Kom í Kongaligan Málaraskúla og mála tín egna Blá Mega døgurðatallerk hjá ”Koppur&Kanna”
Nú er møguleiki at royna eitt stuttligt og avbjóðandi ítriv, tí ”Koppur&Kanna” fær vitjan av einum postalínsmálara frá Royal Copenhagen, sum fer at undirvísa og læra okkum tað torføra kynstri at mála postalín. Møguleiki verður fyri eini heilt serligari uppliving, tá tú kann koma í málaraskúla og mála tín perónliga Blá Mega døgurðatallerk við pensli á rátt postalín, við tí serkenda koboltbláa litinum. Tú fært góð ráð og vegleiðing frá einum postalínsmálara frá Royal Copenhagen, og kemur at uppliva handverki aftanfyri skapanina av tí best umtókta hondmálaða stellinum frá Royal Copenhagen. Uml. 3 vikur eftir málaraskúlan er tallerkurin klárur at avheinta hjá ”Koppur&Kanna”, eftir at hann hevur verið ein túr á postalínsvirkinum og fingið glæring og verðið til brenning. Tað kostar 450,- at luttaka í málaraskúlanum. VIð í prísinum er undirvísing í at mála ein Blá Mega Riflet døgurðatallerk, sum tú sleppur at eiga. Eisini bjóðar ”Koppur&Kanna” onkran brellbita. Málaraskúlin er mánadagin tann 16. apríl 2018: Flokkur 1 er kl 17.00-19.00. Pláss er fyri 15 luttakarum. Flokkur 2 er kl 19.30-21.30. Pláss er fyri 15 luttakarum. Atgongumerki til skúlan kunnu keyptast hjá ”Koppur&Kanna”. Í mesta lagi tvey atgongumerki pr. kunda.