Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2023

Page 1

2023 Ársfrágreiðing

Ferðavinnuætlan og samleiki 20 Nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030 22 Visit Faroe Islands 28 Ferðavinnubrandið Føroyar 32 Menningarátøk 2023 36 Yvirlit 4 Inngangur 6 Ferðavinnan 2023 í tølum 10 Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni 16
Burðardygd 46 Ein endurskapandi ferðavinna 48 Ein grønari leið við vinnuferðavinnu 52 3
Marknaðarføringsvirksemi í 2023 54 Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 89 mió. kr. 56 Frítíðarferðavinna 60 Vinnuferðavinna 64 Tiltøk í 2023 70 Talgildir miðlar 74 Faldarar 84 Altjóða samstørv 86 Onnur samstørv 88 4 Visit Faroe Islands / Gongin 9 / 100 Tórshavn Tlf. 666 555 / info@visitfaroeislands.com / www.visitfaroeislands.com
1
2

Yvirlit

1
4 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 5 YVIRLIT

Inngangur

Samlaði umsetningurin frá útlendskum ferðafólkum lendi á 945 mió. kr í 2023, samanborið við 900 mió. kr. í 2022. Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var 784 mió. kr., og sostatt er 2023 metár higartil. Havast skal tó í huga, at størsti parturin av umsetningsvøkstrinum í 2023 og 2022 stavar frá øktu inflasjónini, har serliga hægri oljuprísir hava gjørt, at ferðaseðlaprísirnir eru hækkaðir. Samstundis eru renturnar munandi hækkaðar, sum eisini ávirkar kostnaðarstøðið hjá vinnuni. Tískil sæst umsetningsvøksturin í 2023 heldur ikki væl aftur á botnlinjunum hjá fyritøkunum.

Kapasiteturin á serliga gistingarsíðuni er munandi øktur seinastu árini, bæði á gistingarhúsum og airbnb, samstundis sum ferðafólkatalið stendur í stað. Tað ger, at kappingin er munandi harðnað og gistitalið (belegningurin) hjá flestu veitarum er lægri enn áður.

Hækkaða útreiðslustøðið sæst eisini aftur á bruttovirðis økingini fyri ferðavinnuna í Føroyum, sum vísti 391 mió. kr. í 2023, samanborið við 355 mió. kr. í 2022. Enn er ikki nátt aftur á 2019 støði, áðrenn korona, sum var 421 mió. kr.

Samlaða talið av útlendskum ferðafólkum í 2023 varð um 130.000, harav um 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis, tá bæði ferðaskip og Norrøna eru tald við. Talið av útlendskum ferðafólkum um flogvøllin er óbroytt samanborið við 2022, meðan talið av ferðafólkum sjóvegis, øktist munandi frá 30.000 í 2022 til 65.000 í 2023. Hóast vøkstur í sjóvegis ferðsluni, har serliga ferðaskip aftur vitjaðu Føroyar, er samlaða talið av ferðafólkum enn lægri enn áðrenn korona, í 2019 vitjaðu 140.000 ferðafólk, sum er met.

Nýggja ferðavinnustrategiin fram móti 2030, sum vit kalla HEIM, varð framløgd fyri fullsettum Norðurlandahúsi í oktober. Móttøkan hevur verið serstakliga góð heima í Føroyum, eins og stórur áhugi eisini hevur verið fyri henni uttanífrá. Tað sum serliga hevur vakt ans, er tann framferðarhátturin vit nýttu, ein full bottom­up tilgongd, har alt Føroya fólk fekk høvi til at koma við sínum íkasti. Strategiin verður ment á einum burðardyggum støði, bæði umhvørvisliga, sosialt eins og fíggjarliga, sum vit síggja fram til at fáa av bakkastokki, saman við nógvum ymiskum samstarvsfelagum og áhugabólkum.

Nógv tiltøk vórðu aftur greidd úr hondum í 2023, bæði innan marknaðarføring og menning. Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av okkara virksemi.

Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands

6 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 7 YVIRLIT

Lyklatøl 2023

Umsetningur av ferðavinnuni

945 mió. kr. samanborið við 900 mió. í 2022

Tann innkomandi ferðavinnan skapti

578 ársverk samanborið við 615 í 2022

Útlendsk ferðafólk

130 túsund samanborið við 100.000 í 2022

Gistingar á gistingarhúsum

221.575

4% samanborið við 2022

Prosent av samlaða føroyska útflutningsvirðinum

6%

samanborið við 5,8% í 2022

Fjølmiðla­ og samstarvsvitjanir

166 samanborið við 150 í 2022

GDS Index 2023

28 PLÁSS

Føroyar er á TOPP 30 lista yvir burðardygg ferðamál

Hotelkømur við umhvørvisgóðkenning

33% sama tal sum í 2022

ÁRSFRÁGREIÐING 2023 9 YVIRLIT 8 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT

Ferðavinnan 2023 í tølum

Í samstarvi við Visit Faroe Islands, savnar

Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum.

GISTINGAR

Í 2023 vóru 221.575 gistingar skrásettar á gistingarhúsunum um í Føroyum tilsamans, samanborið við 230.686 gistingar í 2022. Til samanberingar vóru 166.452 gistingar í 2019, áðrenn korona og áðrenn at gistingarhúskapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.

Síðani 2021 savnar Hagstovan bert tøl inn frá gistingarhúsum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini. Tað gevur sjálvandi eitt lægri samlað tal enn áður og gevur eisini eina verri mynd av hvussu ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingarhús sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan størri parturin av frítíðarhúsunum og kamping liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum.

1. Danmark 65.482

2. USA 17.970

3. Noreg 14.020

4. Týskland 8.368

5. Bretland 7.543

6. Ísland 6.843

7. Svøríki 6.685

8. Frakland 3.978

9. Spania 2.889

10. Niðurlond 2.860

Miðamerika

Suðuramerika

USA 17.970
TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar
266 Europa 194.000+
462 Ísland 6.843 Asia 4.841
og Karibia
Grønland
Avstralia og
og miðeystur 744
104
Ný Sæland 1.440 Nær-
Afrika
486 10 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 11 YVIRLIT

Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb og líknandi bókingarskipanum. Tað er tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl.

Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu árini.

Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 800 føroyskir brúkarar hava seinasta

árið leigað sín bústað út á Airbnb. EU arbeiðir við at noyða Airbnb til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini.

Á bókingarskipanunum, so sum á booking.com. er tjóðskapur ikki kravdur, tá bókað verður og tí gevur tað eina vissa óvissu í samlaðu tjóðskapartølunum.

92% av øllum gistingum á gistingarhúsum í 2023 vóru í Suðurstreymi. Flestu ferðafólk koma til Føroya sum einstaklingar ella í minni bólkum á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum hevur seinastu árini verið støðugt vaksandi.

Samlaða gistitalið (belegningur) á gistingarhúsunum fyri alt landið var 52% í 2023. Hetta kann samanberast við 53% í 2022 og 59% í 2019, áðrenn korona. Havast skal í huga, at

Umleið 130.000 ferðafólk

vitjaðu Føroyar í 2023. Av

teimun komu 65.000 flogvegis

65.000 sjóvegis

Gistingarnætur 2023

Flokkaðar eftir bústaðarlandi

Danmark

Føroyar

USA

Noreg

Europa annars

Týskland

Bretland

Ísland

Svøríki

Asia

Frakland

Spania

Niðurlond

Komur/Check-ins 2023

Flokkað eftir endamáli við ferðini 2023

Í bólki (10+) Business, 5,5%

Gistingarnætur 2023

Mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og tíð

Suðurstreymur

Uttan fyri Suðurstreym

Einstaklingar Business, 18,6%

Einstaklingar Leisure, 67,7% Í bólki (10+) Leisure, 8,2%

Gistingar í alt

2013-2023

Italia

Finnland

Avstralia og Ný Sæland

Nær og miðeystur

Norðuramerika annars

Suðuramerika

Grønland

Miðamerika og Karibia

Áland

Afrika annars

Norðurafrika

Oceania og póløkið

17.970 / 78%

14.020 / 14%

13.078 / -11%

8.368 / -15%

7.543 / -27%

6.843 / -22%

6.685 / -4%

4.841 / 67%

3.978 / 7%

2.889 / 22%

2.860 / 0%

2.797 -21%

1.497 / 2%

1.440 / 155%

744 -12%

741 / 26%

486 -10%

462 60%

266 / -34%

118 2260%

57 / -68%

47 / 4600%

31 / -86%

65.482 / -25%

58.332 / 18%

67,7% 18,6% 8,2%
Jan Feb Mar Apr Mei Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des 661 615 562 697 1.990 3.416 3.522 3.350 1.586 815 432 281 6.880 8.585 14.165 17.784 21.282 25.581 27.117 26.324 20.555 16.931 10.600 7.844 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023
5,5% 94.705 99.462 115.668 125.254 140.660 149.974 164.066 92.816 169.177 221.575 230.686 12 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 13 YVIRLIT

gistingarhúskapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið, ið eisini ávirkar gistitalið negativt. Gistitalið í Suðurstreymi var 52% í 2023, samanborið við 53% í 2022 og 67% í 2019.

FERÐASKIP

Í 2023 vitjaðu 63 ferðaskip við 35.031 gestum umborð, samanborið við 43 skip í 2022 við 15.663 gestum. Í 2019, árið fyri korona, vitjaðu 51 skip við 35.524 gestum.

Av teimum 63 ferðaskipunum í 2023, løgdu 49 at í Havn, 1 í Klaksvík, 9 í Runavík, 1 í Vági og 3 á Tvøroyri.

Talið av ferðaskipum, ferðafólkum og starvsfólkum 2010-2023

Ferðafólk Mannskap Skip

Í 2023 vóru 221.575

gistingar skrásettar á gistingarhúsunum í Føroyum tilsamans

Gistingarkapasitetur Kømur 60.000 50.000 40.000 30.000 20.000 10.000 0 Jan Feb Mar Apr Mei Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Gistital (%) - Suðurstreymoy Kamarsnætur/kømur 100% 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0 Jan Feb Mar Apr Mei Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Gistital (%) - Alt landið Kamarsnætur/kømur 100% 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0 Jan Feb Mar Apr Mei Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Gistingarkapasitetur Sengur 60.000 50.000 40.000 30.000 20.000 10.000 0 Jan Feb Mar Apr Mei Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023
70.000 60.000 50.000 40.000 30.000 20.000 10.000 0 80 70 60 50 40 30 20 10 0 Skip '10 '11 '12 '13 '14 '15 '16 '17 '18 '19 '20 '21 '22 '23
14 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 15 YVIRLIT

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni

Hagstovan kannar búskaparligu ávirkanina av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar ið ferðast í egnum landi, eru sostatt ikki taldir við.

UMSETNINGUR

Útlendsk ferðafólk keyptu í 2023 tænastur og vørur fyri 945 mió. kr., samanborið við 900 mió. kr. í 2022. Í 2011, sum er so langt tølini røkka aftur, var umsetningurin á 384 mió. kr. Sostatt er umsetningurin í føroysku ferðavinnuni frá útlendskum ferðafólkum vaksin við útvið 246% frá 2011 til 2023.

