Fuglafjarðar Kvøldskúli
Suffía Nón
– Skúlaárið 2020/2021
Innihaldsrík, kveikjandi og skapandi frítíð fyri allar aldursbólkar
STAÐ: PIDDASAHANDIL / RIBARHÚS www.ribarhus.fo Skeið 01: Stokkakvøld (Ribarsloft) Nær: Hós. kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – apr. 2021 Kostnaður: 600 kr. (hálvt skeið 400 kr) Ttilmelding: Dagmar Beder, 583583 Vit hittast í hugnaligum umhvørvi at binda og hekla tað, vit hava hug til; fáa vegleiðing og frálæru í ymsum teknikkum. Stokkakvøldið er ætlað royndum sum óroyndum. Skeið 02: Nær:
Seymiskeið (Ribarsloft) Týskvøld kl. 19.00 – 22.00. 10 ferðir. Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – jan. 2021 Kostnaður: Kostnaður 400 kr. Tilmelding: Hanna Maria Poulsen, 214577 Skeið í maskinseyming. Fáið góð hugskot og hjálp. Havið seymimaskinu og tilfar við. Um undirtøka er, verður skeiðið møguliga longt.
Skeið 03: ”Flott & gott” (Ribarsloft og Skúlakøkurin) Nær: 2 leygardagar í nov. og 2 í mar. Tíðarskeið: Nov. 2020 og mar. 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: kvoldskuli@fuglafjordur.fo Vit hittast 4 leygardagar, har vit saman við ymiskum lær arum gera ymiskt gott og flott. Jóhanna á Tjaldrafløtti v/ jólaborð, Annette Sonne v/jólaprýðing (28. nov.), Maigunn Nattestad v/páskaguff, Marita á Lakjuni v/páskaprýðing. Gjald verður tikið fyri tilfar. Spurningar kunnu setast á 238016.
Skeið 04: Seymiskeið: Seyma føroyska búnan lidnan (Ribarsloft) Nær: 4 vikuskifti á vári 2021. Kl. 9.00 – 16.00 Tíðarskeið: Hesar leygardagar: 6. feb., 13. feb., 6. mar. og 13. mar. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum læra vit at skera til og seyma alt til føroyska búnan. Tiltak 05: Kafe fyri kvinnur 60+ (Ribarsloft) Nær: Týsmorgnar kl. 10.00 – 12.00 Byrjar aftur 6. okt. 2020 Fyriskipari: Kvinnur í Piddasa Handli. (tilboð fyriskipað av Ribarhúsi) Skeið 54: Skinn- og ullarbeiði (Ribarhús) Nær: Eftir avtalu, nøkur vikuskifti og einstakar dagar í vár Tíðarskeið: jan. – mai 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Kvoldskulin 238010 kvoldskuli@ fuglafjordur.fo Um undirtøka er, er ætlanin at skipa fyri einum trýbýttum skeiði, har luttakarin lærir um og at fáast við hesi evni: 1. Ullaarbeiði, m. a. vaska, nappa, karða og spinna ull við Lenu Lástein 2. Plantuliting við Bjørghild Arnholdsdóttir 3. At garva seyðaskinn við Rebekku Olsen v. fl. Tey ið tekna seg til skeiðið verða biðin um at melda seg til beinanvegin og byrja at fyrireika seg longu nú. Vit senda vegleiðing við t-posti. T.d. skal hetta finnast fram: Ull, rokk ar, karðar, uluknívar og skinnini skulu eisini saltast og hand farast rætt, nú eftir flettingina í heyst.
–2–
Skeið 52: Opið loftskontór (Piddasakontór) Nær: 1 mánamorgun um mánaðin Kl. 10.00 – 15.00. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Odvør á Lakjuni, 268690 Hug at seyma, binda ella okkurt annað? Vælkomin í krea tivt, hugnaligt umhvørvi á loftinum í Piddasahandli. Inn gongd ígjøgnum ta reyðu hurðina í Piddasahandli.
