KRIS SKEIÐ 2016 Vilt tú mennast sum leiðari? Vilt tú duga at handfara truplar støður? Á KRIS skeiðnum lærir ein at veita hjálp innan fyri hóskandi karmar. Sum leiðari kann tað vera trupult at vita, júst hvat ein kann gera fyri at hjálpa børnum, ið hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Skeiðið leggur dent á at geva leiðarum førleikan at handfara børn, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Millum annað er fokus á at síggja tekin um, at barnið er úti fyri ágangi og hvussu orðaskiftið skal fara fram við barnið sjálvt og við avvarðandi. Skeiðsleiðari er Gvøðbjørg Vest. Nær og hvar Skeiðið verður leygardagin 16. Januar 2016 og er í fýra tímar, frá kl. 11.00 til kl. 15.00 í hølunum hjá KFUM á Hoydalsvegi 6 í Tórshavn. Tilmeldingarfreist og kostnaður Tilmeldingarfreistin til skeiðið er 20. Desembur 2015. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til info@skoti.fo við navni, føðingardegi, telefonnummari og skótabólki. Luttøkugjaldið er 100 kr.