Hervið verður kallað inn til landsfund 3. Februar 2018 Landsfundurin verður hildin í KFUM í Havn Skráin er sambært §15 í grundlógini fyri KFUM-skótarnar í Føryum 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.
Val av fundarstjóra. Góðkenning av mynstringarlistum og ásetan av gyldigum atkvøðum. Frágreiðing frá landsnevndini um virkið seinastu árini. Grannskoðaðir roknskapir verða framlagdir til góðkenningar. Frágreiðingar um virkið í bólkunum og fíggjarviðurskifti teirra. Ásetan og sundurbýti av limagjaldi. Viðgerð av innkomnum málum. Viðgerð av uppskotum til broytingar í grundlógini, broyting ella góðkenning av viðtøkum og reglugerðum hjá samskipanini. 9. Val av limum og tiltakslimum í landsnevndina. 10. Val av grannskoðara. 11. Ymiskt.
Landsfundarblaðið við uppskotum til broytingar, lýsing av valevnum, endaliga skráin o.s.fr. verður sent út í seinasta lagi 6. Januar. Uppskot til valevni til landsnevndina og mál ið ynskjast viðgjørd á landsfundinum kunnu sendast til info@skoti.fo í seinasta lagi 9. Desembur. Uppskot frá landsnevndini fara at snúgva seg um millum annað umskipan av uppstilling til landsnevndina Eftir landsfundin bjóðað KFUM-skótarnir øllum luttakandi eina góða máltíð, tískil er neyðugt at vita hvussu nógv fólk koma á fundin, vinarliga sigi okkum frá á info@skoti.fo í seinasta lagi 22. Januar 2018.
Landsnevndin
Hoydalsvegur 6
Postboks 1080
FO-100 Tórshavn
311075/751075
www.skoti.fo