mentanarnáttin 12. juni tá veruligt lív kemur í Havnar bý viÐ undirhaldi, upplivingum og stuttleika til børn og vaksin í øllum aldri. Mentanarnáttin tekur teg viÐ á eina spennandi mentanarferÐ gjøgnum havnargøtur.
08.00-23.00 Mariukirkjan Varðagøta Mariu kirkjan er opin. Føroya Klarinettorkestur spælir klassiska konsert klokkan 21.00. Solistar eru: Kristina Thede Johansen, saxofon, og Lena Jacobsen, klarinett 09.00-22.00 Steinprent Skálatrøð Opið hús. Framsýning við Ian McKeever 10.00-20.00 Tjóðsavn Brekkutún “Mentan og Náttúra”, serframsýning um sólarmyrking - ókeypis atgongd 10.00-20.00 Gróðurstøðin í Hoydølum Plantusølan er opin allan dagin. 12.00-19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri. Eisini verður hugni við báli og sneisabreyði. 15.00 og 17.00 Frágreiðing um framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini 10.00-21.00 Býarbókasavnið N. Finsensgøta “Barnatekningar”, framsýning við tekningunum, ið komu inn til teknikappingina í Umhvørvisvikuni. 09.00-21.00 Skattaveiða við bókstavum og orðum á barnabókasavninum 16.00 Forvitnislig listaframsýning letur upp við myndum frá Steinprent, har Tórshavnar kommuna er evni - ymisk listafólk eru umboðað 19.00-19.20 “Kom syngjandi til vitan”, fyrilestur við Erlu Olsen, adjunkti í lívfrøði 20.00-20.45 “Listaskúli Føroya”, Rakel Helmsdal skipar fyri kunnandi “happening” um nýggja Listaskúla Føroya og komandi virksemi skúlans 11.00-20.00 Listasavn Føroya Oman Viðarlund Framsýning við bretska listamanninum Ian McKeever 11.00-00.00 Perlan Tórsgøta Forvitnislig søluframsýning, sum Ásla Rannvá Svensson, Kirstin Hammer og Edith Mørkøre hava tikið stig til. Umframt sølu av málningum, akvarellum, grafikkmyndum, plakatum, hondgjørdum smúkkum og bundnum vørum, verður kaffisøla og afturvið frá Gómagótt 12.00-22.00 Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur Í sambandi við, at árliga Summarframsýningin letur upp, bjóða vit til eitt heilt serstakt tiltak frá klokkan 16.00. Stigtakari til framsýningina, The Weather Diaries, er verkætlanin The Nordic Fashion Biennale, sum er samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar. 16.00 Sif Gunnarsdóttir, stjóri, bjóðar vælkomin 16.05 Heðin Mortensen, borgarstjóri 16.15 Kórið Kata framførir 16.20 Sarah Cooper og Nina Gorfer greiða frá The Weather Diaries 16.40 Kórið Kata framførir 16.50 Barbara í Gongini letur framsýningina upp Høvi verður at fáa sær ein lættan bita. Øll eru vælkomin nærri kunning á visittorshavn.fo og facebook.com/mentanarnattin
14.00-00.00 Pannukøkubúðin Gongugøtan Pannukøkubúðin selur á gongugøtuni 15.00-19.00 Galerie Focus Lambagerði Framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy 16.00-23.00 Smiðjan í Lítluvík Skálatrøð/Bøgøta Finleif Mortensen letur upp málningaframsýning. Rani Nolsøe hugleiðir og spælir tónleik klokkan 17.00. Øll eru vælkomin 16.00-23.00 Enniway Vágsbotnur Enniway bjóðar styttri túrar við seglbátinum 16.30
Gamli kirkjugarður Dr. Jakobsens gøta Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá
16.30-22.00 Arktisk Kommando, Færøerne Tinghúsvegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at vitja Arktisk Kommando Føroyar, MRCC og Brunaeftirlitið. Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipinum Triton, ið liggur við Eystaru bryggju 16.30-22.00 MRCC Tinghúsvegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at vitja MRCC, Arktisk Kommando Føroyar og Brunaeftirlitið. Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipinum Triton, ið liggur við Eystaru bryggju 16.30-22.00 Brunaeftirlitið Tinghúsvegur 64 Opið hús. Møguleiki verður at vitja Brunaeftirlitið, Arktisk Kommando Føroyar og MRCC. Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipinum Triton, ið liggur við Eystaru bryggju 16.30-22.00 Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur “Mórugøta, konsertir, SavnsGull og Gekkurin” - Kringvarpið bjóðar fólki at vitja Mentanarnáttina. 16.30 Mórugøta. Jákup Weyhe leikar brot úr Mórugøtu 17.00 Fyrsta rundvísingin. Rundvísing verður hvønn hálvan tíma 18.00 Tíðindasending í ÚV 18.00 SavnsGull. Talgilding og brot úr savninum 18.20 Konsert við Konni Kass, sum vann Sement-kappingina 19.00 Dagur og Vika 19.30 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir 19.45 Gekkurin 20.15 Morgunkórið syngur 21.30 Konsert við Sakaris
mentanarnáttin 2015 fríggjadagin 12. juni
17.00-20.00 TAKS Skálatrøð 20 Opið hús. Vit bjóða øllum vælkomnum at síggja nýggju skrivstovuhøli okkara. 18.00 Ari Danielsen spælir og syngur 19.30 Havnarkórið syngur nakrar sangir Høvið verður sjálvsagt eisini at royna teir landskendu møblarnar 17.00-21.00 Føroya Sjósavn Rættargøta 1, Argir Framsýningin er opin. Hálvt atgongugjald, vaksin 20 kr. og børn 10 kr. 17.00-23.00 Østrøm Skálatrøð Søluframsýningin “12 føroyskar sofur” letur upp í ovaru høll í Østrøm. Framsýningin er sermerkt við, at tað eru 12 føroyskir handverkssniðgevar, ið hava sniðgivið og gjørt sína egnu sofu. Umframt at talan er um samstarv við Tekniska skúla í Havn, ið hava bygt sjálvt stellið til sofuna. 17.00 Sniðgevarnir greiða frá hugskotinum aftanfyri teirra sofu, um tilfar og annað, sum gestirnir meta vera áhugavert 17.00-22.00 B36 Niels Finsensgøta Teknikvøllur og borðfótbóltur uttanfyri Th. Dam Intersport 19.00-20.00 Jonglerikapping uttanfyri Th. Dam Intersport 20.00-20.30 Leikarar úr EFFO-deildini hjá B36 vitja uttanfyri Th. Dam Intersport 17.00-22.00 Tórshavnar Kvøldskúli J.H.Schrøtersgøta Opin verkstaður við “horn, bein, silvur og føroyskum steini”, “tøva”, “gera bond” og “glaslist”. 20.00 Útlendingar knýttir at Kvøldskúlanum bjóða forkunnugar smakkiroyndir 20.00 Harmonikutónleikur 17.00-22.00 Tórshavnar Kvøldskúli Pæsastova Opin verkstaður við “tunesiskari hekling”, “binda”, “karða og spinna” og annað. 19.00 Guðrun Sólja syngur og spælir 20.00 Harmonikutónleikur 21.00 Guðrun Sólja syngur og spælir 17.00-22.00 Listastovan Áarstova Sirikit Jacobsen hevur málningaframsýning í Listastovuni 17.00-22.00 Ríkisumboðið Laðabrekka Umframt, at prýðiligi Amtmansgarðurin er opin, verður boðið innar í stovurnar/móttøkustovurnar hjá Ríkisumboðnum. Tórshavnar Brass Ensemble spælir í garðinum kl. 21.00 17.00-22.00 Amy & Eydna N. Finsensgøta 18 “Grind í Karry”, myndaframsýning og mentanarligt ríkidømi
nærri kunning á visittorshavn.fo og facebook.com/mentanarnattin
17.00-22.00 Listagluggin Dr. Jakobsens gøta 15 Søluframsýning við verkum eftir Torbjørn Olsen, Bárður Jákupsson, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Kára Svensson, Astri Luihn o.ø. 17.00-23.00 Bojsensgarður Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens Bókahandil er opin. Havnarkórið syngur summarið inn klokkan 21.00 18.00
