Desember 2014
KFUM-Skótarnir í Føroyum
Hvat ger Landsnevndin HVAT SIGA ÚLVARNIR Hvat er ein góður leiðari?
KFUM skótarnir á Velbastað SJÓSKÓTAR Nær fara KFUM skótarnir í Føroyum á flot
INNIHALD Hesaferð SKÓTANÝTT er eitt blað fyri allar skótar í Føroyum. Og er útgivið av KFUM skótunum í Føroyum.
KFUM skótarnir í Føroyum Hoydalsvegur 6 FO-100 Tórshavn Tel 31 10 75 info@skoti.fo www.skoti.fo
Blaðstjórn Jóna Venned 311075 skotanytt@skoti.fo
02
HVAT ER SKÓTANÝTT
04
HVAT GER LANDSNEVNDIN
06
HVAT SIGA ÚLVARNIR
08
KFUM SKÓTARNIR Á VELBASTAÐ
11
EYSTUROYAR SJÓSKÓTAR
14
KOMANDI TILTØK
Hvat er hetta fyri nakað?
Hvat er hent og hvat stendur fyri framman
Hvat er ein góður leiðari
Eitt prát við Sáru Thomsen
Klárt at leggja frá landi
Hvat sker í 2015
09
06
04
JÓNA VENNED Greinar og tilfar Redaktørur
Arne D. Madsen Greinar og tilfar
01
MYND
Leyst at søkja Greinar og tilfar
MYND
Leyst at søkja Ummælir
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
HVAT ER SKÓTANÝTT SJÁLVANDI SKULU VIT EISINI HAVA EITT BLAÐ. OG HER ER TAÐ SO! SKÓTANÝTT er nýggja blaðið hjá KFUM skótunum í Føroyum. Blaðið skal veita øllum limum okkara tíðindi og undirhaldandi og upplýsandi tilfar. Miðja verður eftir at geva blaðið út 4 ferðir um árið. Alt eftir hvussu góð undirtøkan verður. SKÓTANÝTT verður fyri øll. Og øll sleppa at skriva í SKÓTANÝTT. Redaktiónin fer at gera sítt fyri, at vit røkka um alt landið og til allar aldursbólkar.
HVÍ Tað hendur ein rúgva í okkara skótaarbeiði, sum nógv av okkum ongantíð hoyra um. Og sum vit vildu ynkst at vit hoyrdu um. Eisini eru nógv sum ynskja, at deila teirra upplivingar og søgur við aðrar skótavinir kring landið. So hetta verur okkara felags talgilta blað, millum allar hinar miðlarnar á alnótini.
02
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
03
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
LanDsnevndin
Landsn
04
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Umsiting
Virksemi
Tekur sær av, at viðlíkahalda og reka ognirnar á Selatrað
Stendur fyri legum, og tiltøkum hjá samskipanini. S.s. DPK/LPK , riddaravenjingarnar og úlvalegan
“Trivnaður og útbúgving skal raðfestast høgt komandi tíðina.”
nevnd Tilfar og útbúgving Fyrireikar og skipar fyri skeiðum . S.s. Leiðarabyrjan, úlvaleiðaraskeið og leiðslupatrúljuskeið. Hevur eisini venjingartilfar undir hond.
05
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Ungdómsarbeiðið
PR og stuðlar
Arbeiðir við at skapa virksemi og karmar fyri ungar skótar og leiðarar kring landi.
Hevur ábyrgd av at ´sjónligera skótaarbeiði. Eisini at hjálpa til at finna stuðlar o.a. til arbeiði.
Hvat er ein góður leiðari Navn: Røskva Aldur: 8 ár Skótabólkur: Skótalið KFUM´s í Havn Hvat er ein góður leiðari: Anna er ein góður leiðari.