Inntøkur hjá føroyskum einstaklingum og familjum frá ferðaleiðing, heimablídni ella stutttíðar útleiðan av bústøðum, so sum airbnb, eru ikki tald við.

945 mió. kr. í umsetningi

945 mió. kr í útflutningsvirði

6% av útflutninginum í 2023

391 mió. kr í bruttovirðisøking

578 ársverk í 2023

16 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 17 YVIRLIT

Sostatt er tann samlaði umsetningurin nakað væl hægri enn hesi tølini. T.d. kann nevnast, at sera nógvir føroyingar leiga út á airbnb, millum 800 ­900 búeindir, tað verið seg kømur, íbúðir ella hús kring alt landið.

Sundurgreiningin vísir, at 504 mió. kr, svarandi til góð 53% av umsetninginum í 2023, stavar frá føroyskum fflutningsfeløgum, ferðaskipum og ferðaskrivstovum (SAS og Widerøe eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands). Ein stórur partur av vøkstrinum seinastu tvey árini stavar frá príshækkingum, heldur enn reellum vøkstri í vitjandi ferðafólkum, herundir munandi hægri oljuprísir hjá flutningsfeløgunum.

171 mió. kr, svarandi til umleið 18% eru frá matstovum, matvøruhandlum og drykkjuvørum. 136 mió. kr, svarandi til 14% er frá gistingarstøðunum og 91 mió. kr, svarandi til 10% er frá flutningi innanlands og bilaleigu. Írestandi prosentini eru býtt millum upplivingar, klædnasølu, og aðra sølu.

Einki avleitt virksemi er heldur talt við í umsetningin fyri innkomandi ferðavinnuna, sum til dømis, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í m.a. gistingarhús. T.d. vóru íløgur gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í í 2019/2020 ­ pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.

BRUTTOVIRÐISØKING

Bruttovirðisøkingin endaði á 391 mió. kr í 2023, saman borið við 355 mió. kr. í 2022. Til samanberingar var bruttovirðisøkingin 421 mió. kr. í 2019, áðrenn korona.

Umsetningurin í 2019, áðrenn korona, var 784 mió kr, sostatt er hækkingin frá 2019 til 2023 20%

ÁRSVERK

Tann innkomandi ferðavinnan skapti 578 ársverk í 2023, samanborið við 615 ársverk í 2022. Talið av ársverkum í 2019, áðrenn corona, var 714 ársverk. Í 2011, tá kanningin byrjaði, vóru 385 ársverk. 37% av ársverkunum vóru innan flutningsfyritøkurnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. 23% eru innan matstovur og somuleiðis 23% innan gistingar.

Í 2019 varð mett, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men ferðing í egnum landi. Í 2023 er mett at hetta talið er umleið 900 ársverk.

Mett verður, at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.

ÚTFLUTNINGSVIRÐI

Innkomandi ferðavinnan, tvs. útlendsk ferðafólk ið vitjaðu Føroyar í 2023, stóð fyri 6% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann samanberast við 5,8% í 2022 og 6,4% í 2019, áðrenn korona.

Søla frá innkomandi ferðavinnu

Mett fyri árini 2014 til 2023 og lýst í mun til samlaða útflutningsvirðið

*

av vørum og tænastum er gjørdur upp av Hagstovuni sum partur av gjaldsjavnanum til og við 2022. Hagstovan hevur mett um tænastuútflutningin 2023.

** Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum í gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum

Kelda: Hagstova Føroya

Milliónir krónur 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt 523 568 606 697 731 784 313 582 900 945 Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur 351 369 398 310 332 332 191 288 441 504 Gistingar og annað hotelvirksemi 67 74 75 76 84 104 37 85 136 136 Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur 49 53 60 175 188 216 35 99 172 171 Flutningur innanlands og leiga av bili 26 37 40 66 72 78 27 55 78 91 Upplivingar og aðrir aktivitetir 17 20 18 29 29 32 3 10 30 11 Klæðir og fótbúnaður 9 9 10 12 12 11 6 5 3 8 Onnur søla 4 6 6 29 15 10 14 39 40 25 Útflutningur av vørum og tænastum * 8.736 9.215 10.328 11.086 10.629 12.140 10.145 12.085 15.434 15.834 Umsetningur frá ferðafólki í mun til útflutning í alt ** 6,0% 6,2% 5,9% 6,3% 6,9% 6,5% 3,1% 4,8% 5,8% 6,0%
Úflutningurin
18 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 YVIRLIT ÁRSFRÁGREIÐING 2023 19 YVIRLIT

Ferðavinnustrategi og samleiki 2

20 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 21

Nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030

Fjarstøða okkara á heimskortinum hevur í nógv ár drigið at sær ferðafólk úr øllum heraðshornum, og ferðavinnan hevur verið javnt og samt vaksandi seinastu árini, soleiðis at hon nú er týðandi geiri í føroyska samfelagsbúskapinum. Við slíkum vøkstri koma óteljandi møguleikar eins og avbjóðingar, har vit skulu gera av hvørja ferðavinnu vit vilja hava og hvussu ferðavinnan skal gagna føroyska samfelagnum.

Eitt styrkt heim

Ferðavinnan er ein vinnugrein, sum kann styrkja heimstað okkara. Ferðavinnan skal gagna okkum sosialt og fíggjarliga, og skal brúkast sum amboð til at verja náttúruna.

Eitt opið heim

Tað liggur í ferðavinnuni, at vit sýna blíðskap, eru opin, taka ímóti gestum og lata upp fyri útheiminum. Tað skal gerast við virðing fyri okkara egna samleika og eftir okkara egnu treytum, so at vit ikki missa tað, sum er okkum dýrabart.

Eitt varðveitt heim

Ferðavinnan gevur høvi til at varðveita og menna heimland okkara, náttúru og mentanararvin, sum er sjálv atdráttarmegin, ið ger, at fólk vilja vitja og búgva í Føroyum.

22 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 23 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

Síðan Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2012 at arbeiða við einari strategi fram til 2020 er mikið hent. Í tættum samstarvi við Føroya Landsstýri, eitt sterkt og framsøkið vinnulív og eina fjøld av heilhugaðum og dugnaligum viðleikarum og eldsálum kring landið alt; her hevur verið arbeitt av øllum alvi, skal sigast, og endiliga í 2023 aftaná áralangt fyrireikingararbeiði bleiv nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030 løgd fram.

Føroyar hava tey seinastu árini boðið heiminum heim til okkara. Og í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.

Føroyar skulu ongantíð gerast okkurt hissinis ferðamál – har skundmikil ferðafólk steðga stutt og fara avstað aftur uttan at fáa nakað veruligt burturúr.

Ferðavinnan í Føroyum er drívmegi í nýskapan og menning á so mangan hátt. Hon hevur økt tilvitskuna millum føroyingar um egið tilfeingi og møguleikar her á landi.

Samstundis er týdningarmikið at hava í huga, at ferðavinnan skal altíð gagna heimlandi okkara. Hon skal ikki gerast endamál í sjálvari sær og vit skulu ikki broyta heimligu viðurskiftini, fyri at ferðavinnan skal vaksa. Visit Faroe Islands fór tískil í 2022 undir arbeiðið at orða nýggja langtíðarætlan fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030.

BREIÐA VIÐGERIN – ‘BOTTOM-UP’

Á heystið 2022 settu vit ymisk tiltøk í verk fyri at bjóða øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini – ein sokallað ‘bottomup’ strategi, tann fyrsta av sínum slag í heiminum. Hetta snúði seg um at geva so nógvum føroyingum sum gjørligt møguleika at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum.

Nýggja ferðavinnuætlanin skal verða so kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum gjørligt kunnu hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum

Tað var gjørt við m.a. at fáa samrøðu í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir. Eisini var skipað fyri einum átaki, har øll áhugað kundu siga sína meining um ferðavinnuna á einum almennum talgildum postkassa: www.sigtínameining.fo. Nærum 500 føroyingar tóku av og sendu inn uppskot, vístu á møguleikar og komu við kritikki.

HEIM: NÝGGJ FERÐAVINNUÆTLAN

FRAM ÍMÓTI 2030

Í Móðurmálsorðabókini eru mangar lýsingar av orðinum ”heim”, eitt nú ”staður, har ein býr.” Í orðtøkum, yrkingum og vendingum kemur orðið ofta fyri: Heima er best, Heim, kæra heim, Heimið er har, sum hjartað er og Vit sigla heim.

Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara.

Hesin stutti setningur hevur íblástur frá viðgitna skaldinum og umhvørvisverndarmanninum Gary Snyder, ið segði at “náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Hetta var

Arbeiðssetningurin

Arbeiðssetningur okkara er, at tryggja, at ferðavinnan er við til at styrkja, sýna fram og varðveita heimland okkara saman við føroyingum, ferðafólki, fyritøkum og felagsskapum.

Málið

Mál okkara er, at í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga.

24 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 25 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu Visit Faroe Islands hevur havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara. Í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.

VISJÓN

Ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Við nýggju strategiini taka vit táttin upp eftir menningarætlanina frá 2019, At menna og varðveita um somu leið. Ein munur er tó, at nú er eingin serstøk ætlan um burðardygd við ávísum tiltøkum, sum skulu fremja burðardygga menning. Nú er burðardygd grundhugsjónin í allari ferðavinnuætlanini og sjálvsagdur partur av øllum virksemi okkara, eins og heimsmálini hjá ST eru tað.

MÁLIÐ OG ARBEIÐSETNINGUR

Við hesum málinum stinga vit eina yvirskipaða leið út í kortið, fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030. Við røttu fortreytunum ber til at røkka teimum ítøkiligu langtíðar málunum;

eitt styrkt heim, eitt opið heim og eitt varðveitt heim.

Fyri at halda hesa kós, arbeiðir Visit Faroe Islands við árligum virkisætlanum, ið taka støði í langtíðarmálunum, har nógv ymisk átøk verða sett í verk fyri at náa málunum. Ætlanin er at endurvitja og dagføra ferðavinnustrategiina í 2026, tá vit seta nýggj ferðavinnuátøk á skrá fram ímóti 2030. Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

Stevnumið

fram ímóti 2030

Umsetningur í kr.

1,5 mia.

Ferðavinnan í Føroyum er lutfalsliga lítil enn, og búskaparliga burðardygg ferðavinna krevur størri umsetning, serliga uttan fyri háárstíð. Í 2030 skulu vit kunna siga, at ferðavinnan er vaksin støðugt og í javnvág við samfelagið.

Ferðafólk um flogvøllin í lágárstíð

50%

Ein fortreyt fyri støðugum og betri ferðavinnutænastum er, at ferðafólkatalið verður meiri javnt býtt út á árið. Nú vitja yvir 60% av teimum útlendsku ferðafólkunum Føroyar í summarhálvuni, frá mai til septembur, og minni enn 40% vitja Føroyar frá oktobur til apríl.

