MENTANARNÁTTIN 7. juni 2013 08:00-23:00
Mariukirkjan, Varðagøta - Mariukirkjan er opin. Føroya Klarinettorkestur spælir kl. 21
09:00-22:00
Steinprent, Skálatrøð - Framsýning við Andreas Chulenburg
9:00-20:00
SMS, á Trapputrøðni - Bústaðir er á torginum
10:00-22:00
Býarbókasavnið, N. Finsensgøta - Opið sum vanligt við fleiri tiltøkum á skránni. Kl. 10-18 Barnabókasavnið - Skattaveiða við bókstavum, tølum og orðum, børn í øllum aldri kunnu luttaka. Kl. 10-22 Niðasta hædd - Listaframsýning við træprentum eftir Tórodd Poulsen. Kl. 17-18 Niðasta hædd - Kinna Poulsen greiðir frá um træprentini, og um rithøvundin og listamannin Tórodd Poulsen, ið hevur gjørt tey. Kl. 10-22 Opið á niðastu hædd, har atgongd er til café, teldur, eitt úrval av bókum og sjálvgreiðslu av láni
10:00-22:00
Gróðurstøðin í Hoydølum - Plantusølan er opin allan dagin. Frá kl. 12-19 verður træeyðkenniskapping fyri børn í øllum aldri. Eisini verður hugni við bál og sneisabreyði
10:00-20:00
Tjóðsavn – mentan og náttúra, Brekkutún - “Mentan og náttúra”, rundvísing í nýuppsettu framsýningini hjá Fornminnissavninum, Jarðfeingi og Náttúrugripasavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík kl. 19. Ókeypis atgongd
11:00-22:00
Listasavn Føroya, Oman Viðarlund - Árliga várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum, ið ber heitið Pall, letur upp kl. 19
14:00-00:00
Pannukøkubúðin, Gongugøtan - Pannukøkubúðin selur á gongugøtuni
15:00-18:00
Gallari Focus, Lambagerði - Framsýning við Amariel Norðoy
15:00-18:00
Barnatannrøktin, Grasagarður - Tiltak fyri børn og barnsligar sálir. Heimatannrøkt frá A-Z, tónleikaundirhald við SASHO, heilsugóð alternativ, fiskibrunnur & bóltkast. Alt ókeypis
15:00-18:00
Boðanesheimið, Yviri við Strond Kafé og livandi tónleikur. Møguleiki verður at síggja heimið, listamennirnir Bárður Jákupsson og Per Arnoldi hava listprýtt. Hjartaliga vælkomin
16:30
Gamli kirkjugarður, Dr. Jakobsens gøta - Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá
16:00-23:00
Enniway, Vágsbotnur - Enniway bjóðar styttri túrar við seglbátinum
16:00-24:00
Katrina Christiansen - Gamla krambúðin hjá Katrinu Christiansen hevur opið
17:00-23:00
Bojsensgarður - Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens Bókhandil er opin
17:00
Føroya Sjósavn, Rættargøta 1, Argir - Framsýningin er opin frá kl. 17-21, hálvt atgongugjald. Kl. 22:30 verður konsert við Holgar og Tórfríð, atgongugjald kr. 50,-
17:00-22:00
Listagluggin, Dr. Jakobsens gøta 15 - Framsýning við verkum eftir Ingálv av Reyni, Steffan Danielsen, Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Kára Svenssson o.ø.
17:00-23:00
Smiðjan í Lítluvík, Skálatrøð/Bøgøta - Listaframsýning við Jónu Rasmussen
17:00-21:30
Tórshavnar Kvøldskúli, J.H.Schrøtersgøta - Søluframsýning og verkstaður í “Foto”, “Horn, bein, silvur og føroyskum steini”, “Tøving, spinning og liting av tógvi” og “Glaslist”
VisitTórshavn
Tourist Information Centre for Tórshavn www.visittorshavn.fo
MENTANARNÁTTIN 7. juni 2013 18:00-23:00
VisitTórshavn, Vaglið - Framsýning við Marjun Heimá
18:00-21:00
Giza Hoyvík, Gamli Kommunuskúlagarður - Fleiri ymiskir fótbóltsaktivitetir verða á økinum, m.a. borðfótbóltur, fótbóltsvøllur (1v1), skotkapping og driblikapping.