Navn: Iris Maria Aldur: 8 ár Skótabólkur: KFUM-skótarnir í Kvívík Hvat er ein góður leiðar: Allir leiðararnir eru góðir
Navn: Magnus Aldur: 8 ár Skótabólkur: Skótalið KFUM´s í Havn Hvat er ein góður leiðari: Ein sum lærir okkum nógv
Navn: Helgi Aldur: 7 ár Skótabólkur: Skótalið KFUM´s í Havn Hvat er ein góður leiðari: Hvat er ein góður leiðari: Ein sum lærir okkum nógv
Navn: Ina Isabella Aldur: 10 ár Skótabólkur: KFUMskótarnir í Kvívík Hvat er ein góður leiðar: Eg veit ikki
06
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Navn: Bárður Aldur: 8 ár Skótabólkur: Skótalið KFUM´s í Havn Hvat er ein góður leiðari: Ein sum lovar okkum alt
Navn: John Haakon Aldur: 7 ár Skótabólkur: KFUMskótarnir í Kvívík Hvat er ein góður leiðar: Babba er ein góður leiðari
FRÁ VIT HAVA FUNNI NØKUR SKILAGÓÐ VIDEO, MILLUM ØLL TEY MINNI SKILAGÓÐU Á YOUTUBE. SUM KUNNU VERA HENT Í SKÓTAARBEIÐINUM.
07
Eitt video sum vísur hvussu tú tendrar eld við einum hondborið. Eisini hvat tilfar ein skal hava klárt áðrenn.
Leitiorð: - How To Make A Fire Using Sticks Leinkja: - https://www.yout ube.com/watch?v= qJxpa9plCfs
Ein góð uppskrift til ordiligan grill mat. Við oksakjøt bacon og BBQ sós. So er bara at fara í gongd.
Leitiorð: - Bacon Steak Rolls by the BBQ Pit Boys Leinkja: - https://www.yout ube.com/watch?v =_pJ5b2ymqtk
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Lær at brýna eina øks á rættan hátt. So hon er klár til næsta patrúljutúr.
Her verur greitt frá hvussu man kann fáa eitt bála at halda leingi. Og hvat munurin er
Leitiorð: - Ray Mears - How to sharpen an axe Leinkja: - https://www.yout ube.com/watch?v =GfY8HY50dGU
Leitiorð: - Build A Long Lasting Campfire Leinkja: - https://www.yout ube.com/watch?v =pB71Vs-KQBg
KFUM skótarnir á Velbastað Mikudagin 1.oktober høvdu KFUM-skótarnir á Velbastað sín allarfyrsta úlvafund. Skótar hava aldrin verið á Velbastað áður, so hetta var ein stórur dagur bæði fyri KFUM-skótarnar í Føroyum og fyri bygdina Velbastað. Vit hava tosað við stigtakaran og bólkaleiðaran hjá KFUM-skótunum á Velbastað Sáru Thomsen. Allarfyrst hvør ert tú, hvussu leingi hevur tú verið skóti o.s.fr.? Eg eiti Sára Thomsen, eri 34 ár og av Argjum. Eg eri uppvaksin í eini familju við mammu, pápa og 4 børnum, har øll hava verið aktiv innan skótaarbeiðið. Pápi mín var SSB skóti í Klaksvík, tá hann var smádrongur og mamma mín var títlingur hjá KFUK skótunum í Havn. Harafturat var mamma mín sera aktiv sum foreldraumboð hjá KFUM skótunum á Argjum.
Fyrstu ferð eg gjørdist skóti var eg 8 ára gomul, tað var í Aalborg, Danmark hjá einum skótabólki, sum var limur í De danske baptist spejdere. Eg gjørdist skóti á Argjum tá vit fluttu heim í 1990. Leiðari gjørdist eg fyrstu ferð sum 16 ára gomul, tá varð eg fyrst liðleiðari hjá yngra úlvaliðnum á Argjum og hevði m.a. Jónu Venned sum úlvaunga Seinni gjørdist eg skótaleiðari og bólkaleiðari fyri skótarnir á Argjum. Eg havi luttikið á nógvum góðum og gevandi legum m.a.: Summarlega á Selatrað 1993, Norðurlendskt PF-skeið á Selatrað 1994 og 2003, Jamboree í Hollandi 1995, Liðlegu við skótunum á Argjum í Noreg 1997, Norðurlendsk Senior/ranger lega í Suðuroy/Selatrað 1998, Grøn framtíð á Selatrað 1999 og so nógvar aðrar bæði lið- og bólkalegum, LPK og DPK osv. Havi tikið øll skeið, ið eg havi kunnað og tók á sumri 2010 Smæru/Gilwell skeið. So eg kann ikki annað enn siga at skótalívið hevur fylgt nógv í mínum lívið og tað eri eg sera glað fyri! Hví valdi tú at stovna ein skótabólk á Velbastað? Fyri uml. 3 árum síðani keypti sjeikurin og eg eitt grundstykki á Velbastað og líka síðan tað, hevur ein tanki um at stova skótar har verið í mínum høvdi. Somuleiðis eiga vit tveir dreingir, ið eg hugsi bara hava gott av at gerast skótar. Teir kunnu sjálvandi gerast skótar í KFUM í Havn, men mín hugsan hevur alla tíðina verið, at Havnin er somikið stór at vit sagtans kunnu hava fleiri skótabólkar.