Ferðavinnuveitarar hava ein burðardyggan politikk

100%

Ferðavinnan skal ganga á odda í grøna skiftinum. Ferðavinnuveitarar verða eggjaðir at orða politikk og gera mannagongdir fyri burðardygd skjótast gjørligt. Ein samlað føroysk ferðavinna stendur saman um eina felags burðardygdartilsøgn í 2030. Í 2030 skulu Føroyar eisini vera á norðurlendskum miðaltali í GDS burðardygdarindeksinum.

Størv í ferðavinnuni

1000+

Føroyskur ognarskapur í ferðafyritøkum

80%

Í 2030 verða tað framhaldandi føroyskar fyritøkur, sum reka og menna føroyska ferðavinnu. At ferðavinnan verður varðveitt á føroyskum hondum er avgerandi fyri eina burðardygga ferðavinnu.

Tal av fólkum, ið halda, at ferðavinnan samanumtikið hevur jalig árin á samfelagið

80% At føroyingar taka undir við ferðavinnuni og meta hana vera eitt gott íkast til føroysku samfelagsmenningina er altavgerandi. Vit fara áhaldandi at taka føroyingar við upp á ráð, vit fara at kunna betur um ferðavinnuna og eggja borgarum til at gerast partur av ferðavinnuni. Hugburðurin til ferðavinnuna verður javnan kannaður.

Ferðavinnan fer framhaldandi at bjóða fram nýggj størv, til kvinnur, ungfólk, ígongdsetarar o.o. Tað skal vera gott at starvast í ferðavinnuni, og tað skal bera til at leggja sær spennandi og fjølbroytta starvsleið í ferðavinnuni. 26 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 27 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

Visit Faroe Islands

P/f Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland.

MISSIÓN

Visit Faroe Islands skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis útvaldum marknaðum og málbólkum. Visit Faroe Islands skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og ”knowhow”, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

JÁTTAN

Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2023 á kr. 20 mió. varð nýtt soleiðis:

· kr. 8 mió. til marknaðarføringsátøk

· kr. 3 mió. til menningarátøk

· kr. 9 mió. til umsiting/rakstur/lønir

Eisini umsat Visit Faroe Islands tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar.

MARKNAÐARFØRING OG MENNING

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á altjóða marknaðum og at menna Føroyar sum ferðamál. Marknaðarføringin hevur síðstu árini havt fokus á at leingja ferðaárstíðina, og selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferðavinnuni kunnu vera virknir alt árið og harvið tryggja støðug arbeiðspláss til starvsfólk. Hetta verður m.a. gjørt við

at menna vinnuferðavinnu, sum eisini var partur av verkætlanini Vakstrarforum hjá fyrrverandi landsstýri.

Menningararbeiðið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál, við endamálinum at menna og varðveita um somu leið.

VAL AV MARKNAÐUM

Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á útvaldum marknaðum. Hesir eru valdir út frá nærleika til Føroyar, har vit ganga út frá at kunnleikin til Føroyar er lutfalsliga størstur, og harvið lættast at fáa fleiri ferðafólk. Tey síðstu árini hevur burðardygd eisini verið ein grundgeving fyri at raðfesta marknaðir, sum eru tætt uppá Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt ov langt fyri at koma til Føroyar. Teir marknaðir, sum hava verið raðfestir eru Norðurlond, Stóra Bretland, Týskland, Holland, Italia, Frakland og síðstu árini eisini USA, við serligum denti á eysturstrondina, har tað er stórur kunnleiki um Ísland, og sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði.

Starvsfólk

10,7 ársverk

28 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 29 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

AVGREITT

Gera Strategi 2030 fyri ferðavinnuna í Føroyum

Dagføra UN-brandið

Fremja verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu

Skapa betri atgongd hjá ferðafólki til samferðslu í samstarvi við SSL

Endurskoða kommunala bygnaðin í ferðavinnuhøpi

Fáa yvirlit og fakta um ferðafólkaferðsluna í náttúruni

Førleikamenning til vinnuna innan vertskap og ferðaleiðslu

Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum (til 555.000)

Umskipan og víðkan av MICE deildini til 3 fólk

Fáa fulla innliman í Green Key

Norðurlendskt miðal í GDSindex fyri 2025

Menna nýggja bidbók fyri MICE

Marknaðarføring

Privat & PR

Marknaðarføring

Vinna

Marknaðarføring

Talgilt

Skrivstovuhald

Bókhald

Content & Samskifti

Menning

hjá Visit Faroe Islands fyri 2023
Mál
Stjóri
GERÐ
Í
Bygnaður á Visit Faroe Islands 30 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 31 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

Ferðavinnubrandið

Føroyar

Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.

Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lyklaorðinum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangsstøði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ferð eftir ferð.

Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið var sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.

Í samband við arbeiðið at orða nýggja strategi var avgerð tikin um at gera tillagingar í brandinum. Litir og stavsnið eru dagførd, og brandið er flutt fram til 2023, og væntanin er, at við hesum tillagingum kann

32 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 33 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

brandið brúkast í nógv ár. Ein av tillagingunum eru myndirnar og litirnir, har avgerð er tikin um at víðka palettina til aðrar litir enn grønt og blátt, so sum gult, ljósareytt o.s.fr. fyri at vísa modernaðu Føroyar.

Hildið verður fast í un­brandinum. Okkara gestir verða leypandi spurd, um tey eru samd við brandinum. Tað eru tey, og millum annað tí verða Føroyar framhaldandi marknaðarførdar sum unspoiled, unexplored and unbelievable.

Tá brandið var valt í síni tið, var tað eisini eitt lyfti til komandi ættarlið, um at menna Føroyar sum ferðamál, so tær blíva við at vera óspiltar.

BRÚK AV BRANDINUM

Tað er Visit Faroe Islands, sum eigur brandið, meðan øll í vinnuni eru boðin at brúka brandið. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.

Tiempos

aábdðefghiíjklmn oópqrstuúvyýæø wxyz123456789

Litir
It takes Unimaginably great food and wine to make a great event. #UnordinaryIdeas #UnordinaryPlaces #FaroeIslandsMeetings #Unordinarymeetings visitfaroeislands.com/meetings
Meaningful Connections Færøerne et møde i naturen 34 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 35 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI
Make

Menningarátøk 2023

FERÐAVINNUMENNING - YVIRSKIPAÐ

2023 hevur verið eyðkent av, at nýggj ferðavinnuætlan fram ímóti 2030 er framleidd. Nýggja ætlanin avloysir menningarætlanina frá 2019, “at menna og varðveita um somu leið”, ið hevur verið útgangsstøði fyri teimum menningarátøkum, sum higartil eru sett í verk. Ein stórur partur av málunum, sum vóru at finna í ætlanini, eru heilt ella partvíst rokkin (sí m.a. ársfrásøgn frá 2021).

Eftir at grundfunktiónirnar innan menningararbeiði eru komnar í eina trygga, fasta legu, hava vit í 2022 og 2023 sett sjøtul á nýggj samstørv og royndarverkætlanir saman við øðrum pørtum; royndarverkætlanir, ið hava til endamáls at finna ítøkiligar loysnir á útvaldar avbjóðingar í ferðavinnuni.

LANDBÚNAÐARFERÐAVINNA

Visit Faroe Islands tók í 2022 stig til at skipa eina verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu saman við Búnaðargrunninum, ið hevur játtað at stuðlað verkætlanini við helvtini av kostnaðinum. Verkætlanin hevur verið skipað soleiðis, at eitt verkætlanarfólk varð sett til at lýsa menningarmøgu leikarnar á økinum og orða ítøkilig tilmæli til átøk, ið kunnu styrkja landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum.

10. november 2023 varð alment tiltak fyri fullsettari Løkshøll, har frágreiðingin um landbúnaðarferðavinnu varð løgd fram. Við kanningum sum grundarlag, vísir frágreiðingin á eina røð av tilmælum, sum eiga at verða sett í verk, so stóru møguleikarnir, ið liggja í samanrenningini millum land­

36 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 37 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

búnað og ferðavinnu, kunnu verða betri troyttir. Kanningin vísir, at stórur áhugi er millum búnaðarveitarar, at víðka sítt virksemi til eisini at fevna um vørur og tænastur, ið hava tilknýti til ferðavinnuna.

Frágreiðingin og øll tilgongdin kring verkætlanina við landbúnaðarferðavinnu hevur fingið breiða undirtøku og tað er vorðið greitt, at møguleikarnir eru so mikið stórir, at verkætlanin eigur at halda fram. Visit Faroe Islands og

Búnaðargrunnurin hava tí gjørt av at leingja samstarvið og at leingja setanina við verkætlanarfólkinum við tí fyri eyga, at seta fleiri av átøkunum í frágreiðingini um landbúnaðarferðavinnu í verk. Fyribils er avtalað at verkætlanin heldur fram til ultimo 2024.

Í 2023 hava vit skipað eitt samstarv við Hugskotið og Visit Tórshavn um at skipa eitt íverksetaraskeið í 2024 fyri landbúnaðarveitarar “Nýskapan í landbúnaðinum”. Harumframt verður arbeitt miðvíst við innihaldinum á sosialu miðlunum hjá Visit Faroe Islands til eisini at endurspegla meira landbúnaðarvirksemi v.m.

22.1% av búnaðarveitarum kenna øktan áhuga millum ferðafólk

FERÐAFÓLKATELJARAR OG YVIRLIT

YVIR FÓLKAFERÐSLU Í NÁTTÚRUNI

23.9% av búnaðarveitarum bjóða eina ferðavinnutænastu afturat búnaðarvirkseminum

Í 2023 vóru 4 ferðafólkateljarar settir upp kring landið: á Slættaratindi, Klakki, Hvannhaga og á bygdagøtuni millum Havnina og Kirkjubø. Hetta merkir, at vit nú hava góð hagtøl, sum vísa, hvussu nógv fólk ganga hesar væl umtóktu túrar nar og hvussu gongdin verður komandi árini. Sum dømi kann nevnast, at í august mánað í 2023 vóru í miðal: 82 fólk á Slættaratindi, 90 á Klakkinum, 96 til Kirkjubøar og 16 í Hvann haga.

18.6% av búnaðarveitarum hava upplivað øktan áhuga frá matstovum og fyritøkum

31.9% av búnaðarveitarum umhugsa at bjóða eina ferðavinnutænastu afturat búnaðarvirkseminum

Við 4 nýggjum ferðafólkateljarum, hava vit nú góð hagtøl sum vísa, hvussu nógv fólk ganga hesar væl umtóktu túrarnar og hvussu gongdin verður komandi árini.

Afturat hesum hava vit gjørt avtalu við bretska fyritøku, ið hevur ment nýggja skipan, ið gevur yvirlit yvir, hvussu ferðslumynstrini eru í náttúruni, umframt at tað ber til, rættiliga neyvt, at meta um, hvussu nógv fólk eru í ymisku høgunum. Hetta eru hagtøl, ið eru grundað á gps­ data frá fartelefonum, ið verða skrásett, eisini tá reikingin á telefonunum er sløkt. Tað sum hagtølini í fyrstu atløgu vísa, tað er at flest øll ferðafólk vitja somu vælumtóktu støð, at tey brúka uppmerktar gøtur (t.d. frá bygdagøtur.fo) og at tað eru sera fá, ið reika frítt.