STAÐ: FUGLAFJARÐAR SKÚLI Skeið 06: Hondarbeiði – brodering m.a. til føroyska búnan (Lívfrøðistovan) Nær: Mán. kl. 19.00 – 22.20 Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum frá oktober til endan av mars, kanst tú læra og fáa hjálp at brodera ymiskt t.d. føroyska búnan, gardinur, dúkar, flatseyming, ensk hol, hardanger o.a. Skeið 07: Leirskeið (Myndlistahølið) Nær: Hóskvøld kl. 18.00 – 22.00 Byrjar 12. jan. 2021 Tíðarskeið: Januar – apríl 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Rebekka P. Zelander Leirskeið fyri nýbyrjarar og onnur, sum hava hug at spæla eitt sindur við leir. Vit fáast við at forma og skapa, pylsu teknikk, plátuteknikk, glarðing og brenning. Kom við tínum egna hugskoti ella fá íblástur. Goldið verður fyri tilfar afturat skeiðsgjaldinum. Skeið 08/09: Harmonikuspæl 1 og 2, byrjanardeildin (Skúlin á Ennivegi) Nær: Týs- og mikukvøld kl. 19.00 – 22.00 Byrjar 20. og 21. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Óli Johannesen, 214162 Frálæra í harmonikuspæli fyri roynd og óroynd.
Skeið 10: Klaverspæl Nær: Eftir avtalu hóskvøld. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Ann Kristin (Anki) D. Hansen, 214433 Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og víðarikomin. Hvør næm ingur spælir 20-30 min. um vikuna. Møguleiki má vera at venja heima. Skeið 11: Gittarspæl Nær: Týsdagar eftir avtalu. Byrjar í nov. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Ari Johannesen, 268615 Hevur tú hug at fáa grundleggjandi gittarundirvísing í heyst/ vetur, ja, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Undirvísingin er ætlað nýbyrjarum og teimum, ið eru komin nakað víðari. Skeið 12: Trummur (Sangstovan) Nær: Eftir avtalu. Byrjar í nov. Tíðarskeið: Nov. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Hilmar Antoniusen, 277249 Fyri nýbyrjarar úr 1. fl. - 10. fl. ið eru áhugaði at fáa grund leggjandi trummuundirvísing. Skeið 13: Barnakór - byrjanardeild (Sangstovan) Nær: Týsdagar fyrrapart Tíðarskeið: Skúlaárið 2020/2021 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Bárður á Lakjuni, 222443 Fyri byrjanardeildina, bæði gentur sum dreingir við áhuga fyri sangi. Øll kunnu vera við í barnakórinum í Fuglafjarðar skúla. Skeið 14: Kór - miðdeild (Sangstovan) Nær: Hósdagar kl. 10.40 – 11.25 Tíðarskeið: Skúlaárið 2020 /2021 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Fyri miðdeildina, bæði gentur sum dreingir við áhuga fyri sangi. Øll kunnu vera við í barnakórinum í Fuglafjarðar skúla.
–3–
Skeið 15: Føroyskt og føroysk mentan (Lívfrøðistovan) Nær: Týskvøld kl.19.00. Byrjar 27. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – jan. 2021 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Kristianna Jacobsen, 744012 Skeiðið er ætlað útlendingum, sum hava eitt sindur av kunnleika til tað føroyska málið, og áhuga at læra um før oyska mentan. Course 15: Faroese language and culture (Biology Classroom) This course is intended for foreigners who have a little practice in the Faroese language and who want to learn about the Faroese culture. The course is free and will be held in the biology classroom Tuesdays at 19.00 o´clock. The course begins on the 27.10.19. Sign up by contacting the teacher Kristianna Jacobsen 747012 Skeið 16: Radio- og VHF-skeið Nær: Eftir avtalu 4 - 5 leygard. á vári 2021. Kostnaður: 400 kr. umframt 600 kr ísv. royndina. Tilmelding: Jan M. Hjaltalin, 510717 VHF-SRC stendur fyri short range certificate og gevur før leika og rætt at passa DSC-VHF- radioútbúnað á smáum fiski bátum og stuttleikabátum. (Tey, ið eru áhugaði í dugnaskaparskeiði, kunnu seta seg í s.b. við læraran og frætta meira um undirvísing aðrastaðni.) Skeið 17: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:
Lektiuhjálp: Orð- og talvenjingar (Stova 5, Skúlin á Ennivegi) Týs. kl. 12:35 - 15:30 Mik. kl. 12:35 -15:30 og Hós. kl. 12:35 - 15:30. Okt. 2020 – mai. 2021 Ókeypis / free Ábyrgd: Fridrikka Kjeld, orðblinda- og serlærari í lesing og skriving, 770090 Tilboðið er fyri øll áhugað – fyri allar næmingar í 1. fl. – 10. fl. og foreldur teirra. Ringið og frættið nærri. Get help doing your homework – for all pupils and their parents / helpers.
