Landsfundarblaðið 2020

Page 1

Landsfundurin 1. februar 2020 í Tórshavn


Innihaldsyvirlit Innihaldsyvirlit ......................................................................................................................................... 1 Inngangur ................................................................................................................................................ 2 Tilmelding til Landsfundin 2020 .............................................................................................................. 4 Skrá fyri landsfundin ............................................................................................................................... 5 Frágreiðing frá Landsnevndini................................................................................................................. 6 Frágreiðing frá Selatrað .......................................................................................................................... 7 Frágreiðing frá Føroya Skótaráð ............................................................................................................. 7 Frágreiðing frá Føroya Ungdómsráð ....................................................................................................... 8 Gongdin á limatalinum seinastu árini ................................................................................................... 10 Atkvøðurættur á Landsfundinum ......................................................................................................... 11 Atkvøður á Landsfundinum ................................................................................................................... 11 Frágreiðingar frá virkseminum hjá bólkunum ...................................................................................... 12 Valevnir til Landsnevndina .................................................................................................................... 13 Steinbjørn Olsen – Skótalið KFUM´s ................................................................................................. 14 Elin Maria Olsen – Landsbólkurin...................................................................................................... 15 Tilmelding til arbeiðsbólkar .................................................................................................................. 16 Innkomin uppskot ................................................................................................................................. 16 Yvirlit yvir uppskot: ........................................................................................................................... 16 Uppskot nr. 1..................................................................................................................................... 17 Uppskot nr. 2..................................................................................................................................... 17 Uppskot nr. 3..................................................................................................................................... 18 Uppskot nr. 4..................................................................................................................................... 19 Uppskot nr. 5..................................................................................................................................... 19 Uppskot um Selatrað ............................................................................................................................ 20

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

1


Inngangur Verið vælkomin á landsfundin 2020 Landsfundurin er hægsti myndugleiki í samskipanini hjá okkum, og harvið grundarlagið undir tí arbeiði vit fremja í tí dagliga skótaarbeiðinnum, tað er her vit øll hava møguleika at hava okkara ávirkan á, hvat ið vit ynskja at landsnevndin skal arbeiða við framyvir. Vónandi møta vit mannsterk til hendan landsfundin, og fáa eitt gott og gevandi kjak um framtíðina hjá KFUM skótunum í Føroyum. Eg sjálv takki fyri meg á hesum sinni, eftir at hava veri virkin í landsarbeiði í nógv ár eftirhondini, fyri at sita sum skótaovasti seinastu tvey árini, taki eg nú eina pausu. Hesi bæði seinastu árini hava veri sera gevandi, men eisini krevjandi, gevandi á tann hátt, at eg havi sæð í fleiri førum hvat sum ein lítil felagsskapur í einum lítlum landi megna tá vit standa saman og lyfta í felag, krevjandi tí eg havi sæð hvussu tað er at vera tann sum stendur við ábyrgdini og hvussu tað er tá bólkar og samskipan ikki tosa sama mál, Vit mugu vera betur til at standa saman, tvørtur um bólkar og samskipanir, vit eru ein heilt lítil felagsskapur í Føroyum, og vit hava nóg mikið av kapping uttanfyri skótaheimin, tískil er alneyðugt at vit standa saman innanhýsis. Mín áheitan til tykkum er at royna alt hvat tit kunnu fyri at fáa landsfelagsskapin og bólkanar at standa saman sum ein eind, og ikki sum “vit og tit”, vit mugu minnast til at uttan bólkanar var eingin landsfelagsskapur, og uttan landsfelagsskapin vóru eingir bólkar. Innan tey seinastu árini hava vit megna nógv innan samstarvið í FSR, FSR er ikki longur bara ein “sparikassi” men ein eind ið roynir at tryggja samstarvið ímillum samskipanir, mín vón er at tað arbeiði vit hava lagt í FSR seinastu árini kemur at halda áfram,

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

2


Vit kunnu saman gleðast um at vit í ár hava fingið eina stóra nøgd av pegnum frá MMR sum kemur at verða til gleði og gagns á Skótadepilinum á Selatrað, men hetta krevur eisini at vit standa saman um depilin, og vísa í verki at vit eru stolt av skótadeplinum, Við hesum vil eg takka fyri meg á hesum sinni, og ynskja øllum ein góðan landsfund Við skótakvøðu Jóna Venned Skótaovasti

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

3


Tilmelding til Landsfundin 2020 Eftir landsfundin bjóða KFUM skótarnir í Føroyum øllum luttakandi eina góða máltíð og tískil er neyðugt at vita, hvussu nógv fólk koma á Landsfundin, so at døgurðin kann bíleggjast. Vinarliga sigið okkum luttakaratalið í seinasta lagi 24. Januar 2020 við at senda teldupost til info@skoti.fo.

