Fuglafjarðar Kvøldskúli 2018-19 (skrá við frágreiðingum)

Page 1

Ragnhild Kjærbo

FUGLAFJARÐAR KVØLDSKÚLI – SKÚLAÁRIÐ 2018/19 Innihaldsrík, kveikjandi og skapandi frítíð fyri allar aldursbólkar



Stað: Piddasahandil /Ribarhús www.ribarhus.com

Skeið 01: Stokkakvøld, Ribarsloft Nær: Hós. kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 25. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – apr. 2019 Kostnaður: 600 kr. (hálvt skeið 400 kr) Tilmelding: Dagmar Beder, 583583 Vit hittast í hugnaligum umhvørvi at binda og hekla tað, vit hava hug til; fáa vegleiðing og frálæru í ymsum teknikkum. Stokkakvøldið er ætlað royndum sum óroyndum. Skeið 02: Nær:

Maskinseyming, Ribarsloft Týskvøld kl. 19.00 – 22.00. 6 ferðir. Byrjar 30. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – des. 2018 Kostnaður: Kostnaður 400 kr. Tilmelding: Hanna Maria Poulsen, 214577 Skeið í maskinseyming. Havið seymimaksinu og tilfarð við. Um undirtøka er, verður møguliga skeið aftur í vár. Skeið 03:

Seymiskeið 1 – leygardagar, heystið 2018 Nær: Hesar leygardagar í 2018, kl. 10.00 – 17.00: 6. okt., 27. okt, 17. nov. og 1. des. Tíðarskeið: Okt. – des. 2018. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Fía í Skorðini, 224246 og Odvør á Lakjuni, 268690 Lær at gera mynstur, at tekna mynstur av úr bløðum – seyma úr nýggjum – úr gomlum - set nýtt og gamalt saman - fá góð hugskot og hjálp - seyma klæðir, tilhoyr ella brúkslutir til børn, vaksin ella til heimið. Vit vera tvær, sum koma við góðum ráðum og hjálp.

Skeið 04:

Seymiskeið: Seyma føroyska búnan lidnan, Ribarsloft Nær: 4 vikuskiftir á vári 2019. Kl. 9.00 – 16.00 Tíðarskeið: Hesar leygardagar: 2. feb., 16. feb., 2. mar. og 16. mar. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum læra vit at skera til og seyma alt til føroyska búnan. Skeið 05:

Seymiskeið 2 – leygardagar, várið 2019 Nær: Hesar leygardagar í 2019, kl. 10.00 – 17.00: Ley 26. jan., ley 23.feb., ley 23. mar., og ley 6. apr Tíðarskeið: Jan – mar. 2019 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Fía í Skorðini, 224246 og Odvør á Lakjuni, 268690 Lær at gera mynstur, at tekna mynstur av úr bløðum – seyma úr nýggjum – úr gomlum - set nýtt og gamalt saman - fá góð hugskot og hjálp - seyma klæðir, tilhoyr ella brúkslutir til børn, vaksin ella til heimið. Vit vera tvær, sum koma við góðum ráðum og hjálp Skeið 07:

Skeið í áseymaðum myndum, tekstilmyndum Nær: Mán. 15. apr., 16. apr., 17. apr. og ley. 20. apr. 6 tímar hvønn dag. Tíðarskeið: Skeið í apríl 2019 Kostnaður: 400 kr umframt tilfar Lærari: Anni Haraldsen Tilmelding: kvoldskuli@fuglafjordur.fo, 238010 Saman við Anni Halardsen læra vit at seyma áseymaðar myndir. Vit evna myndirnar úr toyrestum, tylli, garni og ull. Bæði náttúrumyndir og anlitsmyndir. Havið seymimaskinu, tilfarð og myndevnir at arbeiða útfrá við. Til ber eisini at keypa tilfar á skeiðnum


Kafe fyri kvinnur 60+, Ribarsloft Nær: Mánamorgnar kl. 10.00 – 12.00. Byrjar aftur 22. okt. 2018 Fyriskipari: Kvinnur í Piddasa Handli. (tilboð fyriskipað av Ribarhúsi) Kafe fyri kvinnur 60 +. Vit hittast til ein drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið og fáa prát við aðrar kvinnur, lurta, binda, hekla, fáa hugskot og hugna okkum saman.

