Sanghefti
24. november 2018
Tรณra & Pauli 1
Matskráin:
Forrættur: Risarækjur dampaðar í hvítvíni við karry, hvítleykssós og breyði Høvuðsrættur Oksalundir flamberaðar í cognac við madagaskarpipari í sterkari rómasós
Til borðs
Omaná Romrosinu ísur við amarettolikør
Tú reiðir fyri mær eitt borð, so fíggindin tað sær, við olju salvar tú mítt høvd, mítt bikar ov fult varð.
Køkuborð: Eftir steðgin verður Køkuborð
Innihaldsyvirlit Í góðum veðri ........................ 9 Kom og dansa ....................... 10 Eins og áarstreymur ............ 11 Ró ............................................... 11 Sildavalsurin ........................... 12 Eg siti so eina ..........................13 Leygarkvøld í Havn .............. 13 Love me tender ..................... 14 Uttan teg ................................. 15 Frá borðinum ......................... 16
Til borðs ............................................ 2 Aldan .................................................. 3 Vilt tú meg elska ............................. 3 kærleiki trúfesti ............................... 4 Eitt sunnukvøld í plantasjuni ..... 5 Lívsmynd ........................................... 5 Fagra blóma ..................................... 6 Mítt hjarta pumpar ........................ 6 Motións Rasmus ............................. 7 Sjeikurin ............................................. 8
2
Aldan
Altíð ræddist eg taran í sjónum, rekandi vøkstur um klettar og brot, síðani, saman við ótta og vónum, hevur tú rikið mítt hjarta á flot.
Vilt tú meg elska
Várið og summar, heystið er farið, veturin í mínum lívi er nær. Hugsunarsamur eg siti og stari – hugsi um lívið og ungdóm sum var.
Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.
Hugdi uppá meg mín elskaða Urdi er alt tú sigur, mín elskaði, rætt? Ferð eftir ferð hon meg kysti og spurdi, elskar tú meg, góði sig mær tað satt.
Nú ert tú aldan, og eg eri tarin, dregur meg at tær og rekur meg frá, eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin, veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.
Vilt tú meg elska, tá hárið er gránað, tannleys og lamin, grenjut og blind. Snerkir tú tá, sum tá spikið er tránað eri eg tá sum ein lamskotin hind.
Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja, fløðandi, fjarandi ert tú í mær, lyftur meg upp nú og letur meg liggja, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.
Vilt tú meg elska tá eg eri gomul, bróstini hanga og rumpan er breið. Rukkut og skrukkut vit blíva øll somul, húðin mest minnir um turkaða seið.
Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi, visti meg stíga á ótryggan veg, líknandi leið, men við rekandi gleði, gangi eg nú : Nú ræðist eg teg.
So skjótt sum hon doyði, mín elskaða Urdi, fekk eg mær aðra, sum rýmdi frá mær. Lættiliga gloymdi eg alt, sum hon spurdi. Tíðin er farin, men lívið tað lær.
Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.
3
Kærleiki – trúfesti Kærleiki – trúfesti framtíð tykkara myndi. Andans glóð, megi góð mergi hjørtu og lyndi. Leiði tykkum um lívsins hav Harrans hond og megi. Ferðin sæl gerast skal – vard í sorg sum í gleði.
Kærleiki – trúfesti heim og hjúnalag fylli. Trygd í lund – stund um stund – lívsleið tykkara gylli. Orðsins barlast í sál og sinn tykkum góð vil vera. Ljós so bjart – nær og fjart – orðið uppi vil bera.
4
Lívsmynd
Ei sunnukvøld í plantasjuni
Enn eri eg ungur og enn í góðum lag, mær tørvar einki føðibræv til at prógva tað. Eg minnist ei mín barnadóp og mína grulvutíð;
Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið: ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur. Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Nú eri eg nóg vaksin til at skilja hvat og hví. Eg vil elska, eg vil syngja, eg vil fevna kærleikan, eg vil leita til tey støð, har eg finni sannleikan.
Tey tosa um stjørnum og mána sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk – tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk. Hetta aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Lívið er mítt listarverk, eg máli jú hvønn dag; Um eg fylli hundrað ár, ei liðugt verður tað. Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær, tá fólk úr øllum heiminum frælsið ogna sær.
O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær! O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :/: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt, so fitt :/:
Eg vil elska, eg vil liva, eg vil syngja friðarlag saman við so mongum menniskjum, sum altíð vilja tað…. Vilja gráta, vilja flenna, ynska frið í heiminum, og við álit’ á hvønn annan læra mangt av lívinum.
Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk – eitt sunnukvøld í plantasjuni
5
Fagra blóma
Mí hjarta pumpar
Fagra blóma tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð, bø og ong og grønar líðir, hvat er fagrari á jørð ? Eina blómu tó eg kenni, fagrast hon av øllum er, sjálvt ei rósan líkist henni, tað er hon eg valdi mær.