Kom við og ger munin!

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

4


Skrá fyri landsfundin 09.00 Morgundrekka 09.30 Landsfundurin verður settur -

val av fundarstjóra

-

Góðkenning av mynstringarlistum og ásetan av gyldigum atkvøðum

10.00 Frágreiðing frá Landsnevndini og Selatraðsnevndini um virksemi seinastu árini 11.00 Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar til virksemi hjá Landsnevndini síðstu árini. 12.00 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar 12.30 Ásetan og sundurbýtið av limagjaldi 13.00 Døgurði 14.00 Kjak um náttarrenningar á landstiltøkum 15.00 Frágreiðingar um virksemi í bólkunum og fíggjarviðurskifti teirra 17.00 Viðgerð av innkomnum málum 17.30 Viðgerð av uppskotum til broytingar í Grundlógini og broyting ella góðkenning av viðtøkum og reglugerðum hjá samskipanini 19.00 Val av limum og tiltakslimum í Landsnevndina 19.30 Val av limum til Selatraðsnevndina 20.00 Val av grannskoðara 20.10 Ymiskt 20.30 Nátturði

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

5


Frágreiðing frá Landsnevndini Seinasta árið hevur veri merkt av broytingum, vit byrjaðu árið vit flyta skrivstovuna til Selatraðar, og stutt eftir tað fór skrivstovufólki úr starvi, hetta var tó ikki vegna flytingina, men av tí at vit sóu at tað loysti seg ikki fíggjarliga at hava lønt starvsfólk á skrivstovuni í verandi støðu. Hetta hevur ført við sær størri arbeiðsbyrðu á landsnevndina, av tí at vit máttu deila skrivstovu uppgávunar út til ymsu landsnevndarliminir, tíbetur vóru summi av okkum von við skrivstovustarvi, og fingu vit tískil loyst tær ymsu uppgávunar eftir førimuni, Arne Debess sum í forvegin tók sær av bókhaldinum, bjóðaði seg til at taka sær av limaskipanini, og tískil hevur limaskipanin koyrt sum hon skuldi, hóast vit ikki hava havt lønt starvsfólk. Tey vanligu landstiltøkini hava koyrt sum vanligt, og eru vit sera takksom fyri teir fyriskiparar úr teimum ymsu bólkunum, sum hava tikið upp á seg at standa fyri tiltøkunum. Skjaldrasveinur var í vár, og LPK í summar, Paladin var eisini á skrá, og sum skilst væl fyrireika, men av tí at bert ein luttakari meldaði til, bleiv Paladin tíverri avlýst, vegna at tann eini luttakarin meldaði avboð, vónandi verða fleiri luttakarar til komandi Paladin venjing, tá Paladin venjingin júst er ein venjing í røttum skótakynstri, og gevur skótum okkara møguleika at uppliva rætt skótalív og learning by doing. Familjulegan var eisini á skrá, og eydnaðist hon eftir umstøðunum væl, tíverri vóru sera fáhjálparfólk, so virksemi bleiv lækkað niður í eina helvt, men av tí at veðri ikki var at tí allarbesta, vóru ikki so nógv fólk ið hættaðu sær til Selatraðar, og tí var nóg mikið av virksemi til teir gestir sum vóru. Í summar fingu uml. 20 av okkara skótum tað stóru uppliving at sleppa á alheims jamboree í USA saman við uml. 20 skótum úr hinum samskipanunum, vónandi hevur hetta elvt til vinarlag tvørtur um samskipanir. Ætlanin var at hava leiðarastevnu og leiðarabyrjan í Heyst, men tíverri var sera lítil áhugi, og nærum ongar tilmeldingar, og tískil vóru tiltøkini avlýst, hetta er sera harmiligt, og vóna vit at við tættari samskifti millum landsnevnd og skótabólkar, kunnu vit finna eitt felags stev, har landsevndin skipar fyri tiltøkum sum bólkanir hava brúk fyri, og at bólkarnir eggja sínum leiðarum og skótum at luttaka á landstiltøkunum sum verða fyriskipaði.

