Mentanarnáttin 2017

Page 1


08.00-23.00 Mariu kirkjan Varðagøta Mariu kirkjan er opin. 21.00 Tónleikaløta við Føroya Klarinettorkestur. 09.00-21.00 Býarbókasavnið N. Finsensgøta Skattaveiða við orðum og bókstavum á barnabókasavninum. Kappingin er býtt í tríggjar bólkar, og ein vinnari verður funnin í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka, fáa eitt lítið tinganest. 17.00 Nýggja goymslan, sum er innrættað í kjallaranum, letur upp. Hon skal framyvir virka sum opin goymsla, ið øll hava atgongd til. Har eru nógvir forvitnisligir dýrgripir fyri fólk við áhuga í gomlum bókmentum. 10.00-20.00 Tjóðsavn Brekkutún Opið er bæði í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði. Ókeypis atgongd. 10.00-20.00 Gróðurstøðin í Hoydølum Hvítanesvegur Plantusølan er opin allan dagin. 12.00-19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri. Eisini verður hugni við báli og sneisabreyði. 17.00 Áhugaverd rundsýning og frágreiðing um framleiðsluna og ­royndarvirksemið á Gróðurstøðini. 11.00-22.00 Tilhaldið Tórsgøta 21 “Happy end” - fotoframsýning við myndum frá røktarheimum í Havn. Framsýningin er ein norðurlendsk verkætlan, sum tekur støði í at fagna ellisárunum og tí langa lívinum. Tað eru sjónleikarar, tónleikarar og ­dansarar, ið saman við búfólkunum bjóða áskoðarum inn á røktarheim at síggja eina álitisfulla ferð undir rukkutu húðini. 09.00-23.00 H.N.Jacobsens Bókahandil Vaglið Nýggja kaféin, Paname, letur upp. 15.00 Bókhandlarafelagið bjóðar til tíðindafund um nýggja skaldsøgu­ kapping. Fundurin verður hildin í stovuni í H.N.Jacobsens Bókhandli. 16.00-20.00 Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli Kongabrúgvin Sera snøgt fimmmannafar, sum er smíðað í Kvøldskúlanum kvøldskúla­ árið 2016/2017, verður víst fram. Fimmmannafarið er smíðað eftir ­gomlum sniði og tekningum. 18.30 Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá T ­ órshavnar ­kommunu, heldur røðu og bátasmiðirnir flota bátin. Ætlanin er at selja bátin, og ­peningurin verður latin til vælgerandi endamál. Tey, sum hava hug at keypa bátin, eru vælkomin at ringja til Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðara á tel 220523. 16.00-22.00 MRCC Tinghúsvegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at vitja Arktisk Kommando Føroyar, ­Forbindelseselement Færøerne og MRCC.

Nærri kunning á Visittorshavn.fo og www.facebook.com/mentanarnattin

2/8


16.00-03.00 Handilsgøtan Dr. Jakobsensgøta v. fl. Fk Torgið 16.00-19.00 Barnatiltak. 16.00 Hoppiborg og Myndaboks lata upp. Fk letur ókeypis sunkist og góðgæti til børnini. 17.00 Rógvi undirheldur við søgu og gykli. 18.00 Ørvaroddar Grill matstovan letur upp. 18.30 Fimleikaframsýning. 19.00 Modellir ganga í Handilsgøtuni.

Stóri pallur 19.00 Lena Anderssen. 20.20 Frum. 22.15 Frostfelt. 00.00 Jens Marni. Bedford pallur 19.40 Janus á Húsagarði. 21.15 Hanus G. Johansen. 23.15 Sámal Ravnsfjall. DJ pallur 00.45 Son of Fortune. 01.30 Hús.

16.30 Gamli kirkjugarður Dr. Jakobsens gøta Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá. Somuleiðis eru ókeypis túrar við audioguide í gamla kirkjugarði at fáa hjá Visit Tórshavn. 17.00-19.00 FSF Gundadalur FSF vísir fram høli síni á 3. hædd við sunnara enda á Tórsvølli. Øll eru vælkomin. 17.00-20.00 Listasavn Føroya Oman Viðarlund Framsýning við verkum eftir Williami Heinesen. Ókeypis atgongd. 17.00-21.00 Føroya Sjósavn Rættargøta 1, Argir Framsýningin er opin. Hálvt atgongugjald, vaksin 20 kr. og børn 10 kr. 17.00-21.00 Steinprent Skálatrøð Framsýning við nýggjum verkum. 17.00-23.00 Bojsensgarður Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens Bókahandil er opin. 20.00 Kórið Glymur undir leiðslu av Paula Hansen. 17.00-23.00

Smiðjan í Lítluvík Skálatrøð/Bøgøta Málningaframsýning við Finnleif Mortensen.

