklandi Samstarvið við VisitDenmark í Týsklandi er um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi.

Travel PR Ferðaráðið hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar.

Ehrenberg Kommunikation Í 2012 gjørdi Ferðaráðið avtalu við týskt PR-bureau, Ehrenberg Kommunikation. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 30


ONNUR TILTØK Ferðist í egnum landi Ferðaráðið skipaði saman við kunningarstovunum kring landið fyri átaki, sum skal fáa føroyingar at ferðast í egnum landi. Hetta er eitt afturvendandi átak, sum hevur verið skipað á ymsan hátt síðstu árini. Í 2012 varð ein faldari gjørdur, sum lýsti ítøkilig dømi um ferðing og upplivingar í øllum Føroyum. Faldarin varð sendur til hvørt húski í Føroyum. Umframt faldaran vóru lýsingar í sjónvarpi og bløðum. Afturmeldingar frá kunningarstovunum eru, at átakið at fáa føroyingar at ferðast í egnum landi hevur verið væleydnað, og at talið av fyrispurningum frá føroyingum, sum leita eftir gistingarmøguleikum og upplivingum í egnum landi, er hækkandi sum úrslit av átakinum. Ferðaráð Føroya:

s. 31

Ársfrágreiðing 12


Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 32


Samstarv við Hagstovuna Hagstovan og Ferðaráð Føroya hava gjørt avtalu um ferðafólkahagtøl. Tað hevur í fleiri ár verið ein trupulleiki fyri Ferðaráðið, at eingi neyv hagtøl hava verið um ferðafólk. Hetta hevur gjørt tað torført at meta um, hvat íkast ferðavinnan gevur búskapinum, eins og ilt hevur verið at siga, í hvønn mun marknaðarføringsátøkini hjá ferðavinnnuni í Føroyum geva neyðugu úrslitini. Eftir nýggju samstarvsavtaluni fer Hagstovan at savna inn hagtøl um gistingina kring landið frá 1. januar 2013. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleigarar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi, tey búgva í, og hvussu leingi, tey gista. Við hesum upplýsingum fer at bera til at fylgja neyvt við, hvaðan ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og ikki minst at fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs. Aftur at gistingarhagtølunum skulu upp á longri sikt gerast meira umfatandi ferðavinnulýsingar, sum m.a. fara at geva hagtøl fyri sølu og virðisøking (íkast til BTÚ) fyri føroyska samfelagið.

Samstarv við Vága Floghavn og Gallup Ferðaráðið hevur saman við Vága Floghavn heitt á Gallup um at standa fyri ferðafólkakanningum á flogvøllinum. Øll ferðafólk, sum ferðast um flogvøllin eitt ávíst tíðarskeið, verða biðin um at taka lut í kanningunum. Kanningarnar fevna um nakrar fáar spurningar, sum skulu geva okkum eina grundvitan um ferðafólkini. Fýra slíkar kanningar vórðu gjørdar í 2012, og ætlanin er at halda fram við fýra árligum kanningum komandi árini, soleiðis at til ber at meta um broytingar í ferðingarmynstri og um munin millum ferðing ymsar tíðir av árinum.

Nýggir ferðaleiðarar Tað er týdningarmikið fyri upplivingina hjá ferðafólkum, at vit hava dugnaligar ferðaleiðarar, sum eru við til at gera upplivingina í Føroyum meira áhugaverda. Tí hevur Ferðaráðið saman við Skeiðsdeplinum á Handilsskúlanum skipað fyri ferðaleiðaraskeiði í 2011-2012, har prógvini vórðu handað til 24 nýggjar ferðaleiðarar á sumri 2012.

Ferðaráð Føroya:

s. 33

Ársfrágreiðing 12


Skeið í matvørureinføri Húsarhaldsskúli Føroya tók í samstarvi við Ferðaráðið stig til at skipa fyri skeiði í matvørureinføri. Skeiðið var á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík 27. apríl. Eini 10 persónar úr øllum Føroyum tóku lut á skeiðnum. Ynskið hjá Ferðaráðnum er at eggja og kunna tey, sum umhugsa at bjóða ferðafólkum mat í egnum heimi, hvussu matvørur skulu handfarast eftir reglugerð um heimablídni.

Jobmatch Ferðaráðið tók lut á Jobmatch, sum var í Østrøm í Tórshavn 28. desember. Jobmatch er eitt frálíkt tiltak, har vit hava eitt gott høvi at skapa sambond við lesandi innan ferðavinnu og onnur atknýtt øki, og at finna útav, hvørjir førleikar eru innan økið. Eisini kunnu vit á Jobmatch geva kunning um bæði ítøkiligt starvstilboð í Føroyum og um framtíðar arbeiðsmøguleikar hjá Ferðaráðnum og ferðavinnuni yvirhøvur. Tað var stórur áhugi at tosa við umboðið fyri Ferðaráðið á Jobmatch. Um 25 ungdómar nýttu høvið at seta seg niður og tosa konkret við Ferðaráðið á Jobmatch.

Ferðaráð Føroya:

Ársfrágreiðing 12

s. 34


Ferðaráð Føroya:

s. 35

Ársfrágreiðing 12


Ferðaráð Føroya í Gongini 9 PO Box 118 110 Tórshavn Faroe Islands


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.