Við skótakvøðu Jóna Venned

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

6


Frágreiðing frá Selatrað Arbeiðir gjøgnum árið:

Mars – Kamari á ovastuhædd umvælt Apríl – Skift lyklaskápi undir Hoyløguni Maj – Rudda undir Hoyløguni og í goymslurúminum, køkurin avfeittaður, og lastin á Orangutang isolera til møguligt sovikamar/leiðararúm Juni – Gjørt klárt til Familjuleguna, og sligi allan bøin á deplinum. Juli – Keypt 6-mannafar við páhangsmotori August – Stoypt trappustein til køksúthurðina. Septembur – 80 ára føðingardagur hjá KFUM-Skótum Oktobur – Stoypt trappustein til smáttuna, og sett postkassa upp.

Frágreiðing frá Føroya Skótaráð Føroya skótaráð, stytt FSR, er samstarvseindin fyri tær tríggjar skótasamskipanirnar í Føroyum t.e. KFUM skótarnir í Føroym, KFUK skótarnir í Føroyum, og Føroya Skótasamband Nevndin í FSR er mannað av tveimum umboðum úr hvørjari samskipan, og so eru tveir umboðslimir aftrat úr hvørjari samskipan, ið luttaka á stórfundunum í FSR, sum eru í novembur og mai á hvørjum árið. Í løtuni er Jóna Venned Forkvinna í FSR og Olga Arnfinnsdóttir nevndarlimur fyri KFUM skótarnar í Føroyum, Henry Toftegaard og Palma Karstinsdóttir eru umboðslimir. Hetta verður sjálvsagt broytt nú, tá flestu okkara ikki stilla upp aftur til landsnevndina. Síðani síðst er nýtt skrivstovufólk sett í FSR, Steinar Patursson frá FS. Eisini hava vit fingið nýggja ICara at umboða okkum í WOSM, tað er Sigurð Lamhauge frá FS. SmæruGillwell var hildi á páskum í fjør, og eydnaðist hetta stak væl, FSR arbeiðir fram ímóti at SmæruGillwell verður hildil 5.hvørt ár. Í summar 2018 var EuroMiniJam hildin á Selatrað, hetta var eitt satt samstarv millum samskipaninar við 9 fyriskiparum, fyriskiparanir fingu ordiliga roynt seg við samstarvið

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

7


tvørtur um samskipanir, sigast kann at við øllum teimum forðingum og trupulleikum sum stungu seg upp, eydnaðist samstarvið bara stak væl, og legan koyrdi ógvuliga væl. Eisini var eitt lið av 60 skótum og leiðarum á heimsjamboree í USA í summar, og gekk hetta eisini sera væl, og skótanir fingu eina uppliving fyri lívið. Nordic adventure race sum eisini skuldi vera í 2018 bleiv flutt til 2020, av tí at ov nógv tiltøk vóru í gongd í senn, fyrireikingar eru farnar í gongd, og kunning sæst á facebook https://www.facebook.com/NordicAdventureRace2020/ og á http://nordicadventurerace.fo/

Norðurlendska skótaráðstevnan verður í Føroyum í 2024, og er hetta nakað sum FSR longu er byrjað at fyrireika seg til, fyri at kunna koyra eina slíka ráðstevnu er neyðugt við góðum fyriskiparum, hølum og ikki minst fígging, ætlanin er at fáa sett ein persón afturat skrivstovufólkinum at taka sær av ráðstevnuni, men eisini verður tørvur á sjálvbodnum at hjálpa til við ymiskum, so hetta er nakað FSR fer at søkja eftir fólkið til. Arbeiði í FSR hevur seinastu árini gingið stak væl, og samstarvið er bara blivi betur og betur, so vit vóna at henda góðan gongdin heldur fram, og at hon smittar av, víðari út í samskipaninar og út til bólkanar. Við skótakvøðu Jóna Venned – FSR