Komandi tíðina verða skipanirnar mentar meir, soleiðis at vit framyvir hava eitt sera gott yvirlit yvir ferðafólkastreymin og ferðslumynstrini í náttúruni. Sostatt verður hetta hent amboð og týðandi vitan at hava sum grundarlag, tá avgerð skal takast um nýggj átøk, tað veri seg fyribyrgjandi ella nýggjar hentleikar ella kunning.

FERÐIST Í EGNUM LANDI 2023

Innlendis summarátakið “Ferðist í egnum landi”, ið vendir sær til føroyingar, er eftirhondini vorðið fastur táttur. Enda málið við átakinum er at styrkja og menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum, at kasta ljós á tey mongu nýggju tilboðini og møguleikarnar, sum ferðavinnan hevur skapt og at fáa føroyingar at ferðast meiri í egnum landi. Í 2023 varð avgerð tikin um at víðka átakið til at vera eitt heilársátak, ið varpar ljós á tiltøk og hendingar alt árið. Eisini er ætlanin at arbeiða meiri miðvíst og skipað við at menna miðilin, ið er týdningarmikið grundarlag fyri at tryggja eina fíggjarliga burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Hetta verður millum annað gjørt við at brúka føroyskar “ávirkarar” og við at framleiða nýtt myndatilfar v.m., ið somuleiðis kann koma ymisku økjunum og veitarunum til góðar.

SKIPAÐ HAGAFERÐSLA

Arbeiðið at skipa ferðafólkaferðsluna í føroysku náttúruni helt fram í 2023. Umframt at fáa til vega skipanir, ið geva yvirlit yvir ferðafólkaferðsluna í náttúruni, so eru nógv nýggj gongutúraskelti sett upp, 3 pílaskelti, ið vísa leiðina eru sett upp og fleiri nýggir gongutúrar eru lagdir á bygdagøtur.fo, ið nú hevur nærum 100 ymiskar gongutúrar at velja ímillum kring alt landið. Bygdagøtur.fo er eitt týðandi amboð í arbeiðinum at menna ferðavinnuna í Føroyum og kanningar

38 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 39 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

Closed for Maintenance

39 fjølmiðlafólk á 10 oyggjum

13.500 fólk hava søkt um luttøku

5 ferðir síðan 2019

300 útlendsk sjálvboðin

vísa, at arbeiði at uppmerkja og vísa á gonguleiðir kring landið hevur riggað væl, eftirsum greitt samanfall er millum gøturnar og ferðafólkastreymin (sí brot um teljarar).

Í 2023 var hiking faldarin endurskoðaður og útgivin í nýggjum sniði og vøkrum hondteknaðum kortum av útvaldu bygdagøtunum sum eru í faldaranum. Saman við talgildu kunningini, skeltum og aðrari leiðbeining er hesin faldari enn eitt hent amboð í amboðskassanum, ið er dúgliga nýtt millum ferðafólk í Føroyum.

300 føroyskir luttakarar

CLOSED FOR MAINTENANCE

Átakið ”Closed for Maintenance – open for voluntourism” er flaggskipið innan ferðavinnumenning í Føroyum. Altjóða áhugin og undirtøkan fyri verkætlanini er eisini støðug, hóast, tað eru 5 ár síðan CFM var á fyrsta sinni.

Framvegis eru nógvir altjóða miðlar, ið vilja til Føroya at bera tíðindi um CFM, og framvegis fáa vit uml. 6000 umsóknir frá einstaklingum kring allan heimin, ið vilja virka sum sjálvboðin á CFM.

Vit síggja eitt nú eisini “spin­off” ávirkan frá CFM og at minicfm fyri føroyingar hava verið bæði í Havnini og í 2023 á Skúvoy, sum vit hava latið stuðul til og vegleitt í tilgongdini.

Har vóru nýggjar gonguleiðir merktar upp við okkara pelum og skelti vóru framleidd, soleiðis at Skúvoy nú er væl fyrireikað at taka ímóti fleiri gestum, eftir at Sandoyar tunnilin lat upp.

Visit Faroe Islands fær javnan fyrispurningar frá ferðaráðum og øðrum uttan úr heimi, um átakið, og sum hava ætlanir um at skipa líknandi verkætlanir. Millum annað í Noregi, Kanada og í Grønlandi eru tey farin undir at skipa fyri egnum ”voluntour ism”átøkum við íblástri frá føroysku verkætlanini. Tá nýggja rákið innan altjóða ferðavinnu, Regenerative Tourism, verður viðgjørt, verður CFM ofta tikið fram sum fordømi um, hvussu endurskapandi ferðavinna kann fremjast í verki.

Afturvendandi átakið hevur eisini fingið eina sterka støðu í Føroyum sum menningarátak, ið kommunur og kunningarstovur vilja vera partur av. Flestu fyriskiparnir kring landið hava fingið góðar royndir av at skipa fyri átakinum, sum er vorðið ein góð savningarmegi, tá verkætlanir skulu fyriskipast.

FØRLEIKAMENNING

Eins og undanfarin ár, skipaðu vit í 2023 fyri førleika mennandi átøkum.

Hesaferð var sjóneykan setta á vertsleiklutin og evnini at siga frá góðu søguni um Føroyar. Skipað var fyri trimum tiltøkum (Á Tjóð savninum, Listasavninum og Jarðfeingi) og høvdu vit 9 fyrilestra haldarar ið greiddu frá um fuglalív, tónleikasøgu, jarðfrøði, plantulív, listasøgu, búskap, fornfrøði og seyðahald/landbúnað.

40 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 41 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

BYGNAÐURIN Í FERÐAVINNUNI OG

KOMMUNALI LEIKLUTURIN

Bygnaðurin í ferðavinnuni og spurningurin um kommunala leiklutin í ferðavinnuni er eitt afturvendandi evni, sum er til umrøðu. Seinastu árini er vorðið alsamt sjónligari, at tað er tørvur á at endurskoða bygnaðin í ferðavinnuni, soleiðis at vit fáa meiri støðugar karmar fyri m.a. virksemið hjá kunningarstovunum og fyri kommunalu ferðavinnumenningina. Í 2023 skipaði Visit Faroe Islands ein arbeiðsbólk við umboðum úr Kommunufelagnum, kunningarstovunum og Visit Faroe Islands at standa fyri arbeiðnum at gera upplegg, ið kann vera grundarlag undir eini endurskoðan av bygnaðinum. Arbeiði er so gott sum komið á mál og verður lagt fyri partarnar til støðutakan fyrst í 2024.

SKELTING

Arbeiðið at framleiða ferðafólkaskeltir heldur fram og sum yvirlitið vísir, hava flestu bygdir í Føroyum nú fingið nýggj ferðafólkaskeltir. Somuleiðis er ein stórur partur av bygdagøtunum skeltaðar. Sostatt eru stórt sæð allar bygdir og allar bygdagøtur í Føroyum skeltaðar. Í 2023 vóru millum annað 15 bygda­ og gongutúraskelti framleidd, 4 fuglaskelti (í samstarvi við Føroya Fuglafrøðifelag og Vága Kommunu) umframt at nógvir vegvísara­ steyrar og pílaskelti eru sett upp á gongu leiðum kring landið.

Vit hava ment eina skipan (GIS ­yvirlit), ið gevur greitt yvirlit yvir alla skeltaframleiðsluna í Føroyum, sum vísir hvar skelti eru sett upp, hvar skelti eru framleidd, men ikki sett upp og

42 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 43 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

hvar tørvur er á fleiri skeltum. Hetta verður framyvir gott amboð til at halda skeltini við líka og altíð at hava yvirlit yvir, hvar tørvur er á at seta inn.

NÝTT ØKISKORT – EYSTUROY

Í 2023 var nýtt Eysturoyarkort framleitt eftir sama leisti sum hini kortini (Vágar, Sandoy, Norðoyggjar, Suðuroy). Endamálið við kortunum er at geva teim vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum økini hava at bjóða. Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, um framt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Seinasta hond verður løgd á kortini fyri Norður­ og Suðurstreymoy og verða hesi framleidd fyrst í

2024, soleiðis at vit eru komin á mál við verk ætlanini at menna nýggja ferðafólkakunning við støði í økiskortum. Eisini er snið ment til at vísa kortini í eini samanhangandi eind á kunningarstovum, farstøðum, hotelmóttøkum v.m. og verður hetta somuleiðis framleitt og sett upp ymsastaðni kring landið í 2024.

KANNINGAR V.M.

Menningardeildin ger javnan kanningar og luttekur í sam størvum (altjóða og í Føroyum). Í 2023 hava vit kannað Airbnb ­ støðuna í Føroyum og hvussu Airbnb er skipað í øðrum londum og hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at avmarka og/ella tryggja meiri skipaði viðurskifti á hesum øki. Millum annað hava vit kannað, hvussu sleppast kann undan kappingaravlaging og hvussu leggjast kann upp fyri, at privat útleigan ikki gerst ein trupulleiki á bústaðarmarknaðinum.

Vit hava eisini kannað, hvussu cruise ­ferðavinnan er skipað aðrastaðni umframt at vit hava gjørt eina støðumeting av, hvussu nógvir stuttleikabátar vitja kring landið.

Menningardeildin luttekur í norðurlendskum­ og altjóða samstarvi um ferðavinnumenning. Vit hava umboð í norðurlendska arbeiðsbólkinum (NTWG – Nordic Tourism Working Group), ið gevur okkum atgongd og luttøku í fleiri verkætlanum saman við hinum norðurlendsku londunum. Sum dømi kann nevnast, at vit luttaka í eini verkætlan um endurskapandi ferðavinnu (NorReg), vit eru partur av hagtalssamstarvi, sum snýr seg um at menna betri hagtøl fyri økisferðavinnu (Regionalt TSA), saman við Visit Tórshavn taka vit lut í eini verkætlan um súkkluferðavinnu, har vit síggja stórar møguleikar í Føroyum v.m.

44 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI ÁRSFRÁGREIÐING 2023 45 FERÐAVINNUÆTLAN OG SAMLEIKI

Burðardygd 3

46 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 47

Ein endurskapandi ferðavinna

Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og náttúruna, vit virka í. Stór mál kunnu bert náast um vinna og mynduleikar samstarva. Og tískil ynskja vit gjøgnumskygni í okkara virksemi.

Vit vilja eggja til burðardygga menning og vøkstur tó uttan, at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið. Vit miðja ímóti, at skapa eitt burðardygt og mennandi umhvørvi í okkara fyritøku, har vit miðvíst arbeiða fram ímóti eini enn meiri burðardyggari ferðavinnu.

Hetta er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva sum vit kunnu loysa sjálvi, men við smáum burðardyggum loysnum í okkara arbeiði, koma vit hvørt ár tættari at hesum máli. Tiltøk og tað dagliga virksemi, sum Visit Faroe Islands stendur fyri ígjøgnum árið, skal bera skilagóðar og burðardyggar loysnir.

