Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum — 100

Page 1

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum


100

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum

Útgivið í 2020 av Samstarvinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum Sankt Annæ Plads 30 1250 København K Danmark +45 3315 1555

Ritstjóri Journalistur Marianne Bom, www.publicer.dk

Sniðgeving Maria Frimann Storm og Mathias Nygaard Justesen, Dansk Sygeplejeråd

Umseting Summa Linguæ

Prent Føroyaprent / 1250 eintøk Svanamerktur prentlutur 541 705

Copyright © Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum, rithøvundarnir og mynda­ fólkini, sum eru nevnd í útgávuni. Tað er ikki loyvt at endurgeva greinir og myndir í øðrum sambandi uttan so, at serlig av­ tala er gjørd við copyright-havararnar. ISBN: 978-87-7266-702-7


100 ár við norðurlendskum svanum

S

amstarvið hjá sjúkrarøktar­ frøð­ing­um í Norðurlondum, SSN, h ­ evur nú 100 ár á baki. Í september 1920 hittust samfullir 1.000 sjúkra­røktarfrøðingar úr Norðurlond­um í Keypmannahavn og settu á stovn SSN. Tað er merkisvert, tá hugsað verður um ferðing tá á døgum. Eins merkisvert er tað, at SSN framvegis er ein stórur og sterkur fel­ ags­ skapur, sum í dag hevur til­ sam­ ans 340.000 sjúkrarøktarfrøðingar úr teim­um seks norðurlondunum undir sínum veingja­ breiði. Í sambandi við føðingardagin hev­ ur SSN tikið stig til at geva út henda bók­ling­ in, sum lýsir søguna um teir fimm norður­ lendsku svanirnar, sum nú eru vorðnir seks í tali, eftir at føroyska sjúkrarøktarfrøðife­ lagið kom uppí í 1998. Les um, hvussu Samstarvið hjá sjúkra­ røktarfrøðingum í Norðurlondum varð til, og hvussu felagsskapirnir hjá sjúkrarøkt­ ar­frøðingum í Norðurlondum seinastu 100 árini hava samstarvað um tey fýra yvir­skip­ aðu málini hjá SSN: • Betri útbúgving • Betri løn og arbeiðskor • Betri leiðslu á heilsuøkinum • Meira sjúkrarøktarfakliga gransking. Vit hava valt at seta sjóneykuna á sjúkra­ røktarfrøðingalív í Norðurlondum í 2020. Hvussu sjúkrarøktarfrøðingar í teim­ um seks londunum – við sama útgangs­støði,

men á heilt ymiskum økjum – geva sítt íkast bæði til samfelagið og til somu mál­ini sum SSN. Tú fert at vitja ein heilsufrøðing í eini lítlari føroyskari bygd, lesa um ar­beið­ ið fyri at varðveita starvsfólkini á einum stór­um sjúkrahúsi í Keypmannahavn, læra um hátøkni í eldrarøktini í Vesturnoregi, simu­latiónsvenjing á høgum altjóða støði í Ís­landi, serkøna víðarikomna sjúkrarøkt í ein­um heilsudepli í Finn­landi og at ­frætta um eina leiðarayrkisleið á universi­ tets­ sjúkra­húsinum í Stockholm. Greinirnar eru dømi um arbeiðslív hjá einstøkum sjúkrarøktarfrøðingum og vísa eitt sindur av tí risastóra margfeldni, sum sjúkrarøktarfrøðin hevur fyri okk­um sjúkrarøktarfrøðingar og samfelagið. Tær vísa somuleiðis, at vit saman eru kom­ in langt á leiðini innan fyri útbúgving, gransk­ ing og menning av heilsuøkinum. Eitt eyðkenni, sum øll londini hava til fel­ ags, er stoltleikin av yrkinum og menning­ ini – men tíverri at tað vantar í, tá kemur

til lønarviðurskifti, sum eru eitt av teim­um nýggjastu evnunum, sum SSN í felag hevur sett sjóneykuna á politiskt. ’Norðurlendskir felagsskapir, undir hes­ um sjúkrarøktarfrøðingarnir, hava eina serstøðu í Europa, tá talan er um lima­tal og ávirkan í altjóða samfelagnum’. Tað skrivaði táverandi forkvinnan fyri SSN, Kirsten Stallknecht, í fororðinum til 75 ára føðingardagsritið hjá SSN. Hesi orðini eru framvegis galdandi. Vit duga at skipa okkum, so vit standa sterkt bæði í landinum og á norðurlendskum støði, og tað hevur merkt, at sjúkrarøktarfrøðingar­ nir í Norðurlondum hava havt og framvegis hava sera stóra ávirkan. Í einstøku lond­ unum, á norðurlendskum støði og í altjóða høpi, har vit eru høgt í metum. Latum okkum standa saman um hesa linjuna, so teir seks norðurlendsku svanir­ nir eisini í framtíðini fara at hava eitt vak­ urt flog við stórari ávirkan. Vinarliga,

GRETE CHRISTENSEN Forkvinna í SSN

GUÐBJÖRG PÁLSDÓTTIR Stýrislimur SSN

NINA HAHTELA Stýrislimur SSN

SINEVA RIBEIRO 1. næstforkvinna í SSN

ÓLUVA I GONG Stýrislimur SSN

LILL SVERRESDATTER LARSEN Stýrislimur SSN

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

3


Innihald 5 Bertha Wellin, Henny Tscherning og Bergljot Larsson vóru sum forkvinnur fyri svensku, donsku og norsku sjúkrarøktarfrøðingarnar við til at stovna Samstarvið hjá sjúkra­ røktarfrøðingum í Norðurlondum í 1920. Teir finsku sjúkrarøkt­ arfrøðingarnir vóru eisini við, og teirra felags mál vóru betri útbúgving, styttri arbeiðsdagur og betri løn og pensjón.

22 Þorsteinn Jónsson hevur havt ein lyklaleiklut í menningini av simulatiónsund­ irvísing í Íslandi. Eftirgjørdir sjúklingarnir vinna frama í útbúgvingini av sjúkrarøkt­ arfrøðingum og eru eitt gott ískoyti til klinikkundirvísingina. 4

10 Hanne Nygaard hevur sum deildarleiðari á einum sjúkrahúsi í Keypmannahavn átikið sær leiðsluábyrgd og hevur betrað innleiðsluna av nýggjum starvsfólkum. Soleiðis eydnast at varðveita nýútbúgvin í starvinum.

26 Tove Larsen er ressour­ susjúkrarøktarfrøðingur á norska vesturlandinum, har tað hevur eydnast at taka vælferðartøknina í nýtslu við ágóða fyri bæði borgarar og samfelagsbúskap.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum — 100 ár

14 Päivi Mähönen úr Espoo nær við Helsinki hevur alt arbeiðslívið lært meira. 50 ára gomul nam hon sær nýggjar førleikar, og í dag kann hon útskriva heilivág og lætta um hjá læknunum í bráðmóttøkuni í einum heilsudepli.

18 Sólrun Foldbo er heilsufrøðingur í Føroyum, har kvinnurnar hava europeiskt met í at eiga børn. Sólrun Foldbo vónar, at ein nýggj broyting av útbúgvingini til heilsufrøðing og ein vón­a ndi betri løn fer at minka um trot­ ið á heilsufrøðingum.

30 Lena Berg er ein av teimum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum er klintrað upp bæði lønar- og førleikastigan við at granska og átaka sær leiðsluábyrgd. Hon er leiðandi sjúkrarøktar­ frøðingur á Karolinska Universi­ tetssjukhuset í Stockholm.

34 Tíðarlinja: 100 ár við Sam­ starvinum hjá sjúkrarøktar­ frøðingum í Norðurlondum.


100 ár

við felags norðurlendskari rødd Síðan byrjanina í 1920 stríddist Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum (SSN) fyri betri útbúgving, arbeiðskorum og løn til sjúkrarøktarfrøðingar. Á stovnandi fundinum vórðu trý ítøkilig krøv sett. Eitt teirra er framvegis ikki uppfylt. Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum — 100 ár

5

Tekstur MARIANNE BOM • Mynd DANSK SYGEPLEJEHISTORISK MUSEUM

Fyrstu oddakvinnurnar í SSN avmyndaðar heima hjá donsku forkvinnuni Henny Tscherning í 1920 (sitandi t.v.). Undir liðini á henni situr Sonja Koreneff, sum er varafólk fyri finsku forkvinnuna. Standandi frá vinstru Bergljot Larsson og Bertha Wellin, sum eru forkvinnur í ávikavist Noregi og Svøríki.


Í september 1920 lótu 1.000 sjúkrarøktarfrøðingar seg í hatt og frakka og fóru til Keyp­ manna­ havnar úr Noregi, Svøríki, Finnlandi og øðrum plássum í Dan­ mark. Dansk Sygeplejeråd hevði boðið teimum til “Det Første Nor­ diske Fællesmøde for Sygeplejer­ sker”, og innbjóðingin ljóðaði so­ leiðis: ”Hóast okkara endamál ikki eru stórar fyriskipanir og máttmikil framferð, so er tað ein markleys kensla av styrki í hesum, at vit eru ein savnaður hópur, ið strembar eftir somu málum”. Triðja dagin á fundinum sam­ tykti fundurin eitt felags arbeiðs­ grundarlag, sum eisini skipaði karmarnar fyri samstarvið. Alt rúm­aðist á einum pappírsarki - og fylti ikki stórt meira enn eitt nú­ tím­ans Tweet. Harvið var Samstarvið hjá sjúkr­ arøktarfrøðingum í Norðurlond­ um (SSN) veruleiki, og í 2020 verður 100 ára føðingardagurin hjá samstarvinum hátíðarhildin við einari ráðstevnu í Dan­ mark. Síðani eru feløgini hjá sjúkrarøktar­ frøðingunum í Íslandi og Føroyum komnir uppí, og nú eru 340.000 sjúkrarøktar­ frøðingar í Norðurlondum undir veingju­ num hjá SSN. “At tæna Gudi og menniskjum betur” Stigtakararnir eru langt síðani farnir hið­ ani. Men vit síggja framvegis myndigu og viljasterku eygnabráini á almennu myndini, sum varð tikin í 1920 heima hjá donsku for­ kvinnuni Henny Tscherning. Har standa tær í tátíðar væl vovnum klæðum, og á bringu­ 6

Upprunaliga skjalið, sum vísir, hvat teir 1.000 sjúkrarøktarfrøðingarnir samdust um at arbeiða fyri í 1920.

korini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á økjum, sum framvegis eru viðkom­ andi. Av stuttu skrivligu viðtøkuni frá 1920 sæst, at SSN skuldi virka fyri trimum málum: “1. 3 ára útbúgving sum minstakrav 2. Einari stytting av arbeiðsdeg­ num hjá sjúkrarøktarfrøðing­ unum 3. Einari meira einsháttaðari betring av løn og pensjón hjá sjúkrarøktarfrøðingunum”.

num bera tær eitt stórt runt merki við reyðhvítum borda: Atgongumerkið til fyrsta felagsfundin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tá í tíðini lýstu felagsfólkini yrkið sum eitt kall, eina uppgávu, sum sjúkrarøktar­ frøðingar ósjálvsøkið tóku upp á seg, tí teir høvdu eina sterka innari sannføring. Ætlanin við felagsfundinum var at “koma at kenn­ast og harvið læra at tæna Gudi og menniskjum betur”, stóð skrivað í innbjóðingini. Málið er gamalt, og myndin er gulnað. Tað var ein onnur tíð. Merkir tað, at upprunaligi tilverurætt­ urin hjá SSN er farin? Nei, tí umframt at “tæna Gudi og menn­ iskjum” vildu stovnararnir eisini betra um