Stað: Fuglafjarðar Skúli Skeið 06:

Hondarbeiði – brodering m.a. til føroyska búnan (lívfrøðistovan) Nær: Mán. kl. 19.00 – 22.20. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum frá oktober til endan av mars, kanst tú læra og fáa hjálp at brodera ymist t.d. føroyska búnan, gardinur, dúkar, flatseyming, ensk hol, hardanger o.a. Skeið 08/09: Harmonikuspæl 1 og 2, byrjanardeildin – skúlin Nær: Týs- og mikukvøld kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 23. og 24. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Óli Johannesen, 214162 Frálæra í harmonikuspæli fyri roynd og óroynd. Skeið 10: Nær:

Klaverspæl Eftir avtalu. Byrjar aftaná heystfrítíðina Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 (o.o.) Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og víðarikomin. Hvør næmingur spælir 20-30 min. um vikuna. Møguleiki má vera at venja heima.

Skeið 11: Gittarspæl Nær: Mikudagar eftir avtalu. Byrjar 31. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Bárður á Lakjuni, 222443 Hevur tú hug at fáa grundleggjandi gittarundirvísing í heyst/ vetur, ja, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Undirvísingin er ætlað nýbyrjarum og slíkum, ið eru komin nakað víðari. Skeið 12: Tvørfloytuspæl Nær: Mikudagar eftir avtalu. Byrjar 31. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Bárður á Lakjuni, 222443 Hevur tú hug at fáa grundleggjandi tvørfloytuundirvísing í heyst/vetur, ja, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Undirvísingin er ætlað nýbyrjarum og slíkum, ið eru komin nakað víðari. Skeið 13:

Barnakór - byrjanardeild, sangstovan Nær: Mikudagar kl. 10.30 Tíðarskeið: Skúlaárið 2018 /2019 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Fyri byrjanardeildina, bæði gentur sum dreingir við áhuga fyri sangi. Øll kunnu vera við í barnakórinum í Fuglafjarðar skúla. Skeið 14: Barnakór - miðdeild, sangstovan Nær: hósdagar kl. 08.45 Tíðarskeið: Skúlaárið 2018 /2019 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Fyri miðdeildina, bæði gentur sum dreingir við áhuga fyri sangi. Øll kunnu vera við í barnakórinum í Fuglafjarðar skúla.


Skeið 15:

Føroyskt fyri útlendingar, lívfrøðistovan Nær: Hósdag kl.19.00 – 21.00 Byrjar 25. okt. Tíðarskeið: í 7 vikur áðrenn jól Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Bergljót av Skarði - kvoldskuli@ fuglafjordur.fo kvøldskúlin 238010 Skeiðið er ætlað útlendingum, sum vilja læra føroykst á byrjanarstigi. Um undirtøka er, verður møguliga eisini skipað fyri framhaldsskeiði aftaná jól. Course 15: Faroese for foreigners – for beginners, in the biology classroom When: Thursday at 19.00 – 21.00 o’clock. Starts the 25th of October. Duration: 7 weeks before Christmas Cost: Free Teacher: Bergljót av Skarði - kvoldskuli@ fuglafjordur.fo kvøldskúlin 238010 The course is intended for foreigners who want to learn Faroese at ground level. If participants are interested, a course for foreigners who already have basic skills may be offered after Christmas. Skeið 16: Radio- og VHF-skeið Nær: Eftir avtalu. Tilmelding: Jan M. Hjaltalin, 510717 VHF-SRC stendur fyri short range certificate og gevur førleika og rætt at passa DSC-VHF- radioútbúnað á smáum fiskibátum og stuttleikabátum. Skeið 17: Nær:

Lektiuhjálp: Orð- og talvenjingar Týsdag kl 12:35 - 15:30, mikudag kl 12:35 -15:30 og hósdag kl 12:35 - 15:30. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mei. 2019 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Ábyrgd: Fridrikka Kjeld, orðblinda- og serlærari í lesing og skriving, 770090 Tilboðið er fyri øll áhugaði – fyri allar næmingar í 1. fl. – 10. fl. og foreldur teirra. Ringið og frættið nærri.