18:00-23:00
KFUK Skótar, Kongabrúgvin - Sølubúð við pannukøkum, grillaðum skumfidusum, bollum, kakao, te og kaffi
17:00-22:00
Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur - Summarframsýningin við Steinnunn Tórarinnsdóttir og Silju Strøm letur upp kl. 17
17:30-21:00
Atlantic Airways, Bursatangi - Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways verður á Bursatanga. Høvi verður at síggja tyrluna og ymisku útgerðina
18:00
Gamli Kommunuskúlagarður - Mentanarnáttin verður sett. Arnbjørn Dalsgarð heldur sentanarrøðuna og Havnar Hornorkestur spælir
18:00-23:00
Frelsunarherurin, Gongugøtan - Rúsfríur dagur 2013
18:00-23:00
Føroya Ellisakfør, Tórsgøta - Ellisakførini møtast í Tórsgøtu og koyra í skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin
18:00-23:00
Gallerí 14, Áarvegur - Listaframsýning/loppumarknaður
18:00
Havnar kirkja - Dómkirkjan er opin og kl. 18 syngur Barna- og Ungdómskórið, Cantus frá Tórshavnar Musikkskúla
18:00-23:00
Norðlýsið, Vágsbotnur - Opið skip og søla av fiskasúpan
18:00-23:00
Rescue-LÍV, Bursatangi - Bjargingabáturin Rescue-LÍV verður á Bursatanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerð
18:00-23:00
Rib62, Vágsbotnur - Rib62 bjóðar vælumtóktu 10 min. túrarnar við dundrandi tónleiki og fullari ferð
21:00-22.30
Sálarfrøðistovan, Tórsgøta - Sálarfrøðingar greiða frá og svara spurningum, um tað tey arbeiða við og tí gestirnir hava á hjarta.
18:00-20:00
Tórshavnar kommuna, Vaglið - Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin
18:00-20:00
Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn Tróndargøta - Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu
18:00-23:00
Tórshavnar Sløkkilið, Bursatangi - Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera
18:15-21:00
Tórshavnar Musikkskúli, Posthúskjallarin - Tórshavnar Musikkskúli 2015! Tónleikakafé, framløgur og kjak. Musikkskúlanevndin skipar fyri
19:00-23:00
TUTL, Glade Hjørn - Kl. 19 Føroyskur dansur við Havnar Dansifelag. Kl. 22 Útgáva - Byrta við Guðrið Hansdóttir
19:00-23:00
Fróðskaparsetur Føroya, Østrøm - Kunning um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum. Skipað verður fyri ymiskum framsýningum og framførslum
VisitTórshavn
Tourist Information Centre for Tórshavn www.visittorshavn.fo
MENTANARNÁTTIN 7. juni 2013 19:00
Havnar kirkja - Akkordeontónleikur við næmingum frá Tórshavnar musikkskúla
19:00
Føroya Ferðaleiðarafelag, Vaglið - Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Byrjað verður við Kunningarstovuna
19:00
Føroya Landsbókasavn - “Ummæli av føgrum bókmentum”, á skránni verða fyrilestrar, kjak, framsýning og tónleikur
19:00-22:00
H.N.Jacobsens Bókhandil, Vaglið - Gl. Bókhandil hátíðarheldur 100 ára føðingardagin hjá sangdýrgripinum ”Songbók Føroya fólks”. Í tí sambandi hevur Gl. Bókhandil bjóðað ymiskum kórum oman í Bojsensgarð til eina lítla kórmaraton. Seks kór fara at framføra sangir úr Songbók Føroya fólks. Kl. 19 Kór syngur. Kl. 19:30 Tórshavnar Manskór syngur. Kl. 20 Xperiment syngur. Kl. 20:30 Tórshavnar Kamarkór. Kl. 21 Havnar kórið
19:00-22:00
Odd Fellow, Grønlandsvegur 56 - Loge F1-Ambólturin hevur opið hús
19:00
Summartónar Mentanarkvøld, Sjónleikarhúsið - Tónleikur við Hjuler, Yggdrasil og Kvonn. Filmurin “Summarnátt” verður vístur umframt matur og føroyskur dansur. Kostnaður kr. 350,-
19:00-21:00
Tilhaldið, Tórsgøta - Filosofiskt upplegg, Jógvan D. Hansen, heimspekingur. Øll eru vælkomin
19:00-21:00
Tryggingarfelag Føroya, Kongabrúgvin - Opið hús á Kongabrúnni fimta árið á rað. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Tórshavnar Kamarkór syngur kl. 19:30 og kl. 20 er mótasýning við Shisa Brand og Sirri
19:00-23:00
Fjallabjarging, Bursatangi/Skansin - Høvi verður at luttaka í bjargingarroyndum, síðing og klatring
19:00-22:00
Stephanssonshús - Framsýning við tekningum hjá Bárður Oskarsson
19:00-21:00
Føroya Rættur, C. Pløyensgøta - Opið hús. Kl. 20 og kl. 21 er møguleiki at uppliva ein pallsettan rættarfund, avmarkað pláss.