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

Framvegis nógv til felags Hundrað ár seinni er nógv broytt í lívinum og virkinum hjá sjúkra­ røktarfrøðingum, men aðalmál­ ini hjá SSN í 2020 eru beinleiðis framhald av visiónunum frá 1920. Tvørtur um landamørk í Norður­ londum og í altjóða samanhangi, t.d. International Council of Nurses (ICN), arbeiðir SSN framvegis fyri góðum útbúg­ vingum og betri løn og arbeiðskor. Gjøg­ num árini hevur SSN harumframt viðtikið endamál um at fremja góðsku í leiðsluni av heilsuøkinum og um meira gransking. Í leiðsluni fyri SSN eru teir seks for­ menninir fyri sjúkrarøktarfrøðifeløgini. Í 2020 er Grete Christensen forkvinna í SSN og Dansk Sygeplejeråd, og hon heldur, at norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar framvegis hava nógv til felags. “Vit stríðast við at kalla somu dags­ skráum í øllum seks londum. Tað snýr seg um at fáa viðurkenning av yrkinum og um at fáa betri løn. Tað snýr seg eisini


um at varðveita og menna eina góða klin­ iska útbúgving og um at styrkja leiðsluna og sjúkrarøktarfakligu granskingina - alt hetta er við til at fremja heilsu,” sigur hon. SSN fremur hesi áhugamál við at ­ávirka politikarar í einstøku norðurlendsku lon­ dunum og í øllum Europa. Til dømis stríddist SSN fyri at varðveita eina sterka professiónsútbúgving, tá ein nýggj EUfyri­skipan í 2013 skuldi samtykkjast um “viðurkenning av vinnuligum førleikum”. Samstundis gevur SSN møguleika fyri sjúkrarøktarfakligum samstarvi tvørtur um mørk, og tá ið samanum kemur, ávirkar tað gerandisdagin í klinikkini, sigur forkvinnan: “Í felagsskapunum syrgja vit fyri, at tað ber til hjá sjúkrarøktarfrøðingum at hittast tvørtur um faklig evni á norður­ lendskum, europeiskum og altjóða stigi. Vitan verður skapt og deild og lekur út til praksis gjøgnum ymsu fakligu feløg og áhugabólkar okkara,” sigur hon. Útbúgving sum góðskumerki Grete Christensen er errin, tá hon minnist kvinnurnar, sum settu SSN á stovn.

“Tær vóru frálíkar. Hugsa um forðingar­ nar, sum tær máttu vinna á fyri at hittast í Keypmannahavn. Tað er nógv einfaldari hjá okkum at flyta okkum í dag, samskifta á alnótini og deila vitan,” sigur hon. Teir 1.000 sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í 1920 ta strævnu leiðina við tátíðar tokum, skipum og sporvognum. Á eini bólkamynd framman fyri danska tinginum lýsa treisku andlit teirra framvegis móti okkum. Tær komu, tær kjakaðust, og tær settu fram tey trý krøvini um útbúgving, styttri arbeiðstíð og betri løn og pensjón. Hvussu long tíð skuldi ganga, áðrenn krøvini vórðu gingin á møti? Tað fyrsta kravið um trý ára útbúgving varð í fleiri áratíggju umrøtt innanhýsis og viðgjørt politiskt. Eisini tá í tíðini var útbúgving tað góðskumerkið, sum skuldi lokka ung til yrkið og geva meira viður­ kenn­ing, betri løn og arbeiðskor. Tá tær í 1920 samdust um felagskravið um í minsta lagi trý ár, hevði Finnland júst sett á stovn eina trý ára útbúgving í 1919. Á felagsfundinum kjakaðust tær aftur og fram um, hvussu langa útbúgving tú skuldi

Nær fingu sjúkrarøktarfrøðingar uppfylt krøvini frá 1920?

Danmark

Finnland

Føroyar

Ísland

Noreg

Í minsta lagi trý ára útbúgving

1933

1919

1920* /1980**

1931

1948

Átta tíma arbeiðsdagur***

1946

1946

1948

1942

1937

Løn á sama støði sum í samanberandi yrkjum****

Ikke endnu

Ikke endnu

Ikke endnu

Ikke endnu

Ikke endnu

* Partur av útbúgvingini í Danmark ** Øll útbúgvingin í Føroyum *** Upprunalig orðing: “Ein stytting av arbeiðsdegnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum” **** Upprunalig orðing: “Ein meira einsháttað betring av løn og pensjón hjá sjúkrarøktarfrøðingunum” Keldur: Dansk Sygeplejehistorisk Museum og limafelagsskapirnir í SSN

hava fyri at kunna rópa teg sjúkrarøktar­ frøðing. Funnist varð at svensku sjúkrarøkt­ arfrøðingunum fyri at hava góðtikið eina útbúgving, sum vardi tvey ár, og innanhýs­is í SSN var í nógv ár ófriður um út­búgving­ arspurningin, hóast øll sum so vóru samd um kravið um í minsta lagi trý ár. Í 1986 mundi SSN farið í tvíningar av kjakinum um slag og longd av útbúgving­ ini, tá Norsk Sykepleierforbund kravdi eina broyting av svensku útbúgvingini, um tey skuldu viðurkenna góðkenning­ina til sviar, sum vildu arbeiða í Noregi. Men samstarvið yvirlivdi kreppuna. Li­ mafeløgini høvdu meira til felags, enn tey høvdu at vera ósamd um. Tað gingu 73 ár, fyrr enn svensku sjúkra­røktarfrøðingarnir fingu uppfylt út­ búgv­ingarkravið frá 1920. Í Svøríki varð sjúkra­røktarfrøðiútbúgvingin longd til trý ár í 1993. Til samanberingar hendi hetta í Danmark í 1933. Í Noregi í 1948. Men tað er eisini partur av søguni, at tað vóru trý ára útbúgvingar á sjúkrahúsum í fleiri londum, langt áðrenn almennu av­ gerðirnar um hetta vórðu tiknar. Frá 1899 góðtók Dansk Sygeplejeråd einans sjúkrarøktarfrøðingar við trý ára útbúgving, og í No­ Svøríki regi vardi fyrsta sjúkrarøktar­ frøðiútbúgvingin í Bergen trý ár ­longu frá byrjanini í 1908. 1993 Styttri arbeiðsdagur 1939 Innanhýsis í SSN í 1920 var eisini kravið um styttri ar­ Ikke beiðsdag eitt viðbrekið mál. endnu Semja var um, at vanligu vaktirnar vóru ov langar, tá tær vóru 12-14 tímar. Men samstundis var stór mót­

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

7


Luttakararnir á fyrsta felagsfundinum í SSN í 1920. Framman fyri danska tinginum.

støða ímóti átta tíma arbeiðsdegnum, sum altjóða arbeiðararørslan hevði barst fyri síðan 1889 og júst var um at fáa ígjøgnum í Norðurlondum. Í Keypmannahavn fingu arbeiðararnir átta tíma arbeiðsdag nakrar fáar mánaðir undan stovnandi fundinum hjá SSN. Men hetta var ikki galdandi fyri sjúkra­ røktarfrøðingar, og á felagsfundinum varð sagt, at um arbeiðsdagurin skuldi vera so stuttur, stríddi tað ímóti kallinum og etikkini. Trískiftisvaktir fóru at vera til ampa fyri sjúklingin, og um arbeiðið varð býtt upp, kundi hetta oyðileggja ar­ beiðsgleðina og fakliga áhugan, stendur í fundarfrásøgnini. Tá svaraði ein “pleygu­ 8

móðir” frá Blegdams-sjúkrahúsinum í Keyp­ mannahavn, Emma West, sum tók und­ir við átta tímum: “Ja, tað hevur altíð verið trupult hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at venja seg við nýggjar tankar, men her noyðast teir at gera tað.” Til hesa útsøgnina ljóðaðu mótmæli frá fundarfólkinum. Síðani hava sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum vant seg við tankan um niðursetta arbeiðstíð. I fimm av teimum seks Norðurlondunum eru meira enn helmingurin av sjúkrarøkt­ arfrøðingunum nú í parttíðarstarvi, uttan í Finnlandi.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

Men hvussu kundu tátíðar sjúkrarøkt­ arfrøðingar arbeiða so nógv? Tað ­kundu teir, av tí at teir vóru “giftir” við arbeiði­ num. Inntil miðskeiðis í farnu øld var vanligt, at sjúkrarøktarfrøðingar búðu á sjúkrahúsinum. Ikki fyrr enn aftan á s­ einna heimsbardaga, tá trot var á sjúkrarøktar­ frøðingum, varð tað viðurkent at sameina arbeiðið við hjúnafelaga og familju. Útbreiðslan av átta tíma arbeiðsdeg­ num fyri sjúkrarøktarfrøðingar í Norður­ londum vardi leingi. Fyrst kom hann til Noregs. Í 1937. Føroyingarnir bíðaðu longst. Til 1948. Men arbeiðsvikan var framvegis drúgv. Ikki fyrr enn í 1970’unum gjørdist vanligt í


Norðurlondum at arbeiða í fimm dagar og hava frí í tveir dagar. Løn og arbeiðskor Triðja kravið frá felagsfundinum í 1920 var “Ein meira einsháttað betring av løn og pensjón hjá sjúkrarøktarfrøðingunum”. Á hesum økinum hevur altíð verið full semja í SSN. Samstundis er tað tað einasta av teim­ um trimum upprunaligu krøvunum, sum ikki er uppfylt. Sambært SSN fáa sjúkra­ røktarfrøðingar í Norðurlondum fram­ vegis í dag ov lága løn í mun til aðrar yrk­isbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd.

Sjálvandi hava framstig verið. Fyri 100 árum síðani fingu sjúkrarøktarfrøðingar til dømis ein part av lønini útgoldna í vør­ um. Teir fingu mat og innivist. Hesari meginregluni fekk SSN av álvara bilbugt við, tá seinni heimsbardagi var av, og tað aftur bar til at hugsa um framtíðina. Í 1946 kravdi SSN, at sjúkrarøktarfrøðingar skuldu fáa løn eftir “bruttulønarmegin­ regluni”, sum varð roknað út frá einum átta tíma arbeiðsdegi og á sama støði sum hjá tænastumonnum. Nú skuldi vera liðugt at mótrokna mat og innivist í lønini. Men sambært seinastu SSN-frágreiðing um líkaløn frá 2018 eru sjúkrarøktarfrøðing­ ar framvegis afturúrsigldir. Í Norðurlondum er lønarmunurin umleið 20 prosent millum menn og kvinnur við útbúgvingum á bache­ lor­støði. Í yrkjum, har flestu starvsfólk eru kvinnur, t.d. hjá sjúkrarøktarfrøðingum, er lønin fýra fimtingar av lønarupphæddini, sum verður útgoldin í yrkjum, har flestu starvsfólk eru menn, hóast útbúgvingarstøðið er líka. Lønin og samráðingarstøðan hjá sjúkra­røktarfrøðingunum er ikki líka í øll­ um londum, men Grete Christensen sig­ur, at eitt rák hevur verið líka øll árini: “Tíverri er loysunarorðið tol, tá tú ar­ beiðir fyri at betra korini fyri sjúkrarøkt­ arfrøðingar. Í øllum Norðurlondum hava vit roynt at fingið betri útbúgving, viður­ kenning og harvið hægri lønarstøði. Kort­ ini eru vit væl lægri lønt enn tey yrkini, har flestu starvsfólkini eru menn. Eg haldi einastu loysnina vera, at stjórnirnar mugu játta meira pening til sjúkrarøktarfrøðing­ ar til tess at rætta skeivleikan,” sigur hon. Leiðsla og gransking Nýggjari øki, sum SSN setir sjóneykuna á, eru betri leiðsla og meira gransking. Bæði

fara at hava við sær eina betri góðsku á sjúkrarøktini og betri kor til sjúkrarøktar­ frøðingar. Sjúkrarøktargranskingin gjørdist part­ ur av endamálsorðingini hjá SSN í 1954. Í 1966 læt fyrsti sjúkrarøktarfakligi gransk­ ingarstovnurin í Europa upp í Finnlandi, og nøkur ár undan hesum hevði ein ar­ beiðsbólkur í SSN skotið upp, at samstarv­ ið skuldi geva út eitt granskingartíðarrit. Men fleiri áratíggju gingu við kjaki í SSN, áðrenn granskingin fekk høga raðfesting á dagsskránni. Í 1981 kom fyrsta útgávan av gransking­ artíðarritinum hjá SSN, “Vård i Norden”, og árið eftir skipaði SSN fyri fyrstu gransk­ingarráðstevnuni í Finnlandi. Í 2020 eru granskandi sjúkrarøktar­ frøðingar framvegis sjáldsamir í Norður­ londum. Fyri hvørjar hundrað sjúkrarøkt­ arfrøðingar hava ein ella tveir teirra eitt ph.d.-heiti. Altjóða samstarv Norðurlendska samstarvið hevur líka frá byrjan havt tilknýti til altjóða samstarvið í International Council of Nurses. Norður­ lendsku sjúkrarøktarfeløgini fingu hug­ skot­ið til SSN í frustratiónini um, at ICN lá bakk aftan á fyrra heimsbardaga. Ætlan­ in var tá - og er framvegis - at gera mun á altjóða støði, og SSN hevur havt stóra ávirk­an úti í heimi, sigur Grete Christensen. “Fólk lurta, tá norðurlendsku sjúkra­ røkt­arfrøðingarnir tala, av tí at vit eru væl fyrireikaðir og væl skipaðir. Tí eru nú norð­ urlendskir sjúkrarøktarfrøðingar í týðandi altjóða sessum. Vit hava slagkraft, og hana hava vit nýtt til frama fyri sjúkra­ røkt­ arfrøðingar og sjúklingar teirra úti í heimi, serliga í menningarlondunum.”

