INSPIRE YOUR CREATION
100% rein ull
Navia varð stovnað í januar 2004 við endamálinum at framleiða føroysk nappað tógv, sum er sterkt, men tó uttan at nipla so illa. Navia
hevur gjørt eina serstaka ullblanding úr føroyskari ull blandað við útlendskari ull. Tí kann Navia í dag bjóða fyrsta floks tjógv. Hava tygum spurningar ella hugskot viðvíkjandi tógnum hjá Navia, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við okkum.
FØROYSKAR UPPSKRIFTIR Tøving við maskin
Nú á døgum eru fólk farin meir og meir yvir til at tøva við vaskimaskinu. Hetta vísir seg at geva góð úrslit við Navia-tógvnum, um plaggi verður vaskað við 30° við vaskipulvur til ullvask. Av tí at vaskimaskinurnar eru sera ymiskar, ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu ein eigur at tøva. Tískil átekur Navia sær onga ábyrgd av, hvussu brúkarin tøvur plaggi.
Útgevari: Bindibúðin og Navia Lagt tilrættis: Lene Holme Samsøe Myndir: Amy Hansen / Per á Hædd Umbróting.: Petur & Petur Ognarrættur: Bindibúðin og Navia. Loyvt er ikki at taka ljóstak úr bókini uttan við skrivligum loyvi frá útgevarinum. Heldur er ikki loyvt at brúka uppskriftirnar til vinnuligt endamál.
Navia • Postsmoga 42 • 650 Toftir • Føroyar Tel (+298) 44 92 82 • Faks (+298) 44 92 81 • navia@navia.fo • www.navia.fo