17.00-23.00 VisitTórshavn N. Finsensgøta 17 Latið verður upp í nýggjum hami. Skipað verður fyri hugnaløtu við livandi tónleiki og kappingum. 17.00-23.00 Gallerí 14 Áarvegur Søluframsýning við EIA VEIA, ið ger ymiskar prýðislutir og plakatir til heimið.

Mentanarnáttin 2017 Fríggjakvøldið 2. juni

3/8


17.00-23.00 Tinghúsgarðurin N. Finsensgøta Viking Events hevur søluframsýning við víkingahandverki og lutum. Børn og barnsligar sálir kunnu somuleiðs royna seg í onkrum handverki. 18.00 Gamli Kommunuskúlagarður Mentanarnáttin verður sett. Birgir Kruse heldur sentanarrøðuna og Havnar Hornorkestur spælir. 18.00-19.00 Fjallasúkklufelagið MTB.fo Steinatún Javnvágskapping fyri børnum, ungum og vaksnum har øll kunnu luttaka. Tað ræður um at halda seg longst á súkkluni uttan at seta fót, hond ella annan kropslut niður á túnið. Kappingin er býtt í tríggjar aldursbólkar, og kynini bæði kappast móti hvørjum øðrum. Súkklur eru á staðnum, og somuleiðis ber til at brúka egna súkklu. Vinningar verða latnir til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki. 18.00-20.00 Galerie Focus Lambagerði 1 Framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy. Somuleiðis verður rundsýning í atelierinum hjá Amariel Norðoy. 18.00-20.00 Tórshavnar Kommuna Vaglið Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin. 18.00-20.00 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn Tróndargøta Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. 18.00-20.00 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta Bamsuskaðastova á Landssjúkrahúsinum. Er bamsan hjá tær komin til skaða? Ella er hon blivin ússalig? Á Bamsu­ skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum standa vit klár við bæði lækna og sjúkrarøktarfrøðingi at kanna og viðgera tína sjúku bamsu. Tú fært greitt frá hvussu tín bamsa verður kannað, og sleppur at hjálpa heilsustarvsfólki við heftiplástur ella forbinding. Bamsan hjá tær fær eisini høvi at vitja aðrar ússaligar bamsur í ­ambulansuni sum stendur uttanfyri LS. Bamsuskaðastovan er staðsett til høgru beint innanfyri høvuðsinngongdina hjá Landssjúkrahúsinum. Hygg eftir bamsuskeltinum. 18.00-21.00 Føroya Pedagogfelag Tungugøta 1 Opið hús. Livandi tónleikur við Døgg Nónsgjógv og Guðrið Hansdóttir. Les meira á pedagogfelag.fo. 18.00-22.00 Ríkisumboðið Laðabrekka Umframt, at prýðiligi Amtmansgarðurin er opin, verður boðið innar í stovunar/móttøkustovurnar hjá Ríkisumboðnum. 18.00-22.00

Tórshavnar Sløkkilið Bursatangi Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera.

Nærri kunning á Visittorshavn.fo og www.facebook.com/mentanarnattin

4/8


18.00-22.00 Smæran J. H. Schrøtersgøta 7 Nú nemur náttin við smærur 19.00 Joanna Rios - konsert við portugisiskum fólkatónleiki. 19.45 Niels Uni Dam av Nudlavirkinum hugleiðir um ”lívið uttan Facebook”. 20.15 Niclas Heri úr Fegin hugleiðir um lívsgleði. 21.00 Joanna Rios - konsert við portugisiskum fólkatónleiki. 21.30 Skil sálarligan treystleika við J. Herluf Sørensen. Opið hús í Smæruni Kom á gátt (Fyritøkur, ið hava opið) · Búmerkja kiosk á Nudlavirkinum. · Nudlavirkið · Elsabech gávuposar til 15 teir · Lynge Olsen Group fyrstu kundarnar. · Sókn · Royn eitt ferðsluóhapp við · Tryggingarmeklarin Hvølvus – Simulator frá Ráðið fyri · Fegin Ferðslutrygd. · Vinnulívið · J. Herluf Sørensen · Ráðið fyri Ferðslutrygd · Elsabech · Admind.fo 18.00-23.00 Listagluggin Dr. Jakobsens gøta 15 Søluframsýning við verkum eftir Arnold Vegghamar, Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni o.ø. 18.00-23.00 Burn Fitness N. Finsensgøta 8 Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, kemur at gera Yoak Walk, har børn samstundis kunnu vera á reiðskapinum, uttanfyri Burn Fitness. Kaféin er opin til klokkan 23.00. 18.00-23.00 Rescue-LÍV Bursatangi Bjargingarbáturin Rescue-LÍV verður á Bursatanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerð. 18.00-23.00 Handlar í N. Finsensgøtu N. Finsensgøta Hugni við feitum tónleiki, góðum mati og onkrum stuttligum til børnini. 19.00 Mótasýning í N. Finsensgøtu. 18.00-00.00 Rib62 Vágsbotnur Rib62 bjóðar vælumtóktu 10 min. túrarnar við dundrandi musikki og fullari ferð. 18.15-18.30 Ókeypis plakatir frá Einfalt Gongugøtan Finn eigaran av Einfalt frammanfyri Visit Tórshavn eftir setanina, og posi við ókeypis plakatum verður latin, so leingi fleiri posar eru eftir. Ein posi til hvørja familju. Gev teg til kennar við einum ”hey” og einum smíli, og posin er tín.