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

9


At spyrja er ein styrki ikki ein veikleiki 10

Danmark 


Hanne Nygaard, deildarsjúkra­ røktarfrøðingur á medisinsku móttøkudeildini á Bispebjerg Hospi­ tal í Keypmannahavn, er kvinnan handan innleiðslutilgongdina ”Godt i gang”, sum hevur givið nýsettum sjúkrarøktarfrøðingum sum Caroline Plum Olsen tryggleika og sjálvsálit.

F A K TA

DANMARK Tal av sjúkrarøktarfrøðingum 70.935 eru virknir á arbeiðsmarknaðinum. 3 % hjá statinum, 58 % hjá regiónunum, 24 % hjá kommununum og 15 % í privata geiranum. Útbúgvingarlongd 3 ½ ár. Løn og pensjón 34.044 DKK (4.556,76 evrur) um mánaðin í miðal til sjúkrarøktarfrøðingar í regiónum og kommunum, sum ikki eru leiðarar ella hava kandidatútbúgving. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 40.550 DKK (5.427,53 evrur), lægstlønti tíggjundaparturin fær 27.854 DKK (3.728,21 evrur). Harafturat er pensjónin 13,5514,18 % av føstu lønini (grundløn og ískoytum) og 3,75-5 % av viðbótum. Útbúgving av leiðarum 5,5 % av sjúkrarøktarfrøðingunum hava eina sjúkrarøktarviðkomandi leiðsluútbúgving á diplom- ella masterstøði. Gransking Færri enn 1 % av sjúkrarøktarfrøðingunum hava eitt ph.d.-heiti.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

11

Tekstur MICHAEL DYRING POULSEN og SUSANNE BLOCH KJELDSEN

F

yri trimum árum síðani hevði medi­ sinska móttøkudeildin á Bispe­ bjerg Hospital í Keypman­ nahavn stórar trupulleikar við at varðvei­ ta nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnar í ­starvi. Tveir av trimum nýútbúnir sjúkra­ røktarfrøðingar søgdu upp, áðrenn teir høvdu verið í starvinum í fýra mánaðir. Tað var ikki skynsamt, hvørki fyri tey nýútbúnu, starvsfelagarnar ella sjúkl­ ingarnar og deildarraksturin. Tí tók deild­ arsjúkrarøktarfrøðingur Hanne Nygaard stig til at menna eina nýggja innleiðslutil­ gongd fyri nýútbúgvin. Byrjað varð við einum royndarátaki í 2017, og tað riggaði so væl, at átakið gjørdist varandi frá mai 2018. Í dag byrja øll nýútbúgvin starvssetan­ ina við eini 24 viku langari innleiðslutil­ gongd ”Godt i gang”, og bara hvør tíggj­ undi gevst. Deildarsjúkrarøktarfrøðingur Hanne Ny­gaard bygdi upp tilgongdina saman við klinisk­um serfrøðingum. Hon bygdi ­nýggju

Mynd SØREN SVENDSEN

Fyri trimum árum síðani var trupult at varðveita teir nýút­ búnu sjúkrarøktarfrøðingarnar á medisinsku móttøkudeild­ ini á Bispebjerg Hospital í Keypmannahavn. Men so er ikki longur, tí deildarsjúkrarøktarfrøðingur HANNE NYGAARD tók leiðsluábyrgd fyri mentanini og innleiðsluni til arbeiðið.


FAKL IGT ÚTSÝNI Hanne Nygaard, deildarsjúkra­ røktarfrøðingur, Keypmannahavn Størsta avbjóðingin fyri yrkið ”At tosað verður um, at trot á sjúkra­ røkt­arfrøðingum kann loysast við at luta út sjúkrarøktaruppgávur til aðrar fakbólkar. Tað skapar ein tørv á, at tað verður skilmarkað meira týðiliga, hvat er sjúkrarøkt, og nær uppgávurnar mugu verða loystar av sjúkrarøktarfrøðingum.” Størstu møguleikarnir fyri yrkið ”Tað er heildarvenda tilgongdin hjá okk­um. Teir eldru medisinsku sjúkl­ing­ arnir, tey fleirsjúku og tey viðbreknu hava tørv á einum fakbólki, sum kann binda sjúkugongdirnar saman tvørt­ ur um stovnar og fáa øll virkandi um sjúklingin at samstarva.” Soleiðis koma vit á mál ”Rákið í dag er, at vit sum heilsuverk flyta út til sjúklingarnar, heldur enn sum siðbundið var, at sjúklingarnir skuldu laga seg eftir okkara skipanum. Hetta rákið fer eisini móti, at leiðsla er tvørtur um stovnar og sjúkrahús. Tað eru góð fet rætta vegin, tá talan er um at skapa tryggleika og trygd fyri sjúklingarnar.”

12

Danmark

tilgongdina upp á afturmeldingarnar, sum hon fekk frá sjúkrarøktarfrøðing­um, sum vóru á fyrru innleiðslutilgongd­ini. Tað, at leiðslan tók ábyrgd fyri at broyta ment­an­ ina, var í stóran mun orsøkin til, at átak­ið eydn­aðist, sigur Hanne Nygaard: ”Endamálið hevur verið at s­kapa eina nýggja mentan á medisinsku mót­ tøku­ deild­ini. Eina mentan, sum er merkt av virðing, ábyrgd og samanhaldi. Eina ment­an við einum sunnum læringarum­ hvørvi, har tað at spyrja verður uppfatað sum ein styrki og ikki sum ein veikleiki.” Eitt stað at fara við spurningunum Trupulleikin við gomlu innleiðslutilgongd­ ini var, at royndu sjúkrarøktarfrøðingar­ nir, sum skuldu læra upp nýsettu sjúkra­ røktarfrøðingarnar og hjálpa teimum til rættis á einum nýggjum arbeiðsplássi, ikki altíð vórðu spurdir eftir, um teir høvdu hug til hetta. Tað skapti eina støðu, har royndu sjúkrarøktarfrøðingarnir ofta fataðu ný­ settu sjúkrarøktarfrøðingarnar sum eina byrðu. Ikki av illvild, men av tí at teir vildu sleppa at gera sítt egna arbeiði og kanska ikki kendu seg útgjørdar til at læra upp nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar. Tað merkti, at nýsettu sjúkrarøktar­ frøðingarnir ikki vistu, hvagar teir skuldu venda sær við ivamálum og spurningum. Hesum trupulleikunum hevur Hanne Nygaard roynt at basa við nýggju inn­ leiðslutilgongdini, sum er ein blandingur av bygnaði og sjálvbodnari luttøku. ”Eg havi ígjøgnum alt biðið føstu starvsfólkini givið til kennar, um tey

­ øvdu hug til og hættaðu sær at luttaka h í innleiðslutilgongdini. Tað kann væl vera, at tað ikki er sjúkrarøktarfrøðingurin við teimum flestu royndunum, sum dugir best at læra frá sær, men at ein minni royndur sjúkrarøktarfrøðingur er meira pedagog­ iskur og dugir betur at deila sína vitan,” sigur hon. Lykilin til eitt gott úrslit Tað, at nýsettu sjúkrarøktarfrøðingarnir verða møttir av einum bólki av nærlagd­ um og eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðing­ um, heldur Hanne Nygaard vera lykilin til, at innleiðslutilgongdin eydnast so væl. ”Godt i gang”-innleiðslutilgongdin er sett saman soleiðis, at nýútbúni sjúkra­ røktarfrøðingurin fyrst kemur at kenna sjúkrahúsið. Síðani ganga fyrstu 10 dagar­ nir eftir learning lab-meginregluni. Tað gongur fyri seg á eini stovu við trimum songum, har stundir eru at savna seg um uppgávurnar, undir umsjón av royndum sjúkrarøktarfrøðingum. Síðani fær nýút­ búni sjúkrarøktarfrøðingurin fylgisvaktir í fýra vikur við royndum sjúkrarøktar­ frøðingum – dag, kvøld og nátt. Í fyrstu 24 vikunum fær nýútbúni sjúkrarøktar­ frøðingurin bjóðað 2 x 3 tíma mentortil­ gongd við einum royndum sjúkrarøktar­ frøðingi, sum hevur serfrøðingavirki. Ein dreymabyrjan Fyri Caroline Plum Olsen, sum byrj­aði í nýggjum starvi á medisinsku mót­ tøku­ deildini í januar 2019, var tað ein dreyma­ byrjan, sum merkti, at hon kendi meira tryggleika og sjálvsálit í byrjanini.


Mynd Dansk Sygeplejehistorisk Museum

Caroline Plum Olsen leggur serliga dent á, hvussu fegin hon var um ”learning lab” í innleiðslutilgongdini. ”Vit sluppu at vera á stovuni við trim­ um songum, har vit ikki skuldu taka støðu til alla deildina og allar teir nýggju starvs­ felagarnar, men bara skuldu savna okkum um at røkja teir tríggjar sjúklingarnar. Tað er sera trygt at sleppa at læra í einum lítlum umhvørvi, har stundir eru til hug­ savnan og nærveru, og har allir sjúklinga­ bólkar verða gjøgnumgingnir”, sigur hon. Caroline Plum Olsen minnist týðiliga, hvussu hon á stovuni lærdi at reinsa anda­ leiðir við trachealsúgving, og hvussu hon fekk stórt sjálvsálit, tá hon nakrar dagar seinni hevði ein sjúkling við júst tí tørvi­ num: ”Eg ivaðist onga løtu í, hvussu eg s­ kuldi gera.”

E I NAF ER Ð VA R TA Ð Ein sjúkrarøktarfrøðingur undirvís­ir einum sjúkrarøktarnæmingi á ­einum sjúkra­ húsi í Keypmannahavn í 1960’unum. Tað at fáa lykilin til medisinskápið var at ­kalla ein skiftisrita til heimin hjá teimum útbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum. Royndi sjúkrarøktarfrøðing­urin hevði eftirlit við, at allar tablettir vórðu býttar út rætt, og at sproyturnar vóru rætt trektar upp. Næmingurin slapp ikki sjálvur framat medisinskápinum, fyrr enn hann var púra tryggur.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

13


Tekstur IRINA BJÖRKMAN • Mynd LEENA KOSKELA

Sjúkrarøktarfrøðingar uppstiga innan vitan og ábyrgd F A K TA

FINNLAND

PÄIVI MÄHÖNEN, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur alt lívið dagført sína vitan. Í dag tekur hon sær av bráðsjúklingum og fyriskipar summi sløg av heilivági í Samaria-heilsudeplinum í Espoo nær við Helsinki. So kunnu læknarnir nýta meira arbeiðsorku til meira torgreiddar sjúklingar.

