Mentanarnáttin 3. juni 2022
VÆLKOMIN Á MENTANAR NÁTT 2022 Mentanarnáttin verður sett í Vágsbotni. Bárður Dal Christiansen, arkitektur og listamaður, heldur setanarrøðuna Summarskái í Vágsbotni 17.45 GHM spælir. 18.00 Mentanarnáttin verður sett. 18.15 Dania og Benjamin. 19.00 Sylvain Codron DJ. 22.00 Michael A. C. Johannesen DJ.
Nærri kunning á visittorshavn.fo og á facebook.com/mentanarnattin
08.00-23.00 Mariukirkjan, Varðagøta Mariukirkjan er opin. 09.00-18.00 Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14 17.00 Fernisering: Gudrun Hasle – jeg leder efter ordne. Summarframsýningin 2022. 09.00-20.00 Steinprent, Skálatrøð Framsýning við vatnlitamyndum og linoleums skurði eftir Bárður Jákupsson. Gjøgnum tvær vikur varð prentað ein røð av seks linoleumsskurðum, sum dregur íblástur úr Brúsajøkilskvæðnum. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja framsýningina og verkstaðið. 10.00-17.00 Tjóðsavnið, Brekkutún 6 Tjóðsavnið skipar fyri einum lítlum tiltaki í plantufrøðiliga urtagarði savnsins í Hoyvík. 16.00-18.00 Gartnarin er í urtagarðinum. Gagnplanturnar: Heima- ella bjargahvonn, skotsk meistaraurt og leggsýra eru til sølu. Sí tjodsavnid.fo. 3
10.00-18.00 Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9 10.00 Søguløta fyri børnum. Vit lesa um Emil úr Lønnebergi, Álv Ákason og Krákus og Mammu Mu. Tilmelding krevst. 11.00 Søguløta fyri børnum. Vit lesa um Emil úr Lønnebergi, Álv Ákason og Krákus og Mammu Mu. Tilmelding krevst. 12.00 Søguløta fyri børnum. Vit lesa um Emil úr Lønnebergi, Álv Ákason og Krákus og Mammu Mu. Tilmelding krevst. 17.00 Hvat er ein góð ungdómsbók? Gentuvesið og Føroyar lesa. Dagstovnar og skúlaflokkar mugu boða Tjóðpallinum frá fyri at tryggja sær pláss. Føroyar lesa í samstarvi við Tjóðpallin. 10.00-19.00 SMS, á Trapputrøðni 16.00 BUBU. 17.00
Morgunkórið.
18.00 Strúkaraorkestur Tórshavnar Musikkskúla.
4
10.00-21.00 Býarbókasavnið, N. Finsensgøta 7 20.00 Upplestur og tónleikur á Býarbóka savninum. Elin Brimheim Heinesen fer at lesa upp úr ritverkinum hjá pápa sínum Jens Paula Heinesen og hon fer eisini at syngja og spæla nøkur løg – m.a. til yrkingar eftir J.P. Heinesen. Harumframt verður eisini ein framsýning við bókunum eftir Jens Paula Heinesen. Øll eru vælkomin. 10.00-23.00 TUTL, Glade Hjørn 16.30 Konsert við Gudny. 21.00 Føroyskur dansur við Havnar Dansifelag. 23.00 Joe and The Shitboys. 10.00-23.00 Østrøm, Skálatrøð 18 19.30 Tónleikaframførsla við SWAY. Swing og boogie-woogie tónar frá Mariannu Winther, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen í besta barbershop-stíli.
5
11.00-18.00 Listasavn Føroya, Oman Viðarlund 16.00 Familjurundvísing í serframsýningini "Landslagið í broyting" (uml. 30 min.). Ókeypis atgongd allan dagin og góð tilboð í handlinum. Kafe list hevur somuleiðis opið frá kl. 11.00 til 18.00. 11.30-23.00 Suppugarðurin, N. Finsensgøta 12 20.00 Livandi tónleikur við Eimyrja, sum spælir spildurnýggjar tungmálmstónar. 12.00-20.00 Gróðurstøðin í Hoydølum, Hvítanesvegur Opið hús og framsýning av urtagarðinum við meir enn 50 átuligum plantum. 12.00- 19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri. Eisini verður hugni við báli og sneisabreyði. 17.00 Áhugaverd rundsýning og frágreiðing um framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini.
6
12.00-10.00 OY, Falkavegur 4 Vitja nýggja bryggjaríið á Hálsi. Barr, bryggjarí og matstað. Ølið er bryggjað og tappað á matstaðnum. Maturin borðreiddur í barrini. Ella øvugt. Tað er alt á sama stað. 13.00-16.00 Kringvarp Føroya, Norðari Ringvegur 20 Savnandi savnsdagur við umboðum frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóð savninum, sum henda dagin hava framløgu um hvør sítt tema. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi. Sí skrá á fb/savnsgull.
