Vælkomin til Nólsoyar

Page 1

Kunningarstovan í Nólsoy Vælkomin til Nólsoyar

Korndalur og prinsessutoftir

Báturin hjá Ova

Pakkhúsið

Húsini við Brunn

Frá umleið 1300 fram til mitt í 1700-árunum búði fólk í Korndali.Toftirnar av búplássinum síggjast enn.

1. juli 1986 legði Ove Joensen frá landi í Havn í serbygda 5-mannafarinum Dianu Victoriu fyri at rógva til Danmarkar.

Pakkhúsið er bygt í 1902. Tað er ein gamal bygdahandil við skivu beint innanfyri hurðina og vøruhillum á vegginum aftanfyri. Handilin er frá tíðini, tá sukur og mjøl vórðu seld í leysari vekt, sápan kom í tunnum og bomm fóru í kramarhús.

Brunnahúsið er bygt í seinnu helvt av 1600-talinum. Upprunaliga varð tað bygt úr rekaviði, meðan eystari partur av húsinum er av einum stokki úr pommerskari furu, keyptur á uppboðssølu eftir tí sokallaða „Saksunarskipinum“, ið fórst í Saksun í 1828. Gamli Jáki, ið keypti stokkin, brúkti trý sjóvarføll at føra hann út til Nólsoyar, har hann so varð sagaður upp.

Ein av toftunum kallast Prinsessutoftir; søgnin sigur, at ein skotsk kongsdóttir saman við unnusta sínum var rýmd undan pápanum, sum ikki vildi hava dóttur sína at giftast einum manni av fólkinum. Tey sigldu norður í hav og komu til Nólsoyar, har tey settu búgv. Fleiri ár seinni hevði kongur fingið frænir av, hvar dóttirin var, og sigldi til Føroya fyri at drepa hana og mannin. Men tá kongur sá, hvussu væl tey ungu trivust, og hvussu fitt abbabarn hann átti, hálsaði hann um og fyrigav dóttrina. Sagnirnar um búseting í Korndali festi Pól Nolsøe á blað í 10. bindi av Varðanum. Oddvør Johansen hevur endurgivið søgnina um skotsku prinsessuna í barnabókini „Kongsdóttirin í Nólsoy“ (1996)

Hetta var triðja roynd hansara at rógva til Danmarkar. Hinar báðar ferðirnar varð hann noyddur at leggja upp í Hetlandi, men treiskur sum hann var, royndi hann aftur. Eftir 900 fjórðingum og 41 døgum á havinum g ­ jørdist hann heimskendur, tá hann 11. august legði at á Langelinie í Keypmannahavn. Har var nógv fólk komið saman, og tey og teir nógvu føroyingarnir, sum fylgdu við í sjónvarpinum, sóu hann mussa Lítlu Havfrúnna. Tá Ove kom heim aftur til Føroya, fekk hann eisini eina stór­fingna móttøku her. Í kjallaranum á Kunningarstovuni er nú eitt savn gjørt Ova til heiðurs. Her stendur millum annað Diana Victoria, ið førdi hann vegin fram.

Í hugnaliga handilshølinum verða nú seldir ymiskir heima­virkislutir, ið eru virkaðir á oynni. Vørurnar telja mat, klæði og prýðislutir. Vinarliga vendið tykkum til Kunningarstovuna um upp­ latingartíðir.

Komfýrin keypti Gamli Jáki í 1858, hann var fyrsti komfýrur í bygdini og eisini ein tann fyrsti í Føroyum. Nólsoyingar nevndu hann „Kókimaskinan“. 10 ættarlið av somu slekt hava búð við Brunn í meiri enn 300 ár. Síðsti íbúgvi flutti úr húsinum fyrst í 1980-árunum, og í 1985 varð húsið friðað og gjørt til bygdasavn. Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuna.

Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuni

www.visitnolsoy.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.