5   9

ára gamla Päivi Mähönen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, hyggur rundan um seg uttan fyri viðtalurúmið hjá sær. Samaria-heilsudepilin í Espoo er merktur av, at har er úr at gera. Tað er tann tíðin á árinum, tá nógv gerast sjúk. Vetrarkrímið bæði sæst og hoyrist í morgun. ”En kollega har engang sagt, at det kan betale sig at holde bunken med kø-numre skjult. Så er det nemmere at koncentrere sig om klienten og ikke om den voksende kø,” siger hun. ”Ein starvsfelagið segði einaferð við meg, at tað loysir seg at krógva rúgvuna við tølum til bíðirøðina. So ber betur til at hugsavna seg um sjúklingin heldur enn um ta vaksandi bíðirøðina”, sigur hon. Päivi Mähönen hevur eitt starv, sum ikki líkist størvunum hjá nógvum øðrum sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum. Her í Espoo hitta borgararnir ein sjúkrarøktarfrøðing, tá teir biðja um eina bráðfeingistíð í kommunala deplinum. Læknarnir eru nærhendis, so sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu altíð spyrja ella til­kalla ein lækna, tá tørvur er á tí. 14

Finnland

Tal av sjúkrarøktarfrøðingum 72.208 eru virknir á arbeiðs­ marknaðinum. 83,8 % hjá kommununum, 15,2 % í privata geiranum, 1,0 % hjá statinum. Útbúgvingarlongd 3,5 ár til sjúkrarøktarfrøðing 4 ár til bráðsjúkrarøktar­ frøðing og sjúkrarøktar­ frøðing í fólkaheilsu Løn og pensjón 3.082 evrur um mánaðini miðal til sjúkrarøktarfrøðing­ ar hjá tí almenna, sum ikki eru leiðarir ella hava kandi­ datútbúgving. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 3.715 evrur, lægstlønti tíggjunda­ parturin fær 2.565 evrur. Eingi hagtøl eru um pensjón. Útbúgving av leiðarum Eingi hagtøl eru um tal av sjúkrarøktarfrøðingum við leiðsluútbúgving. Gransking Færri enn 1 % av sjúkrarøkt­ arfrøðingunum hava eitt ph.d.-heiti.


Päivi Mähönen hevur lært nýtt gjøgnum alt arbeiðslívið. Tá hon var 50 ára gomul, nam hon sær nýggjar førleikar, og í dag kann hon í summum støðum skriva út reseptir og lætta um hjá læknunum, so teir nýta minni tíð upp á rutinuuppgávur.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

15


FAKL IGT ÚTSÝNI Päivi Mähönen, sjúkrarøktarfrøðingur í einum heilsudepli, Espoo Professionens største udfording Størsta avbjóðingin fyri yrkið ”Kommunali búskapurin er sera trongur, og tað merkist aftur í heilsugeiranum. Vit fáa ikki avloysarar og kennist tað serliga, tá beinkrím gongur. ”Hvussu leingi orka sjúkrarøktarfrøðingarnir?” - tað tosa vit altíð um. Tørvur er á undirtøku, og ábyrgdin má síggjast aftur í lønini, so tað eisini verða nóg nógvir sjúkrarøktarfrøðingar í framtíðini.” Størstu møguleikarnir fyri yrkið ”Tað eru stórir menningarmøguleikar í at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar meira, so teir fáa avmarkaðan rætt at fyriskipa heilivág. So sleppa læknarnir undan rutinuarbeiði, uttan at sjúklingatrygdin minkar. Tá vit sjúkrarøktarfrøðingar ivast, spyrja vit ein lækna.” Soleiðis koma vit á mál ”Alla mína yrkisleið havi eg havt kensl­ una av, at toymisarbeiði bæði hækkar góðsk­una á arbeiðinum og ger tað effektivari. Toymisarbeiði eigur at vinna frama, tá fíggingin ikki er í hæddini. Tað er eisini týdningarmikið at taka hond um trivn­aðin hjá eldri sjúkrarøktarfrøðing­ um og hugsa um møguleikarnar hjá teimum at røkja arbeiðsuppgávurnar, tá pensjónsald­urin verður hækkaður.”

16

Finnland

Hon og fýra aðrir sjúkrarøktarfrøðing­ ar í heilsudeplinum hava nomið sær fleiri førleikar og hava nú avmarkaða atgongd til at fyriskipa heilivág. Til dømis kunnu teir byrja at geva heilivág til ávísar bakteriuígerðir, fyriskipa fyribyrging til kvinn­ur yngri enn 35 ár og endurnýggja reseptir hjá astmasjúklingum. Teir kunnu eisini koppseta móti beinkrími, hepatitis og skáldkoppum. Men Päivi Mähönen sær ikki rættin at fyriskipa heilivág sum tað týdningarmesta í sínari arbeiðsmynd. ”Eg kanni, fái greiði á og umhugsi eina møguliga víðari gongd í viðgerðini, og í tí sambandi útskrivi eg onkuntíð reseptir ella endurnýggi tær,” sigur hon. Lívlong menning Ber tað framvegis til, tá eg eri 50 ára gom­ul? Tað hugsaði Päivi Mähönen, tá ein starvsfelagi bað hana søkja um uppstig­ anina, sum krevst fyri at fyriskipa heilivág. Tað bar væl til. ”Tá eg fór at hyggja í farmakologiskar próvtøkubøkur, pipraðist eg av ótta um, um eg mundi skilja nakað av innihaldinum. Men tá eg las meira, skilti eg, at eg í starvinum á eini medisinskari deild ­longu hevði nomið mær somu vitan gjøgnum arbeiðið. Eg hevði ótrúliga nógva farma­ kologi í høvdinum,” sigur hon. Kortini noyddist hon at gera nógv burt­ urúr lesnaðinum. ”Tað sást aftur á náttborðinum, har ein rúgva av krimibókum hópaðust upp,” sig­ ur krimi-elskarin Päivi Mähönen. Nú eru seks ár liðin.

Hon las til sjúkrarøktarfrøðing fyri 26 árum síðani. ”Eg byrjaði, tá eg var 30 ár og hevði átt yngsta barnið hjá mær. Men eg hevði helst hugsað um útbúgvingina, síðan eg sum barn var innløgd í fleiri mánaðir.” Tað var krepputíð, tá Päivi Mähönen var liðug við útbúgvingina sum medisinsk­ ur/skurð sjúkrarøktarfrøðingur. Tað var trupult at fáa starv. Í tvey ár starvaðist hon sum vikarur á Laakso sjúkrahúsi, áðrenn hon fekk fast starv. Í byrjanini var øgiliga nógv at gera. Sjúkra­húsið gjørdi eyka seingjarpláss við at skerma av, og sjúklingar lógu í uppihaldsrúminum. ”Vit sjúkrarøktarfrøðingar runnu við stikkbekkum. Tað kendist sum, at arbeiðið bara var rundgongdir, har vit kannaðu sjúkl­ ingarnar. Morgunrundgongd, síðani døgurðarundgongd og at enda kvøldrundgongd,” minnist hon. Men stutt eftir varð arbeiðið umskipað, so tað gjørdist meira effektivt og nógv meira innihaldsríkt. So Päivi Mähönen treivst á Laakso sjúkrahúsi í 17 ár – tó við stuttum starvssetanum á øðrum sjúkrahúsum. Tær góvu nýggja orku og nýggja vitan, so hon ikki vaks føst. Nýggjar uppgávur sum 50 ára gomul Tá hon var 50 ár, hendi nakað óvæntað. Päivi Mähönen fekk ilt. Nakkin, fingr­ ar­nir og ryggurin gjørdu vart við, at hon ikki fór at klára tunga sjúklinga­ arbeiðið altíð. ”Tá gjørdi eg av at søkja eitt starv í Kala­järvi heilsudeplinum í Espoo.”


bráðtørv. Seinastu seks árini er talið av viðtalum hjá læknunum mánadagar, har altíð mest er at gera, minkað frá 120 til 30. Barnadreymurin gekk út Samstarvið riggar væl – eisini tvørtur um yrkini. ”Her samstarva øll, og læknarnir eru sera blíðir,” sigur hon, sum - undantikið nakrar fáar nasadjarvar summaravloysar­ ar - bara hevur hitt sera blíðar læknar, sum eru fegnir um at deila vitan. Vitanin streymar báðar vegir: ”Ein klókur lækni lurtar eftir sjúkra­ røktar­frøðinginum,” staðfestir ­royndi

sjúkra­røkt­arfrøðingurin, sum hev­ur ­knøpp fimm ár eftir áðrenn pensjónina. ”Tá tú ert í mínum aldri, er tað heilt øðrvísi at koma fyri seg aftan á ein strævn­ an arbeiðsdag, enn tá tú ert ung,” sigur Päivi Mähönen. Tá hon hevur havt ein strævnan ar­ beiðs­ dag, fer hon í venjingarhølið ella heim at gera strekkvenjingar fyri eymu vøddarnar. Tað eru eisini dagar, har alt gongur væl. ”Tá kenni eg – eins og í barnadreym­ inum hjá mær – at eg hitti fólk í arbeið­ inum, sum eg kann hjálpa.”

Mynd ELJAS SALLMÉN / KALEVA / JOKA / MUSEOVIRASTO

Depilin var lítil, og hetta gjørdi starvið bæði lagaligt og krevjandi. ”Eg mátti klára fleiri uppgávur, sum vóru uttanfyri mítt høgleikaøki. Eg hevði at kalla ongantíð kannað barnaoyru, og var onkur starvsfelagi sjúkur, hevði eg tvífalt so nógv arbeiði.” Fyri nøkrum árum síðani skifti hon so til Samaria heilsudepilin, har hon tekur telefonina, arbeiðir við bráðmóttøku, ráðgeving um fyribyrging og hevur viðtalu sum sjúkrarøktarfrøðingur. Her verða um­leið 80 % av sjúklingunum viðgjørdir av sjúkrarøktarfrøðingum, so læknarnir fáa betri tíð til sjúklingar, sum ikki hava

E INAFER Ð VA R TA Ð Sjúkrarøktarfrøðingar ­kanna eina sjúklingamappu á universitetssjúkrahús­ inum í Oulu. Myndin varð útgivin í dagblaðnum Kale­ va í februar 1981, tá greinin snúði seg um, at trot var á sjúkrarøktarfrøðingum.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

17


Tekstur ÓLUVA ZACHARIASEN • Mynd SUNRID Í GONG

Lat teg úr skónum í gongini F A K TA

F Ø R O YA R

Kvinnurnar í Føroyum hava europeiska metið í at eiga børn, og fyrstu tíðina hjá nýggju familjuni hava heilsufrøðingar ein týdningarmiklan leiklut, sigur SÓLRUN FOLDBO, sum er heilsufrøðingur. Men arbeiðið verður tarnað av vantandi arbeiðsmegi, og betri løn og útbúgv­ ing skulu hjálpa upp á hetta.