7
15.00-17.00 VistGrøði, Tróndargøta 53 Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Tróndargøtu 53. Møguleiki er fyri at keypa sær vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt. Havið egin íløt við. Kaffi, te og okkurt søtt afturvið. Verið vælkomin. 15.00-23.00 Alovera.fo, N. Finsensgøta Royn ymsar vørur og fá vegleiðing um serliga trupla húð. Guðrun Johansen, eigari av Aloevera.fo verður á staðnum og gevur ráð. 15.00-23.00 Smiðjan í Lítluvík, Skálatrøð/Bøgøta Søluframsýning við verkum eftir Finleif Mortensen. 21.00 SEV kórið syngur. 16.00-20.00 LÍV, Kopargøta 1 16.00 LÍV garðurin letur upp, opið er til kl. 20. Í garðinum verður m.a. rørsluveiða, fiskibrunnur, gullgraving og ballónir til børnini. Ábit verður at fáa frá kl. 17 til 19. 8
17.00 Felagssangur fyri børn við Edith Dahl Jakobsen 18.00 Marius Ziska við bólki. 19.00 Vágaverk við Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall. 20.00 Vinnarin av rørsluveiðini verður funnin. Øll eru vælkomin. 10.00-23.00 Myndlist, N. Finsensgøta 16 16.00 Framsýning við verkum eftir Marius Olsen í Williamsstovu. 19.00 Kórið Brak syngur uttanfyri Myndlist. 11.30-22.00 Haps, Tinghúsvegur 8 Góðir burgarar, Haps steak og eyðkendu Haps shake. Vælkomin á gátt. 16.00-02.00 Hilton Garden Inn, Staravegur 13 Brúsandi fríggjadagur í Hallartúni barr. Byrja vikuskiftið við góðum kokkteylum, brúsi og tónleiki. 17.30 Matstovan letur upp. 9
16.00-21.00 Amnesty og Dugni, N. Finsensgøta 10 Kom framvið og ogna tær serstøk amnesty -ljós og -taskur, dugnakápur úr gomlum hand klæðum og nýpolstraðir benkir. Saman bjóða tey inn í hugnaligu hølini hjá Dugna í Miðbýnum at forvitnast og hoyra um endurnýtsluframleiðsluna. Keypa tit amnestyljós og dugnakápur stuðla tit einari góðari, føroyskari framleiðslu, og skapa harvið mennandi arbeiðsuppgávur til starvsfólk hjá Dugna, umframt at stuðla mannarættindaarbeiðinum hjá Amnesty í Føroyum. 16.30 Gamli kirkjugarður, Dr. Jakobsens gøta Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá. 16.30-18.00 Veðurlagslóg Nú, Speaker's Corner Umhvørvisfólk hittast til veðurlagsverkfall á Speaker’s Corner í Tinghúsgarðinum. Elin Sólvør á Løgmansbø, Pól Jóhannus Toftegaard Larsen og Magnus Gaard bera fram røður. Eisini verður felagssangur, steinar við veðurlagspolitiskum boðskapi verða málaðir og andlitsmáling verður til børnini. Fyriskiparar eru Veðurlagslóg NÚ og FNU. 10
17.00 Felagið Tórshavn, Gongubólkurin Spákingartúr eftir býargøtum úr Hoyvík oman í Miðbýin (Djúpagil, Svartafoss, Plantasjan). Túrurin byrjar við busssteðgiplássið Millum Gilja. Bussleiðin, leið 3, fer úr Steinatúni (suður) kl. 16.36 og steðgar Millum Gilja kl. 16.52. Farið verður til gongu, tá bussurin er komin. 17.00-19.00 Betri Banki, N. Finsensgøta Fótbóltsvøllur er settur upp í Betri garðinum, har børnini kunnu royna seg móti leikarum frá HB, B36 og AB. Børnini fáa autografar og ein fótbólt, og Bassi bjóðar ballónir og okkurt gott afturvið. 17.00-19.00 Havin.fo, Tinghúsgarðurin Plantumarknaður við føroyskt framleiddum plantum. 17.00-19.00 Matkovin, undir Bryggjubakka Staðbundin matmarknaður. Høvi verður at keypa alskyns hágóðskuvørur beinleiðis frá føroysku matframleiðarunum. 11