Skeið 18: Miðlar (Skúlin) Nær: Týs. kl. 08.00 – 09.30 Tíðarskeið: Aug. 2020 – jun. 2021 Tilmelding: Eiler Hansen, 238040 Skeið í og um miðling fyri 8. fl og eldri. Skeið 19: Motorlæra (motorlæruhølið) Nær: Mik. kl. 12.15 – 14.25 Tíðarskeið: Aug. 2020 – jun. 2021 Tilmelding: Tummas Ei. Hansen, lærari, 270207 Skeið í motorlæru. 8. fl. og eldri. Skeið 20: Ættargransking (Skúlin á Ennivegi) Nær: Hós. kl. 19.00 - 21.00. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – feb. 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Ingibjørn Eldevig, 256233 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug og áhuga fyri ættar gransking. Havið teldu við. Skeið 21: Nær: Kostnaður: Tilmelding:
Dyrka Fuglafjørð (Fyrilestrarhølið) Týs. kl. 19.00. Byrjar 20. okt. 400 kr Marita Øre, Anleggsgartnari og jarðarbrúkstøkningur, 261115 Hevur tú hug at dyrka títt egna grønmeti? Hvussu gera vit? Hvat, hvar, nær og hvussu? Vit taka støðið í hesum spurn ingum, so vit eru klár næsta vár. Skeið 22: Undirvísing ætlað orðblindum. Tíðarskeið: Eftir avtalu skúlaárið 2020/21 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Fridrikka Kjeld, orðblinda- og serlærari í lesing og skriving, 770090 Almenn undirvísing og vegleiðing ætlað orðblindum í øllum aldri.
–4–
Skeið 23: Glasskeið (Myndlistahølið) Nær: Mik. kl. 18.00 – 21.00 Tíðarskeið: Okt. 2020 – jan. 2021 Kostnaður: 400 kr – umframt fyri tilfar Tilmelding: Annika Gleðisheygg, 788029 gledisheygg@gmail.com Glasskeið fyri nýbyrjarar. Afturat skeiðsgjaldi verður goldið fyri tilfar, sum kann keypast á skeiðnum (0,50 kr pr. gr.) Skeið 24: Støddfrøði-verkstaður Nær: Týs. 16.30 – 18.00. Byrjar 27. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – jan. 2021 Kostnaður: 400 kr (ung saman við vaksnum) Tilmelding: Nicolina Kristiansen, 580016 Skeiðið er ætlað ungum í framhaldsdeildini, sum einsamøll ella saman við foreldrum/hjálparum, kunnu koma á stødd frøðiverkstaðin fyri at læra at rokna og roknihættir og fáa hjálp við støddfrøði-skúlatingum. Skeið 25: Nær: Tíðarskeið: Tilmelding: Frágreiðing:
Tónleikur (Sangstovan) Hósdag kl. 08.00 – 09.30 Aug. 2020 – jun. 2021 Marta á Lakjuni, 267190 Skeið í tónleiki 9. fl. og eldri.