S

ólrun Foldbo heingir jakk­an upp á ein knaka í gongini og setir skógv­ arnar frá sær. “Sama hvussu nógvan skund eg havi, heingi eg altíð jakkan frá mær í gongini og lati meg úr skón­ um. Tað er av stórum týdn­ingi, at foreldrini kenna, at tú hevur tíð.” Í myrkagráu sofuni liggur Ranja og fær bróst frá mammu síni. Hon er 3,5 mánaðir gomul. Tú hómar ein ljósan hárdodd - og tann lítla kjálkan, sum regluliga flytir seg. Sólrun Foldbo er heilsufrøð­ ing­ur. Hon arbeiðir í heimbygd­ini Leirvík og grannabygdunum. Sum heilsu­ frøðingur innan smábarna­ økið er upp­ gáva hennara at

18

Føroyar

veg­ leiða og stuðla foreldrum í menn­­ing­ini og trivn­aðinum hjá børn­unum. Hon heldur tað hava stóran týdn­ ing, at vegleiðingin gongur fyri seg í heiminum. Tað hevði ikki verið tað sama, um virksemið hjá heilsufrøðinginum ein­ ans var í einum depli, har foreldrini skuldu møtt upp. Í heiminum fært tú betri samband við familjuna og hevur frið at tosa um trivnaðin hjá barninum, bróstageving, tilknýti, eft­ir­føðingarreaktiónir, parlag, kost og onnur viðkomandi evni. Kostur og bróstageving geva meining, men hví blanda seg upp í parlagið? “Heilsufrøðingar arbeiða við

Tal av sjúkrarøktarfrøðing­um 822 limir, sum eru virknir á ar­ beiðsmarknaðinum 79 % hjá landinum, 18 % hjá kommununum og 3 % í privata geiranum. Útbúgvingarlongd 4 ár. Løn og pensjón 35.533 DKK. (4.738 evrur) um mánaðin í miðal til sjúkrarøktar­ frøðingar, sum ikki eru leiðarar ella hava kandidatútbúgving. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 40.502 DKK. (5.400 evrur), lægst­ lønti tíggjundaparturin fær 29.374 DKK. (3.916 evrur). Mánaðarliga eftirlønargjaldið er í minsta lagi 15 % av grundlønini og verður ikki roknað av viðbótum Útbúgving av leiðarum Umleið helvtin av deildarleiðarun­ um hava ella eru farnir undir eina diplomútbúgving. Allir sjúkrarøkt­ arfakligir leiðarar á sjúkrahúsum hava eina master-/kandidatút­ búgving. Í primera geiranum hev­ ur helvtin av ovastu sjúkrarøkt­ arfakligu leiðsluni eina master-/ kandidatútbúgving í leiðslu. Gransking Færri enn 1 % av sjúkrarøktar­ frøðingunum hava eitt ph.d.-heiti.


Sólrun Foldbo noyddist at flyta til Danmarkar í eitt ár, tá hon las víðari til heilsufrøðing. Í dag gevur ein nýggj útbúgv­ ing teimum nýggju les­ andi møguleika at vera meira í Føroyum.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

19


Foto FELAGIÐ FØROYSKIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR

heildini. Allari familjuni. Um foreldrini hava trup­ulleikar, ávirkar tað eisini børn­ ini. Tí skal heilsufrøðingur­in eisini ­leggja til merkis sambandið millum foreldrini,” sig­ur Sólr­un Foldbo. Týdningarmikil íløga Ranja er mett og hyggur upp og smílist. “Hon hevur sera gott eygnasamband,” viðmerkir heilsufrøðingurin. Ranja er eitt av teimum 6-700 børn­ unum, sum árliga verða fødd í Føroyum. Við 2,5 børnum í miðal eru føroysku kvinn­urnar á odda, tá tosað verður um barns­burðir í Europa. Hvørt barnið fær heimavitjan seks ferð­ ir, inntil tað er hálvtannað ára gamalt. Um trup­ulleikar eru, t.d. við bróstageving ella trivn­aði, fær familjan eyka vitjanir. Har­ afturat fáa tey bjóðað at vera við í mammubólki. Hvørki hagtøl ella gransking í Føroyum prógva tað. Men Sólrun Foldbo ivast ikki í, at yrki hennara hevur øgiliga stóran týdn­ ing fyri trivnaðin hjá børnunum. Tá byrj­ að verður tíðliga, kann heilsufrøðingurin

E I NAF ER Ð VA R TA Ð Aftan á seinna heimsbardaga ferðaðist sjúkrarøktarfrøðingurin Marin Skipanes saman við einum sanatoriulækna kring Føroyar fyri at koppseta føroyingar móti tuberklum. Mynd: Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar.

20

Føroyar


veg­leiða og stuðla í sambandi við nógvu avbjóðingarnar, sum foreldur kunnu hava. “Tað ger stóran mun at gera íløguna tíðliga og fyribyrgja trupulleikum, áðrenn teir gerast ov stórir,” sigur hon. Fáir starvsfelagar Tað eru ikki nógvir starvsfelagar. Sólrun Foldbo hevur bara ein annan starvsfelaga í sínum øki, tá tað snýr seg um børn undir skúlaaldur. “Tað kann vera einsligt. Í størru komm­ ununum í Danmark eru fleiri heilsufrøðin­ gar í somu skrivstovu, og tú hevur altíð møguleika at tosa við ein starvsfelaga. Tað kunnu vit ikki her. Vit eru knappir 30 heilsufrøðingar í Føroyum og koma saman í mesta lagi seks ferðir árliga. Men vit hit­ tast í minni toymum umleið triðjuhvørja viku,” sigur hon. Ranja pjátrar, meðan Sólrun Foldbo mát­ ar lítla høvdið. Og so skal hon vigast. Smáu arm­arnir veipa í toyblæuni, og tølini á vekt­ ini flyta seg saman við rørslum hennara. “6.540 gramm. Tað er ordiliga gott.” Sólrun Foldbo spyr eftir, hvat 16 mán­ aða gamla stórasystirin heldur um lítla barnið. Stórasystirin tykist góð við lítlu­ systr­ina, og Ranja smílist nógv, tá hon sær stóru­systur, sigur mamman. Tørvur á fleiri heilsufrøðingum Miðalaldurin innan yrkið í Føroyum er høg­ur - oman fyri 50 ár. Tað hevur gingist strilt­ið at fingið fólk at tikið útbúgving sum heilsufrøðing, møguliga tí at tú noyðist at

flyta til Danmarkar eina tið. Í løtuni eru 14 prosent av størvunum mannað av sjúkra­ røkt­ arfrøðingum, sum hava fingið und­ antaks­loyvi frá útbúgvingarkravinum. Sólrun Foldbo bíðaði í nógv ár, áðrenn hon helt sína familju vera til reiðar. Í 2008 flutti hon við manninum og trim­um børnum til Århus, har tey búðu í eitt ár, meðan hon las til heilsufrøðing. Bæði peningaliga og sosialt var tað ein avbjóðing at flyta alla familjuna. Men hon vónar, at ein nýggj saman­ set­ing av útbúgvingini fer at fáa fleiri at útbúgva seg til heilsufrøðing. Nú er einans neyðugt at vera í Danmark í styttri tíð­ ar­ skeiðum, og partar av undirvísingini ganga fyri seg á alnótini. So er bara eftir, at lønin verður hægri. Sólrun Foldbo hevur avgjørt ikki angr­ að, at hon valdi at gerast heilsu­frøð­ingur. Hon elskar arbeiðið. “Eg havi verið sjúkrarøktarfrøðingur nógva­staðni, t.d. á sjúkrahúsi og í eldra­ røktini. Mær hevur dámt væl, men mær dámar best at arbeiða við børnunum. Tað er lívsjáttandi at síggja tey trívast, og at tú kanst gera mun.” Áðrenn Sólrun Foldbo fer avstað frá Ranju og mammuni, avtala tær eina nýggja vitjan um tvær vikur. Í gongini letur hon seg í skógvarnar og jakkan og fer oman til bilin. Næsta vitjanin er í grannabygdini Fuglafirði. Har skal hon hitta ein nýggjan lítlan føroying, sum varð borin í heim fyri seks døgum síðani.

FAKL IGT ÚTSÝNI Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur, Føroyar Størsta avbjóðingin fyri yrkið “Miðalaldurin hjá heilsufrøðingum er høg­ ur, og trot er á útbúnum heilsufrøðingum í Føroyum. Tað kann vera ein avbjóðing fyri familju og eginbúskap at lesa til heilsufrøðing í Danmark. Við knøppum 30 heilsufrøðingum spjøddum um alt landið kann tað vera einsligt og ringt at finna onkran at tosa við um tað fakliga.” Størstu møguleikarnir fyri yrkið “At fasthalda, at allar familjur við smá­ um børnum skulu fáa heimavitjan frá heilsufrøðinginum. Heimavitjanin gevur eina­standandi møguleikar sum heilsu­ fremj­andi tilboð og fyribyrgir heilsu­trupul­ leikum í góðari tíð. Og á skúlunum hevur heilsufrøðingurin eina alneyðuga funktión fyri trivnaðin og heilsuna hjá næmingu­ num. Næmingarnir koma ofta sjálvbodnir, tá teir hava trupulleikar. Av tí at teir javnan hitta heilsufrøðingin, líta teir á hann.” Soleiðis koma vit á mál “Tørvur er á fleiri resursum, m.a. til útbúgv­ ing av heilsufrøðingum. Lønin skal gerast betri, og politiska skipanin noyðist at viðganga, at tað loysir seg at gera íløgur í heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

21


Sjúkrarøktarfrøðing­ ur er undangongufólk innan simulatiónsundirvísing

22

Ísland


Tekstur HELGA ÓLAFS • Mynd HÖRÐUR SVEINSSON

Av tí at tørvur er á kliniskum undirvísingarumstøðum, nýta tey í Íslandi í stóran mun simulatiónsundirvísing. Simulatión fer ongantíð at koma í staðin fyri kliniska undirvísing, men hon hevur nakrar fyrimunir, sigur sjúkrarøktarfrøðingur ÞORSTEINN JÓNSSON, sum hevur havt ein lyklaleiklut í menningini.

T

að kann við vissu sigast, at bráð- og intensivsjúkrarøktarfrøðingur Þorsteinn Jónsson hevur gingið nýggjar leiðir í yrkinum hjá sær. Hann er fremsti serfrøðingurin í Íslandi innan simulatiónsundirvísing, sum seinnu árini hevur vunnið frama innan heilsuvísindi. Þorsteinn Jónsson hevur staðið á odda fyri simulatiónsundirvísingini á universitetinum í Íslandi og er verkætlanarleiðari á simulatiónsdeplinum á Landspítali Íslands, sum er ríkissjúkrahús í Íslandi. Simulatiónsdepilin fekk fyri stuttum altjóða loyvisbræv frá ASPiH, Association for Simulated Practice in Healthcare, og er fyrsti depilin uttan fyri Bretland, sum hevur fingið hesa viðurkenning. Í Íslandi hevur sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin s­ einni árini havt ta avbjóðingina, at viðgerðarloysnirnar ger­ ast alsamt meira samansettar, og at sjúklingarnir gerast

Þorsteinn Jónsson er verkætlanarleiða­ ri á simulatiónsdeplinum á Landspítali Íslands, sum nýliga hevur fingið altjóða loyvisbræv frá ASPiH, Association for Simulated Practice in Healthcare. Tað er fyrsti depilin uttan fyri Bretland, sum hevur fingið hesa viðurkenning.

