Ítróttarviðgerð Ítróttarskaðar eru serligir skaðar, har overving fer fram í sambandi við ítrótt.
akupunktur Kosmetisk akupunktur
Útgreinan og viðgerð av pínu og skaðum í øksl alboga (tennis-/golfalboga) lærkreppingi (lyske) knæi (menisk, springerknæ) fótliði vøddum/sinum (hælspora, achilles tendinit)
Giktaviðgerð Orthokine viðgerð PRP-viðgerð Ítróttarviðgerð
Orthokinviðgerð Viðgerð av slitgikt við lekingarmøguleikum, sum eru í manna kroppinum. Slitgikt er ein pínufull niðurbróting av bróskinum millum liðini og orsøkirnar kunnu vera fleiri. Tað kann vera arvaligt ella skyldast vekt ella overving av liðunum orsaka av arbeiði ella í samband við íðkan av ítrótti. Sjúkueyðkennini eru pína og rørslutarnan. Í fyrstani er pínan bert í samband við rørslu, men við tíðini er pínan eisini, meðan sjúklingurin er í hvílustøðu. Orthokineviðgerð hevur stórt árin: Pínan í liðunum verður niðursett í eina helvt Stirvni hvørvur og smidleikin í liðunum gerst størri Niðurbrótingin av liðunum verður steðga Viðgerðin er við til at útseta tørvin á eini møguligari skurð viðgerð. Av tí at orthokineviðgerð bert nýtir lekingarmøgu leikar, sum eru í kroppinum frammanundan, er lítil møguleiki fyri hjáárinum. PRP-viðgerð Í blóðinum eru blóðplátur og í hesum blóðplátum eru eggjahvítaevni, ið virka sum vakstrarhormon hjá kyknum og vevnaði. T.v.s. at tá vit skursla okkum, so verða blóðpláturnar aktiveraðar og immunverjan byrjar at bøta um skaðan. PRP-viðgerð við blóðpláturíkaðum serum skundar undir lekingina, sum kroppurin sjálvur tekur sær av við hjálp frá vakstrarhormonum og øðrum regenereringsproteini frá egnum blóðplátum. Ein kann siga at kroppurin lekir seg sjálvan við tað at hann fær eina innspræning við úrdrátti av egnum vakstrarhormonum, júst har, sum brúk er fyri tí. Vakstrarhormonini eru í blóðplátunum, sum verða skildar frá og sprændar inn í sjúku sinuna, eftir at sjúklingurin hevur fingið lokala doyving. Innspræningin verður gjørd við ultraljóðvegleiðing, soleiðis at hon neyvt rakar staðið, har skaðin er.
Pero Sore Serlækni í giktasjúkum og internum medisini
Siri Sore Akupunktørur og sjúkrarøktarfrøðingur
Medcare · Suðurstíggjur 10 · FO-160 Argir T e l . + 2 9 8 2 2 3 0 2 1 · w w w . m e d c a r e . fo