Skeið 18: Miðlar Nær: Týs. kl. 12.45 – 15.10 Tíðarskeið: Aug. 2018 – jun. 2019 Tilmelding: Eiler Hansen, 238040 Skeið í og um miðling fyri 8. fl og eldri. Skeið 19: Nær:

Motorlæra, motorlæruhølið Mán. kl. 08.00 – 09.30. Fylgir skúlaárinum. Tíðarskeið: Aug. 2018 – jun. 2019 Tilmelding: Edmund Williamson, lærari, 747203 Skeið í motorlæru. 8. fl. og eldri. Skeið 20: Ættargransking, byrjanardeildin Nær: Hós. kl. 19.00 - 21.00. Byrjar 25. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – feb. 2019 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Ingibjørn Eldevig, 256233 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug og áhuga fyri ættargransking. Skeið 21: Nær:

Leirskulpturar, myndlistahølið 2 vikuskifti í januar 2019: 12. & 13. jan og 26. & 27. jan. umframt ein glasurdag í februar Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Guðrið Poulsen, 253251 ella kvoldskuli@fuglafjordur.fo, 238010 Arbeitt verður frítt skulpturelt við leiri. Leir kann keypast á skeiðnum. Skeið 22: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:

Undirvísing ætlað orðblindum Eftir avtalu skúlaárið 2018/19 Ókeypis Fridrikka Kjeld, orðblinda- og serlærari í lesing og skriving, 770090 Almenn undirvísing og vegleiðing ætlað orðblindum í øllum aldri.


Skeið 23: Enskt í samrøðu Nær: Týs. kl. 20.00 – 21.45. Byrjar 29. okt. Tíðarskeið: okt. 2018 – feb. 2019 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Kristina Berg, 238017 Følir tú teg ikki nóg trygga(n) at tosa enskt? Kom í venjing og lær nýtt. Skeið 24:

Lær at svimja, vaksin (várskeið), svimjihøllin Nær: Týskvøld frá 19:30 - 21:00. Byrjar 16. Januar 2018 Tíðarskeið: Várskeið: Jan. – mars. 2018 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Henny Abrahamsen, 272172 Skeiðið er ætlað tilkomnum fólki, sum eru á byrjanarstøði í svimjing ella sum vilja læra at svimja. Skeið 25: Nær:

Tónleikur, tónleikahølið Mánadag kl. 13.40 – 15.10. Fylgir skúlaárinum. Tíðarskeið: Aug. 2018 – jun. 2019 Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Skeið í tónleiki 9. fl. og eldri. Skeið 26: Nær:

Vatnlitamáling, myndlistahølið Mikukvøld kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 31 .okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – mar. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Ragnhild Kjærbo, 222570 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug at tekna og mála. Møguleiki verður eisini fyri at royna seg við akrylmáling. Børn undir 14 ár kunnu luttaka saman við vaksnum. Skeið 27: Nær:

Modelsmíð, smíðhølið Týskvøld kl. 19.00 - 22.00 Byrjar 30. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – apr. 2019 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Ólavur Sjúrðarberg, 213625 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug at royna seg við modelsmíði.

Skeið 28: Callanetics, fimleikarhøllin Nær: Eftir avtalu. Byrjar í viku 43. 10 ferðir Tíðarskeið: Okt – nov. 2018. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Áshild Kristiansen, 580025 Callanetics-fimleikur kann íðkast av øllum, bæði vandum og óvandum. Við venjingunum styrkir og mennur tú kroppsburðin. Stigvíst gerst tú tilvitað um ónýttar og skeivt nýttar vøddar. Undirvíst verður í bólki, men eisini verður atlit tikið til hvønn einstakan.

Stað: Mentanarhúsið

Skeið í samstarvi við Mentanarhúsið www.mh.fo Skeið 29:

Krossvegir – hvar eru vit á veg? – Prát um samleika og samfelag Nær: Kl. 19.30 fýra mikukvøld í vetur: 28. nov., 12. des., 16. jan., og 6. feb. Tíðarskeið: Nov. 2018 – feb. 2019. Kostnaður: 70 kr. við dyrnar. Tey ið eru undir 25 ár hálvan prís. Lærari/vertur: Kjartan Gaard Sleire , 272017 Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar. Við ”Krossvegir – hvar eru vit á veg? Prát um samleika og samfelag” leggja vit upp til eina røð av kvøldum, har verturin, Kjartan Gaard Sleire, lærari og M.A í Altjóða og Globalali Søgu, bjóðar gestum á gátt, sum á ymsan hátt, bæði persónliga og fagliga, lýsa evnið samleiki og samfelag anno 2018. Skeið 30: Nær:

Dansiskeið Týskvøld kl. 19.00 – 21.00. Byrjar 23. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – feb. 2019 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Áshild Kjærbo, 265442 Skeið fyri teg sum vil læra at dansa enskan dans, foxtrot, vals og aðrar dansir. Skeiðið verður bert, um 12 ella fleiri tekna seg.


