Kj sandblástur faldari issuu

Page 1

SANDBLÁSING METALISERING MÁLING

HJÁ OKKUM ER EINKI OV STÓRT, OG EINKI OV LÍTIÐ


KJ Sandblástur

Stutt um sandblásing

Er ein deild hjá KJ og húsast í bygningi við nútímans sandblási-, metalliserings- og máliútgerð.

Besti og munadyggasti háttur at reinsa gamla máling og rust av jarni ella aluminium er við sandblásing.

Eisini hava vit mobila útgerð, og ein 500 bar hátrýst- spulara. Við okkara mobilu útgerð hava vit sera góðar møguleikar at arbeiða úti, tildømis umborð á skipum, og tá talan er um størri ella fastar konstruktiónir. "Vit koma til tað, ið ikki kann koma til okkum.." Vit hava Gardit A/S sum samstarvs- og sparrings- partnara, teir eru størsta fyritøka av hesum slag í Danmark. Saman við teimum kunnu vit loysa tær størstu og mest krevjandi uppgávurnar fyri teg, bæði í Føroyum, úti í heimi og offshore.

Sandblásing gevur jarninum eina óslætta yvirflatu, soleiðis at metallisering og máling heftur væl á stálinum/ aluminiuminum. Vit hava sergjørt sandblásirúm. Allur stálsandur, sum vit brúka, verður samlaður saman aftur, reinsaður fyri støv og annað, alt sjálvvirkandi. Tá hetta er gjørt, er klárt at nýta sandin aftur. Sandblásing er, sum navnið sigur, “sandur”, ella hvøss stálkorn, sum verða blandað við trýstluft, vanliga 4 – 10 bar. Hetta gevur, við røttum dysum, stálkornunum eina ferð upp á umleið 900 km/t, tá ið strálan rakar yvirflatuna á tí luti, ið reinsast skal. Tað er ivaleyst tann munadyggasta mekaniska reins- ingin av eini yvirflatu og eisini tann mest ágangandi.


Stutt um metallisering Metallisering er ein yvirflatuviðgerð við langari livitíð ímóti rusti og verður sum oftast nýtt til stál, ið stendur í aggresivum umráði. Metallisering krevur at sandblást verður fyrst, fyri at tryggja metalliseringini festi í stáli - metalliserað verður við zinki, sum er sama tilfar, man nýtir til heitgalvanisering. Tað finnast í dag ongar lakkeringar, sum standa mát við metallisering.

Um lakkering Til lakkering hava vit tvær klimastýrdar kabinur.

Lakkeringsrúm 2 stk. stødd L 14 x B 4.8 Traverskrani. Kompressarar

Vit lakkera við airless ella luftsproytu, og nýta tað lakk, og uppfylla tey krøv, ið kundin ynskir.

1 stk. 21 m3 1 stk. 19 m3 1 stk. 9.4 m3 1 stk. 7.2 m3

Kapasitetur

Mobil útgerð

Sandblásirúm Stødd L 14 x B 6,6 Hurð H 5 x B 4.8 Traverskrani Sandblásipottar 2 stk.

Komplett sett Sky-lift Vertikal wier hongdur arbeiðsplattformur.

Trykkspulari 500 Bar Okkara 500 bar hátrýstspulari er mobilur, við tað at hann er bygdur á ein vogn. Hann er sostatt sera lættur at flyta, hóast hann vigar 1500 kg. Hann hevur ein dieselmotor sum drívmegi. Tað einasta, vit ikki hava við okkum, er vatn.


KREA . PRENT: ESTRA

Tørvar tær yvirflatuviðgerð, ella ráðgeving innan yvirflatuviðgerð, ert tú vælkomin, bæði sum vinnuligur ella privatur, at seta teg í samband við okkum.

P/F KJ Fagragil 1 FO-530 Kambsdalur Tel +298 40 70 00 Fax +298 40 70 0 1 info@kj.fo www.kj.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.