08
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Ein onnur orsøk er at eg fegin vil geva aftur til samfelagið. Ein klókur persónur segði einaferð, at vit fáa so nógv frá samfelagnum: Skúlagongd, SU undir útbúgving, læknaviðgerð osv, so hví ikki geva eitt sindur aftur. Hetta er so m.a. mín máti at geva aftur. Tað at vera skóti ávirkar okkum sum menniskju og vit læra at taka atlit bæði til okkum sjálvi og onnur. Vit læra at sýna hjálpsemi og at hava virðing fyri okkara medmenniskjum og at fara um náttúruna við fyriliti. Sum skótar læra vit at gerast góðir samfelagsborgarar. Persónliga havi eg fingið og fái enn nógv burturúr at verða skóti, mínar bestu vinir havi eg fingið við at vera skóti og ynski eg tískil eisini at onnur skulu hava sama møguleika. Velbastaður er ein vaksandi býlingur við nógvum barnafamiljum. Miðalaldurin fyri mannfólk er 29,7 og fyri kvinnur 35,2. Har eru 22 børn undir skúlaaldur og 45 í skúlaaldri (0-16 ár) somuleiðis eru eisini fleiri børn í Kirkjubø so gott potentiali var at fáa stovnað ein skótabólk. Eg veit hvussu tað er at verða limur í einum so at siga lítlum skótabólki har øll kenna hvønn annan, soleiðis var tað hjá skótunum á Argjum, tá eg var skóti. Har var eitt væl fungerandi bólkaráð, nógvir dugnaligir leiðarar og ein rúgva av børnum – Tað er mín vón at skótarnir á Velbastað kunnu koma at fungera líka væl sum tað gjørdi á sinni á Argjum.
Hvussu hevur gingist Tað hevur gingist væl. Orsøkin er, at vit longu eru fleri, ið mynda skótabólkin. Áðrenn eg fór í gongd við at kanna møguleikan fyri at fáa sett ein skótabólk á stovn á Velbastað, tosaði eg við Jan á Argjaboða, ið býr á Velbastað. Eg segði sum var, at eg ætlaði at stovna ein bólk har og ynskti at fáa hann í bólkaráðið og um hann var áhugðaður í tí – tað var hann Ein annar góður styrkur er Jesper Svenningsen, ið býr í Kirkjubø. Hann hevur verið bláur skóti í Danmark í nógv ár og hevur nógv gott at bjóða uppá!