Í 2023 varð nýggj langtíðarætlan fyri ferðavinnuna løgd fram fyri Føroya fólkið. Talan er um eina nýggja ferðavinnustrategi fram til 2030, sum skal kjølfestast í føroyska samfelaginum og røkka málinum um eina vælskipaða og burðardygga ferðavinnu.

Arbeiðið við at veita burðardygds kunning til vinnuna, tey ferðandi og ferðavinnuveitarar, hevur verið støðugt í 2023.

Í fjør løgdu vit tilrættis ein burðardyggan politikk, ein innkeyps politikk og eina burðardygga vegleiðing (toolbox) í samband við tiltøk, umframt nøkur hent ráð til ferðandi, um at taka burðardyggari avgerðir tá tey ferðast í Føroyum. Í 2023 fekk Visit Faroe Islands “Green Key” umhvørvisgóðkenning.

VARÐVEIT FØROYAR

Í 2023 helt arbeiðið áfram við at orða eina burðardygga stevnuskrá. Í Visit Faroe Islands ásanna vit, at einhvør áhugabólkur er sjálvstøðugur í málinum um, at varðveita Føroyar og tess vegna hava vit øll hvør sín leiklut í at varðveita aðalmálini í komandi stevnuskrá. Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.

Vit hava sett okkum fyri at røkka hesum fýra burðardygdsmálum í 2030

1

Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.

Frá arbeiðinum viðvíkjandi at røkka ST málunum koma inn nýhugsanir og onnur ítøkilig aðalmál, sum vit hava sett okkum at røkka tey komandi árini. Visit Faroe Islands eru væl ávegis at røkka hesum aðalmálum. Sambært eini fólkakanning gjørd av Spyr.fo í 2022, um ferðavinnuna í Føroyum vísti hetta, at nøgdsemi millum føroyingar er á 71%. Fyri veitarar er støðan eisini í framgongd, við tað at 33% av okkara hotellkømrum hava eina umhvørvisgóðkenning. Fyri aðrar veitararnar er støðan eisini í framgongd. Ferðaskrivstovurnar hava skrivað egnar burðardygdspolitikkir, sum alsamt fleiri veitarar eru væl ávegis við eisini. Fleiri eru eisini í einari tilgongd fram ímóti at fáa sær grønar góðkenningar. Í hesum sambandi skipar Visit Faroe Islands Meetings javnan fyri smærri og størri førleikamennandi (capacity building) verkstovum og fundir fyri veitarum í vinnuferðavinnu. Vit eru eisini við á tiltøkum hjá vinnuni, har vit seta sjóneykuna á burðardygdsmálini og týdningin av, at øll vinnan er við í hesum arbeiði.

Í 2030 hava 80% av Føroya fólki ein jaligan hugburð mótvegis ferðavinnuni og vinnuferðavinnu. Málið er at røkka 70% í 2025.

Í 2023 hava vit rokkið einum jaligum hugburði á

70% (Mál í 2030: 80%)

2

Í 2030 hava 80% av okkara hotelkømrum eina umhvørvisgóðkenning. Málið er at røkka 50% í 2025.

Umhvørvisgóðkenning 2023

33% (Mál í 2030: 80%)

3

Í 2030 hava 100% av okkara ferðavinnuveitarum ein burðardyggan politikk. Málið er at røkka 70% í 2025.

Tølini verða tøk í 2024

..% (Mál í 2030: 100%)

4

Í 2030 eru Føroyar á top 10 saman við hinum norðurlondunum á GDS ­indexinum. Málið er at røkka nr. 15 í 2025.

Í 2023 fekk Føroyar eina GDS staðseting á

28 (Mál í 2030: nr. 10)

48 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 BURÐARDYGD ÁRSFRÁGREIÐING 2023 49 BURÐARDYGD

Ein ábyrgdarfull ferðavinna

Vit miða eftir at arbeiða í samsvar við hesi níggju ST heimsmál.

Menniskju og Margfeldi

Dygdargóð útbúgving

VIT VILJA:

• arbeiða fyri dygdargóðum útbúgvingum og hava eina vinnu, sum bjóðar lívslanga læring.

• hækka førleikastøðið í okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og relevantar førleikar og útbúgvingar. Eisini vilja vit, at øll skulu hava møguleika til at vera við førleikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldursbólkar, fólk við serligum tørvi, etniskan uppruna o.s.fr.

• samstarva við Ferðavinnufelag og útbúgvingarstovnar um heiðursmerkir, starvslærupláss og annað, sum kann styðja upp undir áhugan fyri dygdargóðari útbúgving. Vit fara áhaldandi at hava skeið um burðardygd.

Náttúra og Umhvørvi

Lívið á landi

VIT VILJA:

• varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldið.

• steðga avmerging av náttúru og oyðimarkarlendi. Hetta gera vit við virkið at fara inn verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini vilja vit bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenance­átakið.

Náttúra og Umhvørvi

Reint vatn og reinføri

VIT VILJA:

• skapa virðing fyri reinum vatni Føroyum. Vit styðja upp undir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági í sambandi við vatnnýtslu.

• at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluni, og at spillvatn verður rætt viðfarið og í mest møguligan mun fer í sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður m.a. gjørt við, at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt.

• at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla sína egnu vatnfløsku á frámerktum støðum. Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.

Náttúra og Umhvørvi

Veðurlagsátøk

VIT VILJA:

• styðja upp undir tann veðurlagspolitikk, sum Føroyar og alheimssamfelagið hava sett sær fyri.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur

VIT VILJA:

• at ferðavinnan hevur ein árligan búskaparvøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og styðjar upp undir íverksetan. Við hesum fer ferðavinnan at breiðka um virksemið Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv.

• at ferðavinnufyritøkur í Føroyum hava føroyskan ognarskap.

• hava líka løn fyri sama arbeiði uttan mun til kyn, etniskan uppruna og serligan tørv, og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini er ung millum 15 og 24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk.

• sjálv fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innan fyri eina freist, at tey eisini hava tað og/ella ein burðardyggan politikk. Vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar, eisini um upplivingarnar, sum ikki vanliga eru eftirspurdar.

Menniskju og Margfeldi

Javnstøða millum kyn

VIT VILJA:

• arbeiða fyri javnstøðu millum kyn. Tá ið vit hava ráðstevnur, fundir og tiltøk, hava vit altíð fyrilit fyri javnari kynsumboðan.

Menniskju og Margfeldi Minni

ójavni

VIT VILJA:

• arbeiða fyri at minka um ójavna millum lond. Vit vilja skapa karmar, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á fólki. Serliga vilja vit arbeiða fyri, at minnilutabólkar kenna seg hoyra til í okkara vinnu og samfelag. Vit vilja, at útlendsk arbeiðsmegi í okkara vinnu fær eins góð kor og føroysk arbeiðsmegi.

Nýmenning

innan Vinnulív og Stjórn

Burðardyggir býir og bygdir

VIT VILJA:

• styrkja nýtsluna av almennum flutningini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið í Føroyum.

• at øll skulu hava atgongd til náttúruna, og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni.

• at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til el­bilar.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

VIT VILJA:

• hava eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi.

• minka um matoyðsl.

• minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum okkara burturkasti.

• skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt. Vit hava ein innkeypspolitikk. Vit hava ein burðardyggan politikk.

50 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 BURÐARDYGD ÁRSFRÁGREIÐING 2023 51 BURÐARDYGD
Ein grønari leið við vinnuferðavinnu

Vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands og vinnan sum heild hava aftur havt góða framgongd, eitt nú á GDS Indexinum – ein av orsøkunum er, at vit í 2023 fingu grønu góðkenningina Green Tourism Organisation.

Støðan hjá Føroyum sum ferðamál er betra nógv, tá vit fyri fyrstu ferð í 2022 komu á topp 30 listan yvir burðardygg ferðamál í GDS Indexinum. Í 2023 megnaðu vit at koma eitt vet longur upp eftir indexinum, nevniliga á nr. 28. Samanumtikið kann sigast, at síðan Føroyar bleiv innlimað í GDS Indexið í 2020, eru vit klatraði frá 47,2 stigum upp til 77,3 stig. Kortini er enn ein góður teinur í at náa okkara bestu grannalond, men vit eru væl á veg og ynskja at røkka hesum máli í 2030 sambært okkara nýggju strategi.

Okkara framgongd á GDS-Index'inum

2020-2023

Støða

DMO

Veitarar Veitarar

Umhvørvið

Tórshavnar

/ Føroyar

3. Burðardyggur politikkur

2. Burðardyggur innkeypspolitikkur

1. Faldari við mannagongd at halda eitt burðardygt tiltak

ÁTØK INNAN BURÐARDYGD
33% 2022 33% 2023 20% 2021 100% 2022 100% 2023 100% 2021 Hotelkømur við umhvørvisgóðkenning Fundarhøli við umhvørvisgóðkenning* *galdandi fyri netverkið hjá vinnuferðavinnu
Veitarar Tøl frá 2021-2023
Føroyar sum ferðamál 2021 2022 2020 2023 77,3%
Visit Faroe Islands sum ferðaráð 2020 2021 2022 2023 89,5%
í vinnuferðavinnu 2020 2021 2022 2023 89,5%
Kommuna
2020 2021 2022 2023 64,2% 100 75 50 25 0 52 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 BURÐARDYGD ÁRSFRÁGREIÐING 2023 53 BURÐARDYGD

Marknaðarføringsvirksemi 2023

4 54 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 55

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri uml. 89 mió. kr.

Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum fyri at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Síðstu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2023 var talið 166, harav 36 vóru sokallaðir Instagrammarar. Talið er fitt hægri enn í 2022, hóast tað er langt frá teimum tølum, vit hava sæð undanfarin ár. Hetta er ein tilvita lækking, m.a. vera miðlavitjanir ikki longur fyriskipaðar mitt um summarið.

Visit Faroe Islands hevur gjørt virðið av greinum og sendingum upp, sum standast av fjølmiðlavitjanum, sum Visit Faroe Islands hevur samskipað. Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í 2023 var 89 mió. kr.

Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2023, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Noreg, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Spania og USA. Um 130 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá Visit Faroe Islands í 2023. Umframt miðlafólk, varð eisini stórur dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “Instagrammarum” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram. Í 2023 komu 36 ymiskir Instagrammarar til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram. Harumframt hava sjónvarps­ og útvarpslið úr Danmark, Týsklandi, Fraklandi og USA vitjað. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar enn eru ókendar summa staðni í heiminum. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum eru ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.

56 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 57 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023
Fjølmiðlavitjanir

verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum

Umframt at vit sjálvi gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær Visit Faroe Islands eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum, sum ynskja at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.

Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.

Tá PR­virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga, tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. Visit Faroe Islands hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1.

Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing. Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur Visit Faroe Islands avtalu við PRskrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt samstarva við eisini við Visit Denmark skriv­ stovur í Italia, Fraklandi og USA um miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar. Í samband við stóru marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR­skrivstovur í USA og Danmark.

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Serliga Atlantic Airways og Gist & Vist veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt.

Harumframt arbeiða vit saman við einari rúgvu av føroyingum innan øll økir frá landbúnaði, til sniðgeving, list, arkitektur o.s.fr. fyri at tryggja góðar søgur um fólkið, sum býr í Føroyum.

