FRÍ HALD
FRÍ TALA,
óavmarkaða SMS-nýtslu og 100MB data
239
kr/mðn.
Uttan MVG
Nýtt vinnuhald Góði vinnukundi! Føroya Tele hevur endurskoðað síni hald til vinnukundar og er nú til reiðar við einum veruliga góðum tilboði.
Sostatt hevur Føroya Tele nú einans tvey produkt at velja ímillum á vinnuøkinum:
Endamálið við tillagingini er at gera eitt einfaldari produkt við einum grundpakka, sum síðan kann útbyggjast eftir tørvi. Vit nevna tað Fríhald.
• Vinnuhaldið er nýtslugrundað • Fríhaldið hevur fría talu og sms til føroysk telefonnumur, umframt at tú kanst ringja til fastnettelefonir í flestu evropeisku londum.
Fríhaldið inniheldur fría talu og óavmarkað sms, umframt 100 MB data, fyri 239 krónur um mánaðin. Aftrat Fríhaldinum stendur tær frítt at keypa ískoytistænastur sum til dømis Evropaískoyti, kallstøðu ella eyka data eftir tørvi. Fríhaldið kemur í staðin fyri gomlu produktini Lítið, Vanligt, Stórt og Altíð.
Vit fara nú sum skjótast at venda aftur til tykkara, so vit kunnu fáa broytt tykkara fartelefonhald til nýggju prísirnar. Vit náa tó ikki øllum eftir einum degi, so hevur tað skund hjá tykkum at leggja um, mugu tit boða okkum frá sum skjótast.
Data
60kr. Evropa
ískoyti *
150MB
350MB
1GB
3GB
10GB
40 kr.
80 kr.
120 kr.
240 kr.
400 kr. * Upp til 10 tímar
Allir kostnaðir eru uttan MVG Vinnudeildin hjá Føroya Tele vegleiðir teg í øllum samskiftisspurningum.