09
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Tað byrjaði við einum kunnandi fundi fyri øll áhugað í Kirkjubø, Velbastað, Syrðadali og Norðasta Horni, eitt bræv varð latið í hvønn postkassa. Fundurin varð hildin og avgjørt varð, at í fyrstu atløgu er møguligt hjá børnum í 1-3 flokki at gerast skóti. Vit møtast hvønn mikudag kl 17-18 í Sólarmagn og uml. 10 børn hava verið hvørja ferð, tó hava 17 børn verið onkran dag. Tann 3. desember høvdu vit okkara fysta hugnakvøld fyri úlvum og foreldrum, hetta var samstundis avslutningur fyri árið í ár. Á fundinum varð lagt upp til at fáa foreldraumboð til eitt komandi bólkaráð og tað gekk lætt. Trý foreldur bjóðaðu seg fram so nú er klárt at fáa skipað bólkaráðið í januar 2015. Hvat hava tit gjørt Vit hava arbeitt nógv við søguni um Mowgli. Úlvarnir hava m.a. hoyrt tá Mowgli varð tikin við í úlvaflokkin og tey hava gjørt eina flotta plakat yvir frumskógin. Til hugnakvøldið høvdu tey vant tvær stuttar framførslir: Tí stóru úlvaheilsanina og sangin Mowgli veiðir og til hetta høvið høvdu tey gjørt hvør sína úlvamasku. Vit hava eisini arbeitt eitt sindur við Úlvaroyndini, lært nakrar knútar, hoyrt um Merkið og lært at tekna tað við røttum mátum og verið á postarenning. Tá Smáskótadagurin var í Kollafirði luttóku 9 úlvar og 2 leiðarar frá Velbastað Hava tit verið á nakrari legu Nei, ikki enn. Men vit ætla okkum á eina úlvalegu fyrst í næsta árið og so ætla vit á eina bólkalegu eisini. Hvørjar ætlanir hava tit framyvir Sum nú er hava vit havt 7 fundir og mestsum bara verið inni. Hetta skildast m.a. vánaligt veður, men eisini tí vit hava arbeitt nógv við Mowglisøguni og gjørt klárt til hugnakvøld. Tá várið kemur, ætla vit at verða meira úti og ætla at verða ein mynd í bygdini. Úlvarnir tosa nógv um at sleppa at telgja, brenna bál, renna á postarenning osv, so tað er heilt sikkurt nakað vit fara at gera meira av í framtíðini.
Vit ynskja KFUM-skótunum á Velbastað góða eydnu, og vóna at frætta meira frá teimum í framtíðini
10
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Eysturoyar Sjóskótar KFUM-skótarnir í Føroyum eru í gongd við at stovna ein sjóskótabólk á Eysturoynni, vit hava fingið eittskriv frá stigtakaranum: Tað var ein dagin at landsnevndin spurgdi, um vit høvdu hug at stovna ein sjóskótabólk. Tað hildu vit vera eitt gott hugskot, og fóru beint í gongd við at fáa hetta í lag. Vit funnu skjótt 15 ung fólk úr Eysturoynni, ið høvdu hug at gerast skjóskótar, summi vóru skótar áðrenn, og nógv tey flestu eru nýggir skótar. Vit hava havt nakrar skótafundir, og eru spakuliga komin í gongd við at seta okkum mál fyri hvat vit ynskja okkum at fáa burturúr sjóskótaliðnum. Endamálið við sjóskótum, er at kunna tey ungu um sjógvin og alt ið hevur við sjógvin at gera. Tað kann millum annað vera, hvussu man skal sigla ein árabát, hvussu havið rekur runt um Føroyar, um navigatión og so mangt annað. Í 2015 er ætlanin at vit byrja við at kunnað tey ungu um reglar, vitan og trygd áðrenn tey veruliga sleppa at seta fótin í ein bát og loysa frá landi. Har er tað sera umráðandi at tey eru klár og hava ta vitan, ið er neyðug at duga umborð á báti. Í mars er ætlanin at vit fáa ein seglbát, sum ein patrúlja fær sum sín heimstað, t.v.s ístaðin fyri eitt patrúljurúm, fær hvør patrúlja ein seglbát. Vit vóna at, hetta fer at ganga sera væl, og vit er sera spentir uppá tað. og vóna at undurtøkan verður góð. Nýggir limir eru altíð vælkomnir. Við Skótakvøðu Leiðslan Bogi F. Christiansen, Jann Sigurdsson og Kristian Dalsá
11
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Leiðararnir hjá sjóskótunum. Jann Sigurdsson, Kristian Dalsá, Bogi F. Christiansen
Vit hava tosað við nakrar av sjóskótunum. Vit spurgdu tey: 1 - Hví komst tú uppí sjóskótar? 2 - Hvat væntar tú av sjóskótunum? 3 - Hvat ert tú mest spent/ur uppá? 4 - Hví vilt tú viðmæla øðrum at koma uppí sjóskótar?