Frágreiðing frá Føroya Ungdómsráð FUR (Føroya Ungdómsráð) er ein felagsskapur av felagsskapum. FUR rúmar øllum møguligum feløgum. Har eru sjónleikarar, kvøðarar, politisk ung, tónleikarar, skótar og allir møguligir aðrir felagsskapir, ið fáast við ungdóm og mentan. Ítróttarfeløg eru ikki við. Aðalmálið hjá FUR er Føroya Ungdómur: At kveikja, menna og umboða áhugamál hansara. Hetta verður gjørt umvegis teir limafelagsskapirnir sum eru í FUR sum alt í alt umboða einar 4000 ungdómar. Yvir øllum hesum er starvsnevndin, ið telur 4 nevndarlimir, 2 tiltakslimir umframt formann. Afturat hesum er fastur skrivari, ið arbeiðir fyri felagsskapin. Asta Abrahamsen úr Skótabólkinum Borgin í Hvalvík umboðar KFUM skótarnar í starvsnevndini.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

8


Allir felagsskapir hava rætt til at stilla fólk upp til starvsnevndina og at atkvøða á aðalfundinum, um teir hava goldið limagjaldið til FUR. Allir limafelagsskapir, ið hava omanfyri 30 gjaldandi limir, fullfíggjaðan limalista og virkisætlan fyri tað komandi ári fáa eina árliga grund upphædd úr FUR. 1000 kr fyri hvønn limin. Umframt hendan stuðul kunnu allir limafelagsskapir søkja stuðul úr stuðulsgrunninum hjá FUR til ymiskar verkætlanir, ið eru Føroya ungdómi at frama. 1400 kr verða vanliga latnar í ferðastuðli til hvønn ferðandi. Stuðul verður hvørki latin til ítróttarlig endamál, rakstur ella afturvendandi tiltøk. Tað er starvsnevndin, ið tekur avgerð um hvør verkætlan fær stuðul og hvør stuðuls upphæddin er. Um ein ivast í hvussu ein umsókn skal orðast ber til at fara á www.fur.fo ella venda sær til skrivstovuna hjá FUR. KFUM skótarnir hava seinasta árið fingið tilluta 100.000 kr. Á aðalfundinum í mars 2019 varð skotið upp at felagsskapir, ið ikki lúka treytirnar um 30 gjaldandi limir skulu kunnu skrásetast sum sjálvstøðug lokalfeløg og á tann hátt fáa árligan stuðul óansæð. Aðalfundurin samtykti at lata starvsnevndina í FUR viðgera málið. Á komandi aðalfundinum í 2020 leggur starvsnevndin tilmælið sítt fyri fundin. Umframt hetta hava FUR og ÍSF ment faldaran “Veri vælkomin”. Hendan leiðbeiningin er um hvussu ein fær nýggjar limir at kenna seg vælkomnar í felagsskapinum. Hesin er eitt hent tól hjá øllum leiðarum og felagsskapum annars. FUR hevur í fleiri ár útgivið bóklingin “Les og lær í Føroyum”. Hesin er nú vorðin heimasíðan www.Les.fo . Her síggjast allar útbúgvingar, ið eru tøkar í Føroyum. At enda er FUR umboðað í norðurlendska felagsskapinum NSU (Nordisk Samorganisation for ungdomsarbete). Her er FUR umboðið við til at áhaldandi menna nýggj leiðaraskeiðir og ungdómstiltøk, ið eru viðkomandi fyri norðurlendskan ungdóm. FUR boðar limafelagsskapunum frá hesum leiðaraskeiðum og tiltøkum umvegis teldupost. Allir felagsskapir, ið hava áhuga at menna ungar leiðarar hava møguleika at senda luttakarar avstað til plássi er uppi. Oftast verður hetta afturgoldið. FUR ger nógv og vil hjálpa øllum limafelagsskapum at menna seg og gera uppaftur meiri. Føroya ungdómi og framtíð at frama.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

9


Gongdin á limatalinum seinastu árini Limastøðan pr 31.12.2019

Ein øking uppá 43 limir síðan 31.12.2018

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

10


Atkvøðurættur á Landsfundinum Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Limatalið verður ásett eftir tali á teimum limum, sum eru skrásettir í limaskipanini hjá samskipanini tann 31.12.2019. Sami persónur kann i mesta lagi atkvøða við trimum atkvøðum. Mynstringarlistin, sum er sendur bólkaleiðaranum, skal fyllast út eftir skrásetta limatalinum 31.12.2019 við nøvnum og bústaðum á teimum persónum, sum kunnu atkvøða fyri bólkin á Landsfundinum. Mynstringarlistin skal latast inn i seinasta lagi kl 9.30 1.februar. OBS. Tað er sera umráðandi at mynstringarlistin verður avleveraður rættstundis við kravdu undirskriftum, um ikki verður mynstringarlistin ikki góðkendur, og hevur bólkurin tískil ikki atkvøðurætt á landsfundinum Landsnevndarlimir hava eina atkvøðu í part. Somuleiðis hava tey, sum av Landsnevndini eru útnevnd til ávísar uppgávur, atkvøðurætt á tí øki, uppgávan fevnir um. Brævatkvøður til Landsfundin kunnu ikki góðkennast.