Skeið 26: Tekning og máling (myndlistahølið) Nær: Mán. kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Jens Klæmint Jacobsen, 232343 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug at tekna og mála. Børn undir 14 ár kunnu luttaka saman við vaksnum. Skeið 27: Modelsmíð og annað smíð (Smíðhølið) Nær: Týskvøld kl. 19.00 - 22.00 Byrjar 27. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – apr. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Ólavur Sjúrðarberg, 213625 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug at royna seg við modelsmíði og øðrum smíði.
Skeið 28: Callanetics (Fimleikarhøllin) Nær: Byrjaði um 7. sept. tils.10 ferðir hvørja hálvu. mána-, miku- og fríggjadag kl. 17.00 – 18.30 Tíðarskeið: Í sept 2020 og aftur á vári 2020 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Áshild Kristiansen, 580025 Callanetics-fimleikur kann íðkast av øllum, bæði vandum og óvandum. Við venjingunum styrkir og mennur tú kroppsburðin. Stigvíst gerst tú tilvitað um ónýttar og skeivt nýttar vøddar. Undirvíst verður í bólki, men eisini verður atlit tikið til hvønn einstakan. Skeið 29: Nær:
Fornfrøðilig ferð (1. Yorkshire og ferð 2. Írland) Í mun til Covid19 tilmælini royna vit at fyrireika ferðirnar sum vit ætlaðu í fjør Tíðarskeið: Ferðirnar vara uml. 10 dagar hvør. Kostnaður: Mettur kostnaður uml. 9000 kr – 10.000 kr. Tilmelding: Steffen Stummann Hansen 283085 og Fuglafjarðar kvøldskúli 238010 Møguleikar verða kannaðir fyri at skipað fyri tveimum forn frøðiligum ferðum til ávikavist Yorkshire og til Írlands. Ferð 1 skuldi verða í fjør, men umstøðurnar hava gjørt, at vit royna umaftur nú. Ferðirnar verða fyrireikaðar í samstarvi við Norrønafelagið í Føroyum. Farið verður undir at fyrireika ferðirnar um í minsta lagi 25 tilmeldingar eru. Vit svara feg in fyrispurningum kvoldskuli@fuglafjordur.fo Skeið 51: Grundskeið í frítíðarkaving (Skúlin) Nær: Nov. 2020 – jan. 2021. Byrjar 4. nov. 2020 Kostnaður: 400 kr. + 2150 kr. fyri undirvísingar tilfar. Kavarar ið ikki eiga egna útgerð hava møguleika at leiga fyri 500 kr. Tilmelding: Janus Joensen, tel 218929 ella faroedive@faroedive.fo Talan er um eitt altjóða góðkent PADI Open Water Diver skeið. Ætlanin er at byrja undirvísingina mikukvøldið 4. November. Undirvísingin á skeiðnum er deild sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur er undirvísing í kavaraástøði, næsti partur er undirvísing í kaving í svimjihøll og triði partur er undirvísing í kaving í sjónum.
–5–
Suffía Nón
Skeið 53: Bridge (skúlabridge) (Skúlin) Nær: Týskvøld frá kl. 19.00 til 21.30 Byrjar 20. okt Tíðarskeið: Okt.– des. 2020 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Símun Lassaberg, 504741 Her læra vit um bridge frá grundini. Næmingarnir fáa lesi hefti, ”Vit læra at spæla bridge!”, sum er býtt í 11 partar. Eisini fáa næmingarnir eitt lesihefti, ið gevur góð ráð um spælføring og mótspæl. Skeið 56: Maskinbinding 1 (Skúlin á Ennivegi) Nær: 3 vikuskiftir í heyst. Frí. kl. 17.00 - 21.00 og Ley. 10.00 - 16.00. 23. - 24. okt., 6. - 7. nov. og 27. - 28. nov. 2020 Tíðarskeið: Okt.– nov. 2020 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Sigrun og Sonnie Rasmussen, 444371 ella 268905 Skeiðið er á byrjanarstøði og fyri víðarikomin. Havið bindi maskinu við við øllum amboðum, sum hoyra til og brúk aravegleiðing til maskinuna og tógv. Skeið 57: Maskinbinding 2 (Skúlin á Ennivegi) Nær: 4 vikuskiftir í vár. Frí. kl. 17.00 – 21.00 Ley. 10.00 – 16.00. 15. - 16. jan., 5. - 6. feb., 26. - 27. feb. og 19. – 20. mar. 2021 Tíðarskeið: Jan.– mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Sigrun og Sonnie Rasmussen, 444371 ella 268905 Skeiðið er á byrjanarstøði og fyri víðarikomin. Havið bindi maskinu við við øllum amboðum, sum hoyra til og brúk aravegleiðing til maskinuna og tógv.