Fjølmiðlafólk

166 til Føroyar í 2023

58 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 59 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Frítíðarferðavinna

Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2023

SOME-ÁTAK: FAROENCERS – GERANDISSØGUR ÚR FØROYUM

Í oktober 2023 fór Visit Faroe Islands undir eitt nýtt og framfýsið átak á sosialu miðlunum, har sjey ymiskir føroyingar framleiða tilfar, sum vísur hvussu lívið og gerandisdagurin hjá teimum sær út. Átakið ber heiti Faroencers, og er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við orðini Faroese og influencers (á føroyskum kallað ávirkarar).

Í arbeiðinum við at gera eina Ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, kom til sjóndar, at føroyingar ynskja at síggja enn fleiri lokalar søgur í marknaðarføringini. Visit Faroe Islands hevur seinastu árini samstarvað við ein hóp av útlendskum myndafólkum og ávirkarum, ið hava ein sterkan fylgjaraskara á teim sosialu miðlunum.

Glæsiligu myndirnar hava gjørt sítt til, at umheimurin hevur fingið eyga á Føroyar sum ferðamál, men hugurin at vita meira um Føroyar er enn stórur, og nú er tíðin búgvin at gera tillagingar. Arbeitt hevur verið í longri tíð við at framleiða tilfar, ið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum. Við Faroencers verður eitt stig tikið afturat á hesi leið, og endamálið er at skapa ófiltrerað og undirhaldandi tilfar, sum mennur søguna um Føroyar úti í heimi.

Í fyrstu atløgu er avtala gjørd við 7 fólk við fjølbroyttum áhugamálum, sum koma ymsastaðni úr landinum. Hesi fara við jøvnum millumbilum at framleiða smáfilmar – sokallað “reels”, sum í mesta lagi eru ein minutt til longdar.

60 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 61 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Fyrstu smáfilmarnir vórðu lagdir út á Instagram og Facebook fyri jól, og síðani hevur tilfar verið framleitt og lagt út við jøvnum millumbili. Luttakararnir hava fingið fríar teymar at velja hvørji evni verða lýst. Higartil hava vit sæð bóndalív í Æðuvík, jól í Havn, ein túr eftir veðrum í brattlendi á Fugloynni og verið ein býtúr í náttarlívinum í einum av heimsins minstu høvuðsstøðum.

Móttøkan hevur verið sera góð, og átakið hevur fingið umrøðu í útlendskum og føroyskum miðlum. Tølini vísa at tilfarið riggar serliga væl á instagram, har smáfilmar vinna fram. Eitt nú hevur filmurin um býturin verið avspældur heili 113.000 ferðir, ímeðan hinir eru spældir um 70.000 ferðir hvør, og tølini vaksa alsamt. Fyrilbils er avtala gjørd við Faroencers eitt ár fram, og átakið verður útbygt og tillagað í mun til móttøku og rák innan sosialar miðlar.

VFI 2023, ÁTAK Í FØROYUM,

27 TIL 30 APRÍL

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni, har útlendskir ferðasmiðir verða boðin til Føroyar, soleiðis at tey sjálvi uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um framløgur og verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni, har bæði incoming, útferðaveitarar og bussfeløg eisini eru við til at gera tað gjørligt. 40 føroyskar fyritøkur tóku lut, og tað var gott at síggja, at eisini nýggir aktørar eru við. Útlendsku ferðasmiðirnir fáa veruliga høvi at hitta allar partar av føroysku ferðavinnuni til átakið.

Sjálv verkstovan var í Norðurlandahúsinum og um kvøldið var døgurði í Siloini á Vestari Bryggju við eini røð av mentunarligum innsløgum, so gestirnir eisini fáa ta upplivingina.

Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50­ 60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru fleiri, sum ikki fingu høvi at vera við.

Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Belgia, Hollandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi og USA. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.

62 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 63 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Vinnuferðavinna

Í 2023 hevur vinnuferðavinnudeildin havt stórt fokus á ’Unordinary Meetings’ brandið, marknaðarføring mótvegis altjóða felagsskapum og burðardygd.

Møguleiki skal vera hjá fyritøkum at geva íkast á einhvønn hátt í sambandi við CO2- útlát til verkætlanir í

Føroyum

Árið hevur verið merkt av, at vit vunnu altjóða ráðstevnuna

ICCA Global Association Forum 2023 til Føroya í september mánaða.

Eisini gjørdist 2023 árið, tá Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands gjørdu sáttmála um at leggja alt vinnuferðavinnuarbeiðið saman í eina deild, sum fer at húsast á Visit Faroe Islands.

TILTØKINI Í 2023

2023 var merkt av færri og minni tiltøkum. Orsøkin til hetta er helst, at marknaðurin ikki heilt var komin fyri seg eftir koronu farsóttina. Eisini eru felagsskapir enn i planleggingarfasuni eftir koronu og ivast enn i, hvussu framtiðar tiltøk skulu skipast.

Kortini vóru fleiri tiltøk, men tey vóru eitt sindur undir meðal í vavi.

14 TILTØK ERU SKRÁSETT, SUM ERU KOMIN INN GJØGNUM

AMBASSADØRNETVERKIÐ Í 2023

Dato frá Heiti á ráðstevnu Fyriskipari

Mars Bridgefestivalurin Bridgesambandið

Mai Íslendskt Bridgetiltak Bridgesambandið

Mai NoDaLiDa (ráðstevna lingvistikki) Fróðskaparsetrið *)

Mai The 7th International Hybrid Power Systems Workshop SEV *)

Mai EMODNET Jarðfeingi *)

Juni Lions Club ráðstevna Lions

Juli Jiu Jitsu Globetrotters Tórshavn Brazilian JiuJitsu

August NIAR Adventure Race NIAR

September Átjan Átjan

September International Psoriasis Council International Psoriasis Council *)

September Circumpolar Agricultural Association Meeting Búnaðarstovan *)

September Icca Global Association Forum 2023 Visit Faroe Islands *)

September Polar Law Symposium 2023 Fróðskaparsetrið *)

Oktober EDCA European Deaf Christian Alliance Zarepta

*) ICCA góðkennt

64 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 65 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

ICCA GLOBAL ASSOCIATION FORUM

Tað var við stoltleika, at vit vunnu ICCA Global Association Forum til Føroya í september 2023. Hetta er ein ráðstevna fyri um 100 luttakarar, har 30 av teimum eru forfólk fyri stórar altjóða felagsskapir.

Vit nýttu høvið til at gera ráðstevnuna til eitt satt ’Unordinary Meeting’ í tráð við okkara fundarbrand. Hetta eydnaðist til fulnar, og vit hava fingið nógv marknaðarføringstilfar burtur úr. Millum annað fingu vit framleitt ein nýggjan branding film fyri ’Unordinary Meetings’, ein case ­film fyri endurskapandi átak, sum varð gjørt í samstarvi við Lendisbata og Tjóðsavnið, eins og eina rúgvu av nýggjum myndatilfari.

Ráðstevnan snúði seg um burðardygd, so vit fingu marknaðar ført Føroyar sum eitt burðardygt og endurskapandi ferðamál.

Tað hevði stóran týdning fyri okkum, at ICCA valdi at leggja eina ráðstevnu hjá okkum, tí tað merkir ein blástempling av Føroyum sum ferðamáli fyri størri ráðstevnur.

Tórshavnar Kommuna var ein stórur viðspælari í hesi ráðstevnu og skipaði m.a. fyri móttøku í sluppunum og í Mullers Pakkhúsi eins og fyri veitlsudøgurða á Hotel Hafnia.

Klaksvíkar Kommuna stuðlaði eisini tiltakinum við at bjóða øllum luttakarum innar í nýggja bátaneystið og inn í spildurnýggja mentanarhúsið, Varpið.

Ein høvðusuppliving frá tiltakinum

var at ásanna tann stóra leiklut og ta ábyrgd vit eiga sum samskiparar av tiltøkum. Vit hava skyldu at lata eftir okkum ein varandi arv, minni burturkast, at bøta og økja um vælveruna á staðnum fyri at hava eina jaliga ávirkan á náttúruna og samfelagi. – Luttakandi á ICCA ráðstevnu í Føroyum, 2023

AFTURMELDINGAR FRÁ ICCA RÁÐSTEVNU

64,4 % av luttakarunum siga Havnin er ein framúr góður ráðstevnubýur

84,8% av luttakarunum hildu, at ráðstevnan var framúr ella sera góð í mun til væntanirnar

Ráðstevnur mugu verða meiri leikandi og meiri ævintýrkendar fyri at okkara fólk fáa betri samband

Nógv góð hugskot til, hvussu til ber at knýta ferðamálið við ráðstevnuna

Meiri fokus á minni ferðamál í mun til Mice, og skapa netverk millum felagsskapir, sum ynskja ráðstevnur í inni ferðamálum.

AMBASSADØRDAGURIN 2023

Í 2023 høvdu vit aftur heiðranir á Ambassadørdegnum, fyrstu ferð eftir koronu.

Ambassadørdagurin varð hildin á Tjóðsavninum, og var hetta ein serligur dagur, har vit fingu servering av mati og fingu eina framúr tónleikauppliving við Hamradun. Á degnum fingu vit vitjan av Rob Davidson, sum er granskari innan vinnuferðavinnu og starvast í egnari fyritøku og undirvísir á fleiri ymiskum universitetum.

Á degnum viðgjørdu ambassadørarnir ymiskar avbjóðingar tey uppliva í gerandisdegnum, og nógv varð prátað og nógv varð netverkað.

66 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 67 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

ICCA VIRKSEMI:

• ICCA Nordic Association Forum varð hildið í Tampere í Finnlandi í 17. Apríl. Hetta er eitt tiltak, har vit hitta norðurlendskar felagsskapir, sum hava roterandi fundir í Norðurlondum. Hetta er eitt høvið, har felagsskapir og eventskrivstovur hittast og umrøða, hvussu samstarvið kann gerast betur, og hvussu fundir møguliga kunnu rotera til okkara fyrimun.

• 18. – 20. Apríl luttóku vit á ICCA Nordic Chapter Meeting, sum eisini var í Tampere í Finnlandi. Hetta er eitt tiltak, har vit hitta okkara samstarvsfelagar og umrøða felags avbjóðingar og áhugamál. Á hesum tiltaki fingu vit møguleika fyri at hava framløgu um okkara nýggju strategitilgongd og marknaðarføra okkara ICCA Global Association Forum, sum júst varð vunnið til Føroya.

HEIÐRANIR Á AMBASSADØRDEGNUM

Ársins Ambassadørur 2023 gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, sum vegna (Fiskaaling) Firum skipaði fyri stóru ráðstevnuni 13th International Sea Lice Conference. Á stórslignu ráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í fjør, vóru 240 luttakarar. Hetta stóra tal skal síggjast í ljósinum av, at korona enn var útbreitt, og at fleiri fólk hava verið á teirra Youtube kanal og hugt eftir fyrilestrum.

