1 minute read
Søgan um Atlantic Airways
28. mars 1988 var dagurin, Atlantic Airways fyrstu ferð setti seg í Vágum. Hetta var ein hátíðardagur fyri føroysku tjóðina, sum nú fyri fyrstu ferð nakrantíð kundi fara á flog á føroyskum veingjum. Men stovnanin av flogfelagnum hevði tó verið alt annað enn løtt. Ein samanrenning av miðvísi, hepni og tilvild hevði gjørt dreymin hjá føroyingum um egið flogfelag til veruleika.
Eina løtu var ivi, um felagið fór at hóra undan. Men brádliga vendist gongdin, og ferðafólkatalið fór aftur at vaksa og er vaksið støðugt síðani. Virksemið í felagnum øktist, flogfør løgdust afturat flotanum, flogið varð til fleiri ferðamál, starvsfólkahópurin vaks, og felagið gjørdi fleiri stórar sáttmálar um leiguflúgving uttanlands.
í 2007/08 hevði Atlantic Airways sjey flogfør og tvær tyrlur í flotanum, og 277 ársverk vóru í felagnum. Tá ið farið var undir at leingja flogvøllin í Vágum í 2010, lat hetta upp fyri fleiri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum. British Aerospace flogførini vóru skift út við flogfør av slagnum Airbus. Og bert fýra mánaðir eftir, at flogvøllurin stóð liðugur, lendi fyrsta Airbus 319 flogfarið í Vágum í mars mánaði 2012.
Flogførini bøttu eisini munandi um bæði rutunetið og reglusemið til og úr Føroyum. Atlantic Airways var fyrsta flogfelag í Evropa at brúka nýggju og framkomnu navigatiónstøknina RNP AR 0.1.
Nýggju flogførini kundu eisini flúgva munandi longri enn tey gomlu flogførini, og føroyingar merktu tað longu sama summarið, tá ið fyrsta SÓL-rutan til Barcelona sá dagsins ljós.
Flotin hjá Atlantic Airways telur trý flogfør og tvær tyrlur. Í 1994 yvirtók Atlantic Airways rutuflúgvingina millum oyggjarnar frá Strandfaraskipum Landsins, og hesa uppgávu hevur felagið røkt síðani.
Í 2015 og 2016 vórðu gomlu Bell tyrlurnar í flotanum skiftar út við tvær spildurnýggjar og nýmótans AgustaWestland AW139 tyrlur. Tær eru bæði rúmligari og kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Hetta hevur stóran týdning, tí Atlantic Airways er partur av tilbúgving Føroya, sum merkir, at hvønn dag á árinum, alt samdøgrið, er ein tyrlumanning tøk og kann fara avstað í eini handavend.
Í desember 2016 fekk Atlantic Airways aftur eitt flogfar: ein spildurnýggjan Airbus A320. Í sambandi við, at nýggja flogfarið kom til Føroya, gjørdi Atlantic Airways av at geva flotanum nøvn. Flogfør og tyrlur eru nú nevnd eftir mætum, føroyskum listafólkum.
Flogførini eita William (Heinesen), Tita (Vinther) og Ingálvur (av Reyni), og tyrlurnar hava fingið nøvnini Sámal (JoensenMikines) og Ruth (Smith).