17.00-20.00 Arktisk Kommando, Færøerne, Tórshavnar havn Vaktarskipið Vædderen, ið liggur við Tórshavnar havn, hevur opið skip. Fyrivarni verður tikið fyri avlýsing. 17.00-20.00 Landssjúkrahúsið, J.C. Svabosgøta 17.00-19.00 Bamsuskaðastova Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar standa klár at taka ímóti sjúkum bamsum. Børnini hjálpa við at finna diagnosu og viðgera sjúklingin. Í bíðitíðini ber til at tekna okkum eina tekning, sum kann lýsa sjúkrahúsvirksemi. Eftirfylgjandi verður framsýning í forhøllini í nakrar dagar. Frammanfyri høvuðsdyrnar standa sjúkrabilar, sum børn og bamsur kunnu vitja. 17.00-20.00 Fólkaheilsuráðið. Fólkaheilsuráðið í forhøllini verður í forhøllini við matligari framsýning, ið lýsir nýggju almennu kostumhvørvisráðini, eins og fokus verður á skíggjaráð. Høvi verður at ogna sær plakatir og faldarar. 12
18.00-19.00 Gongutúrur í tunlinum, Krígshospitalinum og Sektiónsstovuni. Byrjað verður við Eirargarð 13, Fyrisitingar bygningurin. Gingið verður í tunlinum undir Eirargarði og víðari undir J.C. Svabosgøtu oman í grøna bygningin. Á vegnum verður steðgað og greitt frá, har Krígshospital ætlandi skuldi vera undir kalda krígnum. Síðani verður gingið oman til Sektiónsstovuna, har líkskurður vanliga verður framdur. Greitt verður i stuttum frá endamáli og virkseminum í Sektiónsstovuni. Túrurin er áleið 1 km langur og tekur uml. 20 min. 18.00-20.00 Njót útsýnið av takinum á grøna bygninginum. Frá forhøllini verður møguleiki at ganga tey 164 trapputrinini upp á ovastu hædd og út á takið at njóta útsýnið yvir høvuðsstaðin. 17.00-21.00 Føroya Sjósavn, Rættargøta 1, Argir Framsýningin er opin. Hálvt atgongugjald, vaksin 20 kr. og børn 10 kr.
13
17.00-21.00 Tinghúsgarðurin, N. Finsensgøta Møtið Stuðulsfelagnum Víkingabygd og hoyrið um tiltakið Festívalhöll og fyribils ætlanirnar um bygging av føroyskari víkingabygd. Víkingar frá Viking Events og Berserk hava søluframsýning og ymiskt handaligt at royna. 19.00 Møguleiki hjá 18 ár og eldri at venja víkingabardaga. 17.00-21.30 Geisa, Tinghúsvegur 8 Á sjálvtøkuborðinum er alskyns kjøt, tapas, suppa, laksur, salat og annað leskiligt tilhoyr. Vælkomin á gátt til ein góðan bita. 17.00-22.00 Gallarí Havnará, Havnará 3 Søluframsýning við verkum eftir Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen. 17.00
Fernisering.
14
17.00-22.00 Nema, Gongugøtan Nema bjóðar øllum ókeypis poppkorn. Eisini verður møguleiki at fara á bókstavaveiðu. Øll sum luttaka í bókstavaveiðuni, eru við í luta kastinum um ein bowlingtúr til alla familjuna. 17.00-22.00 elsabech, J.H. Schrøtersgøta 7 Hugnaligt sølutiltak við tónleiki og onkrum leskiligum til góman. Eisini verður lagursøla og serlig tilboð. Gávuposar verða lætnir til 15 tey fyrstu, ið keypa fyri yvir 250 kr. 17.00-22.00 Listgrafo, Evningsstovan í Finsen Opið hús. Tórshavnar grafiski verkstaður vísir fram í evningsstovuni í Finsen. 17.00-00.00 Bojsensgarður, Gamli urtagarðurin aftan fyri H.N. Jacobsens Bókahandil er opin. 18.30 Kórið Glymur syngur undir leiðslu av Hans Olivuri Joensen. 19.30 Havnarkórið syngur undir leiðslu av Leif Hansen. 20.30 Morgunkórið syngur undir leiðslu av Sigrið Sivertsen. 15
17.00-00.00 Myndaboks, Tórsgøta Uttanfyri ber til at fáa eitt minni heim við frá Mentanarnáttini 2022. Inni verða ymiskar myndasamansetingar vístar, sum kunnu prentast av egnari telefon. 17.00-02.00 Hotel Brandan, Oknarvegur 2 17.30-22.00 Húsagarður letur upp við spildur nýggjari a la carte menu. 20.00-23.00 Koparbarrin/útibarrin á Brandan letur upp fyri fyrstu fer í ár, har DJ fer at spæla feitan tónleik. Summarið verður skotið í gongd við øli, drinksum og rosé frá koparbarrini, meðan kokkarnir grilla lambsburgarar til uttandura gestirnar. Gólvhitin og hitalampurnar verða tendraðar, og til ber at sita úti alt kvøldið, inntil kl 23.45. Landmark hevur sjálvandi opið til kl 02.
