FØROYAR FYRI MANNARÆTTINDI BÓKLINGUR UM RÆTTINDI
Eg eiti
Míni yndis mannarættindi
Innihald Hvat eru mannarættindi? Mannarættindi í Føroyum Heimsyvirlýsing um mannarættindi við frágreiðingum og uppgávum Rættindi teirra, ið bera brek Kvinnurættindi Veðurlagsbroytingar og mannarættindi Barnarættindi Orðalisti Áheitan Tøkk Keldur
Hvat eru mannarættindi? Mannarættindi eru alfevnandi og ómissandi rættindi, sum eru treytað sínámillum. At rættindini eru alfevnandi merkir, at tey ikki eru treytað av tínum kyni, átrúnaði, húðarliti, tjóðskapi o.s.fr. Tað vil siga, at vit øll hava somu rættindi uttan mun til okkara kyn, føðiland ella átrúnað.
At rættindi eru ómissandi merkir, at eingin kann taka tíni rættindi frá tær. Tú ert fødd/ur við rættindunum, og tað vil siga, at hvørki løgmaður, skúlastjórin ella tín verji kunnu taka tíni mannarættindi frá tær.
At rættindi eru treytað sínámillum merkir, at eini rættindi kunnu stuðla upp undir eini onnur rættindi. Tað vil siga, at um vit verja rættin til frælsi, so seta vit okkum samstundis ímóti, at nakar skal liva í trældómi.
Mannarættindi í Føroyum Í 1948 gjørdi ST eina heimsyvirlýsing við 30 mannarættindagreinum. Greinirnar eru bert vegleiðandi og tískil ikki løgfrøðiliga bindandi. Hóast okkara mannarættindi í Føroyum í nógvum førum líkjast teimum, ið eru í hinum Norðurlondunum, so eru Føroyar ikki fevndar av sáttmálanum um at verja rættindi hjá gestaarbeiðarum, ella sáttmálanum um at verja persónar frá tvungnari hvørving.
Sambært grein 25 í altjóða sáttmálanum um at verja rættindi hjá gestaarbeiðarum er tað ikki loyvt hjá arbeiðsgevarum at gera mismun á gestaarbeiðarum og teimum innføddu borgarunum. Hevði greinin verið galdandi í Føroyum, hevði tað sambært lógini merkt, at gestaarbeiðarar høvdu rætt til somu løn og somu arbeiðsviðurskifti sum føroyingar.
Heimsyvirlýsing um mannarættindi
Øll hava krav um rættindi og frælsi uttan mun til t.d. aldur, kyn, lívsstøðu, átrúnað. Hetta merkir, at hóast vit øll kunnu hava ymiskan húðarlit, átrúnað, politiska sannføring og ymisk kyn og mál, so hava vit enn øll krav upp á somu rættindi.
Eingin má taka títt lív frá tær uttan so, at tað hendir í sjálvsverju ella í neyðverju. Deyðarevsing er størsta brotið á hesi rættindi. Í Føroyum hava vit ikki deyðarevsing, men soleiðis er tað ikki í øllum londum. USA og Iran eru dømi um lond, ið enn hava deyðarevsing.
Hví hava hesi lond enn deyðarevsing?
Hvat kann gerast fyri at ógilda deyðarevsing?
Eingin hevur rætt til at eiga eitt annað menniskja, og eingin skal koma undir tvingsilsarbeiði.
Hetta merkir, at almennir myndugleikar skulu verja teg ímóti píning og mannminkandi revsing. Politiið hevur ikki loyvi at hótta ella skaða onnur fyri at fáa tey at játta seg sek.
Eingin skal verða viðgjørdur uttanfyri lógina. Hetta er uttan mun til, hvør tú ert, og hvar tú kemur frá.
Vit eru øll ymisk, men hava sama rætt til at vera vard fyri mismuni.
Hetta merkir eisini, at lógin skal tryggja okkum, at vit kunnu verja okkum ímóti mismuni til dømis við hjálp frá einum sakførara.
Hví heldur tú, at tað er týdningarmikið, at vit kunnu fáa hjálp frá einum sakførara?
Eingin kann steingjast inni, uttan at grundarlag fyri hesum er í lógini. Annars er tað ólóglig frælsistøka.
Tað er sera týdningarmikið, at dómstólurin er óheftur og óvildarligur, tí soleiðis tryggja vit okkum, at mannarættindini hjá øllum verða vird. Hetta merkir, at landsstjórnin ikki hevur loyvi at blanda seg uppí, hvørja revsing ein fær.