Eisini fingu Marnar Fríðheim Kristiansen heiður fyri ráðstevnuna um krabbameinsskrásetingar og Eydnudeildin fyri Eydnucup 2022.

• 11. – 13. September var stóra ICCA ráðstevnan í Føroyum. Hetta var størsta event hjá Vinnuferðavinnudeildini í 2023, sum gav okkum høvið at marknaðarføra okkum sum eitt ráðstevnuferðamál.

• 12. – 15. November luttóku vit á ICCA heimsráðstevnuni í Bangkok. Tað gav sera góða meining at luttaka á hesi stevnu, serliga so stutt eftir okkara ICCA Global Association Forum. Vit hittu bæði altjóða felagsskapir, sum luttóku í Føroyum eins og vinnuferðamál, sum vóru her. Eisini vóru nýggjastu rákini innan ráðstevnufyriskipan roynd í verki.

UNORDINARY MEETING WEEK

Aftur í 2023 hildu vit Unordinary Meeting Week. Vikan varð hildin seinast í februar mánaði, og er ein liður í at styrkja okkara brandstøðu við at hava teir óvanligu fundirnar í Føroyum.

Ein partur av vikuni varð hildin fyri starvsfólki á okkara hotellum, fundarstøðum og DMC’um, og ein annar partur av vikuni varð hildin fyri nýggjum ambassadørum.

Bæði vinna og ambassadørar tóku sera væl ímóti skeiðnum, sum snúði seg um at gera luttakaran sterkari í leiklutinum sum fundarsniðgevi og ambassadørur. Tey fingu nógvan íbástur og hugskott til, hvussu tey kunnu brúka føroysku mentanini, umhvørvi og náttúruna til at skapa spennandi og ørðvísi fundir – í tí sama viðfangi styrkjast í at selja Føroyar.

Hetta er eisini ein liður í, at fáa størri ROI uppá fundir og at hækka sosialu burðardygdina runt vinnuferðavinnuna.

Deildin í vinnuferðavinnu hevði í mai mánaða fund við vinnuna um burðardygdspolitikkir, burðardyggar innkeypspolitikkir og grønar góðkenningar. Á fundinum luttóku umboð fyri fleiri hotel og fyri ferðaskrivstovur. Eisini hevði deildin framløgu á fundi hjá Ferðavinnufelagnum í november mánaða.

ÁRSFRÁGREIÐING 2023 69 68 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 MARKNAÐAR FØRINGS VIRKSEMI 2023

Frítíðarferðavinna

Vinnuferðavinna

Tiltøk í 2023

Niðanfyri er ein stuttur samandráttur av tiltøkunum í 2023, sum var tað fyrsta árið eftir korona, har virksemi veruliga tók seg upp aftur.

IMM Meet the media New York, 25 ­26 jan.

5 country workshop London, 7 feb.

Unordinary Meetings Week Medio februar, Anja Hartung Sfyrla og Bo

Kruger

TRAVELMATCH Oslo, 12 jan.

MidAtlantic Reykjavík, 26 ­29 jan.

Átak í Oslo/Stkh/Kbh 28 feb ­2 mars

MICE/Leisure

Ferie for alle Herning, 24 – 26 feb

70 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 71 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Nordics

USA 11­14 sept

Vestnorden Reykjavík 17­19 okt. The Meetings Show London, 28 ­29 juni Imex America Las Vegas, 17­19 okt. ICCA Nordic - Association Expert Tampare Roadshow Frítíðarferðavinna Vinnuferðavinna VT / VFI, Icca Congress Bangkok, Thailand 12 ­15 november Ambassadørdagur Tórshavn, 16. mars Møde- og Eventmessen Keypmannahavn, 22. mars IMEX Frankfurt, 23 – 25 Mai IBTM World Barcelona, 28 – 30 nov. IMM Meet the media París, 15 mars Skandinavisk verkstova Milano og Rom, 21­24 mars
72 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 73 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023
VFI famshop Tórshavn, 27 – 30 apríl

Views in 2023

Talgildir miðlar

Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.

Heimasíðan hjá Visit Faroe Islands er sera væl vitja, men hagtølini hava tó verið skiftandi síðstu árini, eftir at vit hava skift skrásetingar skipanir.

TALGILD HAGTØL – GOOGLE ANALYTICS

Í mong ár hava vit brúkt Google Analytics Universal, sum í 2021 náddi at skráseta 900.000 vitjandi á visitfaroeislands.com. Miðskeiðis í 2022 skiftu vit yvir til

at brúka Googles nýggja GA4, sum arbeiðir annarleiðis, men skuldi verið meiri álítandi.

Skiftið ger, at vit ikki eins væl kunnu samanbera tøl frá tí nýggju analytics skipanini við ta gomlu, men tryggjar okkum, at framtíðar dátur fylgja nýggju mannagongdunum fyri, hvussu dáta framyvir kann skrásetast og samanberast.

GA4 náddi at skráseta 297.000 vitjandi fyri 2022, men árið eftir, 2023, var fyrsta árið har vit kundu skráseta vitjandi gjøgnum eitt heilt ár við nýggju skipanini.

Í 2023, 1. Januar til 31. Desembur, skrásetti GA4 sostatt 425.000 einstøk vitjandi.

GA4 vísur okkum eisini hvussu nógv av okkara vitjandi grípa tað innihald tey verða bjóða, ella tað sum á fakmáli verður kallað ”Engagement rate” og har vísa okkara tøl at hetta liggur á 88,68% fyri 2023.

Hetta talið er óvanliga høgt, og tað eru vit sera fegin um, av tí at miðal ”engagement rate” talið fyri B2B heimasíður (vinnuheimasíður fyri vinnuna) var í 2023 á 63% og 71% fyri B2C heimasíður (Vinnusíður fyri vanligar kundar) –sambart Dataflo.io

Næstan 3 milliónir síður eru lisnar á visitfaroeislands. com, deilt á 425.000 vitjandi, sum í miðal hava vitjað 7.05 síður hvør og brúkt 1 minut og 45 sekund á hvørjari síðu í miðal.

2

3 /en/plan-your-stay/transport/getting-to-the-faroeislands/by-sea

4 /en/plan-your-stay/before-you-arrive-in-the-faroeislands/passport-and-visa

5 /en/plan-your-stay/getting-around

6 /en/see-do/activities/hiking

10

Users and Engagement Rates in 2023

100% of total views 2,996,861 1 /en 586,327
147,523
/en/plan-your-stay/transport/getting-to-the-faroe-islands
87,325
74,989
74,358
65,779
/en/closed 60,466
7
47,893
/en/see-do 47,737
8 /en/plan-your-stay/accommodation
9
43,011 Users Engagement Rate 100% of total views 424,991 88.68% 1 United States 933,940 88.79% 2 United Kingdom 55,587 91.16% 3 Faroe Islands 43,001 82.81% 4 Denmark 42,102 90.76% 5 Germany 25,660 90.12% 6 Canada 14,697 86.33% 7 Netherlands 11,399 90.42% 8 Australia 11,118 87.91% 9 France 10,926 90.53% 10 Italy 10,854 90.46%
/en/plan-your-stay/transport/safe-travel
74 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 75 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingin og ferðandi at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum.

Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug heimasíða, umframt at hon er partur av heimasíðunum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið er, hvar í landinum tað er ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.

Millum tær mest vitjaðu síðurnar, var fyrst og fremst framsíðan, okkara sokallaða landing page. Hereftir vitja fólk mest Transport, Getting to the Faroe Islands, Passport and Visa, Getting around, Hiking, Closed for maintenance, Accommodation, See & Do og nummar 10 á listanum er síðan um Safe ­travel.

Flest vitjandi á visitfaroeislands.com koma úr USA (21.8%) og Stóra Bretlandi ( 13%) Føroyum (10%), Danmark (9.8%) og Týsklandi (5.8%). Talið fyri Føroyar kann partvís vera ferðafólk, sum vitja heimasíðuna meðan tey eru í Føroyum.

Av øllum leitingum á ”Faroe Islands” á Google í 2023, so er heimasíðan hjá Visit Faroe Islands 14 milliónir millum úrslitið sum kemur framm á úrslitalistanum fyri brúkaran.

UM WHAT’S ON

Vilt tú vita hvat, hvør og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo.

Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On fyri at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.

Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www.whatson.fo fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka í forvegin. Tí samstarvar What´s On við Portal.fo og onnur.

Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsund tiltøk (events) og fleiri enn 800 støð (places) verið skrásett á What’s On. Vanliga eru 2/3 av brúkarunum av What´s On útlendsk ferðafólk og 1/3 føroyingar.

Í 2023 varð dentur lagdur á at víðarimenna What´s On, so skipanin handan What´s On, umframt brúkarin av skipanini í frontend, fáa fleiri hentleikar og førleikar. Henda verkætlan er ætlað liðug og klár til brúkaran á vári 2024.

KUNNINGARSKERMAR

Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðafólk, har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum, endaði í 2020. Vit lærdu nógv av hesum og hava síðani arbeitt við einari endaligari kunningarskermaloysn, har sniðuppgávan og forritanin eru gjørdar og sum skal almannakunngerast í 2024.

Kunningarskermarnir vera at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.

SOSIALIR MIÐLAR

Tølini fyri okkara sosialu miðlar vísa, at vit í dag megna at røkka út betri enn tey flestu. Eitt nú fleirfalda betri enn miðal tølini fyri aðrar sosialar vangar. Til dømis liggur miðaltalið fyri sokallaða Engagement Rate (tal fyri hvussu nógv fólk viðmerkja, dáma og deila tilfar vit deila) fyri Instagram á

Facebook, Instagram, Twitter

Impressions 27,58M

Reach 35,32K

Engagements 675,17K

Followers

Social Media

Fylgjaratal 574K

Instagram 272K

Facebook 284K

LinkedIn 6K

Twitter 12K

Engagement Rate

Instagram

VFI 8,45

Top 25% 1,05%

Miðaltal 0,47%

Engagement Rate

Facebook

VFI 1,17

Top 25% 0,182%

Miðaltal 0,060%

og Pinterest
*sambært rivaliq.com 76 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 77 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023
What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu

0,47% í miðal*. Visit Faroe Islands Instagram konto megnar eitt Engagement Rate tal á heili 8,45. Hetta eru vit sera errin av.

Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment og útbygt síðani tá.

Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við einum øðrvísi vinkli, fyri at skapa áhuga. Umframt at arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit eisini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar (bæði privata og vinnuliga kunning). Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum gjørligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.

Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, inniber at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og um at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.

FACEBOOK

Facebook síðan hjá Visit Faroe Islands, sum varð stovnað í 2013, hevði í 2020 260.000 fylgjarar, 270.000 í 2021, 280.000 í 2022 og náddi upp á 284.800 fylgjarar í 2023. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan er um veruligt “reachout”.

Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á undir 0.047% sambært rivaliq.com. Hetta merkir, at minni enn 0.047% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt dáma ella deila tilfarið, sum verður

78 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 79 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.