16
17.00-03.45 Loca, Sverrisgøta 15 Thai serrættur. Djúpstokt thai-marinerað høsnakjøt í pancho-raspi, jasminrís og thai bbq-sós. 17.00-04.00 Landskrona, Tórsgøta 11 Góður barr-matur, pool, dart og aktuellur ítróttur av ymsum slag. Á stórskíggjanum vísa vit eisini gamlar leikir úr føroysku ítróttarsøguni. 21.00 Bassalt letur upp. Barrin bjóðar leskiligar drykkir afturvið góðum bakgrundstónleiki. 17.00-04.00 Sirkus Føroyar, Grím Kambansgøta 2 Góður gamal føroyskur tónleikur verður ljómandi úr hátalarunum allan dagin. Køkurin er opin. 17.00 Bjórkovin letur upp. Borðreitt verður við serøl úr A til Ø. Nógv gott úr Íslandi, sumt føroyskt og ein breið samanseting úr øðrum londum. Sirkus køkurin er opin og bjóðar ymsar leskiligar rættir, ið hóska væl til øl. 17
22.00 Æðrasoppar - Konsert í Sirkus. Ókeypis atgongd. 17.00-04.00 Essabarr, Áarvegur 7 20.30 Livandi tónleikur við Steintór Rasmussen. 23.00 Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen. Ókeypis atgongd. 17.30-00.00 Paname Café, Vaglið 4 Paname 5 ár! 18.30 Dan Helgi diskar í hugnaliga bak garðinum og tí sambandinum er barrin aftanfyri eisini opin við ymsum góðum at drekka.
18
17.45-02.00
SUMMARSKÁI Í VÁGSBOTNI 17.45
GHM spælir.
18.00 Mentanarnáttin verður sett. Bárður Dal Christiansen, arkitektur og listamaður, heldur setanarrøðuna. 18.15 Dania og Benjamin. 19.00 Sylvain Codron DJ. 22.00 Michael A. C. Johannesen DJ.
19
18.00-20.00 Politistøðin, Húsagøta Politiið skipar fyri tiltaki á parkeringsøkinum uttan fyri politistøðina, har høvi verður at heilsa upp á okkara politihundar og at síggja okkara politibilar og motorsúkklur. Kaffi/saft við onkrum góðum afturvið verður at fáa í kantinuni. Øll eru hjartaliga vælkomin á vitjan. 18.00-22.00 Tórshavnar Kommuna, Vaglið Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin. 18.00-22.00 Tórshavnar, Móttøkuhús og Myndasavn,Tróndargøta Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. 18.00-22.00 Listahøllin í Finsen, Tróndargøta Listafólkini í Finsen bjóða til opið hús. Støkk innum og fá innlit í virksemið hjá listafólkunum í Listahøllini, ið nú hevur virkað síðani 2019. Okkurt gott til góman verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. 20
Bárður Dal Christiansen, Súsan í Jákupsstovu, Jón Sonni Jensen, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Turið Maria Jóhansdóttir, Ole Wich, Anna Tórunn á Stongunum, Durita Jógvansdóttir Thomsen, Samal Blak. 18.00-22.00 Tórshavnar Sløkkilið, Bursatangi Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga. Gamlir og nýggir bilar og amboð verða víst fram. 19.00 Ein venjing. 21.00 Ein venjing. 18.00-22.00 Perlan, Tórsgøta "Same but different". Altjóða tiltak við mati, tónleiki og góðum práti. Altjóða tilflytarar okkara bjóða inn og fara at vísa okkum nakað av mentan teirra.