Ein kann bert verða ákærdur fyri, hvat roknast sum brotsgerð sambært landslógum ella altjóða lógum. Tað er eisini týdningarmikið, at ein strangari revsing ikki verður ásett enn hon, ið var galdandi, tá ið tann revsiverda gerðin varð framd. Hetta merkir, at um revsingin fyri at stjala ein bil var ein mánaður í fongsli, tá ið tú stjól bilin, men tað nú broytist til 1 ár í fongsli, so skalt tú enn bara sita ein mánað.
Eingin hevur atgongd til tínar teldupostar, myndir, appir, tíni brøv ella sms-boð o.s.fr., uttan at tú hevur givið teimum atgongd. Sambært altjóða barnarættindasáttmálanum er hetta eisini galdandi fyri børn. Undantøk eru einans, um ein dómsólur ger av, at tín heilsa verður sett í vanda.
Hetta merkir, at staturin ikki sleppur at blanda seg uppí, hvar í tínum landi tú velur at búseta teg. Myndugleikarnir hava heldur ikki loyvi til forða tær í at fara av landinum hjá tær uttan so, at tað er neyðugt fyri at uppihalda onnur rættindi hjá tær. Undir koronu komu mong ferðaforboð kring heimin fyri at verja rættindini til heilsu og tryggleika.
Hvat er eitt friðskjól? Tá ið mannarættindini hjá fólkum verða brotin, og tey tí mugu rýma úr landinum hjá sær, hava tey rætt at søkja um og fáa friðskjól í einum øðrum landi. Eitt friðskjól er ein staður, har ein fær verið tryggur og kann vera í friði. Hví velja fólk at fara úr landinum hjá sær? Tað er ongin løtt avgerð at velja at fara úr landinum hjá sær. Tað verður neyðugt at rýma, t.d. um har er kríggj, ógvisligt fátækadømi ella hungursneyð. Fólk kunnu eisini vera noydd at flyta, um teirra kynsligi samleiki verður kúgaður.
Hvussu kunnu vit hjálpa? Sum heimsborgarar hava vit skyldu at hjálpa fólki í neyð. Aftaná at kríggið brast á í Ukraina, gjørdu Føroyar eina serlóg og tóku tí ímóti fleiri flóttafólkum enn áður.
Tó eru enn nógv fólk, ið bíða eftir friðskjóli, so hvussu kunnu Føroyar hjálpa uppaftur fleiri fólkum at fáa síni mannarættindi vird?
----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Hetta merkir eisini, at eingin skal tilvildarliga missa sín tjóðskap, og ongum skal verða sýtt fyri at skifta tjóðskap.
Hetta merkir, at um tvey fólk, ið eru eldri enn 18 ár, hava hug at gifta seg, so hava tey rætt til tað. Grein 1 sigur, at vit øll skulu hava somu mannarættindi. Tí hevur staturin ikki loyvi at gera serlógir, har ið nøkur fólk ikki kunnu gifta seg. Í nógv ár var tað ikki lógligt hjá samkyndum pørum at gifta seg í Føroyum. Hetta varð broytt, og í 2017 bleiv fyrsta samkynda parið í Føroyum vígt borgarliga. Tó er tað enn ikki loyvt hjá samkyndum pørum at giftast í kirkjum í Føroyum.
Í hvørjum londum er tað enn ikki lógligt hjá samkyndum at gifta seg?
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Hetta merkir, at tað, sum tú eigur, er 100% títt. Samstundis eigur staturin eisini at verja teg ímóti, at onnur taka tína ogn.
Hetta merkir, at tú hevur rætt til at velja og inna trúgv tína. Samstundis hevur tú eisini frælsi til ikki at hava nakran átrúnað ella skifta til ein annan átrúnað, um tú hevur hug til tað.
Hetta merkir, at øll skulu hava frælsi til at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan. Øll hava eisini rætt til at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir.