Atkvøður á Landsfundinum Skótalið KFUM´s

3+2

KFUM skótanir í Kollafirði

3

KFUM skótanir í Kvívík

3

Skótabólkurin Borgin

3

KFUM skótanir við Løkin

3

Skótabólkurin Leirvíks Páll

3+2

Skótabólkurin Gullbrandur

3

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

11


Skótabólkurin Magnus Heinasonar

3

Skótaliðið Royndin

3

Landsnevndin

9

Tilsamans

40

Frágreiðingar frá virkseminum hjá bólkunum Á Landsfundinum er tíð sett av til bólkarnar at greiða frá arbeiði og fíggjarviðurskiftum teirra. Hetta er ein týðandi partur av Landsfundinum og eru 2 tímar settir av til endamálið. Umráðandi er, at hvør einstakur bólkur fyrireikar sína framløgu væl. Ein stutt frágreiðing skal gevast, sum lýsir dagliga arbeiðið í bólkinum og serstøk tiltøk, sum bólkurin hevur fyriskipað. Eisini verður greitt frá fíggjarviðurskiftum hjá bólkinum. Tað er serliga áhugavert at hoyra um ymisk tiltøk, sum bólkurin hevur skipað fyri ella hevur luttikið á hesi seinastu tvey árini. Umframt hetta er spennandi at vita, hvussu dagliga arbeiðið í einstøku liðunum verður skipað. Møguleiki er fyri at nýta Power Point o.t. til framløguna. Best er, um frágreiðingin eisini er á skrift og kann handast skrivaranum á Landsfundinum, so at tað skjótt og lætt kann setast inn í fundarfrásøgnina.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

12


Valevnir til Landsnevndina Á Landsfundinum skal nýggj Landsnevnd veljast fyri tey næstu tvey árini. Eftir Grundlógini §14 skulu fimm limir og tveir tiltakslimir veljast í Landsnevndina. Landsnevndin skipar seg sjálva. Av tí at grundlógin bleiv broytt á síðsta landsfundi til at helvtin av landsnevndini verður vald á landsfundi og hin helvtin á leiðarastevnu, verða í ár helvtin av landsnevndini vald fyri eitt ár og hin helvtin í tvey ár.

Tey, ið hava áhuga at stilla upp til Landsnevndina, kunnu senda KFUM skótunum í Føroyum ein teldupost á info@skoti.fo. Um ikki nóg nógv valevni eru til fundin, ber til at stilla upp á sjálvum Landsfundinum.

Uppstillaði til Landsnevndina eru hesi:

-

Steinbjørn Olsen – Skótalið KFUM´s

-

Elin Maria Olsen – Landsbólkurin

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

13


-

Steinbjørn Olsen – Skótalið KFUM´s Eg eiti Steinbjørn V. Olsen, havi veri skóti síðan 1983, eri uppvaksin hjá KFUM-skótunum á Argjum, sum var ein sera virkin bólkur. Havi veri við til sera nógv tiltøk, legur, venjingar, ráðstevnur í Føroyum og uttanlands innan fyri skótaarbeiðið. Var eitt tíðarskeið í Landsnevndini og var tá formaður í tí sum nevndist Arbeiðstilfarðnevndin, Eri í dag bólkahjálpari hjá Skótalið KFUM´s í Havn. Bleiv Gilwell skóti í 2002. Í mínum dagliga arbeiði eri eg stovnsleiðari og havi eg veri tað í 10 ár, eri útbúgvin námsfrøðingur við leiðslu sum víðari útbygna. Orsøkin til at eg stilli upp til Landsnevndina er, at eg meti meg hava tað vitan og førleikar sum skulu til at seta fokus á skótabólkarnar aftur. At landsfelagskapurin, fer at vera meir virkin úti í økinum og hjálpa til við at menna leiðslurnar, á ymisku støðnum, hetta fyri at vit øll kunnu vera við til at lyfta skóta arbeiði enn longur fram á leið. At vit blíva betur til at fáa eitt enn betur Úlva- , Skóta-, ungdómsskóta og leiðsluarbeiðið. At tá landsnevndin setur tiltøk á skránna so vera tey hildin. Heldur havi færri tiltøk men so leggja dent á enn betur tiltøk. Eingin ivi skal vera um at mín fyrimynd er Lord Baden Powell, og at vit vera noydd at hyggja eftir hvat var tað hann vildi við skótaarbeiðinum. Vit mugu hava eina visión og mál í KFUM skótaarbeiðinum. Eisini er umráðandi at vit stolt av at vera KFUM-skótar og eru skótar við stóra S Eg skal gera tað, eg eri mentur, saman við øðrum góðum fólkið at gera eitt gott Landsnevndararbeiðið