Mentanarnáttin verður sett Gamli Kommunuskúlagarður Jonhard Mikkelsen heldur sentanarrøðuna og Havnar Hornorkestur spælir
20.00
H.N.Jacobsens Bókahandil Vaglið Hugnaløta í stovuni í Gl. Bókahandli. Rithøvundarnir Simona Midjord, Sólrun Michelsen og Sámal Soll lesa upp úr egnum verkum. Tónleikur við Fróða Hansen og Boga á Borg. Vit bjóða kaffi og køkur
18.30 og 19.00
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta Rundvísing og frágreiðing um virksemið á Landssjúkrahúsinum. Komið við starvsfólkunum á LS og hoyrið áhugaverdar søgur frá stovninum. Byrjað verður í reyða bygninginum á Eirargarði 16 og ferðin endar í forhøllini. Vit ganga gjøgnum psykiatriska økið. Vit vitja vaskaríið og verða leidd gjøgnum tunnilsskipanina oman á LS. Í forhøllini er framsýning av nýggja H-bygninginum og greitt verður frá hesum. LS bjóðar gómagott í forhøllini
18.00-20.00 Tórshavnar Kommuna Vaglið Býráðssalurin er opin 18.00-20.00 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn Tróndargøta Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu 18.00-21.00 Norrøna Felagið Lützenstrøð 4 Skipað verður fyri móttøku við mati og undirhaldi 18.00-23.00 Íspakkhúsið Tórsgøta Hvussu nógv skal menniskjan gera av lagnuna hjá øðrum? Myndirnar “Fram um alt eri eg” eru 21 søgur um fólk við Down syndrome. Hetta eru søgur um fjølbroytni, søgur um menniskju og tøkniliga menning. Myndirnar hjá íslendsku myndakvinnuni, Siggu Ellu, hava fingið nógva altjóða umrøðu. Framsýningin er í Íspakkhúsinum aftan fyri Reinsaríið 18.00-23.00 Tórshavnar Sløkkilið Bursatangi Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera 18.00-23.00 Rescue-LÍV Bursatangi Bjargingarbáturin Rescue-LÍV verður á Bursatanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerð 18.00-23.00 Rib62 Vágsbotnur Rib62 bjóðar vælumtóktu 10 min. túrarnar við dundrandi musikki og fullari ferð mentanarnáttin 2015 fríggjadagin 12. juni
18.00-23.00 Amnesty International Gongugøtan “Veitst tú, hvat ein hálv neyðtøka er?” Kom framvið og fá ókeypis kaffi og eitt prát um revsilógina, neyðtøkur og hvussu Amnesty meinar, at revsilógin skal dagførast
20.00-00.00 TUTL Glade Hjørn 20.00 Lív Næs og Tróndur Enni 21.00 Føroyskur dansur við Havnar Dansifelag 23.00 200
18.00-23.00 Gallerí 14 Áarvegur Listaframsýning við Nicolinu Højgaard o.ø 18.00-23.00 Norðlýsið Vágsbotnur Opið skip og søla av mati úr sjónum
19.00-23.00 Odd Fellow Grønlandsvegur 56 Loge F1-Ambolturin hevur opið hús
18.30
Kuunnguaq Vaglið Grønlendska kórið Kuunnguaq syngur
19.00-23.00 Frelsunar Herurin Gongugøtan Rúsfríur dagur 2015
18.30
Felagið Tórshavn Gongubólkurin Frá Havnar Skansa, tað “yndiga” stað eftir gomlum gøtum út á Skansan. Farið verður av Tinghúsvegnum
20.00 og 21.00
Landsstýrið Tinganes Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað í Reynagarði/Egholmshúsi, og farið verður síðani í Bakkapakkhúsið, Leigubúðina og endað verður í Pakkhúsinum hjá Skibsted. Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd
18.30
Føroya Klarinettorkestur Posthúskjallarin Konsert við vælumtóktum tónum úr m.a. filmum og sangleikum
21.30
Simme Musikkhús L. Debesargøta Livandi tónleikur við Lenu og Niclas
19.00
Føroya Ferðaleiðarafelag Vaglið Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Byrjað verður við VisitTórshavn
19.00-22.00