Hvussu sær hetta út í Føroyum? Tú kanst siga og skriva akkurát tað, tú hevur hug til, uttan so at tað ger seg inn á mannarættindi hjá øðrum. Eitt dømi um hetta er § 266b í revsilógini. Henda lógin greiðir frá, at tann, sum alment setir fram útsagnir, ið hótta og eyðmýkja persónsbólkar orsakað av teirra húðarliti, átrúnaði, kynsligum samleika o.s.fr. verður revsaður við fongsli í upp til 2 ár. Sambært grein 1 í altjóða heimsyvirlýsingini um mannarættindi eru øll menniskju fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tíverri forðar rasisma fyri, at øll kunnu njóta hesi mannarættindi. Rasisma er í stuttum mismunur ella fordómar, ið eru grundað á húðarlit og etniskan uppruna. Hetta vil siga, at nøkur fólk verða møtt við spektleysum orðum og neiligum fordómum. Tíbetur ber tað við § 266b til at verja fólk móti grovari rasismu. Tó kann henda lógargreinin ikki steðga allari rasismu. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit varpa ljós á, hvussu skaðilig rasisma er, og hvat vit kunnu gera fyri at fáa einar Føroyar uttan rasismu.
Hetta merkir, at staturin ikki kann blanda seg uppí, hvørjum felagsskapum tú ert limur í. Samstundis kann eingin verða noyddur at vera limur í feløgum. Staturin kann heldur ikki forða fyri, at fólk taka lut í mótmælisgongum, uttan so at trygdin hjá fólkum kemur í vanda.
Í Føroyum hava vit eitt umboðandi fólkaræði. Hetta merkir, at fólksins vilji skal vera støðið undir stjórnarinnar valdi. Øll skulu hava somu atgongd til at fara á val. Hetta skal tryggja, at øll kunnu atkvøða og harvið verða óbeinleiðis umboðað í løgtinginum.
Endamálið við hesum rættindunum er, at øll londini, ið eru limir í ST, skulu tryggja, at allir teirra borgarar hava atgongd til m.a. vatn, mat, bústað, útbúgving og grundleggjandi heilsurøkt. Hetta er tí, at øll sum samfelagsborgarar hava rætt til felagsliga trygd og kunnu krevja, at tey búskaparligu, felagsligu og mentanarligu rættindi, sum eru neyðug fyri teirra virðing og fría menning av persónleikanum, verða framd.
Ein og hvør hevur rætt til at stovna og gerast limur í yrkisfeløgum, ið hava til endamáls at verja tíni áhugamál. Hetta er týdningarmikið, tá ið tað snýr seg um at tryggja góðar arbeiðsumstøður og løn. Til dømis hava øll uttan mismun rætt til somu løn fyri tað sama arbeiðið.
Arbeiðstíðin skal vera rímiliga avmarkað, soleiðis at her eru góðir møguleikar fyri at hvíla seg og gera annað enn at arbeiða. Øll, sum arbeiða, hava krav uppá feriu við løn við ávísum millumbilum
Hetta merkir, at øll skulu hava atgongd til mat, klæði, eitt trygt stað at búgva og neyðuga læknahjálp. Samstundis tryggja hesi mannarættindi, at eingin av búskaparligum orsøkum skal liva við ringari sjúku. Í Føroyum er okkara vælferðarsamfelag skipað soleiðis, at øll hava somu atgongd til læknahjálp uttan mun til, um tey eru fátæk ella rík.
Útbúgving økir um tínar møguleikar fyri at ansa eftir tær sjálvum og luttaka í samfelagnum; eins og henda bókin gevur tær møguleika fyri at luttaka í mannarættindakjakinum í Føroyum. Fyri at tryggja, at øll hava møguleika at útbúgva seg, skal útbúgving á byrjanarstigi vera kravd og ókeypis. Undirvísingin skal fremja fatan, tolsemi og vinalag millum tjóðir, fólkasløg og trúarbólkar fyri at varðveita friðin.
Hetta merkir millum annað, at øll hava rætt til at njóta list og taka lut í ítróttatiltøkum. Tey, sum gera vísindalig, bókmentalig ella listarlig verk, skulu verjast ímóti, at onnur brúka teirra verk uttan loyvi.
Øll lond hava samábyrgd av, at heimurin verður ein staður, har vit øll hava okkara mannarættindi vird. Staturin skal virða og verja um rættindini hjá borgarunum.
Staturin kann einans avmarka, hvussu vit brúka okkara mannarættindi, tá ið tað er neyðugt fyri at verja um mannarættindini hjá øðrum. Eitt dømi um hetta er § 266b í revsilógini, ið greiðir frá, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólkar orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Einki, sum stendur í altjóða heimsyvirlýsingini um mannarættindi, kann brúkast sum grundgeving fyri at oyðileggja ella taka einstøk mannarættindi burtur.