Skeið 31: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Fyriskipari:

Barnadansur Mán. kl. 18.00 – 19.00. Byrjar 5. nov. Nov. 2018 – feb. 2019 Ókeypis Jónleif Johannesen, 457536 og kvoldskúlin 238010 kvoldskuli@ fuglafjordur.fo Føroyskur dansur og dansispøl fyri børn og øll dansiáhugað. Vónandi koma nógv vaksin eisini, so dansiringurin verður stinnari. Í steðginum saft og onkur kvæðasøga verður eisini at hoyra. Børn undir skúlaaldur kunnu luttaka saman við vaksnum. Skeið 32: Nær:

Seyður og seyðahald í Føroyum Kl. 19.00 – 22.00 fýra mikukvøld í vetur: 31. okt., 14. nov., 21. nov. og 5. des. Tíðarskeið: Okt. 2018 – des. 2019 Kostnaður: 70 kr. við dyrnar Lærari: Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðikandidatur og royndur seyðamaður Fýra kvøld í vetur býður Mentanarhúsið fólki á gátt at hoyra og tosa um seyð og seyðahald. Fyriskiparin, Jens Ivan í Gerðinum, er útbúgvin landbúnaðarfrøðikandidatur og hevur umframt bókliga vitan um evnið eisini praktiskar royndir frá seyðahaldi. Hann undirvísir í húsdjóralæru á landbúnaðarskeiðnum, sum Búnaðarstovan skipar fyri. Fyrstu tvey kvøldini, 31. okt. og 14. nov. hava heiti: ”Seyður og seyðahald í Føroyum - marking, merkur, gyllin, lógir, áseyðatal…” Seinnu kvøldini, 21. nov. og 5. des. hava heitið: ”Seyður sum vinna og ítriv - fóðring, seyðaárið, ull, fletting, lembing, røkt, áseyðatal…”

Skeið 33: Nær:

Skeið í Rødd og Framburði av teksti Vikuskiftisskeið í november: 2. nov. kl. 19.00 – 22.00, 3. nov. kl. 10.00 – 16.00 og 4. nov. kl. 13.00 – 18.00. Tíðarskeið: Nov. 2018. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Súsanna Torgarð, sjónleikari 229740 ella kvoldskulin@fuglafjordur.fo tlf. 238010 Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www. voicestudiointernational.com At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Arbeitt verður við at geva luttakaranum eitt innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina, finna sína persónligu styrki og fáa størri nærveru á pallinum.. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara. Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú. Tekstir verða sendir luttakarum frammanundan. Um undirtøka er, verður skeið aftur á vári 2019. Skeið 34: Nær:

Vápnatrygdarskeið Mikukvøldið 7. november kl. 17.30, umframt eftir avtalu á skotbreyt. Tíðarskeið: Nov. 2018 Kostnaður: 400 kr. umframt gjald fyri tilfarð og venjing á skotbreyt. Tilmelding: Anton Højgaard, 257574 v.fl. og kvoldskuli@fuglafjordur.fo tlf. 238010 Trygdarskeið, ið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman við einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við einari stuttari roynd. Tey, ið standa royndina, fáa vápnaloyvi til høglbyrsur og stórar luftbyrsur. Skeiðið er tilsamans 8 tímar


Stað: Stropin, Kambsdalur: Skeið 35: Hvar:

Pilates 1: Á byrjanarstøði Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Nær: Mán. og mik. kl. 18.00 – 19.00. Byrjar 8. okt. Tíðarskeið: Okt. – des. 2018. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 1: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar magatarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu, sum tit hava við sjálvi um tit eiga eina slíka. Skeið 36: Pilates 2: Feittforbrenning – rørsla, ið fær pulsin upp á feittforbrenningsstøði Hvar: Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Nær: Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar 8. okt. Tíðarskeið: Okt. – des. 2018. 2 ferðir um vikuna í 8 vikur. Kostnaður: 400 kr Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 2: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; økir konditiónina; minkar um vektina.

Skeið 37: Pilates 3: Fyri tey, ið hava roynt tað áður – styrkjandi venjingar til allan kroppin Nær: Mán. og mik. kl. 20.00 – 21.00. Byrjar 8. okt. Tíðarskeið: Okt. – des. 2018. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Hvar: Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Pilates 3: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar magatarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu; sum tit hava við sjálvi um tit eiga eina slíka. Skeið 38: Hvar:

Pilates 1 (2019): á byrjanarstøði Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Nær: Mán. og mik. kl. 18.00 – 19.00. Byrjar 7. jan Tíðarskeið: Jan. – mars. 2019. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 1: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar magatarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu, sum tit hava við sjálvi um tit eiga eina slíka. Skeið 39: Pilates 2 (2019): Feittforbrenning – rørsla, ið fær pulsin upp á feittforbrenningsstøði Hvar: Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Nær: Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2019. 2 ferðir um vikuna í 8 vikur. Kostnaður: 400 kr Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 2: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; økir konditiónina; minkar um vektina.