F A K TA

ÍSLAND Tal av sjúkrarøktarfrøðingum 3.375 eru virknir í heilsugeir­ anum. 94 % eru í starvi í al­ mennum stovnum. Útbúgvingarlongd 4 ár. Løn og pensjón 652.655 ISK (4.834 evrur) um mánaðin í miðal til sjúkrarøktar­ frøðingar, sum ikki eru leiðarar ella hava kandidatútbúgving. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 695.990 ISK (5.140 evrur), lægstlønti tíggjundaparturin fær 579.427 ISK (4.279 evrur). Harafturat kemur pensjóns­ gjaldið frá arbeiðsgevaranum, sum er 11,5 % av samlaðu lønini hjá løntakaranum og sjálvboðin ískoytispensjón, sum er 2 %. Útbúgving av leiðarum Eingi hagtøl um tal av fólki við leiðsluútbúgving. Leiðsluskeið hava verið partur av bachelor­ útbúgvingini í sjúkrarøkt síðan 1972. Gransking Gott 1 % av sjúkrarøktarfrøðing­ unum hava eitt ph.d.-heiti.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

23


sjúkari. Samstundis hava tey lesandi fingið færri møguleikar at fáa kliniskar royndir undir útbúgvingini, og sjúklingatrygdin verður sett meira í miðdepilin. Þorsteinn Jónsson sigur, at tað er tí, at simulatiónsundirvísing verður uppfatað sum ein møguleiki fyri at skapa samband

millum ástøðiliga vitan og praktiskar førleikar – og sum eitt íkast til at menna fakligu førleikarnar hjá teimum lesandi. Tey lesandi eru í miðdepli Í 2007 kom fyrsta eftirgjørda dukkan til Íslands, og síðani er simulatiónsundir­vís­

ing regluliga nýtt. Simulatiónsundirvísing er munandi øðrvísi enn siðbundin undirvísing, av tí at øll tey lesandi sleppa at vera virknir luttakarir. Í simulatiónsundirvísing fær tørvurin hjá hinum lesandi fremstu raðfesting, meðan tað í siðbundnari starvsvenjing er tørvurin

E I NAF ER Ð VA R TA Ð Sjúkrarøktarfrøðiskúli Íslands umleið 1950. Sjúkrarøktarfrøðingar hava tíma, og á tímatalv­ uni stendur ”endurtøka í anatomi”. Vegleiðari er læknalesandi Árni Björns­ son, sum seinni gjørdist plastikkskurðlækni.

24

Ísland

Mynd Sigurhans Vignir


hjá sjúklinginum, sum er í miðdepli. Røkt av álvarsliga sjúkum sjúklingum krevur, at ymisk fakfólk samskipa sínar uppgávur, og simulatiónsundirvísing er ein góður háttur at venja toymisarbeiði undir teimum óvænt­aðu umstøðunum, sum kunnu vera. ”Simulatiónsundirvísing er helst besti hátturin at undirvísa og venja toymisarbeiði millum ymiskar starvsfólkabólkar, tí toymisarbeiði krevur, at tú nýtir nógvir førleikar og ert framskygdur,” sigur Þorsteinn Jónsson. Í simulatiónsundirvísing fáa tey les­ andi fyrst grundleggjandi upplýsingar um ”støðuna hjá sjúklinginum”. Síðani verður farið undir praktiska partin, og tá hann er liðugur, verður gongdin gjøgnumgingin stig fyri stig í felag á einum sonevndum debriefingsfundi. Luttakararnir fáa millum annað feedback, við at teir gjøgnumganga hendinga­ gongdina, so at bólkurin fær eina felags áskoðan á, hvat tað í grundini var, sum hendi. Viðhvørt kunnu teir stuðla seg til eina upptøku av støðuni, og teir tosa um, hvat kundi verið gjørt betur. Ískoyti til kritiska hugsan Nógv halda, at simulatiónsundirvísing er við til at geva teimum lesandi ein kritisk­ an og refleksivan hugsunarhátt. Tí tá tey arbeiða við einum eftirgjørdum sjúklingi, uppliva tey eitt beinleiðis samband mill­ um sínar avgerðir og reaktiónirnar hjá eftir­gjørda sjúklinginum.

Samstundis hevur simulatiónsundirvísing tann fyrimunin, at tað er í lagi at gera feilir, og tey lesandi fáa møguleika at síggja avleiðingarnar av feilunum og læra av teimum. ”Simulatiónsundirvísing letur eisini upp fyri, at uppgávan verður gjørd verri og at endurtaka venjingar,” sigur Þorsteinn Jónsson. ”Hóast eftirgjørdir sjúklingar ongantíð fara at koma í staðin fyri klin­ iska undirvísing, hevur simulatiónsundirvísing uttan iva nakrar fyrimunir, og tað eru at kalla óavmarkaðir møguleikar fyri at gera uppgávur.” Tríggir simulatiónsdeplar í trý ár Nøgdin av simulatiónsundirvísing er vaks­ in munandi í Íslandi fram til 2020. Í trý ár eru tríggir simulatiónsdeplar bygdir í landinum. Tað er eitt krav, at einans tey, sum hava tikið eitt vegleiðaraskeið, taka sær av undirvísingini. Til fyri stuttum vórðu veg­ leiðaraskeiðini hildin av útlendskum skeiðshaldarum. Men seinastu árini hev­ ur Þorsteinn Jónsson verið leiðari og fyri­skipari av skeiðum fyri vegleiðarum í simulatiónsundirvísing, og á heysti 2018 varð fyrsta íslendska skeiðið hildið fyri simu­latiónsundirvísingarleiðarum. ”Kanningar hava víst fyrimunir við simu­latiónsundirvísing fram um siðbundnar undirvísingarhættir, og tí er tað greitt, at nøgdin av simulatiónsundirvísing fer at vaksa munandi innan heilsuvísindi kom­ andi árini,” sigur hann.

FAKL IGT ÚTSÝNI Þorsteinn Jónsson, bráð- og intensivsjúkrarøktarfrøðingur, Reykjavík Størsta avbjóðingin fyri yrkið ”Tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er vaksandi. Knappliga ein triðingur av yrk­ inum arbeiðir við øðrum, og útveganin av nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum er neyvt líka stór sum talið á sjúkrarøkt­ arfrøðingum, sum fara at pensjónerast komandi árini. Fráfallið av lesandi og nýútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum er í miðal 15 %. Harafturat er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í minsta lagi 12 % lægri enn lønin í øðrum yrkjum við líknandi útbúgving.” Størstu møguleikarnir fyri yrkið ”Møguleikarnir fyri átøkum liggja í serstøðuni hjá sjúkrarøktini. Styrkin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er tann holist­ iska tilgongdin, sum samfelagnum tørvar, og tí er týdningarmikið, at sterkir sjúkrarøktarfrøðingar fáa størri ávirkan, tá myndugleikarnir orða endamál.” Soleiðis koma vit á mál ”Sjúkrarøktarfrøðingar mugu ­hugsa um røkt í størri saman­hangi og ikki einans gera seg galdandi í sjúkra­ røkt­arfrøðinga­høpi. Til tess at styrkja ímynd­ina av sjúkrarøktarfrøðingum skulu vit menna leiðarar, sum standa upprættir og ikki ræðast at taka truplar avgerðir og standa fremst í stríðnum.”

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

25


Fyrr ivaðist eg nú eri eg tøknioptimistur 26

Noreg


Vælferðartøknin hevur lætt um arbeiðsdagin hjá TOVE LARSEN, sum er ressoursusjúkrarøkt­ arfrøðingur. Tað hevur eisini á kostnaðarmuna­ dyggan hátt økt um trygdina hjá sjúklingum og avvarðandi á norska Vesturlandinum. Sjúkra­ røktarfrøðingar eru við til at finna loysnir upp á ta avbjóðingina, at fleiri gerast eldri, og at trot er á sjúkrarøktarfrøðingum.

Tekstur LASSE LØNNEBOTN • Mynd THOMAS KLEIVEN

Í 2012 vóru sjúkra­ røktarfrøðingur Tove Larsen (t.v.) og verkætlanarleiðari Kari Eidnes Bjørk­ heim við til at stovna ,,Vesturlandsverkætl­ anina”. Verkætlanin miðaði eftir at menna vælferðartøkniligar loysnir og hevur havt við sær betri væl­ ferðarveitingar í 17 kommunum.

F A K TA

NOREG Tal av sjúkrarøktarfrøðingum 105.922 eru virknir á arbeiðsmarknaðinum. 87 % í almenna heilsu- og sosialverkinum. 3 % í almennari umsiting, 3,5 % í útbúgving­ arskipanini, 5,5 % í øðrum vinnugreinum og 0,5 % í vikarskrivstovum. Útbúgvingarlongd Trý ár.

H

ann skal bara trýsta á alarmknappin á arminum, so ringir hann eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi. Vit eru frammi áðrenn fimm minuttir eru gingnir.” Ressoursusjúkrarøktarfrøðingur Tove Larson er á vitj­ an hjá Per Reidar Dale, sum er 77 ára gamal og býr í Lind­ ås á norsku Vesturlandinum. Hann hevði arbeitt sum last­ bilførari í 52 ár, tá hann gavst at arbeiða í 2011, men lívið hevur sínar avbjóðingar: Hann hevur KOL og stríðist við at anda, og hann hevur stúrt fyri hjartanum, síðan hann fekk fyrsta blóðtøppin fyri átta árum síðani. ”Ein dagin sat eg her í stólinum, sólin skein, og alt var gott. Men so fekk eg næstan ikki andað og trýsti á alarm­ in. Klokkan var 23.45. Lítla løtu seinni kom onkur, og eg fekk hjálp við einum andingartóli,” sigur hann. Umframt alarmin á skøvninginum hevur hann ein sens­or, sum leggur til merkis, um hann fer upp. Ein ann­ ar sensorur í stovuni vísir, um hann er uppi og á fótum. Harumframt eru fallsensorar, durasensorar og eldvarnar­ ar. Um eingin rørsla verður skrásett innan fyri nakrar tímar, verður ein fráboðan sjálvvirkandi send til eina 24tíma miðstøð. ”Vælferðartøkni hevur gjørt alt einfaldari,” sigur Tove Larsen. ”Tøknin gevur okkum eina kenslu av tryggleika

Løn og pensjón 49.215 NOK. (4.996 evrur) um mánaðin í miðal til sjúkrarøktarfrøðingar í almenna geiranum, sum ikki eru leiðarar ella hava kandidatútbúgving. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 52.497 NOK. (5.329 evrur). Lægstlønti tíggjundapartur­in fær 41.472 NOK. (4.210 evrur). Harafturat kemur pensjón, sum er 12-16 % av 48.309 NOK., og 2 % verða trekt av lønini hjá arbeiðstak­aranum. Útbúgving av leiðarum 6.000 limir í norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum eru skrásettir sum sjúkrarøktarfrøðileiðarar. Gransking 2.000 vísindalig starvsfólk í sjúkrarøktarfrøðiútbúgving­ arskipanini, uml. 200 av hesum eru professarar. Eingi hagtøl eru um sjúkrarøktarfrøðingar við ph.d.-heitum.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

27


E I NAF ER Ð VA R TA Ð Í 1960’unum stríddist Norsk Sykepleierforbund fyri at fáa fleiri at útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing­ ar. Myndugleikarnir góvu møguleika fyri hesum, men royndu síðani at steðga tí aftur. Myndugleikarnir vildu heldur seta fleiri við lægri útbúgvingarstøði. Myndin er frá sýningarrúminum á Haukeland sjúkrahúsi og vísir sjúkrarøktarnæmingarnar frá flokki 147 (1962-1965).

Mynd NSF ARKIV

í heimasjúkrarøkt, brúkarin fær eina ein­ faldari tilveru, og tað er ikki neyðugt hjá okkum at kanna eftir so ofta.” Avbjóðing hevði við sær menning Á vári 2012 byrjaði nakað at henda í lítlu kommununi Lindås, sum liggur ein tíma at koyra norðan fyri Bergen. Sjúkrahús­ini sendu alt fleiri eldri fólk aftur til komm­ ununa, og nýhugsan skuldi til: Hvussu kunnu vit frígera ressoursur og tryggja 28

Noreg

góðsk­una á heilsuveitingunum? Svarið var Vestlandsprojektet, ein verkætlan, sum skuldi betra um vælferðartænastuna og gera hana munadyggari við at nýta tøkni. ”Stutt tíð var fráliðin, so sóu vit, at røkt­artøknin hevði við sær færri eftirlit hjá brúkarunum. Vit kundu líta á, at tøkn­ in ansaði eftir teimum og segði okkum frá, um okkurt hendi. Fyrr kundi onkur, sum datt heima, liggja ein heilan dag, áðrenn nakar varnaðist,” sigur Tove Larsen.