Onnur mannarættindi
Rættindi teirra, ið bera brek Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir, sum virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri tey, ið bera brek.
Hesa sáttmáli hevur til endamáls at geva teimum, ið bera brek, javnrættindi og enda neiligar fórdómar um tey. Hetta er sera týdningarmikið, tí staturin hevur skyldu at tryggja, at øll menniskju kunnu liva eitt virðiligt lív.
Grein 2 í sáttmálanum greiðir frá, at staturin ikki hevur loyvi at gera mismun á fólki. Eitt dømi um mismun er, um tú orsakað av tínum breki hevur avmarkaða atgongd til at vera virkin í samfelagnum, luttaka í politikki ella mentarligum tiltøkum.
Kvinnurættindi Í 1983 kom kvinnurættindasáttmálin í gildi í Føroyum. Hetta merkir, at Løgtingið hevur skyldu at avtaka mismun móti kvinnum á øllum økjum í samfelagnum. Samstundis skulu kvinnurættindi fremjast á politiskum, búskaparligum, borgaraligum, sosialum og útbúgvingarligum økjum. Grein 1 í altjóða heimsyvirlýsingini um mannarættindi tryggjar okkum øllum jøvn rættindi og møguleikar í samfelagnum. Kring heimin hava kvinnur tó ikki øll tey rættindini, ið menn hava. Serliga ikki tá tað snýr seg um atgongd til útbúgving og búskaparlig rættindi sum t.d. rættindi til at eiga ogn og land. Hóast kvinnur í Føroyum tíbetur eru javnstillaðar við menn á nógvan hátt, eru eisini økir, har tørvur er á broyting. Í dag eru einans 30% av tingfólkunum kvinnur, og fyri at broyting skal henda, er tað týdningarmikið at varpa ljós á manglandi javnstøðuna
Fosturtøka og rættindi Fosturtøkur henda uttan mun til, um hetta er lógligt ella ólógligt. Munurin er bara, at í londum, har fosturtøka er ólóglig, verður heilsan hjá kvinnum sett í vanda. Við núverandi føroysku fosturtøkulógini frá 1956 verður ført fram, at brot verða gjørd á mannarættindini hjá føroyskum kvinnum. Øðrumegin hava vit tey, ið siga, at um tað ikki er loyvt at fáa framt fosturtøku, er tað brot á rættindi at ráða yvir egnum kroppi, og brot á: Grein 2, ið verjir okkum ímóti ójavna og lógum, ið elva til mismun. Grein 3, ið tryggjar okkum frælsi og persónliga trygd. Grein 25, ið greiðir frá, at vit øll hava rætt til góða heilsu og neyðuga læknahjálp.
Hinumegin hava vit tey, ið halda, at fosturtøka er brot á: Grein 3, ið sigur, at øll hava rætt til lív. Grein 5, ið sigur, at eingin skal verða píndur. Tó er tað umráðandi, at viðurkenna, at ST (Sameindu Tjóðir) hava funnist at Føroyum fyri, at núverandi fosturtøkulógin frá 1956 ikki livir upp til mannarættindasáttmálan, ið Føroyar hava skrivað undir uppá.
Veðurlagsbroytingar og mannarættindi Hvussu ávirka veðurlagsbroytingar mannarættindi? Sambært grein 22 í altjóða heimsyvirlýsingi um mannarættindi skal samfelagið røkja tínar mest grundleggjandi tørvir so sum atgongd til m.a. reint vatn, mat, bústað og útbúgving. Fólk kring allan heim missa atgongd til hesar lívsneyðugu tørvir orsakað av ógvusligum ódnum, flóðum og turki. Tá ið samfelagið ikki megnar at røkja tørvirnar hjá íbúgvunum í landinum, verða tey sokallaðu ‘veðurlagsflóttafólk’ tvingað til at rýma. Um fólk eru noydd at rýma, eru tey í einari kreppustøðu, har nærum øll mannarættindi hjá teimum verða sett í vanda. Sambært ST er talið av náttúruvanlukkum vaksið munandi seinastu árini. ST vísir á, at hetta talið økist sum ein avleiðing av økta hitanum, ið útleiðingin av vakstrarhúsgassi frá ídnaði hevur ført við sær. Tað hevur tískil stóran týdning, hvussu okkara ídnaður er skipaður í sambandi við slagnum av gassi, vit nýta, í huga. Um talið av náttúruvanlukkum skal minka, soleiðis at her verður færri fólk, ið ikki kunnu njóta síni mannarættindi, so noyðast øll lond í heiminum at fara til verka.