Bárður Johannesen, 17 ár - saltangará. 1 - Tí at tað ljóðaði áhugavert, og eg slapp at royna okkurt sum eg vanligt ikki sleppi at royna. Eisini tí at eg vildi royna okkurt nýtt. 2 - Eg vænti at tað verður spennandi og læruríkt. 3 - Eg eri mest spentur uppá at sleppa út við bátinum í summar. 4 - Eg vil viðmæla øðrum at koma til sjóskótar, tí at tað er læruríkt, eisini hoyrir sjólívið til mentanina hjá okkum, har tað vísir seg at áhugin hjá okkum ungu minkar.
12
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Torkil J. Poulsen, 14 ár - Leirvík 1 - Tí at mær dámar væl at vera til sjóss, og sjóskótar ljóðaði spennandi. Eg havi veri skóti, men so bleiv eg eitt sindur troyttur av tí, men so kom sjóskótar til og so fekk eg áhugan aftur. 2 - Eg vænti at tað fer at vera ómetaliga spennandi, tí at vit fara út at sigla við seglbátið saman við patruljuni og hugna okkum, so rokni eg við at vit eisini fara at læra um streym og at lesa kort. 3 - Eg eri sera spentur uppá at sleppa út at sigla við seglbátinum. 4 - Eg vil ráða øllum til at fara til sjóskótar, tí at tað er stuttligt, spennandi og sera læruríkt.
Sóley Mikkelsen 17 ár – Runavík 1 – Eg kom uppí sjóskótarnar, tí tað ljóðaði áhugavert, at man kann síggja eitt nýtt sjónarmið av skótunum nemliga at læra um sjógvin. 2 - At man lærir um hvussu man brúkar ein bát, hvussu sjógvurin er, hvussu man ger í neyðstøðu, og vanligt skótaarbeiði. 3 - Teir upplivingar man fær við einum báti, samanhaldi við patruljuni, liðnum, og eisini lærdómin. 4 - Tí at so kunnu onnur síggja hvussu lívið í sjónum er, hvussu man arbeðir í patruljum og sum eitt lið.
13
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Petur Fuglø 17 ár Leirvík 1 - Eg fór tí at tað var ikki so seriøst hjá ungsdómsskótunum, so hugsaði eg lat meg prøva sjóskótar, vita um tað verður eitt sindur meira seriøst. 2 - Í fyrstuni verður tað sikkur óseriøst, men so fara vit at uppbyggja sjóskótar allir sum ein, men tað skal nokk fara at vera spennandi, í øllum førðum nú tað eru bara eitt sjóskóta lið. Vit skullu nokk fáa tað spennadi og stuttligt. 3 - Eg eri spentur at finna útav um hetta fer at ganga, og serliga nú tá vit fara út á sjógv. So Bogi, Jann og Kristian eg gleði meg massar 4 - Eg vil viðmæla øðrum at koma uppí, tí hetta er nakað nýtt sum eingin hevur prøva í føroyum fyrr, og so fær man møguleikan at læra, og at vera úti á sjónum. Kanska eru rættuliga nógv sum dáma at vera á sjónum og eisni læra um segl skip. Og fyri at fáa fólk at siga tað víðari til onnur. So hettar kemur kanska at verða kent um Føroya land. Eisini tí vit eru ikki so rættuliga nógv í sjóskótunum sum nú er.
Komandi tiltøk
9-11 Januar - Úlvaleiðaraskeið Úlvaleiðaraskeið verður á Selatrað. Skeiðið er fyri allar leiðarar, nýggjar sum royndar. Nú eru nøkur ár síðani síðst,og hava vit tí eina rúgvu á skránni til gamans og álvara. So kom og tak kanska ein vin við :D
23-25 Januar – Leiðslupatrúljuskeið Leiðslupatrúljuskeið verður á Selatrað. Skeiðið er fyri PF, PH og Liðleiðarar og liðhjálparar. Best er um Leiðslupatrúljan luttekur samlað.