Skeið 58: Smíða ein føroyskan borðabát (Smíðstovan) Nær: Hós. kl. 18.00 – 22.00. Byrjar 29. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – mar. 2021 Kostnaður: 600 kr. Tilmelding: Sonnie Rasmussen, 444371 ella 268905 Lær at smíða ein føroyskan borðabát. Skeiðið er ætlað øll um við áhuga fyri føroyska bátinum. Lærarin hevur drúgvar royndir við bátasmíði og fer hann eisini at greiða frá um søguna og ymisku heitini á bátinum. Skeið 59: Lær at svimja (Svimjihøllin) Nær: Eftir avtalu. Byrjar í oktober og aftur í vár. Tíðarskeið: Okt. 2020 – des. 2020 og á vári 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Henny Abrahamsen, 272172 Skeiðið er ætlað tilkomnum fólki, sum eru á byrjanarstøði ella vilja læra seg at svimja. Skeið 60: Prutlkoyrikort (Skúlin) Nær: Mána- og mikukv. kl. 17.00 – uml. 19.00. Byrjar 20. okt. Boð verða send á t-posti. Tíðarskeið: Okt. 2020 – des. 2020 Kostnaður: 1500 kr. Lærarar: Jóhan Sjóstein og Sandy í Lambanum, 217677 Tilmelding: Fuglafjarðar Kvøldskúli, 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo Treytin er at næmingurin er 14,5 ár, tá skeiðið byrjar. Gott um foreldur/verji er við fyrsta kvøldið. Um skeiðið: Bólkur AM 15 ár 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp. Fyrstu undirvís ingardagarnir eru í teori, og ikki er neyðugt hjá næming unum at hava prutl við hesar dagar. Til venjingarkoyringina kann næmingurin hava egi prutl og hjálm við, ella leiga frá okkum fyri 400 kr. Prutlið skal vera skrásett sum lítið prutl 30 km/t og í lógligum standi. Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi.
–8–
STAÐ: MENTANARHÚSIÐ Skeið í samstarvi við Mentanarhúsið www.mh.fo Skeið 30: Dansiskeið Nær: Týskvøld kl. 19.00 – 21.00 Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Okt. 2020 – feb. 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Bjarni og Áshild Kjærbo, 265442 Skeið fyri teg sum vil læra at dansa enskan dans, foxtrot, vals og aðrar dansir. Skeiðið verður bert, um 12 ella fleiri tekna seg. Skeið 31: Upphiting til kommunuval 2020 Nær: 2 kvøld í oktober 2020. Hóskv. 22. okt og mikukv. 28. okt. kl. 19.00 – 22.00 Kostnaður: Ókeypis Fyriskipari: Fuglafjarðar kvøldskúli í samstarvi við Mentanarhúsið, 238010. Tryggið tykkum pláss umvegis kvoldskuli@fuglafjordur.fo Fyrilestrarh. Ingibjørg Berg Stutt fyrilestrarrøð: Hóskvøld 22. okt.: “Kommunubygnaður, leiklutir og upp gávur í kommunustýrinum – herundir eisini ymisk marka mót ímillum land og kommunur.” Mikukvøld 28. okt.,: “Kommunupolitikkur og kommunu politikarin – leiklutir, heimildir, skyldur og møguleikar í pol itiska arbeiðinum.” Ingibjørg Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus uni versiteti og eftirútbúgvin innan strategiskt samskifti og leiðslu. Hon hevur drúgvar royndir við kommunum og kommunupolitikki – sum stjóri í Kommunufelagnum, sum trivnaðarstjóri og kommunustjóri í Tórshavn og sum fulltrúi í landsstýrinum. Ingibjørg undirvísir á Diplom leiðaraútbúgvingini á Glasi, í fyrisiting og leiðslu á Fróð skaparsetrinum, hevur saman við øðrum skrivað bókina Kommunupolitikkur frá 2008 og gjøgnum Kommunfelagið á fleiri skeiðum undirvíst nýggjum kommunupolitikarum.
