Leiðslupatruljuskeið 2016 Hvat er ein leiðslupatrulja?
Leiðslupatruljan er samansett av patruljuførara og –hjálpara, liðhjálpara og –leiðara. Tað er tað stýrandi organið í skótaliðnum og tað er í leiðslupatruljuni, at avgerðir verða tiknar. Týdningarmikið er at fáa leiðslupatruljuna at vera væl virkandi í hvørjum einstaka bólki, so at skótaarbeiðið kann mennast. Á leiðslupatruljuskeiðnum sleppur tú sum luttakari at gerast dugnaligari sum ein partur av leiðslupatruljuni.
Hvar?
Skótadepilin á Selatrað
Nær?
22.-24. januar frá kl. 20.00 fríggjakvøldið til kl. 14.00 sunnudagin.
Ferðing?
Luttakarar skipa sjálvir fyri ferðing til og frá skeiðnum
Luttakarar:
Luttakarar eru allir patruljuhjálparar og –førarar, umframt liðhjálparar og –leiðarar. Tað er umráðandi, at leiðslupatruljan er so fullmannað sum gjørligt.
Kostnaður:
Skeiðið kostar 250 kr. og skal flytast á konto 9181-407.529.5 í seinasta lagi týsdagin 19. Januar 2016.
Tilmelding:
Tit melda tykkum til við at senda teldupost til info@skoti.fo. Upplýs navn, føðingardag telefonnummar og skótabólk. Fá liðleiðaran at samskipa tilmeldingina.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll á skeiðnum!
Hoydalsvegur 6
Postboks 1080
FO-100 Tórshavn
311075/751075
www.skoti.fo