Fríhald til vinnuna Fyrst komu vit við fríari talu og óavmarkað sms. Síðani víðkaðu vit Fríhaldið til at fevna um øll Norðurlond. Og nú taka vit so triðja stigið og geva tær nærum óavmarkað data í títt Fríhald. Frá í dag av, fer Íroknaða data frá 100MB til 1GB data at brúka í Føroyum. Fríhaldið er sostatt enn einaferð vorðið betri, meðan prísurin enn er hin sami, kr. 239 um mánaðin. Og við nærum fríari datanýtslu kanst tú loysa enn fleiri uppgávur á fartelefonini og kenna eitt størri frælsi uttan at hugsa um rokningina. Fríhald hjá Føroya Tele kennir ikki til landamørk í Norðurlondum. Við Fríhaldinum kanst tú nevnliga ringja úr Føroyum til Norðurlond, úr Norðurlondum til Føroya og millum øll Norðurlond uttan eyka kostnað, umframt at tú kanst tosa frítt til øll fastnetsnummur í flestøllum londum í Evropa. Tænastur, ið tú longu hevur knýttar at tínum haldi, broytast ikki við hesi víðkan. Alt í alt gevur Fríhald hjá Føroya Tele tær eitt enn størri frælsi, til sama kostnað. Frælsi til at tosa frítt við tínar samstarvsfelagaðar í vinnuni, bæði í Føroyum og í Norðurlondum, umframt at tú altíð kanst senda uppfylgjandi teldupostin frá fartelefonini, hvar enn tú ert í landinum.
Við Fríhaldi fær tú:
FRÍ HALD
• Óavmarkaða talu og sms í Føroyum • 20 tímar talu úr Føroyum til Norðurlond • 20 tímar talu í Norðurlondum, eisini til Føroyar
• Fría talu til allar fastnetstelefonir í flestøllum londum í Evropa
• 1GB data at brúka í Føroyum. Kr/MB útyvir
239 kr/mðn.
kostar kr. 4,80 uttan datapakka
Evropa ískoyti
Kostnaður er uttan MVG.
Ring 30 33 70 Vinnudeildin hjá Føroya Tele vegleiðir teg í øllum samskiftisspurningum.
30
kr/mðn.
Tosa og SMS’a í 20 tímar til fartelefonir í flest øllum londum í Evropa