Mentanarnáttin 2017 Fríggjakvøldið 2. juni

5/8


18.30 Felagið Tórshavn Gongubólkurin Spákingar- og skákingartúrur úr Kongsgili oman í Miðbýin. Túrurin byrjar við Kongsgil. Bussleið 1 koyrir úr Steinatúni klokkan 18.33. Bíðað verður eftir bussinum. 18.30 Føroya Klarinettorkestur Visit Tórshavn Føroya Klarinettorkestur spælir tónleik úr ymsum greinum. Somuleiðis spæla fleiri solo saman við orkestrinum. 18.30 og 19.00 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta Rundvísing á Landssjúkrahúsinum. Tveir túrar vera, sum byrja við reyðu bygningarnar á Eirargarði 16.

· Bygningar, psykiatri og tunnil á Eirargarði - 10. min. Styttri frágreiðing um psykiatri og Eirargarð. · Ganga gjøgnum tunnilin undir J.C Svabosgøtu oman í grøna ­bygningin (uml 1. km) - 15. min. Steðga verður við krígshospitalið. · Sektiónsstovan - 10. min. Framvísing og styttri frágreiðing um arbeiðið í sektiónsstovuni. · Upp á takið á grøna bygninginum umvegis trappurnar. 164 trapputrin eru frá niðastu hædd til ovastu. Vilt tú upp at njóta frálíka útsýnið yvir býin?

LS bjóðar gómagott í forhøllini. Framsýningin av komandi H - bygninginum er opin. 18.30-23.00 Ostahúsið – Atelier (aftanfyri Reinsaríið) Tórsgøta Í nýggju bókini “Secrets of the Faroe Islands” geva kendir og ókendir ­føroyingar síni bestu, persónligu prei um, hvussu ferðafólk og v­ itjandi ­kunnu uppliva aðrar síður av Føroyum enn tær, tú fært í vanligu ferðabókunum. Høvi verður at síggja og keypa bókina, hitta fólkini, sum hava gjørt hana - og fáa lut í onkrum loynidómi. 19.00 Intersport Jónas Broncksgøta B36-leikararnir í EFFO deildini skriva autografar. 19.00

Føroya Ferðaleiðarafelag Vaglið Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Byrjað verður við standmyndina av Nólsoyar Páll.

19.00-21.00

EFFO deildin Tórsvøllur Skála - KÍ dystur í 11. umfari í EFFO deildini sum verður leiktur á Tórsvølli.

19.00-21.00 Betri Sverrisgøtu Ungdómsdeildin hevur opið hús. · Festivalveiða. · Ábit og tónleikur. · Klædnaatstøðingar á Glasi vísa fram klæði. · Lestrarvegleiðari á Glasi gevur góð ráð.

Nærri kunning á Visittorshavn.fo og www.facebook.com/mentanarnattin

6/8


19.00-22.00

Føroya Rættur C. Pløyensgøta 19.00 Opið á Dómaraskrivstovuni. 20.00 Pallsettur rættarfundur. 22.00 Húsið letur aftur. Møguleiki verður at fáa kaffi/te og smákøkur.

19.00-22.00

Odd Fellow Grønlandsvegur 56 Loge F1-Ambólturin hevur opið hús.

