Sonni À Horni

Page 1


Sonni á Horni

Um veljarin vísir mær álit, eri eg til reiðar at taka eitt tørn aftrat í býráðnum.

Fari inniliga at heita á teg, um at velja meg.

Vinna

Nei til vinnu á vestarlandi.

Heldur eiga vit at skipa økið til búðstarøki til fjølbroytta bygging, eisini eiga vit at hugsa um neyst í økinum.

Borgarin verður raðfestur sum nummar eitt, framman fyri ídnaðin, ið ikki hevur verið so tespiligur móti borgarum norðuri á Høvda, og á Bakkanum seinastu tíðina. Her skulu tøk takast, ið gera umstøðurnar hjá teimum, ið her hava búð, munandi betri. Vit mugu øll í felag finna eina skilagóða og varandi loysn á vinnuøkinum.

Skattalætta

Lægri skatt. Tá ið vit hava stórar inntøkur av partafelagsskatti, eigur at vera pláss fyri at lækka skatin.

Kambsdalur

Kambsdalur er allur ogn hjá kommununi, tí eiga vit at gera fleiri útstykkingar har til sethús, tvííhús og randarhús.

Gongugøta Kambsdal

Uppstiga verandi gongugøtur við ljósum, gera gongugøtu fram við landsvegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Hetta arbeiðið byrjaði í 2015, men seinni kom stígur í.

Arkitektakappingin um miðbýðin

Arbeiða víðari við miðbýarætlanini

Ferðslutrygd

Ferðslutrygdarætlan serliga við atliti til fótgangaran

Ungdómsíbúðir

Arbeiða við at fáa ungdómsíbúðir. Ein hugsaður møguleiki, at gjørt Stórhúshøll til ungdómsíbúðir samman við vinnuni

SÍGGJA MØGULAKAR HELDUR ENN FORÐINGAR

X Sonni á

Horni

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.