Skeið 32: Lær at telva saman við stórmeistara Nær: Mikukvøld kl. 17.00 – 18.00 og 18.00 – 19.00 Byrjar mikukvøldið 4. nov. Tíðarskeið: 5 mikukvøld áðrenn og 5 aftaná ársskiftið 2020/21 Kostnaður: 400 kr. Lærari: Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi Tilmelding: Atli Petersen, 230223 Undirvísingin er býtt upp í tvey. Fyrri tímin er fyri foreldur og børn, har vit taka fyrstu stigini í talvspælinum. Seinni tímin er fyri miðal telvaran, sum dugir mannagongdina og eitt sindur afturat. Undirvísingin er ein blanding av ástøði og verkligum venjingum. Spurningar kunnu setast sam skiparanum. Skeið 33: Linedansur Nær: 7 týskvøld komandi summar Byrjar 28. apr. 2021 Tíðarskeið: Apr. – mai 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Áshild Kjærbo, 265442 Undirvísing í linedansi fyri øll áhugaði. Møguliga endar skeiðið við onkrum óvæntaðum og stuttligum Skeið 35: Pilates 1 (Mentanarhúsið) Nær: Mán. og mik. kl. 18.00 – 19.00 Byrjar 5. okt. Tíðarskeið: Okt. – des. 2020. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 1, 2 og 3: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga- tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/máttu, sum tit hava við sjálvi um tit eiga eina slíka.
–9–
Skeið 36: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:
Pilates 2 (Mentanarhúsið) Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar 5. okt. Okt. – des. 2020 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. 400 kr. Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748
Skeið 61: Nær: Kostnaður: Lærari: Tilmelding:
Dansiskúlin á vitjan (Mentanarhúsið) Ávísar sunnudagar á vári 2021 400 kr. Katrin Dal-Christiansen, Dansiskúlin Fuglafjarðar Kvøldskúli, kvoldskuli@ fuglafjordur.fo Kom og dansa Ballett, Hip Hop, Jazz og Modern. Dansi skúlin við Katrin Dal-Christiansen bjóðar undirvísing í ymisk um dansistílum á byrjanarstøði. Nýggjur dansistílur hvørja ferð. Skeiðið verður skipað í mun til 2-3 aldursbólkar í aldrinum 7 ár – vaksin. Nærri kunning seinni.
Skeið 37: Pilates 3 (Mentanarhúsið) Nær: Mán. og mik. kl. 20.00 – 21.00. Byrjar 5. okt. Tíðarskeið: Okt. – des. 2020 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748
STAÐ: ONNUR STØÐ Í BÝNUM:
Skeið 38-40 Pilates 1, 2, 3 (Møguliga Stropin) Nær: Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar í januar 2021 Tíðarskeið: Jan. – mar.. 2021. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Frágreiðing verður lýst í várskránni. Skeið 55: Nær: Kostnaður: Samskipari:
Savnsvitjanir, útferð 5 sunnudagar á vári 2021 400 kr. Tórarinn Niclasen á Rípuni, savnslærari Tjóðsavnið Tilmelding: Fuglafjarðar Kvøldskúli, 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo Um undirtøkan er góð, ætla vit í samstarvi við Tjóðsavnið, at vitja m.a. á hesi støð: Tórshavnar Býarsavni, á Listasavninum, á Náttúru- og forngripasavninum hjá Tjóðsavninum. Saman við serkøn um rundvísarum hoyra vit serliga søgur og hyggja “afturum” vanligu framsýningarnar. Um áhugi er, skipa vit fyri koyring og smáum matupplivingum í sambandi við skeiðið.