Føroya Rættur C. Pløyensgøta 19.00 Opið á Dómaraskrivstovuni 20.00 Pallsettur rættarfundur 21.15 Pallsettur rættarfundur 22.00 Húsið letur aftur
19.00-22.00 Tryggingarfelag Føroya Kongabrúgvin “Allir vegir føra til Kongabrúnna” - Torgið á Kongabrúnni verður umskapað til eina lítla miðalhavsbygd, har vitjandi fáa møguleika at kenna seg aftur sum ferðafólk sunnanfyri. Torgið rýkur av suðurlendskum stemningi við tapas smakkiroyndum, miðalhavstónleiki og gávulutum. Harumframt eru umboð fyri ymiskar ferðaskrivstovur á staðnum og bjóða serliga ferðatilboð, ið einans eru galdandi hetta kvøldið 18.45-22.30 Fróðskaparsetur Føroya Bókbindargøta 8 Kunning um útbúgvingarmøguleikar og upptøku á Setrinum 2015. Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltitøj og kaffi, te og vatn. Øll eru hjartaliga vælkomin 19.00 Almenn kunning um upptøku á Setrinum 2015 19.30 Tónleikur 20.00 Framløga frá lesandi á Námsvísindadeildini 20.30 Framløga frá lesandi á Føroyamálsdeildini 21.00 Framløga frá lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini 21.30 Framløga frá lesandi á Sjúkrarøktafrøðideildini 22.00 Framløga frá lesandi á Náttúruvísindadeildini nærri kunning á visittorshavn.fo og facebook.com/mentanarnattin
21.00-22.00 Ebenezer Niels Finsensgøta Sangløta í Ebenezer. Kórsangur við blandaðum kóri og manskórinum eru á skránni 21.00
Reinsaríið Tórsgøta Summartónar - Marius Ziska
21.00
Hvonn Tórsgøta Livandi tónleikur
21.00-23.00 Margarinfabrikkin Tórsgøta Úikonsert við Sissal, Iron Lungs, Ranchus, Konni og Figment Dwells 19.00-21.00 Sálarfrøðistovan Tórsgøta 17 Opið hús. Kunning og orðaskifti. Sálarfrøðingar greiða frá sínum yrki og svara spurningum. Kaffi, te og køkur. Komið inn á gólvið 22.00
Tveir íslendskir sangarar undir Tinghúsinum Davíð Ólafsson og Stefán Helgi Stefánnsson syngja kendar sangir undir Tinghúsinum
Fleiri tiltøk verða afturat hesum, m.a. verður tónleikur ymsastaðni í býnum. Handlar í býnum hava opið til kl. 23.00 og allar matstovur hava eisini opið. Keypssamtøkan hevur opið til kl. 22.00
mentanarnáttin 2015 fríggjadagin 12. juni
mentan í hjarta og sál
Tað byrjaði í smáum í 2001 og hevur síðani ment seg støðugt, so tað í dag bara er ólavsøkan, sum savnar fleiri fólk saman í høvuðsstaðnum. Vit hjá Visit Tórshavn fegnast um, at fólkið og býurin veruliga hava tikið Mentanarnáttina til sín, og at hon er vorðin ein so inngrógvin partur av tí, sum hendir í okkara fjølbroytta høvuðsstaði. Tað merkist á fólki, at tey gleða seg til hetta kvøldið, tá Havnin vísir seg fram frá síni bestu síðu. Áhugin fyri Mentanarnáttini veksur fyri hvørt ár, og tað merkja vit millum annað við, at fólk í góðari tíð spyrja um Mentanarnáttina og vilja vera við at seta sín dám á hetta serstaka kvøldið. Fólk vilja fegin hjálpa og gera sítt til, at Mentanarnáttin verður so góð sum tilber. Og hetta er eisini fult í tráð við sjálva ondina hjá Mentanarnáttini. Fólkið skapar mentanina, og mentanin er fólkið. Øll gera sítt til, at vit á Mentanarnáttini kunnu vísa, at eisini her í okkara lítla høvuðsstaði eiga vit eina ríka og fjølbroytta mentan. Mahatma Gandhi segði, at mentanin hjá eini tjóð býr í hjørtunum og sálunum hjá fólkinum. Á Mentanarnáttini í Havn gongur eisini sjón fyri søgn, at her býr eitt fólk við mentanini í bæði hjarta og sál. Vælkomin á Mentanarnátt Theresa Turidardóttir Kreutzmann Stjóri í Visit Tórshavn