6-7 Februar - Leiðarastevna Leiðarastevnan verður í ár á Selatrað, her møtast leiðarar úr øllum Føroyum. Landsnevndin greiðir frá um landsarbeiði, eisini verða fleiri kjakuplegg.
22 Februar - Hugsunardagur 22 februar er altjóða hugsunardagur hjá skótarørsðluni. Flestu skótabólkar fara í kirkju hendan dagin.
14
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
13-15 Februar- Fyrireikingarlega til jamboreeina Allir skótarnir sum skulu við á Jamboreeina í Japan á sumri 2015 møtast til fyrireikingarlegu í Vági.
6-8 Mars – Gilwell Byrjunarvikuskifti Allir leiðarar sum ætla sær at taka Gilwell skeið í summar 2015, møtast fyrstu ferð til Byrjunarvikuskifti
12 Mars – Grækarismessa 12 Mars er Grækarismessudagur, hann verður vanliga hátíðarhildin tann sunnudagin sum er tættast, í ár er tað 15 mars. Grækarismessa verður hátiðarhildin hvør sær í bólkunum.
20-22 Mars – DPK DPKin verður vikuskifti 20-22 mars. DPKin er undankappingin til til LPK.
Tilmelding til øll tiltøk fer fram á info@skoti.fo Vitja okkum á https://www.facebook.com/kfumskotar og les meira um tiltøkini
15
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Myndafrásøg føðingar
16
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
gn frá 75 ára rdegnum
Gamlir sum ungir skótar fregnast á um tilfar, sum er savna gjøgnum tey 75 árini.
17
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Hugsko
Her er ein vegleiðing til hvussu tú gert tær tín egna kopp burturúr vanligum pappírið. Nr. 1. Tak eitt A4 ark, og klipp av tí so tað er kvadratiskt sum á myndini 2-3. Legg pappírið í helvt. Nr. 4. Bukka niðara vinstra hjørn, upp til miðjuna. Nr. 5 vend við og ger tað sama við hitt niðara hjørnið. NR. 6 Bukka tann ovara endan niður. Nr. 7 vend við og ger tað sama hesumegin. Nú hevur tú ein kopp sum tú kanst nýta í minsta lagið tvær ferðir.
18
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
otssíðan Í Føroyum hava vit sum oftast ikki nóg nógvan kava til at byggja eina igloo, men her er eitt hugskot til hvussu tú kanst byggja eina igloo uttan alt ov nógvan kava, tær nýtist bert, nógvar tómar mjólkapakkar, vatn, og fruktfarvu (um tú vilt hava ein farvuríka igloo) 1. Tøm mjólkapakkarnar og fyll teir við vatni, koyr fruktfarvu í vatni fyri at fáa ymsar litir. 2. Koyr teir í frystiboksina og bíðja eftir at vatni frystur. 3. Dagin eftir tekur tú pakkarnar úr og og klippir teir av. 4. Nú kanst tú byggja eina igloo við at leggja teir frystu vatnblokkarnar omaná hvønn annan, blanda eitt sindur av kava og vatni saman, og legg ímillum hvønn vatnblokk. 5. Góðan arbeiðshug
Hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt hava við í blaðið, send mail til skotanytt@skoti.fo
19
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Seinast eitt leiðslupatrúljuskeið varð hildið, var í 2005, so nú er tíð at eitt nýtt skeið verður hildið. Skeiðið verður á Selatrað 23-25 Januar. Skeiðið er fyri allar patrúljuførar, patrúljuhjálparar og leiðarar. Á Skeiðnum seta vit fokus á leiðsluna í tínum liði. Hetta skeiðið er eitt must fyri allar leiðslupatrúljur í Føroyum. So kom við Tú meldar teg til við at senda mail til info@skoti.fo
20
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014
Í Blaðnum næstu ferð Skótarnir snakka um hvørji merkir teir hava og hvørji teir ætla at taka næst.
NÝTT FRÁ SELATRAÐ - Nýtt virksemi - Nýggja heimasíða - Hvat hendir í 2015
HVÍ? Hvat er so feitt við eini forðarenning
Altjóða skótaarbeiði Fyri teg
21
SKÓTANÝTT DESEMBER 2014