Listi Á er ein tvørpolitiskur listi við serligum atliti til sosialan trivnað, umhvørvi og mentan.
Ein listi, ið leggur dent á at samstarv og semjur er vegurin fram.
Listi Á er ein tvørpolitiskur listi við serligum atliti til sosialan trivnað, umhvørvi og mentan.
Ein listi, ið leggur dent á at samstarv og semjur er vegurin fram.
01 02 03
Sameina Borgarin og Vinnuna
Bæði borgari og vinnan skal trívast, og tað skal verða pláss til øll í kommuni. Vit mugu taka atlit til borgarnar, so tunga vinnan ikki fyllur so nógv
Tað er umráðandi at fáa fleiri grundøkir til at byggja á, so vit kunnu fáa vøkstur í bygdina. Tað eru fleiri økir í Fuglafirði sum eru áhugaverd at hyggja eftir og er hetta nakað vit sum kommuna mugu hyggja eftir. Tann týdingarmesta inntøkukeldan í bygdini er og fer altíð at verða borgarin.
Eldraøki
Gera eina langtíðarplan fyri eldraøki. Fáa bygt eldraíbúðir til tey eldru, sum tey fáa gleði av og kann leingja teirr lívskvalitet. Tað verða als fleiri eldri og tað er neyugt at tryggja okkum at tey hava best møguligar umstøðir.
Koma eldraíbúðir, verðir eisini fleiri hús til tey yngru at flyta inn í og vil hjálpa uppa bústaðar trupuleikarnar.
Eg fari inniarliga at heita á teg, um at fara á væl og geva mær tín stuðul.
Hvør atkvøða ger mun - eisini tín!
Ja kanska eru vit ikki har heilt enn, men ikki er tað langt á mál. Við samarbeiði og við at dríva á, kunnu vit gott koma á mál. Her er nakað av tí ynski at arbeiða fyri, um eg fái møguleikan at koma inn í býráði.
◊ Fleiri spælipláss og grøn hugnalig økir skulu gerast Í bygdini.
◊ Nýgerð av 1964 skúlanum skal setast ígongd
◊ Gera heildarætlan fyri Kamb og frítíðarskúlan.
◊ Stuðla mentanar- og frítíðarvirksemi í bygdini.
◊ Styrkja samstarvið við og ímillum ítróttar- og áhugafeløg í kommununi.
◊ Útstykkja fleiri grundstykkir og geva borgarinum valmøguleikar.
◊ Stuðul til gerð av parkeringsøkjum til íbúgvar á eldri búsetingum.
◊ Umskipan til varandi orkukeldur á øllum komunalum bygninum.
◊ Gera eina greiða byggiætlan fyri gongugøtuna millum Kambsdal og Fuglafjørð, saman við kambsdalsbúgvum.
◊ Gera eina ætlan fyri landstreym til skip.
◊ Tryggja at vinnan lýkur almennu treytirnar við at seta krøv
◊ Gera heildarætlan fyri eldraøki og einum eldradepli
◊ Styrkja og stuðla Hellunevndini og Seta á stovn eina virkna Kambsdalsnevnd
◊ Styrkja samstarvið við Miðnámsskúlan á Kambsdali.
◊ Økja um samstarv við aðrar kommunur, har tað er til gagns fyri borgaran
◊ Skipa fyri vinnufundum, borgara fundum og tryggja kunning millum borgaran, vinnu og kommunini.