5 minute read
Fyrsti bilurin Í FØROYUM 100 ár
Hendan greinin er úr bóklinginum „Fyrsti bilurin 100 ár”, sum bilasølan Wenzel gav út fyrr í ár. Bóklingurin er ein fagnaður til bilin, varðarnar, bygdagøturnar, vegirnar, brúgvarnar, tunlarnar og havið og hevur nógvar áhugaverdar greinar um stóru menningina, ið er hend á júst hesum økjum seinastu 100 árini. Bóklingurin fæst ókeypis í bilasøluni hjá Wenzel í Havn
Tað er 6. mai 1922. Svart av fólki er komið saman niðri á Kongabrúnni at forvitnast. Tað er sum á ólavsøku. Tað hevði staðið í bløðunum, og fólk høvdu í fleiri dagar tosað um, at við DFDS-skipinum S/S Island skuldi ein bilur koma til Føroya.
Tað vóru havnarmenninir Júst Sivertsen og Johannes Olsen, sum høvdu keypt bilin gjøgnum maskinverkstaðin hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen. Teir høvdu havt maskinverkstað í Bøgøtu, men vóru nú fluttir í Quillingsgarð, skamt niðan frá Kongabrúnni.
Dimmalætting plagdi at hava nøvn á prominentum føroyingum og útlendingum, sum antin fóru av landinum ella komu til landið. Slíkt hevði sjálvandi eitt ávíst tíðindavirði, men tað var lítið aftur ímóti tíðindunum um, at ein bilur skjótt fór at koma í land niðri á Kongabrúnni.
Føroyingar, sum høvdu verið uttanlands, høvdu sæð ein bil áður. Í Danmark høvdu bilar koyrt síðani seinast í 1800-árunum, og á flatlondum vóru eisini jarnbreytir, sum vóru í hægri metum um aldarmótið 1900, enn bilar. Men tey fægstu í Havn høvdu nakrantíð verið uttanlands og høvdu tí ongantíð sæð ein bil í ‚livandi‘ líki. Tey høvdu lisið um bilar, onkur í donskum, men tey flestu í føroysku bløðunum, Dimmalætting, Føringatíðindum, Norðlýsinum ella Tingakrossi. Og hóast myndir í blýggjprenti fyrst í 1900-árunum vóru forkunnugar, so høvdu føroyingar eisini sæð myndir í bløðunum av bilum.
Forvitni hjá teimum hundraðtals fólkunum á Kongabrúnni henda seinnapart leygardagin
6. mai komst eisini av umdøminum, sum bilar høvdu fingið. Teir vóru ikki bara lukkan. Dømi vóru um samanstoytir, og at bilar loyptu ræðslu á hestar og onnur djór. Onkur visti eisini at siga, at bilar høvdu koyrt á fólk, sum doyðu av løstunum.
Millum forvitnu fólkini stóð ein afturhaldssinnaður unglingi. – Hvør hevur fingið tykkum upp á handa villmannin, helt hann bragdliga fyri. Næstan eingir vegir vóru í Havn um hetta mundið, so líkindini til motorferðslu vóru ikki av teimum bestu. Útlitini til at fáa vegir vóru heldur ikki av teimum bestu. Júst bóndi á Húsagarði ætlaði at fáa sær ein hestavogn og hevði fyri stuttum søkt kommununa um at fáa brúgv um
Stóradamm. Ein býráðslimur helt tá fyri, at ‚ – der bliver aldrig brug for Køretøjer i Thorshavn…‘ Island hevði kastað akker og lá nú á Eystaruvág. Eingin bryggja var á Kongabrúnni tá, so tað var ikki møguligt hjá stórum skipum at leggja at. Spenningurin var tí stórur millum fólkið um, hvussu bilurin skuldi koma í land. Lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at við Island henda túrin var danski verkfrøðingurin Bechgaard og einir 10 arbeiðsformenn, steinhøggarar og timburmenn, sum hetta summarið byrjaðu tað stóru havnarútbyggingina, soleiðis at tað kanska longu árið eftir fór at vera møguligt hjá stórum skipum at leggja at bryggju. Øll havnarbyggingin var ætlað at verða liðug í 1925. Verkfrøðingarnir eru nevndir við navni í Dimmalætting – saman við tíðindunum um fyrsta Ford-bilin. Ein av verkfrøðingunum er Hr. Johansen, sum kom við Island saman við konu og soninum. Hann var verkfrøðingur í Vandbygningsvæsenet og skuldi hava umsjón við havnararbeiðinum. Men Johansen skuldi eisini standa fyri at gera fleiri av vegunum í Havnini og aðrastaðni, so komandi bilarnir kundu koyra. Johansen búði á Hotel Djurhuus til nýggi bygningurin hjá Vand- og Bygningsvæsenet, V&B, á Skansavegnum varð liðugur.
