Havnardagur 2014

Page 1

TÓRSHAVNAR HAVN


Vælkomin á HavnarDag 2.Hvítusunnudag

Heilt frá fornari tíð hava føroyingar livað og virkað fram við sjóvarmálanum. Í øldir var havið einasti farvegur til onnur lond, og sjógvurin átti lívið í føroyingum.

12:00-13:30 M/S Norrøna Tilber at koma umborð og fáa eina lítla rundvísing, ið endar uppi á brúnni. Rundvísingin tekur umleið 15-20 min og umleið 25 fólk sleppa við á hvørjari ferð.

Í Tórshavn hevur leiðin fram við sjónum eisini altíð havt nógv at siga fyri býin. Heilt frá Skansanum, um Tinganes og yvir í Álaker er virksemi, og tað er nakað av hesum virkseminum, sum fólk nú fáa høvi til at kunna seg betur um. Á HavnarDegnum lata fyritøkur og stovnar, sum halda til við bryggjukantin, dyrnar upp, so vit øll sleppa at síggja, hvat fólk takast við inni á hesum arbeiðsplássunum, ið vit sum oftast bert skoða uttanífrá. Dagurin er lagdur soleiðis til rættis, at byrjað verður klokkan 12:00 hjá Skansa Offshore á Eystaru bryggju, og síðani ber so til at vitja fyritøkurnar, sum eru á leiðini út á Vestaru bryggju, har dagurin endar hjá MEST. Tú kanst ganga frá fyritøku til fyritøku, og bátarnir LÍV og Pressarin sigla aftur og fram millum Eystaru og Vestaru bryggju. Hevur tú ikki hug at sigla, kanst tú fara við shuttlebussinum, sum eisini koyrir millum bryggjurnar. Okkurt gott verður eisini til matna í siluni í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju, og livandi tónleikur fer eisini at seta dám á dagin, sum endar umleið klokkan 17:30.

EYSTARA BRYGGJA

12:00-12:30 Skansi Offshore Høvi verður at fáa eitt prát við starvsfólkini á skrivstovuni, eitt nú við góðsku- og manningardeildina. Vit bjóða eisini kaffi, og verður eina framløga við myndum av skipum okkara, og kunning um felagið, víst á stórskíggja.

13.00-13:30 Taks luttekur. 13:00-13:30 Smyril Blue Water Sølufólk verða saman við pakkhúsfólki, at hitta til eitt gott kaffiprát, og høvi verður at forvitnast í pakkhúsinum og á skrivstovuni. Borðreitt verður við kaffi, onkrum søtum afturvið og ymiskt verður eisini til børnini, bæði stór og smá. 13:30-14:00 Tórshavnar Havn Havnaskrivstovan greiður frá virkseminum fram við bryggjukantinum og hvussu Tórshavnar havn eisini framyvir vil skapa karmar fyri vinnulívið. Vit bjóða ein kaffimunn til tey vaksnu og okkurt gott til børnini. Eisini verður møguleiki at fara kaitúr á molanum. 14:00-14:30 Faroe Ship Høvi verður at heilsa uppá starvsfólk og kunning um virksemi felagsins verður víst á stórskíggja. Møguleiki verður eisini at síggja teir ymisku bilarnar, lastinar og onnur rakstrargøgn hjá Faroe Ship - meðan gingið verður ein keitúr. Vit bjóða kaffi og okkurt gott til børnini umframt góðan tónleik.

VESTARA BRYGGJA

15:00-15:30 Bakkafrost í siluni á Vestaru Bryggju, borðreitt verður við leskiligum brellbitum úr laksi sum Gutti Winther hevur gjørt. Bakkafrost fer eisini at greiða frá teirra virksemi í økinum og høvi verður at práta við starvsfólk. 15:30-16:00 Vónin Víst verður runt á virkinum og greitt verður frá virkseminum hjá Vónini. Vit bjóða kaffi og okkurt søtt afturvið meðan høvi verður at heilsa uppá nøkur av starvsfólkunum hjá Vónini.

14:30

VESTARA BRYGGJA

Tónleikur við Jens Marna og Signar í Homrun

Fiskasuppa í siluni og pylsuvognur uttanfyri siluna til børnini.

16:00-16:30 Magn Tjald fer at standa við økið hjá Magn har vit bjóða milkshake, kaffi, ballónir og lyklaringar. Angela og Hannibal koma at undirhalda og tangabilar standa við økið hjá Magn og síðst men ikki minst burturluta vit trý gávukort á 1000 kr. stk. 16:30-17:00 Samskip bjóðar vælkomin uttanfyri siluna á vestaru Bryggju. Framløga verður við Christian Danielsen og kunning á stórskíggja. Kaffi og okkurt søtt verður afturvið meðan høvi verður til eitt prátt við starvsfólkini. Okkurt verður eisini til børnini. 17:00-17:30 MEST hevur opið virkið og økið annars, har høvið verður hjá vitjandi at síggja verkstaðið, bedingarnar, byggihallir, goymsluna, kranar, sleiparar, tól og maskinur. Kunning um okkara virksemi, eins og myndir vera vístar á stórskíggja. Bjóða verður kaffi og eitthvørt til børn. Harmonikuspælarar koma eisini at luttaka.

Nærri kunning um HavnarDagin á facebook.com/HavnarDagur


EYSTARA BRYGGJA

VESTARA BRYGGJA

1 Skansi Offshore

7 Bakkafrost

2 M/S Norrøna

8 Vónin

3 Smyril Blue Water

9 Magn

4 Taks

10 MEST

5 Tórshavnar Havn/Havnarskrivstovan

11 Samskip

6 Faroe Ship

12 SHUTTLESERVICE 14:00 – 15:30 Shuttlebátur frá Eystaru til Vestaru bryggju. Siglt verður frá atløgubryggjuni við havnarskrivstovuna.Shuttlebussar koyra eisini.

6 4 3

5 2 12

1 8

11

9

7

10


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.