Týskvøldið 17. September eru hesi tiltøk niðanfyri endaliga váttað. Enn er møguligt hjá feløgum at fáa fleiri tiltøk á skránna – ring 28 97 96 ella skriva til olavur@legutt.com Fríggjadagur 20. september kl. 11,30: Setan við Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. kl. 12,00: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 13,00: Fólkafundurin 2013 skipar fyri fyrilestri um politiskt valstríð við Petur Martin Hansen, stjórnmálafrøðingur. kl. 13,30: Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 15,00: Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 16,30: Javni skipar fyri pallborðsfundi um inklusión á barna- og ungdómsøkinum. Í pallborðinum sita umboð fyri foreldur, starvsfólk, fyrrverandi næming og eitt umboð fyri yvirordnaðu skúlaskipanina. kl. 19,00: Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF) skipar fyri kvøldsetu: Carita Bjørklund, forkvinna í MBF, bjóðar vælkomin; Óli Wolles, studentaskúlalærari, hugleiðir um STsáttmálan; Karl Martin Samuelsen spælir "Barnið"; Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tosar um inklusjón og rúmligari útbúgving og Ása Olsen, leiðari í MBF, tosar um ferð í Íslandi við inklusjón í huga. Orðstýrari verður Tóra við Keldu, lærari og limur í starvsnevndini í MBF. kl. 21,00: Fólkafundurin 2013 skipar fyri pallborðsfundi: Hugsjónarligt kjak millum eldri politiskar tungvektarar: Torbjørn Jacobsen (Tj.), Jóannes Eidesgaard (Javn.fl), Óli Breckmann (Fólkafl) og Magni Laksáfoss (Samb.fl.). Aftaná verður farið upp á gólv við Klaksvíkar Dansifelag. Leygardagur 21. September kl. 13,00: Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 13,00: Starvsmannafelagið skipar fyrilestur um sambandið millum politiskar flokkar og fakfeløg í Føroyum og í grannalondunum við Ingolf Olsen, journalistur og fakfelagsmaður.
Hareftir er kjak um fakfeløg og politikk. Luttakarar: Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag; Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum; Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum; Maud W. Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum; Leivur Persson, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum og Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. kl. 14,30: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 15,00: Demokratia skipar fyri kjakfundi. Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í Demokratia, bjóðar vælkomin. Jóhanna á Bergi (Faroe Ship), Audun Konradsson (útróðrarmaður), Jóngerð Biskopstø (virkiseigari) og John William Joensen (blaðstjóri) leggja stutt fram sínar hugsanir um, hvørt tað eigur at verða arbeitt fyri og lóggivið (t.d. kvoterað) fyri javnstøðu millum kyn í politikki, ella um hetta heldur skal ganga sína natúrligu gongd. Haraftrat grundgeva tey fyri, hvørt ávv. menn og kvinnur skulu luttaka í politikki, og hvat eyðkennir kynini hvør sær. Hereftir gera floksumboð úr øllum flokkum viðmerkingar til framløgurnar. Síðani verður ein felagssangur eftir Hans Hjalta Skaale sungin. Eftir sangin verður kjakast um javnstøðu í politikki. Beinta Løwe Jacobsen verður orðstýrari, og kjakast verður m.a. um, hvat kann og/ella skal gerast fyri at fáa størri javnstøðu millum kyn í politikki og á øðrum samfelagsøkjum. Áhoyrarar kunnu eisini seta spurningar. kl. 16,00: Heilsurøktarfelagið skipar pallborðsfundi um Heimatænastuna. Í panelinum vera: Elsba Lützen, økisleiðari í Almannaverkinum, Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu og Betzy Ludvig, nevndarlimur í Tygn. Solby Christiansdóttir, journalistur, verður orðstýrari. kl. 16,30: Amnesty skipar fyri tiltaki, har lækni ið júst er heimkomin úr Sýria greiðir frá. Meira kunning seinni. Kl. 17,00: Alzheimerfelagið skipar fyri tiltaki um rættartrygd hjá fólki, ið hava sjúkuna demens. Meira kunning seinni. kl. 17,30: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 19,00: Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltaki. Meira kunning seinni. kl. 19,00: Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF) skipar fyri kvøldsetu: Carita Bjørklund, forkvinna í MBF, bjóðar vælkomin; Sigrið Sivertsen, tónleikari, tosar um lívið sum mamma Sóley; Torkil Mørkøre spælir og hugleiðir og Sonni Djurhuus, leiðari á Rásini, tosar um royndir sum venjari í ÍSB og týdningin av at vera virkin. Orðstýrari verður Tóra við Keldu, lærari og limur í starvsnevndini í MBF.
kl. 21,00: Fólkafundurin 2013 skipar fyri pallborðsfundi: Formansrunda, har formennirnar í øllum sjey flokkum á løgtingi kjakast nú valskeiðið er hálvrunnið.