Vestlandsprojektet er nú víðkað til 17 kommunur og fevnir um umleið 100.000 fólk. Verkætlanin er eisini ein gransking­ arverkætlan, sum verður rikin av Høg­ skolen på Vestlandet í ”Senter for om­ sorgsforskning Vest”. ”Tøknin loysir ikki einsamøll alla av­bjóðingina við fleiri eldri ella sjúkra­ røktartroti, men hon hjálpir. Til dømis nakað so einfalt sum talgild heilivágs­ skamtan, sum sigur ”Nú skalt tú taka


henda heilivágin”, og so dettur ein posi niður í eitt ílat. Og um heilivágurin ikki verður tikin, verður ein fráboðan send til sjúkrarøktarfrøðingin. Eftir hetta er ikki neyðugt, at ein sjúkrarøktarfrøðing­ ur koyrir út til ein brúkara fýra ferðir um dagin,” sigur hon. Eingin tøkni hóskar til øll Nú royna tey eisini, um fólk við demens kunnu búgva heima við at nýta tøkni. ”Tað eru fá fólk við demens, sum hava hug at búgva á røktarheimi – tey vilja held­ur verða verandi heima. Og við dura­ sensorum og alarmum ber hetta til. Um borgarin fer út á miðjari nátt, fer alarmur­ in í gongd á vaktarstøðini, og so kunnu vit fara út.” Tove Larsen smílist. ”Starvið gerst lættari fyri okkum sjúkra­røktarfrøðingar í heimasjúkrarøkt­ ini. Vit síggja, at vælferðartøknin riggar, tí hon ger veitingar okkara munadyggari og letur okkum nýta arbeiðstíðina á muna­ betri hátt.” Hon heldur, at vælferðartøkni fer at mennast uppaftur meira komandi árini. ”Hetta er bara byrjanin. Alt fleiri klára lívið heima við góðari lívsgóðsku og einari kenslu av frælsi. Tað er týdningarmikið at minnast til, at hetta í roynd og veru ikki snýr seg um tøkni, men um menniskju.” Hvat meinar tú við? ”Tøkni er eitt amboð, sum kann veita betri tænastur. Men vit noyða ikki nakran at brúka tøknina, og fólk hava ymiskan tørv – tað finst ikki ein pakki, sum hóskar til øll. Tað er týdningarmikið at síggja heildina hjá tí einstaka.”

Góðir møguleikar í framtíðini Aftur í stovuni hjá Per Reidar Dale er seinna­partur. Hann hevur verið til venjing og er móður. ”Kvøldini eru einslig, men tá sjúkrarøkt­ arfrøðingarnir koma, hava teir ofta góða tíð at práta. Tað er gott,” sigur Dale og smílist til Tove Larsen. ”Eg minnist, at eg ivaðist, tá tey komu við røktartøknini,” sigur hon. Í 2020 fer vælferðartøkni at vera ein náttúrligur partur av tænastunum í øki­ num. ”Eg óttaðist, at prísurin fyri tøknina fór at vera tær heitu hendurnar og menn­ iskjansliga sambandið. Men nú síggi eg, at vit ikki kunnu varðveita góðskuna á tæn­ astunum uttan vælferðartøkni. Vit gerast eldri enn nakrantíð, fleiri fólk gerast sjúk og hava tørv á hjálp – og trot er á sjúkra­ røktarfrøðingum.” Hon vendir sær móti Dale, sum situr í stólinum. ”Nú síggja vit, at brúkararnir kenna tøknina og hava uppskot til, hvussu hon kann gerast betur. Nógv er hent síðan 2012, og komandi árini fara vit at royna fleiri tøkniloysnir í heiminum – til døm­ is videosamrøður við læknan og egnar mátingar av blóðtrýsti og blóðsukri, so ikki er neyðugt at fara til læknan.” Fer vælferðartøkni at gera arbeiðsdag­ in uppaftur lættari fyri sjúkrarøktar­ frøðingar komandi árini? ”Ja, saman við góðari fyriskipan og eldhugaðum leiðarum fer vælferðartøkni at gera uppaftur betri nyttu í framtíði­ ni. Eg ivist ikki longur. Nú eri eg tøkni­ optimistur.”

FAKL IGT ÚTSÝNI Tove Larsen, heimasjúkrarøkt­ arfrøðingur, Vesturnoreg Størstu avbjóðingarnar fyri yrkið »At manningin er ov lítil, bæði á sjúkrahúsum og í heimasjúkrarøktini. Tíðarneyðin er ov stór hjá nógvum sjúkrarøktarfrøðingum, og teir megna ikki at gera allar uppgávurnar. Samstundis hava kommunalu sjúkrarøktarfrøðingarnir ov nógvar uppgávur. Álvarsliga sjúk fólk verða send av sjúkrahúsinum til heimasjúkrarøktina, uttan at sjúkrarøkt­ arfrøðingarnir hava nøktandi upplæring ella tíð at ansa eftir teimum. Samstarvið millum sergreinaðu og primeru heilsutæn­astuna má betrast.« Størstu møguleikarnir fyri yrkið »Tá meira orka verður løgd í sjúkrarøkt­ arfrøðingar, kunnu vit átaka okkum fleiri uppgávur og ansa eftir alt sjúkari fólkum. Sjúkrarøktarfrøðingar eru nærlagdir og vilja víðka um teirra fakliga serkunnleika, og um teir gera tað, kunnu fleiri fáa eina rættari og munabetri viðgerð.« Soleiðis koma vit á mál »Vælferðartøkni kann hjálpa fleiri sjúklingum og brúkarum at vera sjálvbjargnir við ymsum hjálpartólum í heim­ inum, so ikki er neyðugt hjá sjúkrarøktarfrøðingum at vitja so ofta. Sensortøkni og ávaringar gera tíðarnýtsluna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum munadyggari, og vit kunnu nýta meira tíð hjá teimum, sum veruliga hava tørv á okkum.«

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

29


Menning og gransking hava fingið Lenu Berg ovast upp á førleika­ stigan. Í dag hevur hon ábyrgd av at menna og styrkja sjúkrarøktina innan bráðrøkt á Karolin­ ska Universitetssjukhu­ set í Stockholm.

30

Svøríki


Tekstur MARIA EJD • Mynd LARS NYMAN

Ovast á lønarog førleikastiganum Ein sterkur menningarvilji hevur ført sjúkrarøktarfrøðingin LENU BERG upp ovast á bæði lønar- og førleikastiganum. Hetta hevur ikki verið ókeypis, men í dag er hon nøgd. Svenska Vårdförbundet virkar fyri, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar skulu gera sum hon.

T

ann tíðin, tá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ arnir einans valdu yrkið fyri at veita røkt og góðar gerðir, er farin. Í dag ber til bæði at velja sjúkra­røkt­ar­yrkið og miða ímóti egnari menning og yrkisleið. Eitt tekin um hesa menningina eru yrk­ isleiðirnar og førleikastigarnir, sum sjúkra­ røktar­frøð­inga­felagsskapurin Vård­förbundet og arbeiðsgevararnir í svensku kommununum og økjunum (SKR) nú samstarva um. Eitt av endamálunum er, at ábyrgd og útbúgving skulu síggjast aftur á lønarseðlinum hjá sjúkrarøktarfrøðinginum. Stockholm er eitt av teimum økjunum, sum eru komin longst á leiðini. Á Karolinska Universitetssjukhuset í Stockholm varð staðbundni førleikastigin tikin í nýtslu í 2017. Sjúkrarøktarfrøðingurin Lena Berg er ein teirra, sum eru ovast á stiganum. Hon fór undir lesnaðin tað árið, tá longdin á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini gjørdist trý

F A K TA

SVØRÍKI Tal av sjúkrarøktarfrøðingum 109.515 eru virknir innan heilsuog røktarøkið. 82 % í almenna geiranum. 18 % í privata geiranum. Útbúgvingarlongd 3 ár.

ár, og var liðugt útbúgvin í 1996. Seinastu stívliga 20 árini síðan tá hevur hon upplivað, hvussu yrkið er ment fakliga. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar nema sær serútbúgving, granska og menna sjúkra­ røktina. Men samstundis verður í Svøríki tosað um kreppu í heilsuverkinum og um sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava fingið nóg mikið av lágari løn og ringum arbeiðskorum. Sjúkrarøktarfrøðingafelagsskapurin Vård­ förbundet ávarar um, at fleiri royndir sjúkra­ røkt­ar­frøðingar við serligum førleikum gevast í yrkinum, og felagsskapurin gjørdi í 2019 eina rammuavtalu við arbeiðsgevarar­ nar um betri løn. Endamálið er, at serliga sjúkrarøktarfrøðingar við yrkisførleikum fram til 2022 skulu hava 10.000 SEK meira í løn um mánaðin. Nú fer tað at vísa seg í staðbundnu lønarsamráðingunum í økjum og kommunum, hvussu hetta kemur at virka í praksis.

Løn og pensjón 33.520 SEK (3.059 evrur) um mánaðin í miðal til svenskar sjúkrarøktarfrøðingar, sum ikki eru leiðarar. Hægstlønti tíggjundaparturin fær 38.750 SEK (3.536 evrur), lægstlønti tíggj­ undaparturin fær 27.700 SEK (2.645 evrur). Harafturat rindar arbeiðsgevarin 18,5 % í pensjón og 4,5 % í tænastupensjón fyri lønir upp til 39.000 SEK. Fyri lønir yvir 39.000 SEK rindar arbeiðsgevarin 30 % til pensjón. Útbúgving av leiðarum 72 % av leiðarunum høvdu í 2015 eina innanhýsis leiðsluútbúgving, fyri 34 % av leiðarunum var hetta ein akademisk leiðsluútbúgving. Gransking 2 % av sjúkrarøktarfrøðingunum hava eitt ph.d.-heiti. Umleið 120 eru professarar.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

31


FAKL IGT ÚTSÝNI Lena Berg, leiðandi sjúkrarøkt­ arfrøðingur, Stockholm Størsta avbjóðingin fyri yrkið ”At sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu síggja sítt val av yrki sum eina møguleika at koma fram á yrkisleið. Eins og onnur yrki gera, til dømis læknarnir.” Størstu møguleikarnir fyri yrkið ”Ein stórur partur av uppgávuni hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er at fyri­byrgja ringari heilsu, og eg haldi, at vit hava stórar møguleikar – bæði fyri at ávirka heilsuverkið og fyri at betra um fólkaheilsuna. Ikki minst í primeru heilsu­ tænastuni, sum fer ígjøgnum eina týðandi menning, tá svenska heilsuverkið fer frá at vera sjúkrahússtýrt til at leggja dent á røkt í nánd av borgarunum.” Soleiðis koma vit á mál ”Um vit skulu hava eina sjúklingarøkt við líka møguleikum fyri allar sjúklingar, mugu førleikarnir hjá øllum yrkjum spæla við. Eg haldi eisini, at tað fer at ganga tann vegin. Avbjóðingin verður fyrst og fremst samfelagsbúskapurin, sum til dømis noyðir fleiri sjúkrahús í Stockholm at minka um starvsfólkið.”