Skeið 34: Metalarbeiði (Høllin hjá Petur Larsen) Nær: Eftir avtalu við luttakararnar várið 2021 Tíðarskeið: jan. – apríl 2021 Kostnaður: 600 kr. Lærari: Johnny Klein Olsen (PL), 739334 Tilmelding: Fuglafjarðar Kvøldskúli, 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo Í samstarvi við starvsfólk hjá Petur Larsen bjóða vit nýtt skeið út í metalarbeiði. Vit lýsa skeiðið nú, fyri at kanna áhugan og fyri at tilrættalegga skeiðið í mun til luttakara bólkin. Skeið 41: Telduskeið (Lonin) Nær: Mán. og týs. kl. 16.00 – 18.00. Byrjar vónandi aftur í januar 2021. Tíðarskeið: Jan 2021 – mai 2021 Tilmelding: Johnny Lassaberg 238011, teldulæra og Anna Berjastein 238095, Dagtilhaldið. Skeiðið er partur av eldratilboðnum í Lonini. Dagtilhaldið er fyribils stongt árið út vegna Covid19. Skeið 42: Fuglafjarðar Sangkór (Kirkjukjallarin) Nær: Mikukvøld kl. 20.00 – 22.00 Tíðarskeið: Sep. 2020 – mai 2021 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Heðin Kambsdal, 222421
– 10 –
Skeið 43: Fuglafjarðar Hornorkestur (Hølið hjá hornorkestrinum) Nær: Týskvøld kl. 19.00 – 21.00 Tíðarskeið: Sep 2020 – juni 2021 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Jóhan Hentze, 252319 Skeið 44: Lesiringurin (Bókasavnið) Nær: Eitt týskvøld um mánaðan kl. 19.30 Tíðarskeið: Okt. 2020 – mei 2021 Byrjaði týskvøldið 29. sept. Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Fuglafjarðar Bókasavn, 238016 ella bokasavn@fuglafjordur.fo Lesiringurin avtalar hvørjar bøkur, ið skulu lesast. Síðani hittast vit til eitt prát um mánaðarinnar bók aftur við einum drekkamunni. Skeið 45: Harmoniku-samanspæl (Sjóstovan Unika) Nær: Okt. 2020 – feb. 2021. Hós. kl. 19.00 – 21.00. Byrjar 29. okt. Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Hóraldur Joensen 289893 og 441893 Skeið í harmonikusamanspæli fyri roynd og óroynd. Skeið 46: Útlendsk matgerð (Skúlakøkurin) Nær: 4 leygardagar í 2020 og 2021 Tíðarskeið: 30. okt., 14. nov., 16. jan. og 13. feb. Kostnaður: 400 kr + tilfar Tilmelding: Karwai Chan, 586247 Saman við Joan H. Eliassen ið er uppvaksin á Filipsoyggj unum og Karwai Chan úr Hong Kong læra vit at gera nakr ar spennandi útlendskar rættir. Børn undir 14 ár kunnu luttaka saman við vaksnum.