Skeið 40:

Pilates 3 (2019): Fyri tey, ið hava roynt tað áður – styrkjandi venjingar til allan kroppin Nær: Mán. og mik. kl. 20.00 – 21.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2019. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Hvar: Stropin – Salurin á ovaru hædd í barnagarðinum á Kambsdali Pilates 3: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar magatarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu; sum tit hava við sjálvi um tit eiga eina slíka.

Stað: Onnur støð í býnum: Skeið 41: Nær: Tíðarskeið: Tilmelding:

Telduskeið, Lonin Mán. og týs. kl. 16.00 – 18.00. Sep. 2018 – mai 2019 Johnny Lassaberg 238011, teldulæra og Anna Berjastein 238095, Dagtilhaldið. Skeiðið er partur av eldratilboðnum í Lonini. Dagtilhaldið er annars opið mánadag, týsdag og mikudag kl. 15.00 – 18.00 Skeið 42: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:

Fuglafjarðar Sangkór, kirkjukjallarin Mikukvøld kl. 20.00 – 22.00 Sep. 2018 – mai 2019 Ókeypis Heðin Kambsdal, 222421

Skeið 43: Fuglafjarðar Hornorkestur, hølið hjá hornorkestrinum á Kambsdali Nær: Hóskvøld kl. 20.00 – 22.00 Tíðarskeið: Sep 2018 – juni 2019 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Jóhan Hentze, 252319

Skeið 44: Lesiringurin, Bókasavnið – fyriskipari Fuglafjarðar Bókasavn Nær: Eitt týskvøld um mánaðin kl. 19.00 Tíðarskeið: 1 ferð um mánaðin. Næstu ferð 23. okt. Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Fuglafjarðar Bókasavn, 238016 ella bokasavn@fuglafjordur.fo Lesiringurin avtalar hvørjar bøkur, ið skulu lesast. Síðani hittast vit til eitt prát um mánaðarinnar bók aftur við einum drekkamunni. Skeið 45:

Harmoniku-samanspæl, Sjóstovan Unika Nær: Okt. 2018 – feb. 2019. Byrjar 25. okt. Kostnaður: 400 kr Tilmelding: Hóraldur Joensen 289893 og 441893 Skeið í harmonikusamanspæli fyri roynd og óroynd. Skeið 46: Føroysk matgerð, Skúlakøkurin, arbeiðsmannafelagshúsið Nær: Mik. kl. 17.30. Byrjar 31. okt. Tíðarskeið: Okt. 2018 – feb. 2019 Kostnaður: 400 kr Tilmelding: Elisabet Dalsgaard 277479 Skipað verður fyri skeiði í føroyskari matgerð. Skeið 47: Matgerð fyri ung og nýbyrjarar, Skúlakøkurin, arbeiðsmannafelagshúsið Nær: Týsdagar kl. 16.30 – 19.30. Byrjar 30. okt. 5 ferðir Tíðarskeið: Okt. 2018 – nov. 2018 Kostnaður: 400 kr Tilmelding: Nunnu Ánike, 228938 Skeið í matgerð fyri nýbyrjarar. Millum annað verður komið inn á hvussu hakka oksakjøt kann brúkast í ymiskum rættum, hvussu tað verður handfarið og smakksblandingar, milliónbúff, hakkibúffar, chili con carne, heilan høsnarunga og hvussu hesin kann brúkast í ymsum rættum, suppu, tartelettum, falaffel við pitabreyði og sum tilfar í tertum v.m. Nunnu er útbúgvin lærari og hevur m.a. eisini arbeitt á matstovuni Gras, sum kokkur og hevur havt áhuga fyri matgerð síðani hann flutti heimani frá.