19.00-23.00 Frelsunar Herurin Gongugøtan Rúsfríur dagur 2017. 19.00-23.00 Østrøm Skálatrøð 18 Fróðskaparsetur Føroya: Forvitnið er drívmegin. Á skránni verða framløgur um aktuell granskingarevni á Setrinum, básar, har til ber at fáa eitt prát við deildirnar, livandi tónleikur, umframt fram­ sýning um søgu Setursins. Øll eru hjartaliga vælkomin. Setrið bjóðar vaflur við róma og súltutoy og kaffi, te og vatn. 19.00 Dyrnar lata upp. 19.15 Rektarin býður vælkomin. 19.30 Filmur frá 2016 um Setrið (11 min.). 19.45 Lesandi greiða frá. 20.00-23.00 Framløgur à 10-12 minuttir frá granskarum á Setrinum m.a. Erling Isholm: ”Grind sum vinnuvegur”, Jóhannis Danielsen: ”Hvar fer føroyski s­ jófuglurin um veturin” og Tóta Árnadóttir: “Siðaarvur á Setrinum, ábyrgd og ­avbjóðingar”. Nærri kunning um fleiri evni og fyrilestrarhaldarar á setur.fo og á plakat uttanfyri Öström. 19.00-23.00 Føroya Ellisakfør Tórsgøta Ellisakførini møtast í hølunum Yviri við Strond 20 og koyra í skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin. Ellisakførini savnast síðan í Tórsgøtu, har tey verða sýnd fram. 19.00-04.00 Sirkus Føroyar Vágsbotnur 19.00-00.00 Søla av indiskum mati. 19.00-04.00 Barrsøla og hugni. 20.00 og 21.00 Landsstýrið Tinganes Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað í Sjóbúðini, Vektarbúðini, Salinum og í Skansapakkhúsinum. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd. 20.00-23.00 Margarinfabrikkin Tórsgøta Opið hús. Livandi tónleikur, kaffi og smákøkur.

Mentanarnáttin 2017 Fríggjakvøldið 2. juni

7/8


20.00-23.30 Havnar kirkja Dómkirkjan er opin. 20.00 Tónleikaløta við Bjarna Berg, klarinet og Gudmund Mortensen, orgul. 21.00 Havnarkórið syngur undir leiðslu av Leif Hansen. 22.30 Hettarher og handanhar - Maria Ljósá, sangur, Andrias Restorff, cello, og Torleik Mortensen, kontrabas. 20.00-00.00 Perlan Tórsgøta Havnar Jazzfelag skipar fyri konsert. Ókeypis atgongd. 20.00 Kristian Blak - klaver 20.30 Karsten Vogel (DK) - saksofon og Kristian Blak - klaver 21.00 Gangandi Skógvar: Rasmus Vigant Samuelsen - keys, Bergur Fonsdal - bass, Harald Fonsdal - trummur 22.00 Alda Magna (útgávukonsert): Kim Kristensen - klaver, Leivur Thomsen gittar, Arnold Ludvig - bass, Rógvi á Rógvu - trummur, Karsten Vogel (DK) - saksofon, Sigurdur Flosason (IS) - saksofon 20.30-23.00 Reinsaríið Tórsgøta Sprotin og Reinsaríið skipa fyri áhugaverdum “Orð og tónar” - kvøldi. 20.30 “Hevndin úr havsins dýpi” eftir Steintór Rasmussen. Prátað verður við høvundan, hugleitt verður um skaldskaparslagið og lisið verður upp úr nýggju bókini. Kim Hansen spælir tónleik. 21.30 ”Seyður í søgu og veðri” eftir Helga í Brekkunum. Øll, ið hava áhuga í seyði, áttu at komið og lurtað eftir áhugaverdu framløguni hjá Helga. Hans Petur í Brekkunum spælir tónleik. 22.30 Nýggju norsku søgubøkurnar “Leitingin eftir Ólavi Heilaga” (Sprotin 2016) og ”Sjúrður Jorsalsfari” (Sprotin mai 2017) hevur Regin av Steinum týtt. Theodor Olsen prestur fer at hugleiða um onkur evni úr bókunum, og brot verða lisin upp. Kvøldið endar við tónleiki eftir Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum. 21.00-22.00 Ebenezer N. Finsensgøta Opið hús. Sangløta við Ebenezerkórinum, ungdómskórinum og øðrum. Øll eru vælkomin. 21.00-00.00 Norðlýsið Vágsbotnur Opið skip. 23.30 Perlutúnið Tórsgøta Útikonsert við YÖHNA (Jóhanna Norðberg Niclasen). YÖHNA verður at hoyra við fullari skjáttu av egnum løgum. Hon spælir feitan pop, r&b, funk og soulfullan tónleik. Við sær hevur hon dugnalig folk s.s. Ragnar Finsson (guitar), Árni Jóhannesson (bass), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Rasmus Vigant Samuelsen (klaver) og Marianna Nagata (kór). Fleiri tiltøk verða afturat hesum, m.a. verður tónleikur ymsastaðni í býnum. Handlar í býnum hava opið til kl. 23 og allar matstovur hava eisini opið. Keypssamtøkan hevur opið til kl. 00.00

Nærri kunning á Visittorshavn.fo og www.facebook.com/mentanarnattin

8/8


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.