Skeið 47: Matgerð fyri ung og nýbyrjarar (Skúlakøkurin) Nær: Týsdagar kl. 16.30 – 19.30. Byrjar 20. okt. 8 - 10 ferðir Tíðarskeið: Okt. 2020 – jan. 2021 Kostnaður: 400 kr, umframt gjald fyri tilfarð Tilmelding: Nunnu Ánike, 228938 Skeið í matgerð fyri nýbyrjarar. Millum annað verður komið inn á, hvussu hakka oksakjøt kann brúkast í ymiskum rætt um, hvussu tað verður handfarið og smakksblandingar, milliónbúff, hakkibúffar, chili con carne, heilan høsnarunga og hvussu hesin kann brúkast í ymsum rættum, suppu, tartelettum, falaffel við pitabreyði og sum tilfar í tertum v.m. Skeið 48: Kvøldseta fyri búfólk, avvarandi og onnur áhugaði (Vesturstova) Nær: Eitt mikukvøld um mánaðin kl. 19.00 – 21.15. Byrjar 28. okt Tíðarskeið: Okt. 2020 – mars 2021 Tilsamans 6 ferðir Kostnaður: Ókeypis Samskipari: Áshild Kristiansen, 580025 Eitt mikukvøld um mánaðin frá verður skipað fyri hugna, rørslu, upplestri, tónleiki ella sangi á Vesturstovu. Sólgerð Andreassen spælir undir á harmoniku. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin. Skeið 49: Skriviskeið (Bókasavnið) Nær: Vikuskiftisskeið 30., 31. jan. og 6. feb. 2021 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Oddfríður Marni Rasmussen, 522267 Skeiðið er fyri øll, sum dáma væl at skriva, og sum gjarna vilja læra seg betur handverkið at skriva fiktión. Við fyrilestrum, skrivivenjingum og kritiskum gjøgnumgongdum av egnum tekstum, fáa luttakararnir størri vitan um, hvat krevst, fyri at tekstirnir rigga. Lær at skriva stuttsøgur, yrkingar. Gjøgnum skrivivenjingar, fyrilestrar og kritiska gjøgnumgongd av egnum tekstum í felag læra vit um tekstasløg, skriviástøði og at geva og fáa kritikk, tá man skal seta orð á lívið.
– 11 –
STAÐ: MIÐNÁM, KAMBSDALUR Skeið 50: FabLab Koyrikort Nær: Hóskv. kl. 19.00 – 21.00. Byrjar 5. nov. Tíðarskeið: Nov. 2020 – apr. 2021 Kostnaður: 400 kr + tilfar Leiðari: Jóannes Djurhuus, 223682 https://fablab.fo/kambsdalur Lær at nýta tekniforrit (2D og 3D) og tær maskinur, sum eru á FabLab. Nevnast kunnu 3D prentarar (smálutir og eykalutir), lasarskerði (lampur, bond til modelskip), vinyl skerði (stikkers á vegg og klæði) og CNC fresarar (frá smáum printplátum til stór skelti).
• Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá mynduleikum. • Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865 – 9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerkja navn og skeiðnummar á flytingina og boða læraranum frá um flytingina. • Luttakararnir gjalda fyri tilfar, ið nýtt verður í undirvísingini. • Tilmelding fer í flestu førum fram beinleiðis til læraran á skeiðnum. • Vegleiðandi kostnaðurin er 600 kr. fyri skeið, ið eru longri enn 40 tímar og 400 kr. fyri skeið, ið eru styttri. • Vinarliga haldið tykkum dagførd og virðið tilmæli um frástøðu og reinføri í mun til Covid19. Á øllum støðum, har kvøldskúlin heldur til, er spritt o.t. sett fram. • Skráin og faldari við nærri kunning um skeiðini er eisini at síggja á www.fuglafjordur.fo og á Facebook: Kvøldskúlin í Fuglafirði. Faldarin verður borin út í øll hús í kommununi. • Fyrst í januar lýsa vit útboðið av várskeiðum – bæði skeið ið eru nevnd her og eisini nýggj. • Flaggdagin, 25. apríl 2021 er ætlanin at tónleikaframførslur og framsýning av handaligum arbeiði verður.
Meira kunning fæst við at seta seg í samband við: Fuglafjarðar Kvøldskúla, tel 23 80 10, teldupostur: kvoldskuli@fuglafjordur.fo www.facebook.com/fuglafjordurkvoldskulin
Fuglafjarðar kommuna · Ennivegur 38 · Tel 668 000 info@fuglafjordur.fo · www.fuglafjordur.fo