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

14


Elin Maria Olsen – Landsbólkurin

Eg eiti Elin Maria Ó. Olsen og havi verið skóti síðan eg var 6 ára gomul. Eg sleit mínar barnaskógvar í Skótaliðnum Borgini og havi seinni verið leiðari í Skótalið KFUM’s. Eg eri Gilwell skóti frá 2010 og havi áður verið tiltakslimur í landsnevndini hjá KFUM skótunum í Føroyum. Eg havi verið burtur frá skótaarbeiðinum í eina tíð nú, og haldi at tíðin er búgvin at byrja aftur. Eg síggi meg føra fyri at vera við til at menna føroysku skótarørsluna, samstundis við at eg eri ágrýtin og spent til enn einaferð, at gerast partur av felagsskapinum.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

15


Tilmelding til

arbeiðsbólkar

Allir limir hjá KFUM skótunum í Føroyum kunnu skriva seg upp til at hjálpa til við teimum vanligu tiltøkunum og legunum, ið verðað fyriskipað hvørt ár. Í hølunum har landsfundurin verður, fara uppsløg at hanga, har einhvør kann skriva seg upp sum ábyrgdari, hjálpari og vegleiðari til eitt nú Riddaravenjing, LPK o.t. Hetta, so at vit tryggja okkum dugnaligar fyriskiparar og vegleiðarar til komandi skótaár.

Innkomin uppskot Innkomin uppskot á hesum landsfundi eru øll frá Landsnevndini hjá KFUM skótunum í Føroyum. Tilsamans eru 5 uppskot til broytingar í reglugerð og vitðøkum.

Yvirlit yvir uppskot: Uppskot 1

Eykalandsfundur

Reglugerð

§15, stk.1

2

Eykalandsfundur

Reglugerð

§15, stk. 7

3

Landsfundur

Reglugerð

§14, stk. 2

4

Atkvøðurætt á landsfundi

Reglugerð

§15, stk.2

5

Skótadepilin á Selatrað

Viðtøkur

§26.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

16


Uppskot nr. 1

Evni:

Eykalandsfundur

Stillari:

Landsnevndin

Landsnevndin skjýtur upp at broyta §15 í reglugerðini Verandi

Nýtt

§15 Landsfundurin 1. Landsfundurin er hægsti myndugleiki hjá samskipanini. Landsfundurin verður hildin annaðhvørt ár, fyrst í februar, við hesi dagsskrá:

1. Landsfundurin er hægsti myndugleiki hjá samskipanini. Landsfundurin verður hildin á hvørjum ári, fyrst í februar, við hesi dagsskrá:

Viðmerkingar til uppskot:

Landsnevndin skjýtur upp at broyta hesa orðing, fyri at lætta um, av tí at landsnevndin nú skal veljast í tveimum og ásett er at hava eykalandsfund 2.ár, halda vit at tað er líka lætt at hava landsfund á hvørjum ári.

Evni: Stillari:

Uppskot nr. 2

Eykalandsfundur Landsnevndin

Landsnevndin leggur fram, um uppskot 1 kemur ígjøgnum, at broyta fylgjandi Verandi §15 Landsfundurin .7. Eykalandsfundur skal haldast annað hvørt ár. Eisini um landsnevndin ella fleirtalið av bólkunum halda tað vera neyðugt.