Collaboration hagtøl

Tal av vitjanum

36

INSTAGRAM

Samstundis sum Instagram við sínum á leið 2 milliardum brúkarum, fær størri og størri týdning á altjóða sosiala pallinum, fær Instagram og okkara Instagram vangi størri og størri týdning fyri kunningina og marknaðarføring úteftir. Talið á fylgjarum var 242.000 í 2020, 260.000 í 2021, 269.000 í 2022 og 272.000 við ársenda 2023. Tølini vaksa sostatt spakuliga, men støðugt hvørt ár.

Instagram er seinastu árini farin frá at vera ein myndaplatformur, til í størri mun eisini at umfata filmstilfar. Eitt nú eru smá filmsbrot nevnd “reels” vorðin ein alsamt størri partur av tilfarinum. Visit Faroe Islands hevur í samstarvi við altjóða myndafólk/ content creators skapt fleiri ymisk reels. Arbeitt verður framhaldandi við at menna nýtt filmstilfar, og átakið faroencers eru ein partur av hesum arbeiði. Arbeitt verður framhaldandi við at menna hetta tilfarið.

Við flottari náttúru og serstakari mentan hevur Føroyar ein serstakliga sjónligan boðskap at fortelja. Á Instagram eru serliga myndir og filmar og tað sjónliga, sum hevur stóran týdning, og tí passar hesin miðilin sera væl til okkum, og til tann boðskapin, sum vit vilja fortelja um.

Tal av fyrispurningum

232

Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja

ávísum tags, sum vit brúka. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka fólkum við serligum áhuga fyri ymsum, so sum fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.

SAMSTØRV VIÐ ALTJÓÐA MYNDAFÓLK

Visit Faroe Islands fær árliga hundraðtals fyrispurningar frá myndafólkum og ”content creators” (fólk, sum ferðast kring heimin at taka myndir og gera filmar, fyri síðani at leggja myndirnar út á teirra Instagram, Youtube, Facebook og aðrastaðni). Í 2022 fingu vit 220 fyrispurningar frá bólkum og einstaklingum, harav fingu 47 játtandi svar. Í 2023 fingu vit 232 fyrispurningar um samstarv og harav fingu 36 játtandi svar.

Tey, sum fáa játtandi svar um samstarv við okkum, eru fólk vit meta hava eina dygd og ein stíl sum passar til okkara málbólk. Í samstarvi við hesi hava vit uppbygt eitt fylgjaratal á okkara sosialu miðlum, sum í dag tilsamans telja 574.000 fylgjarar.

Í 2023 vórðu samstørv gjørd um at framleiða tilfar til vátlendisætlanina hjá tjóðsavninum, súkkling, at ferðast í Føroyum við børnum, túrum eftir bygdagøtum, bátatúrum og upplivingum, mati, list og ráðstevnuna TONIK. Hartil hevur Sandoyggin verið eitt upplagt fokusøki í samband við at Sandoyartunnilin lat upp.

Samstørvini verða gjørd í tøttum samstarvi við veitarar í ferðavinnuni, sum eiga sín lut í at gongdin hevur verið so góð. Arbeitt verður miðvíst við at spjaða myndafólkini kring

landið, og við at framleiða tilfar í trá við “Heimferðavinnustrategiina fram móti 2030”.

Denturin á at framleiða dygdargott tilfar seinastu árini, hevur givið Visit Faroe Islands og veitarum í vinnuni atgongd til eitt umfatandi og fjølbroytt savn við myndum og filmum, ið kunnu tillagast og endurnýtast á ymiskan hátt. Við hesum fortreytum varð avgjørt at støðga fyribils við altjóða samstørvum, samstundis sum orka varð nýtt til aðrar verkætlanir.

Nýggja átakið ”Faroencers”, har vanligir føroyingar sluppu framat at vísa gerandisdagin í Føroyum, var partur av hesum arbeiði. Átakið bleiv so væl móttikið at tað vantandi verður eitt varandi átak.

PINTEREST

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Framyvir verður meira arbeiði lagt í at menna okkara tilveru á hesum palli, við at leggja áhugaverdar myndir út, og at skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkarunum meira virði.

X OG LINKEDIN

Aðrir pallar vit eru virkin á, tó í øðrvísi máta enn teir størru og meira sosialu miðlarnar eru X (fyrrverandi Twitter), Linkedin og Threads.

LinkedIn gevur okkum møguleika at røkka út til tey meira professionellu innanfyri ferðavinnu, menning, politikk, lýsingar og øðrum seráhugamálum.

80 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 81 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Pallarnir hava báðir sínar fyrimunir tá tað kemur til at røkka ein smalri málbólk, men eisini sínar teknisku avbjóðingar, í mun til tal av myndum, film format og longdir og avmarkingar fyri hvussu langur teksturin kann vera.

Ein partur av tí tilfari, sum Visit Faroe Islands leggur út á Twitter, sum nú eitur X, og LinkedIn, kemur frá okkara Facebook og Instagram profilum – tilfar, sum verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skraddaraseymað til júst Twitter ella bara til LinkedIn.

X (Twitter) hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólkum. Visit Faroe Islands hevur síðani havt møguleikan at sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúksrættindi til tilfarið, sum Visit Faroe Islands so kann nýta á egnum, sosialum pallum.

Hóast Visit Faroe Islands hevur megnað at fleirfalda talið av fylgjarum á X (Twitter), er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, sum brúka okkara pall til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri.

Hóast tølini á LinkedIn (fylgjarar og likes) eru lægri enn á øllum øðrum pallum, so taka vit tó har ein týdningarmiklan málbólk og týdningurin av hesum veksur hvørt ár.

SNAPCHAT OG TIKTOK

Snapchat er seinastu árini vorðin ein týðandi miðil. TikTok er síðani komið afturat og er nú millum skjótast veksandi sosialu miðlarnar. Tað eru serliga tey heilt ungu, ið hava tikið hesar miðlarnar til sín. Hesin málbólkurin er ikki tann, ið Visit Faroe Islands nýtir nógva orku uppá, og tí eru okkara Snapchat og TikTok vangar minni virknir enn okkara Facebook og Instagram vangar. Í skrivandi løtu verður mett, at okkara boðskapir raka rætta málbólkin á øðrum miðlum enn Snapchat og TikTok, hóast vit halda gott eyga serliga við TikTok.

THREADS

Nógvir sosialir miðlar eru, og fleiri koma afturat hvørt ár. Visit Faroe Islands hevur altíð havt fokus á ikki at vera allastaðni, men har sum okkara avmarkaða orka kann gagnnýtast best møguligt. Av tí sama eru vit ikki enn virkin á nýggja pallinum hjá Meta, kallaður Threads, sum er ein kappingarneyti til X (Twitter).

Framgongdin hjá Threads, sum bleiv lanserað í 2023, er stór, men enn er X meira enn 15 ferðir so stórt. Visit Faroe Islands fylgir tó væl við og eru vit klár til at brúka Threads, tá vit meta tað vera passandi.

SAMANUMTØKA

Okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlunum hevur meir enn nakað annað gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flestu lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin.

82 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 83 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Altjóða samstørv

Visit Faroe Islands hevur knýtt samstørv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá Visit Faroe Islands at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

TRAVEL PR

Visit Faroe Islands hevur avtalu við enskt PR­bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.

VISIT DENMARK Í ITALIA

Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark,

luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.

VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI

Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um luttøku á teirra søluverkstovum innan vinnuferðavinnu.

MICE

Innan MICE­ økið samstarva vit eisini við fleiri altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.

VISIT ICELAND OG VISIT GREENLAND

Samstarvið millum NATA­londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Visit Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum arbeiða við felags marknaðarføringsátøkum fyri londini. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.

86 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 87 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Onnur samstørv

G! FESTIVALURIN, GØTA, 13. – 15. juli

Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa útlenskar miðlar til G! og harvið umrøðu í útlendskum miðlum. Endamálið er at fáa eitt ávíst tal av útlendskum gestum til festivalin. G! Festivalurin og Visit Faroe Islands samstarva um fjølmiðlavitjanirnar og um vitjanir av myndafólkum, sum umframt at taka myndir, eisini gera filmar, alt fyri at fáa boðskapin um G! Festivalin út í heim.

SKRAPT FESTIVALUR, TÓRSHAVN

7.– 9 juli

Nýggjur elektroniskur tónleikafestivalur sá dagsins ljós í 2023. Visit Faroe Islands samstarvaði við fyrireikararnar um at fáa fjølmiðlar til festivalin.

ÁTJAN OYGGJAR ADVENTURE

FESTIVAL

6. – 10. september

Visit Faroe Islands hevur samstarvað við Átjan Oyggjar Adventure Festival, sum varð hildin á fyrsta sinni í september 2018 undir navninum Útilív Adventure Festival. Talan er um ein festival, har luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rennirutur í fjøllunum í Føroyum.

gestanætum gevur hetta knapt 3000 nætur, tá fyrireikarar og onnur fólk, sum vóru knýtt at festivalinum, eru tald við. Ætlanin er at festivalurin verður hildin aftur í september 2024.

FAROE ISLANDS PODCAST

Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu nógvu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.

Í 2023 hevði Faroe Islands Podcast góðar 75.000 niðurtøkur, sum er ein lítil minking samanborið við árið fyri. Tað eru serliga enskttalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 38% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2023, vóru úr USA, umleið 10% vóru úr Stóra Bretlandi, Danmark og Føroyum. Avstralia, Svøríki, Kanada, Týskland, Holland og Ísland eru hini londini á topp 10 listanum.

Umleið 310 fólk tóku lut í 2023, samanborið við 230 fólk í 2018. Ein stórur meiriluti av luttakarunum vóru útlendingar, sum steðgaðu í miðal 6 dagar. Í

Visit Faroe Islands dekkar ein part av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.

88 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 89 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023

Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

Guðrið Højgaard

Stjóri

Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com

Súsanna Sørensen

Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com

Jóhan Pauli Helgason

Menningarleiðari

Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com

Bárður Eklund

Talgildir miðlar

Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com

Marta Káradóttir

PR & Samskifti

Fartelefon: 25 61 39 marta@visitfaroeislands.com

Nevndin

Johannes Jensen

Gist&Vist, formaður

Olivia Døgg Frífinsdóttir

Sosialir miðlar

Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com

Jóan Petur Hentze

Tórshavnar Kommuna

Jens Meinhard Rasmussen Smyril Line

Súsanna Samró

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 25 09 05 samro@visitfaroeislands.com

Annleyg Lamhauge

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com

Brim Hildardóttir Hoydal

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 26 40 92 brim@visitfaroeislands.com

Alda M. Egilstrøð

Menningarsamskipari

Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com

Johanna Káradóttir

Skrivstovufólk

Fartelefon: 66 65 55 johanna@visitfaroeislands.com

Johanna á Bergi Atlantic Airways

Magnus Pauli West Visit Vágur

Jenny í Heiðunum Ferðavinnufelagið

Elin Heðinsdóttir Joensen ÍSF

Oyvindur av Skarði

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Fríðgerð Heinesen

Bókhald

Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com

90 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023 ÁRSFRÁGREIÐING 2023 91 MARKNAÐAR­FØRINGS­VIRKSEMI 2023
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tórshavn Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com www.sansir.fo

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.