Skeið 48:

Ymiskar løtur á Vesturstovu, Vesturstova Nær: Eitt mikukvøld um mánaðin kl. 19.00 – 21.15: Byrjar 31. okt Tíðarskeið: Okt. 2018 – mai 2019. Tilsamans 8 ferðir Kostnaður: Ókeypis Samskipari: Áshild Kristiansen 580025 Eitt mikukvøld um mánaðin frá kl. 19.00 – 21.15 verður skipað fyri hugna, rørslu, upplestri, tónleiki ella sangi á Vesturstovu Skeið 49: Nær:

Skriviskeið á bókasavninum Tríggjar leygardagar í februar 2019: 2., 9. og 16. kl. 12.00 – 18.00 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Oddfríður Marni Rasmussen, 522267 Skeiðið er fyri øll, sum dáma væl at skriva, og sum gjarna vilja læra seg betur handverkið at skriva fiktión. Við fyrilestrum, skrivivenjingum og kritiskum gjøgnumgongdum av egnum tekstum, fáa luttakararnir størri vitan um, hvat krevst, fyri at tekstirnir rigga. Lær at skriva stuttsøgur, yrkingar. Gjøgnum skrivivenjingar, fyrilestrar og kritiska gjøgnumgongd av egnum tekstum í felag læra vit um tekstasløg, skriviástøði og at geva og fáa kritikk, tá man skal seta orð á lívið.

Stað: Miðnám, Kambsdalur Skeið 50:

Fab Lab – almennur og opin verkstaður Hvar: Miðnám, í hølum á gamla Studentaskúlanum Nær: Alment er opið hvønn mána- og mikudag kl. 13.00 – 16.00 og eisini hósdag kl. 9.00 - 19.30, ella eftir avtalu. Um áhugi er, verður skipað fyri einum serligum, felags ”Kom í gongd á Fab Lab skeiði”, skrivið til kvoldskuli@fuglafjordur.fo og tit frætta aftur. Tíðarskeið: Skúlaárið 2018-19 Kostnaður: Ókeypis, tó verður goldið fyri tilfarð Lærari: Jóannes Djurhuus, 223682, Heimasíða í ger: www.Fablab.fo Fab Lab (Fabrication Laboratory) er eitt lítið vekstað, sum stuðlar undir framleiðslu í smáari nøgd. við denti løgdum á arbeiði við prototypum. Av tólum sum kunnu nýtast á Fab Lab kunnu nevnast: 3D printarar, smáir og stórir CNC fresarar, vinyl skerði, broderímaskina, stórmynda prentari og lasar skerði. Tólini verða øll stýrd av teldum, og tú lærir at níta tólini eftir tørvi. Nakrar teldur eru tøkar á Fab Lab, men tú kanst saktans nýta egna teldu til t.d. tekningar. Kom og royn teg, kanska tú fært góð hugskot. Niðan fyri er ymiskt av tí, sum verður gjørt á Fab Lab: Brodering av tekstum, mynstrum og myndum. Printan av 3 dimensjonellum lutum. Brenna myndir á træ ella glas. Fínskera tunt træ ella plexiglas. Fresa (skera) lutir úr træði t.d. heilum bygnings plátum ella fínum træsortum. Tekna, fresa og lodda printplátir. Skera vinyl tekningar, sum kunnu klistrat uppá ymiskt. Gera T-shirt við einkultum tekningum. Plakatir ella klæðna modelir. Hugskot: Leita eftir FabLabs á netinum


• Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá mynduleikum. • Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865 – 9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerkja navn og skeiðnummar á flytingina og boða læraranum frá um flytingina. • Luttakararnir gjalda fyri tilfar, ið nýtt verður í undirvísingini. • Tilmelding fer í flestu førum fram beinleiðis til læraran á skeiðnum. • Vegleiðandi kostnaðurin er 600 kr. fyri skeið, ið eru longri enn 40 tímar og 400 kr. fyri skeið, ið eru styttri. • Skráin og faldari við nærri kunning um skeiðini er eisini at síggja á www.fuglafjordur.fo og á Facebook: Kvøldskúlin í Fuglafirði. Faldarin verður borin út í øll hús í kommununi. • Fyrst í januar lýsa vit útboðið av várskeiðum – bæði skeið ið eru nevnd her og eisini nýggj. • Flaggdagin, 25. apríl 2019 verða tónleikaframførslur og framsýning av handaligum arbeiði • Fuglafjarðar kvøldskúli tlf. 238010, t-post: kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Meira kunning fæst við at seta seg í samband við: Fuglafjarðar Kvøldskúla, tel 23 80 10, t-post: kvoldskuli@fuglafjordur.fo, www.facebook.com/fuglafjordurkvoldskulin

Fuglafjarðar kommuna · Ennivegur 38 · Tel 668 000 info@fuglafjordur.fo · www.fuglafjordur.fo


Ragnhild Kjærbo

Ragnhild Kjærbo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.