Fergumenninir lógu klárir at føra fólk av skipinum móti skráanum, einum lítlum drátti, innan fyri Bursatanga. Island gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær, tí hetta var eitt guvuskip og hevði í dag helst verið eitt gott fyridømi fyri heimafrið.
Tey flestu fólkini vóru komin í land, og tørnið var nú komið til bilin. Við einum stórum damptrýstkrana varð bilurin lyftur av dekkinum um lúnningina og niður í ein prám ella jakt, sum hevði lagt at bakborðssíðu á Island.
Ein teirra, sum var á Kongabrúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922, var Oluffa Jensen, Luffa í Gongini í Havn. Hon var tíggju ára gomul, og í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996, segði Oluffa, at hon mintist hendingina væl, tí hon var systkinabarn Johannes Olsen, sum var annar av teimum, sum áttu bilin. Luffa og Johannes vuksu upp í sama húsi undir Kletti í Havn. Luffa fortaldi, at nógv fólk var komið saman henda dagin, tá bilurin var førdur í land á eini jakt. Árakað Trappuneystið var ein dráttur, soleiðis at lætt var at fáa stórar og tungar lutir í land. Við hendan skráa var jaktin løgd, og eftir plankum varð bilurin síðani skumpaður í land og niðan á brúnna.
Luffa minnist, at har var eingin, sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpaður niðan í Quillingsgarðin hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen.
Onkrar frásagnir eru um, at lastbilurin kanska var í trimum, tá hann kom í land, og at hann varð samlaður ella settur saman í Quillingsgarði. Sum tað sæst í lýsingum frá Ford og Wenzel hesi árini, var Ford T lastbilurin bara ein skrokkur við motori og róðri. Keyparin kundi so avgera, hvussu húsið og lastin skuldu síggja út, alt eftir hvat bilurin skuldi brúkast til.
Wenzel og Vilhelm umboðaðu tá mest bátamotorar og dugdu tí sjálvandi at fáast við motorar. Men ein bilur er sum kunnugt meira enn bara motorur. Og hóast bæði Wenzel og Vilhelm høvdu sæð bilar í Danmark, so er ivasamt, um teir høvdu roynt nakran bil sjálvir.
Ein danskari, sum æt William Planck, var komin til Føroya sum ferðandi handilsmaður í 1921. Hann hevði lært at koyra bil, áðrenn hann kom til Føroya, og hann lærdi teir fyrstu føroyingarnar at koyra. Tá høvdu bilarnir ikki elektriska starting, men máttu vindast í gongd við einum handtaki. Alt hetta hava maskinmenninir Wenzel og Vilhelm funnið út av teir fyrstu dagarnar, áðrenn Júst Sivertsen og Johannes Olsen yvirtóku bilin.
Bilurin var ein Ford T eitt-tons lastbilur. Í skrásetingini stendur hann at vera ein vørubilur, og hann var eisini mangan brúktur at koyra vøru og torv við. Men fyrst skuldu fólk fáa gleði av bilinum. Eigararnir gjørdu tríggjar benkur á lastina og pláss var fyri níggju ferðafólkum, sum sótu undir opnum himli.
Johannes Olsen var tann, sum fyrstur varð lærdur upp at koyra bilin, hóast talan ikki var um nakra autoriseraða koyrifrálæru. Men tað gekk skjótt. Bilurin var komin í land tíðliga seinnapartin leygardagin 6. mai. Og longu mánadagin streyk bilurin aftur og fram gjøgnum Havnargøtur, sum Tingakrossur málbar seg mikudagin 10. mai.
Men tað var ikki sum at siga tað at fáa bilin oman á Áarvegin, sum til tá bara hevði verið brúktur til hestavognar. Við Quillingsgarð millum Tryggingarfelagið og Amtmansgarðin er trongligt í dag, og har var eisini trongligt í 1922. Tað hevur verið sagt, at menn máttu lyfta hann upp aftan og snara runt, áðrenn tað var frítt at koyra oman á Áarvegin.
Og leygardagin 13. mai, eina viku eftir at hann var komin, stóð hesin stutti tíðindastubbin í
Dimmalætting:
Automobilen var hele Dagen i Gaar i travl Virksomhed med at befordre Passagerer. Ruten er foreløbig fra Boghandelen ‚niðan á Háls‘ og retur. Pris pr. Tur: Voksne 1 Kr., Børn 50 Øre. Der er hele Tiden en ganske overvældende Tilstrømning af Passagerer, og alting forløb uden mindste Uheld.