Hvat kanst tú gera? Veðurlagsverkfallið, Fridays for future, er eittt dømi um eina mannarættindarørslu, ið er byrjað av næmingum, og sum varpar ljós á, hvussu okkara mannarættindi verða ávirkað av veðurlagsbroytingunum. Við rørsluni varð veðurlagið sett á politisku dagsskránna. Hetta vísir okkum, hvussu tú hevur møguleika fyri at gera mun í tínum samfelagi og verða partur av at tryggja eina verð, har øll kunnu njóta síni mannarættindi.
Barnarættindi Barnarættindasáttmálin varð samtyktur í Føroyum í 1992 og er galdandi fyri øll upp til 18 ár. Sáttmálin leggur m.a. dent á, at vaksin skulu tryggja børnum, at rættindi teirra verða vird. Samstundis greiðir sáttmálin frá, at tað er týdningarmikið, at børn verða viðurkend sum einstaklingar, ið hava teirra egnu sjónarmið. Ein av meginreglunum í barnarættindasáttmálanum er nevniliga, at vaksin skulu virða meiningarnar hjá børnum og altíð gera tað, ið er best fyri tey. Øll børn hava barnarættindi uttan mun til teirra kyn, tjóðskap, átrúnað o.s.fr. Í grein 28 og 29 í barnarættindasáttmálanum stendur, at øll børn hava rætt til ókeypis skúlagongd og vitan, ið mennir tey sum menniskju. Hetta er uttan mun til, hvussu rík ella fátæk verjarnir hjá børnunum eru.
Orðalisti Heimsyvirlýsing um mannarættindi Henda yvirlýsingin er eitt altjóða skjal, ið hevur til endamáls at varðveita rættindi og frælsi hjá øllum menniskjum. Skjalið er heldur vegleiðandi enn løgfrøðiliga bindandi. Dómstólur Ein dómstólur er ein stovnur, ið dømir í sakarmálum. Tað er dómstólurin, ið ger av, um ein er sekur ella ósekur. Myndugleiki Myndugleikarnir hava politiskt og fyrisitingarligt vald. Løgmaður og landsstýrið eru dømi um myndugleikar. Statur Statur er ein politiskur miðdepil, ið ræður yvir einum landi. Óvildugur Fyri at fremja rættvísi er tað týdningarmikið, at dómstólurin er óvildarligur. Hetta merkir, at dómstólurin ikki skal verða ávirkaður av persónligum kenslum og trúgv, men skal vera rættvísur og fylgja lógini. Vanæruligur Um eitt menniskja verður viðfarið ómenniskjaliga og óvirðiliga, uttan at tað er eitt dømi um píning, kunnu vit siga, at menniskjað verður viðfarið vanæruligt. Áskoðanir Ein áskoðan er ein hugsan ella ein meining.
Áheitan Tú ert ein týdningarmikil partur av samfelagnum og við dirvi og vitan kanst tú vera við til at tryggja einar Føroyar, har øll kunnu njóta síni mannarættindi. Við tí vitanini, tú hevur fingið frá hesum bóklinginum, kanst tú greiða foreldrum og vinum tínum frá um teirra mannarættindi. Tú kanst eisini brúka teir sosialu miðlarnar til at varpa ljós á mannarættindabrot kring allan heimin. Afturat hesum hevur tú eisini rætt til at verða virkin í einum felagi, har tú kanst arbeiða beinleiðis fyri at bøta um mannarættindi. Møguleikarnir eru nógvir, og um vit øll koyra á, kunnu vit skapa einar Føroyar, har øll kunnu njóta síni mannarættindi.
Takklæti Stóra tøkk til øll, ið hava hjálpt við ráðgeving og fíggjarligum stuðli. Nám GoMakeADifference x UWC Initiative The Changemaker Project AnnaLise Hoopes Pelham Lindfield Roberts Cieran Uttan stuðul og undirtøku frá tykkum hevði tað ikki verið møguligt at gera henda bóklingin
Føroyar fyri Mannarættindi Tekstur, illustratiónir, uppseting av Oline Lykke Grand 1. útgáva, 1. upplag, 2023