Nýtt §15 Landsfundurin 7. Eykalandsfundur kann haldast, um landsnevndin heldur tað vera neyðugt, ella fleirtalið av bólkunum vilja tað

Viðmerkingar til uppskot: Um uppskot 1 kemur ígjøgnum, má hetta eisini broytast aftur til sína upprunaligu orðing.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

17


Evni: Stillari:

Uppskot nr. 3

Landsnevndin Landsnevndin

Landsnevndin skjýtur upp at um uppskot 1 kemur ígjøgnum, má hendan orðingin eisini broytast. Verandi §14 Landsnevndin 1. Samskipanin verður stýrd av eini landsnevnd. 2. Í landsnevndini sita 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Hesir kunnu tó veljast aftur. 3 av limunum verða valdir á landsfundi og 2 á Leiðarastevnu (Eyka landsfundi). Eisini verða valdir 2 tiltakslimir á landsfundinum og eykalandsfundinum, hesir verða valdir fyri 1 ár í senn. 3. Landsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Kassameistari kann veljast uttanfyri Nevndina. Formaðurin í landsnevndini er skótaovasti. 4. Til at binda samskipanina fíggjarliga og løgfrøðisliga krevst samtykt í landsnevndini og undirskrift frá skótaovasta og næstformanni.

Nýtt §14 Landsnevndin 1. Samskipanin verður stýrd av eini landsnevnd. 2. 2. í Landsnevndini sita 5 limir, og 2 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Hesir kunnu tó veljast aftur. 3 av limir og 2 tiltkaslimir verða valdir á landsfundi líka ár, og 2 limir og 2 eykalimir á landsfundi ólíka ár, eykaliminir verða valdir fyri 1 ár í senn. 3. Landsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Kassameistari kann veljast uttanfyri Nevndina. Formaðurin í landsnevndini er skótaovasti. 4. Til at binda samskipanina fíggjarliga og løgfrøðisliga krevst samtykt í landsnevndini og undirskrift frá skótaovasta og næstformanni.

Viðmerkingar til uppskot:

Um uppskot 1 kemur ígøgnum, má hendan orðingin broytast.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

18


Evni: Stillari:

Uppskot nr. 4.

Atkvøðurætt á landsfundi Landsnevndin

Landsnevndin leggur fram at broyta §15 stk. 2 fylgjandi Verandi §15 Landsfundurin 2. Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum. Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.

Viðmerkingar til uppskot:

Nýtt §15 Landsfundurin 2. Atkvøðurætt hevur hvør aktivur bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar

og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum. Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast. Ein bólkur verður defineraður sum aktivur, tá hann hevur havt min. 4 skóta/úlvafundir í inniverðandi skótaári, og hevur minimum 5 limir innlimaðar á limaskipanini.

Landsnevndin metir at neyðugt er við hesari broyting, av tí at limir í óaktivum bólkum fyrr eru møttir upp á landsfundum fyri at atkvøða fyri ella ímóti uppskotum sum tey høvdu eina meingin um, hetta metir landsnevndin ikki er rættvíst fyri aktivar limir, ið brúka sína tíð og orku upp á skótaarbeiðið. Í løtuni hevur ein inaktivur bólkur 3 atkvøður um hann bert hevur 1 lim, og kan tí atkvøða á jøvnum føti við aðrar aktivar bólkar við upp til 50 limum.

Uppskot nr. 5

Evni: Stillari:

Skótadepilin á Selatrað Landsnevndin

Landsnevndin skjýtur upp at broyta fylgjandi Verandi 26 Árligt gjald til Skótadepilin á Selatrað

Nýtt 26 Skótadepilin á Selatrað 1. KFUM skótanir í Føroyum eiga og reka skótadepilin á Selatrað 2. Skótadepilin koyrir fíggjarliga hvør sær 1. Álagt verður øllum bólkum eitt árligt gjald til Skótadepilin á Selatrað á kr. 4.500,-. frá samskipanini 2. Upphæddin skal flytast á konto hjá 3. Landsnevnin ásetur á hvørjum ári, samskipanini í seinasta lagi 1. Apríl. Uppkrav saman við selataðsnevndini prísir fyri verður sent bólkunum í mars mánaða. útleigan av depilinum. 3. Peningurin er oyramerktur til at rinda lán 4. Skótabólkar hjá KFUM skótunum í aftur í peningastovnunum og kann ikki nýtast Føroyum kunnu leiga skótadepilin til til rakstur. legur og tiltøk fyri hálvan prís 4. Bólkarnir kunnu hava upp til 3 tiltøk um 5. Gjaldi frá leiguinntøku skal nýtast til árið á Selatrað, uttan at gjalda meira. viðlíkahald av skótadeplinum 5. Landsnevndin kann, eftir umsókn, gera 6. Samskipanin kan hava legur og tiltøk á aðrar avtalur við bólkar. 6. Samtykt er á landsfundinum 1998, at skótadepilinum fyri hálvan prís henda viðtøka er galdandi til verandi lán eru 7. Selatraðsnevndin tekur sær av niðurgoldin, tó í mesta lagi um 15 ár. viðlíkahald og rakstri av depilinum. 8. Landsnevndin kan seta lønt starvsfólk at