32

Svøríki

Møguleiki at mennast Lena Berg veit, hvussu lívið sum sjúkra­ røkt­ ar­ frøðingur kennist: Stór ábyrgd, strongd og náttar- og vikuskiftisarbeiði. Kort­ini vísir hon á fjølbroytnið í sjúkra­ røkt­aryrkinum. ”Arbeiðskorini kunnu vera ring og lønin lág, men eg havi hug at vísa á ymiskt annað. Eg havi verið á Karolinska í 21 ár og ongantíð kent, at eg noyddist at skifta arbeiðspláss, tí eg havi alla tíðina havt møguleika fyri menning. Hesin møguleikin er týdningarmikil í yrkinum hjá okkum.” Eftir at hava arbeitt í nøkur ár innan ortopedi og skurðfrøði, fór hon í 2003 at arbeiða í bráðmóttøkuni á Karolinska Universitetssjukhuset. ”Fyri meg var bráðrøkt eitt sjálvsagt val, og tá eg byrjaði í bráðmóttøkuni, føldi eg meg beinanvegin heima. At hitta nógvar sjúklingar innan stutta tíð krevur nógva orku, men mær dámar ferðina, tað, at eg ongantíð veit, hvat dagurin fer at bjóða, og spenningin, tá tað snýr seg um lív og deyða,” sigur Lena Berg. Tá hon var nýútbúgvin sjúkra­røkt­ar­ frøðingur, var byrjanarlønin 12.500 SEK um mánaðin. Í dag er hon leiðandi sjúkra­røkt­ar­ frøðingur innan bráðøkið, og á sjeynda og hægsta stigi á førleikastiganum er miðallønin 49.200 SEK um mánaðin. Á ovasta stig við gransking Hon er nøgd við lønina og sína støðu á yrkis­leiðini. Men til at røkka ovasta stig­ið

á førleikastiganum krevjast drúgv­ar klin­ iskar royndir, kandidatheiti, veg­leið­ing­ar­ førleikar og ph.-lesnaður ella ph.d.-heiti. Eftir at hava granskað hálva tíð í átta ár vardi Lena Berg í 2018 sína ph.d.-rit­gerð um vandar fyri sjúklingatrygdini á skaða­ stov­um. ”Tað var sera krevjandi, og dóttur míni leingist ikki aftur til tíðina, tá eg hvørt kvøld sat í køkinum og skrivaði. Men granskingin var eisini ein kveikjandi avbjóðing, sum bar meg víðari á yrkisleiðini.” Í svenska heilsuverkinum hevur siður verið at havt medisinska leiðslu. Tá tú ert leið­ andi sjúkra­røkt­ar­frøðingur, skalt tú arbeiða strateg­iskt við at menna sjúkrarøktina og gera hana sjónligari. Dagarnir hjá Lenu Berg eru merktir av netverkan, fundum, seminar­virksemi og fráboðan og greining av óætlaðum hendingum. ”Ein partur av arbeiðinum hjá mær er at skapa møguleikar fyri at lyfta yrkið hjá sjúkra­røktarfrøðinginum. Vit hava eina lang­ tíðarætlan, som í fyrstu at­løgu snýr seg um at møta fyrstulinju­leiðar­um og sjúkra­røkt­ ar­umboðum í samtalu og á náms­skeiðum,” sigur hon. Lena Berg hevur ongantíð angrað starvs­ leið sína. Hon sær yrkið sum eitt sjálvtøku­ borð við møguleikum, og hetta merkir fyri hana, at hon at kalla ikki arbeiðir kliniskt longur. Forvitni og menningarhugur hava altíð verið drívmegin. ”At koma fram á yrkisleið krevur eld­huga. Eg eri sjálvandi nøgd við lønarmenningina hjá


Mynd THOMAS CHRISTIANSSON/TAM-ARKIV.

mær, men tað, sum hevur størri týdning enn peningur, er møguleikin fyri at hækka støðið á sjúkrarøktini og stuðla starvsfelagunum í teirra menning. Tað er torført hjá mær at sleppa arbeiðinum í frítíðini, og eingin ger mínar arbeiðsuppgávur, tá eg eri sjúk. Men arbeiðið er frítt, og eg elski tað.”

E I NAF ER Ð VA R TA Ð Myndin er frá einum røktarheimi fyri børn, sum varð vígt í 1941. Í reglugerðini fyri heimið stendur, at ”starvsfólkið skal viðfarast fólkaliga og við lýdni”. Her situr fyristøðukvinnan hjá einum lítl­ um sjúklingi, sum liggur í songini. Kanska gongur ”fólkaligheitin og lýdnið” báðar vegir, og kanska var persónsmiðsavnandi sjúkrarøktin eisini til í 1953, tá myndin varð tikin?

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

33


Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum í 100 ár 1920

Samstarvið hjá sjúkrarøkt­ arfrøðingum í Norðurlondum (SSN) verður sett á stovn á fyrsta fundinum í Keypmanna­ havn. Avgjørt verður at hittast triðjahvørt ár, og at útinnandi nevndin skal hittast á hvørjum ári. Limir eru sjúkrarøktar­ frøðifeløgini í Danmark, Finn­ landi, Noregi og Svøríki.

1923

Íslendski sjúkrarøktarfrøði­ felagið gerst limur.

1926

Avgjørt verður at hittast fjórðahvørt ár.

1930

Avgjørt verður, at arbeiðs­nevnd­ in (fyrr útinnandi nevnd­in) skal koma saman annaðhvørt ár. 34

1981

SSN fer undir at útgeva granskingartíðarritið ”Vård i Norden”.

1935

SSN umboðar nú 25.000 norð­urlendskar sjúkrarøktar­ frøðingar. Fær sínar fyrstu prentaðu lógir.

1945

SSN hátíðarheldur 25 ár.

1947

Bókin ”Sjuksköterskors sam­ arbete i Norden – Kongress­ berättelser från 25 år” verður útgivin.

1948

Teir báðir fyrstu varandi fak­ ligu serfrøðingabólkarnir verða settir og arbeiða serliga við útbúgving og rationalisering av arbeiðinum hjá sjúkrarøktar­ frøðingum, umsiting, búskapi og sjúkrahúsbygging.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

1954

Nýggjar lógir: Avgerandi myndugleikin hjá SSN fer frá fundinum til umboðsnevnd­ ina. Varandi fakligu serfrøð­ inga­bólkarnir verða skrivaðir inn í lógirnar, og SSN fær sína fyrstu varandi avgreiðsludeild við løntum skrivara og niður­ skrivaðum leiðreglum.

1970

Nýggjar lógir: Fundurin verður avtikin sum fakligur depil. Í staðin verður skipað fyri fakligum temafundum í sambandi við árligar umboðs­ nevndarfundir. Varandi fakligu nevndirnar verða avtiknar, og í staðin koma settar nevndir til ávís høvið.

1983

SSN gevur út fyrstu útgávuna av ”Etiske retningslinjer for sygeplejeforskning i Norden”.

1989

SSN tosar nú vegna 225.000 sjúkrarøktarfrøðingar. Nýggjar lógir: Um­ boðsnevndirnar hjá SSN og temafundirnir verða avtik­ in. Nevndin fær avgerandi myndugleikan. Framyvir verður eittans fakligt tiltak árliga. Fyri fyrstu ferð verður myndugleikin hjá SSN skil­ markaður á prenti: SSN kann einans taka avgerðir í málum, sum eru viðkomandi fyri norðurlendska samstarvið. Ikki í innlendis málum.


1995

SSN hátíðarheldur 75 ár og gevur út bókina ”Fem svaner i flok”.

1998

Føroyski sjúkrarøktarfrøði­ felagið gerst limur.

2009

SSN gevur út frágreiðing við status og viðmælum til góðskuábendingar innan føðslu (nutritión), pínu, trýst­ sár, fall og normeringar.

2014

Svenski SSN-limurin Vårdför­ bundet yvirtekur útgávuna av ”Vård i Norden” í sam­ starvi við Svensk Sjukskö­ terskeförening. Heitið verður broytt til ”Nordic Journal of Nursing Research” og verður givið út gjøgnum bretska forlagið Sage. Frá 2015 verða einans greinir á enskum góðtiknar.

2015

Lógarbroyting: Av­ greiðsludeildin hjá SSN verður partur av felagnum í tí land­ inum, har formaðurin í SSN er. SSN-ráðstevna um fram­ komna kliniska sjúkrarøkt, Advanced Practice Nursing.

2016

SSN-ráðstevna um sjúklingar við samansettum tørvi.

2017

SSN-ráðstevna um gransking í sjúkrarøkt.

2018

SSN skipar fyri ráðstevnu um líkaløn og vendir sær til stjór­ nirnar í Norðurlondum um, at tørvur er á einum politiskum átaki móti ólíkaløn.

2019

SSN heldur CNO/GCNMO-verk­ stovu - Chief Nursing Officer/ Government Chief Nursing and Midwifery Officer.

2020

Vegna Covid-19 farsóttina er ætlaða fagnaðar ráðstevnan avlýst. Í 2020 lýsir SSN seg sum ein samstarvsstovnur fyri norður­ lendsku sjúkrarøktarfrøði­ feløg­ini, sum kjakast um evni við felags áhuga á yrkispolit­ iska, áhugapolitiska, altjóða og samfelagspolitiska økinum. SSN hevur eitt stýri, sum kemur saman í minsta lagi tvær ferðir árliga. Í stýrinum sita formenninir fyri sjúkra­ røktarfrøðifeløgini í teimum seks limalondunum. SSN umboðar 340.000 sjúkrarøktarfrøðingar og virkar fyri: • Menning av førleikunum og virkisøkjunum hjá sjúkra­ røktarfrøðingum • Einari sjúkrarøktartænastu við høgari góðsku • Virðismeting av funktiónini hjá sjúkrarøktarfrøðing­ um við góðum lønar- og arbeiðskorum. • Ávirkan á avgerðargrund­ ar­lagnum fyri menning av heilsurøkt og heilsupolitikki • At tryggja samskipan av lut­ tøkuni hjá limafelagøgunum í øðrum norðurlendskum, europeiskum og altjóða samanhangum.

Keldur til søguligu greinina, tíðarlinjuna og fakta NETE BALSLEV WINGENDER, 1995, Fem svaner i flok – Sygeplejerskers Samar­ bejde i Norden 1920-1995, Sygeplejer­ skers Samarbejde i Norden VERA BROCK (ritstjórn), 1970, SSN 50 år, Sygeplejerskers Samarbejde i Norden ÅSHILD FAUSE og ANNE MICAELSEN, 2001, Et fag i kamp for Livet – Syke­ pleiens historie i Norge, Fagbokforlaget MARIANNE FALCK m.fl. (redaktion), 1983, EPIONE – SSY – Sjuksköter­ skeföreningen i Finland 85 år, Sjukskö­ terskeföreningen i Finland WANJA PETERSEN, 1998, Frá Diakonissu­ ni til Sjúkrasystrina, Sjúkrasystrafelag Føroya IRIS ERLÖV og KERSIN PETERSSON, 1992, Från kall till personlighet – Sjukskö­ terskans utbildning och arbete under ett sekel, Pedagogiska institutionen, Lunds Universitet KARI MELBY, 1990, Kall og kamp – Norsk Sykepleierforbunds historie, Cappelen SSN, 2018, Equal Pay and Working Con­ ditions, Sygeplejerskers Samarbejde i Norden EVA BARKEMAN, 2014, Jobba 6 timmar, få betalt för 8, Forskning.se ARBEJDERHISTORIE, 2001, Ottetimers­ dagen, Leksikon.org ARBEJDERMUSEET, 2019, Kampen om 8-timers arbejdsdagen, Arbejdermu­ seet.dk EUR-LEX, 2019, Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2013/55/EU af 20. november 2013, eur-lex.europa.eu DE SEKS NORDISKE SYGEPLEJERSKEFORBUND, 2019, diverse historiske data og informationer til faktabokse; lønstatistik fra 2018. SSN’S SEKRETARIAT, 2019, ymiskar søguligar upplýsingar um virksemið hjá felagsskapinum.

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðanlondum – 100 ár

35


Hóast okkara endamál ikki eru stórar fyriskipanir og máttmikil framferð, so er tað ein markleys kensla av styrki í hesum, at vit eru ein savnaður hópur, ið strembar eftir somu málum. I NNB JÓ Ð I NG T I L F Y R S TA F E L A G S F UND H J Á S A M S TA R V I NUM H J Á S JÚK R A R ØK TA R F R Ø Ð I NGUM Í NOR Ð A NL ONDUM, 1 9 2 0

100

Samstarvinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum

9 788772 667065


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.