20:45
Stefnir, Vaglið - Manskórið Stefnir úr Íslandi og Jógvan Hansen syngja á Vaglinum
19:00
Kongabrúgvin - Tónleikur við Stórband, Xperiment og øðrum góðum rútmubólkum úr Tórshavnar Musikkskúla
19:00
Dr. Jacobsensgøta - Tórshavnar Brass Ensemble spælir
19:00
Listastovan, Áarstova - Søluframsýning hjá Hergerð Joensen. Fernisering verður kl. 19
19:00
Føroya Landsbókasavn - Ummæli av føgrum bókmentum. Á skránni verða fyrilestrar, kjak, framsýning og tónleikur. Kinna Poulsen, ummælari, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur og Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, fara at halda hvør sín fyrilestur. Gunnar Nolsøe verður orðstýrari. Aftaná fyrilestrarnar verður kjak. Síðani verður møguleiki at hyggja at framsýningini, sum m.a. fer at vísa eitt úrval av áhugaverdum ummælum úr bløðum, bókum og av netinum. Uni Debess fer at spæla og syngja
19:00
Leirlist, Varðagøta - Keramikk verkstaðurin og sølubúðin hjá listakvinnuni Guðrið Poulsen hevur opið
19:15
Felagið Tórshavn, gongubólkurin, Villingardalsvegur - Gongutúr oman Villingardalsvegin og Gundadal í miðbýin
VisitTórshavn
Tourist Information Centre for Tórshavn www.visittorshavn.fo
MENTANARNÁTTIN 7. juni 2013 20:00 20:00 og 21:00 20:00-22:30 20:00 20:00-23:00
Havnar kirkja - Urgutónleikur við næmingum frá Tórshavnar musikkskúla Landsstýrið, Tinganes - Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað í Sethúsunum, Portogalinum og í Pakkhúsinum á Sælingahellu. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd Thingsites Project, Munkastova - Fornting í Norðurhøvum. Tinganes tá og í framtíðini Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur - Heiðrik á Heygum sýnir fram filmin ”True Love” kl. 20. Ókeypis atgongd. Simme Musikkhús, L. Debesargøta - Livandi tónleikur
21:00
Simme Musikkhús, L. Debesargøta - Konsert við Una Debes
22:00
Simme Musikkhús, L. Debesargøta - Konsert við Marius
21:00
Ebenezer, Niels Finsensgøta - Konsert við Ebenezerkórinum og øðrum
21:00
Havnar kirkja - Livandi tónleikur við Lív Næs og Tróndi Enni
21:00
Mamacita, Hvonn - Jazzur við bólkinum Mamacita
22:00
Bragdið, Bank Nordik - Bragdið skipar fyri náttarrenning. Tvær rutur eru, 3,9 km og 7,7 km. Byrjað og endað verður við Bank Nordik
22:00
Havnar kirkja - Tórshavnar kamarkór v/ Bernhardur Wilkinson
22:00
Margarinfabrikkin, Tórsgøta - Konsert við Frank in a Phonebox
23:00
Margarinfabrikkin, Tórsgøta - Konsert við Guðrun & Bartal
00.00
Margarinfabrikkin, Tórsgøta - Konsert við Guðrið Hansdóttir
01:00
Margarinfabrikkin, Tórsgøta - Konsert við Lover Lover
VisitTórshavn
Tourist Information Centre for Tórshavn www.visittorshavn.fo