21
18.00-22.00 Ríkisumboðið, Laðabrekka Umframt, at prýðiligi Amtmansgarðurin er opin, verður boðið innar í stovurnar/ móttøku stovurnar og skrivstovurnar hjá Ríkisumboðnum. 20.00 SEV kórið syngur. 21.30 Kórið Xperiment syngur. 18.00-23.00 LGBT+ Føroyar, Tórsgøta 16 Opið hús í litríku hølunum hjá LGBT+ Føroyar. Legg leiðina framvið til søluframsýningina "LIST FYRI TOLSEMI" við nøkrum av okkara bestu listafólkum. LGBT+ Føroyar fyllir 11 ár og bjóðar kaffi og køku. 18.00-23.00 Havnar kirkja 19.30 Akkordeonorkestrið Tórshavnar musikkskúla. 20.30 Háskólakórinn úr Íslandi syngur. 21.30 Stuðulskonsert við organisti Ara Hammer Joensen. Høvi verður at lata stuðul til luttøku í orgulskeiðið í Haarlem í Hollandi 16.-30. juli 2022. 22.30 Gospelkórið Brak. Leiðari Ingmar Berg. 22
18.00-23.00 Rescue LÍV, Bursatangi Bjargingarbáturin Rescue LÍV verður á Bursa tanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerðina. Eisini verða nýggi vatnskutarin Rescue EYÐ og vatnskutarin Rescue SÁRA á staðnum. 18.45-19.00 Girl Hop Crew, N. Finsensgøta Nýggjur dansibólkur settur saman av Dianu Hansen og Rannvu Klettheyggj. Tær eru í aldrunum 10 til 14 ár og fara at dansa hiphop new school, house og whacking. 19.00 Føroya Ferðaleiðarafelag, Steinatún Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinga nes. Byrjað verður við VisitTórshavn í Steinatúni. 19.00 Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9 Kom við til venjing av nýskrivaða leikinum Gentukamarið og hoyr høvund, leikstjóra og leikara greiða frá arbeiðinum við hesum leiki. Høvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs. Leikstjóri: Anne Zacho Søgaard. Leikarar: Beinta Clothier og Hans Tórgarð. 23
19.00-22.00 Føroya Rættur, C. Pløyensgøta 19.00 Opið á Dómaraskrivstovuni. 20.00 Framleiddur filmur um rættarfund. 21.00 Framleiddur filmur um rættarfund. 22.00 Húsið letur aftur. Umframt framleidda filmin um rættarfund, er møguleiki at síggja almennu hølini hjá okkum. Møguleiki verður at fáa kaffi/te og smákøkur. Verið vælkomin. 19.00-22.00 Margarinfabrikkin, Tórsgøta Opið hús. 20.00 Kennir tú Margar? Starvsfólk greiða frá ungdómsvirkseminum í húsinum og teirra leikluti. 19.00-23.00 Føroya Ellisakfør, Tórsgøta Ellisakførini møtast í hølunum Yviri við Strond 20 og koyra í skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin. Ellisakførini savnast síðan í Tórsgøtu, har tey verða sýnd fram.
24
19.30 Vesturkirkjan, Landavegur 44 Konsert við norska kórinum KoriÅmot. 20.00-04.00 Blábar, N. Finsensgøta 23 22.00 Livandi tónleikur við Lív og Trónda. Atgongugjald 100 kr. 20.00 OG 21.00 Landsstýrið, Tinganes Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað í sethúsunum, Portugálinum og í pakkhúsinum á Sælingahellu. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd. 21.00 Faroe Express, Eystara Bryggja Millum goymsluhillar, trukkar og plattar fara Hamradun at framføra sín vældámda tónleik í Gráa Pakkhúsi. Umframt tónleikin verður eisini bjóðað okkurt gott at sløkkja tostan við. Renn framvið til eina øðrvísi tónleikauppliving.
25
21.00 Reinsaríið, Tórsgøta Fýra herligir bólkar fara at forkela tær oyruni á Reinsarínum. Herborg Torkilsdóttir, Holgar Jacobsen, The Crowberry Band og Shamrock. Øll eru vælkomin, og alt er púra ókeypis. 21.00-22.00 Ebenezer, N. Finsensgøta Konsert við Sangkórinum og Dupultkvartettini í Ebenezer. 21.00-22.30 City Church, Tróndargøta 36 Livandi tónleikur, kaffi og te. 22.00 Pavillionin, Tinghúsgarðurin Kórið Xperiment syngur undir leiðslu av Sigrið Sivertsen.
26
22.00-22.30 Linedansur, Vaglið Linedansarar úr Dansifrøi fara at dansa linedans á Vaglinum. 22.00-04.00 Irish Pub, Gríms Kambansgøta 22.00 Pub Quiz. 24.00 Livandi tónleikur við Doc úr USA. Ókeypis atgongd. 24.00-04.00 Luux, Tinghúsvegur 8 01.00 Livandi tónleikur við Páll Finnur Páll. Dyrnar lata upp á midnátt. Atgongumerkjasølan byrjar kl. 21.00.
27
KOMIÐ VIÐ Á EINA SPENNANDI MENTANARFERÐ GJØGNUM HAVNARGØTUR Undirhald, upplivingar og stuttleiki til børn og vaksin. Handlar hava opið til klokkan 23.00