Mítt hjarta pumpar fyri tær blóðið gjøgnum æðrarnar hjá mær, og trýstið er so høgt, so tað forslær, tá mítt hjartað pumpar fyri tær. Ja, fyrstu ferð tá ið eg sá teg, blivu beinini hjá mær sum gelé, tey vildu næstan ikki bera meg, eins og tey vassaðu í lambafrikassé.
Blómur spretta móti vári, følna, tá ið heystið er, mín, hon blóma man alt árið, um so kalt og kavið er. – Einaferð hon bert kann blóma, følnar hon, eg følni við. Fylgja skal eg blómu míni, til tann síðsta hvíldarfrið.
Eg aldrin gloymi okkar' fyrsta prát, tú meg eggjaði, títt freka apparát, tú tosaði bert um "be-frugtsalat" so eg rodnaði og bleiv sum ein tomat. Og mítt hjarta pumpar...............
6
Motións-Rasmus Kvinnur syngja, menn syngja, og øll syngja. Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum, hann eigur sær bæði hestar og neyt. So hevur hann hjallin niðri í fjørum, saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt. Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina, hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina. Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. Niðurlag: Øll: Aaaa...............Aaaa......... “Nú má eg mær finna eina fitta gentu, hevði eg torað at ligið framvið. Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.” Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur, vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur. Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin yvir at nesi og norður um á. At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, spurdi Rasminu, á knøunum hann lá: “Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?” “Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja”.
7
Sjeikurin
Hon liggur har í songini við dýnu uppundir øs Eg spyrji: “Tú hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs.” Hon svarar ikki, fyrr eg spyrji einaferð aftrat. So smílist hon so droymandi og sigur: “veitst tú hvat?” “Tú skuldi hitt hann Ein sjeik so fittan Hann er lekkrasta petti, sum finst her á jørð. Tað allarbesta Eg eri um at bresta Um eg ikki skjótt síggi hann, so verði eg ør Ja, eg verði púra ør – so púra ør” Hon hoppar út úr songini og dansar alt, hon kann í ørmunum ósjónliga er dreymurin, hon fann Hon leggur ikki merki til mín, tí hon er so glað. Hon dansar og hon syngur og eg sníki meg avstað.
8
Í góðum veðri
Í góðum veðri hann dyrgdi heilt uppi við Eystfalssker; og heima sat mamman og syrgdi, so boysin tann pilturin er. Men seinni hann fór út at trola og legði so langt út á hav, har stórir sjógvar teir skola og snýsa so mangt omanav.
Har frammi teir gjørdu eitt gildi, og har fór mangt glasið í sor; men tá ið teir heim aftur hildu, var drongurin við umborð. Teir bógvaðu gjøgnum monsunin, og ofta var ódnin hørð; men altíð so áttu teir munin og komu á Skálafjørð.
Í Skotlandi seldu teir fiskin, har fekk hann ein góðan vin, hon stóð har og flenti við diskin har suðri í Aberdeen. Tá átti hann peningar nógvar, og hartil var lyndið lætt, og henni keypti hann skógvar og hartil ein reyðan hatt.
So róði hann sær til Havnar, og mamman fekk silkistakk. Ja, so gera slíkir stavnar, sum sigla og liggja bakk. Hann húsini bræddi og girdi, so vøkur tann lonin er. – Í góðum veðrið hann dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
Men brátt mundi gentan hann narra, tað tók honum dygt og tætt. Á havinum ryturnar karra og flúgva úr ætt í ætt. Tá var tað hann skifti hýru at slíta tey trongu bond og sigldi við Óla á Mýru heilt suður í onnur lond. So var tað ein dagin, teir lógu við brúnna í Singapore, eina føroyska skútu teir sóu, og skiparin kom umborð. Tá stóð hann og longdist og syrgdi, so lítil var vorðin verð. Hann mintist til drongin, sum dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
9
Kom og dansa
Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín! Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín! Kvøður kátt um elskhug og um søtan gleim; lat hann bera okkum burt í annan heim! Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm! Lívgdandi er hvíldin við tín mjúka barm. Lítla hjartað titar eymligt móti mær, sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær. Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt, fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lítt. Skálkasøta brosið leikar vørrum á, spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá. Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er; eina sveima vit í eini dreymaverð. Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær, streymar heitt títt unga yndi móti mær. Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg; smáar varrar teska eymt: »Eg elski teg!«. Ørur eg tær kyssi – streingir tagna brátt. Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.
10
Ró
Sólskinstøgn yvir okkum nú, luftin fevnandi mjúk, einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt. Jørðin okkara, himinin við døggváta grasið lær, áin lokkar og teskas um frið alla tíð verð hjá mær…
Eins og áarstreymur
Sirmið sorgblíða silkibleytt svalir rodnandi húð, signað vit og av gleði mett, aldri var heimur so sannur sum nú.
Eins og áarstreymur rennur vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdagarð. Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind ! Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind.
Dagmett sól søkir niðublund, klokkan bíðandi slár, skýmingstrøll seta friðarfund, hoydi tú hamranna suðandi svar ?
Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið – móti okkum sólin lær. Hoyrið fuglaljóð í haga, síggið seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða; trív tí í ein vallara song !
Máni, vøkuljós ver í nátt, mjørki dýna ver tú, stíga vit so um dreymagátt, gandaði heimur, verð altíð sum nú. Morgun, bíða tú kanst eitt bil, sov tær megi í nátt. Vøkumaðurin verja vil, teskar í tøgnini : “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”
Tá ið eftir dagsins hita, kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund
11
Sildavalsurin
Øll: Skútur brátt stevna av firði út Glað fólk: tað norðhavssild at fanga Òsmæðin: rópar um styrhús-rút: Ljóshærd: ”Hey, latið springið ganga!” myrkhærd: Koyrir so á motorin, Reyðhærd: snotilig skútan er vorðin.: Setir so kós í ein landnyrðing, Brúka brillur: loggið bert snurrar ein sólarring. Illsint: Skiparin sjógvin gradar, Konufólk: brúkar sekstant og radar. Mannfólk: ”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú se-ta vit!” Blá eygu: Setan var góð, væl teir fingu í Brún eygu: á fimtan favna dypi. Útisetar: Gørnini fimti teir settu út, Havnafólk: við tunnum verður knypið. Klaksvíkingar: Avhøvda flestu og gelda, Suðuroyingar: aðrir teir salta og skelda. Brúka brillur: Kokkurin gamli tó glaður er: Forelskað: ”Komið nú allir og skaffi her, Eiga seyð: Borðiskin havi eg djúpan, Lættsintu: kom og fá tykkum sildasúpan, Mentafólk: Hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!” Kenna brúðrina: Sigla so inn aftur leygarkvøld, Kenna brúðgommin: teir glaðir munnu sjunga. Tey musikalsku: Harmonikan áður so deyð sum sild, Tey tónadeyvu: man út í dansin runga. Yngri enn 30 ár: Ruskij og Polskij har snurra, Eldri enn 30 ár: norðmenn og sviar sum murra. Lesandi: Har er bert ruðul og eingin kós, Hondverkarir: stúgvandi fult eins og sild í dós! Gift: Har eru sildaknassar Ógift: umframt teir sildabassar Øll: Sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.
12
Eg siti so eina
Eg siti so eina við bálið í kvøld, og hugsi um teg mín elskaða. Nú sólin fer niður, og náttin gerst køld, og stjørnurnar glitra himni á. Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prærians fløtur, fjøll og líð. Eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg.
Leygarkvøld í Havn Sildarok í Singapore, rukkulív í London town, einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn. Lat teg í tín besta jakka og tín bummulls-vest, nú skulu vit í býin, nú skal tað vera fest.
Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit, vit skulu mála býin reyðan – Havnin skifta lit. Busta allar tínar tenn og cowboy-styvlarnar, so skalt tú síggjast millum menn, tær eingin kemur nær.
Og nú vit aftur sita saman her, við longsli eg taki teg í favn, aftaná hesa longu vandamiklu ferð, eg teski títt elskaða navn. Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prærians fløtur, fjøll og líð. Eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg
Kom við mær á Káta hornið, kvøldarprát og grin, náttin gongur móti morgni, reypa, dansa og syng. Gongulag í gongugøtu mangan tykist tungt, tó eftir hesa megnarløtu, vit halda lagið ungt.
13
Love me tender
Love me tender Love me sweet Never let me go You have made my life complete And I love you so
Love me tender Love me true All my dreams fulfilled For my darlin’ I love you And I always will
Love me tender Love me true All my dreams fulfilled For my darlin’ I love you And I always will
Love me tender Love me dear Tell me you are mine I’ll be yours through all the years Till the end of time
Love me tender Love me long Take me to your heart For it’s there that I belong And we’ll never part
Love me tender Love me true All my dreams fulfilled For my darlin’ I love you And I always will
14
U an teg
Uttan teg var tøgnin tóm, ljósið uttan lit og ljóm. Ælabogin gráur var um ei, Faðir, tú vart har. Uttan teg var dagur nátt, sólin átti ongan mátt. Uttan teg var glóðin køld, uttan teg var morgun kvøld. Tá mín brekka gerst ov brøtt, tá mær tokan gerst ov tøtt. Faðir, fylg mær tá á leið, tú, sum eina troyttast ei. Hvirlur bresta á mín rút, tigandi eg hyggi út. Mann í storminum tá eg, Harri, aftur tekkja teg? Verjugarður mín ver tú; vakta, Harri, mína búð. Faðir, ver tú styrki mín, leið meg loksins heim til tín. Tá mítt berg mær gerst ov høgt, tá hvørt vitaljós er sløkt, Faðir, fylg mær tá á leið, tú, sum eina troyttast ei.
Frá borðinum Takk, Gud, fyri hettar borðhald fyri gávur, tú oss ber, fyri veitsluna vit halda, fyri stundina, sum er!
15
Takk fyri at tit gleddu okkum viรฐ at koma
Heilsan Tรณra & Pauli
16
17