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

19


taka sær av deplinum, um pengar eru tøkir til løn.

Viðmerkingar til uppskot: Á síðsta landsfundi og síðsta eykalandsfundi gjørdist greitt at bólkarnir ynskja ikki at gjalda eitt árligt gjald til skótadepilin á Selatrað, og afturfyri hava legur og tiltøk ókeypis á depilinum, tískil skjýtur landsnevndin upp at mannagongdin framyvir verður sum skrivað í uppskotinum Eisini hevur landsnevndi lagt til merkis at eingin reglugerð um skótadepilin á Selatrað er til, tískil skjóta vit upp at hesi sjey punktini verða løgd inn í reglugerðina hjá KFUM skótunum í Føroyum.

Uppskot um Selatrað Uppskot til at bjóða Føroya KFUK skótum og Føroya Skótasamband ognarskap í skótadepilinum á Selatrað

Av tí at vit í 2019 fingu játta 750.000 á fíggjarlógini til rakstur og viðlíkahald av skótadepilinum á Selatrað, harafturat 3 mil til útbygging av skótadepilinum, verður lagt upp til at vit samstarva meira við hinar samskipaninar, fyri at framhaldandi fáa 750.00 árliga, og møguliga fáa meira pengar til útbygging, tí gera vit her eitt uppskot til hvussu vit kunnu bjóða hinum báðum samskipanunum at eiga skótadepilin á Selatrað saman við okkum, henda hátt tryggja vit okkum eina árliga inntøku til skótadepilin, og samstundis verða vit fleiri um at lyfta byrðuna av at viðlíkahalda depilin, vit skjóta tó eisini upp at um so verður, so verður eitt starvsfólk sett fulla tíð, at taka sær av dagliga rakstrinum. Skótadepilin á Selatrað er einasti skótadepil í Føroyum, Skótadepilin hevur allar neyðugar hentleikar til størri tjaldlegur, eisini eru hvítu húsini væl egnaði til innilegur við uml 20-30 luttakarum. Á Smoltstøðini er alskyns tilfar til ymiskt virksemi, síging, bogaskjóiting, paintball, øksakast, snorkling, kano o.s.fr. eisini er stórur industrikøkur við matarhøll til uml. 100 fólk, Vit vilja fegin bjóða tykkum at saman við okkum eiga og reka skótadepilin, hetta treytað av at 750.000,- av játtanini frá MMR verður oyramerkt til skótadepilin á Selatrað, og leggja vit upp til at partur av pengunum verður nýttur til at gjalda løn til eitt starvsfólk sum kemur at arbeiða fulla tíð á skótadepilinum, og tekur sær av dagliga rakstrinum og útleiganini av deplinum.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

20


Vit bjóða tykkum at eiga 1/3 av skótadeplinum, hetta førir við sær at samskipanin, og allir tykkara skotabólkar kunnu brúka skótadepilin til legur og tiltøk, uttan gjald. Tó er ein treyt at tá ið viðlíkahald skal gerast á depilinum, eru tykkara fólk sjálvsagt eisini við í sjálvbodna hópinum av fólki. Til at umsita depilin og taka avgerðir um hvat skal gerast o.s.fr. inni á Selatrað, skjóta vit upp at man setur eina Selatraðsnevnd, har limir frá øllum trimum samskipanum sita, og passandi hevði veri at møtst einaferð um árið fyri at taka felags avgerðir, møguliga hevði hetta kunna veri partur av stórfundinum í FSR, tí har møtast jú umboð úr øllum trimum samskipanunum í forvegin.

Hoydalsvegur 6

Postboks 1080

FO-100 Tórshavn

311075/751075

www.skoti.fo

21


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.