Grein í Sosialinum Mikudagin 11. Apríl 2018
Kop & Kande yvirtekur føroyska handilin
Tær sum fara til Portugal f.v.: Jóna Hansen, Svanna Tórðardóttir, Sólrun Andreasen, Anja Bisp Winther, Elsa av Rana og Joan Eiðisgarð
Mánadagin og týsdagin í komandi viku eru tað donsk starvsfólk frá høvuðssætinum hjá Kop & Kande í Danmark, sum koma at passa handilin Koppur & Kanna hjá Ide Møblum á Hálsi. Hetta verður gjørt í sambandi við, at Koppur & Kanna hevur vunnið Kop & Kande Leauge. Kop & Kande Leauge er ein kapping millum Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Í einum tíðarskeiði upp á 8 vikur seinasta heist hava allir Kop & Kande handlarnir kappast um at skapa tann størsta vøksturin saman við kundanøgdsemi. Høvuðsvinningurin var ein ferð til Lissabon í Portugal fyri starvsfólkini í tí handlinum sum vann kappingina. Tað var Koppur & Kanna í Ide fara starvsfólkini til Lissabon Lissabon fara tey m.a. at vitja og aðrar gávulutir, sum Koppur
Møblum í Havn, sum vann kappingina, og um vikuskiftið. Umframt at hugna sær í Kähler verksmiðjuna, sum framleiðir vasar & Kanna selur.
Meðan tey eru burturstødd, koma seks starvsfólk frá Kop & Kande høvuðssætinum í Danmark til Føroyar at passa handilin mánadagin og týsdagin í komandi viku. Donsku starvsfólkini gleða seg til at møta føroysku kundunum og geva teimum eina eyka uppliving við t.d. eyka góðum tilboðum. Eisini fara tey at vísa, hvussu tær ymisku vørurnar skulu brúkast. Føroyski handilin vann upp á bestu sølu og bestu tænastu. Koppur & Kanna hevur somu vørur og somu prísir sum allir hinir Kop & Kande handlarnir. Handilin fær eitt ferðasteyp, sum tey hava til næstu kapping. Kop & Kande hevur næstan hundrað handlar í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum við umleið 550 útbúnum starvsfólkum, sum altíð eru tilreiðar at vegleiða viðskiftafólkini.