Til gongu í Føroyum

Page 1

TIL GONGU

Í FØROYUM

k r. 1 0


VÆLKOMIN Við hesum faldara bjóðar Ferðaráð Føroya tær vælkomnum at ganga í okkara vøkru náttúru. Einki er sum ein gongutúrur í haganum, har tú kanst njóta friðsæluna og anda ta frísku luftina. Føroyar eru einastandandi at ferðast í, tí tær nýtist ikki at fara langt fyri at uppliva stórsligna og óspilta náttúru. Eisini eru mong áhugaverd støð, sum eru knýtt at søgu og søgn, at síggja á leiðini. Gistingarmøguleikar eru í hópatali, so gonguferðin nýtist ikki at enda sama dag.

Siðsøga og djóralív 2 Úti í haganum fært tú eina hóming av, hvussu lívið hjá okkara forfedrum hevur verið. Gróthús, neyst, gomul teigalendi, torvheiðar og kráir minna okkum á, hvussu nær tey livdu upp at náttúruni. Eisini sært tú gamlar bøgarðar, neytageilar, rættir, ból, seyðahús og fransatoftir, sum eru leivdir av smáum húsum, hagar fólk í gomlum døgum leitaðu sær skjól undan sjórænarum. Nógvur heiðafuglur er at síggja: spógvi, mýrisnýpa, lógv, tjaldur, kjógvi, skúgvur, ravnur og kráka. Men eisini seyður, gæs og harur eru vanlig sjón.

Bygdagøtur Gongutúrarnir, sum eru lýstir í hesum faldara, eru allar uttan tveir, eftir bygdagøtum. Bygdagøturnar eru elligomlu samferðsluleiðirnar millum bygdir. Áðrenn koyrivegirnir komu, varð vanliga gingið millum bygdir, eitt nú á ting, í handilsørindum ella til næstu kirkju til gudstænastu, barnadóp, brúðarvígslu og at enda ta seinastu ferðina, borin í kistu. Gøturnar eru merktar við varðum, sum eisini eru elligamlir. Eins og í grannalondunum vísa varðarnir, hvørja leið gøtan gongur, so tann, sum gongur gøturnar, ikki villist av leið. Túrarnir niðan á Klakk og út á Bøsdalafoss eru ikki eftir bygdagøtum, men eftir ferðagøtum. Túrarnir í hesum faldara eru lýstir fyri fólk, sum ferðast í bili, bussi ella øðrum akfari. Í støðum hava kommunurnar sett bygdagøtutalvur upp, har túrarnir byrja og enda, annars verður greitt frá, hvussu tú kemur til staðin. Tíðin, sum er sett við hvønn túrin, vísir, hvussu leingi tú gongur túrin í vanligari gongd. Matsteðgir og tílíkt eru ikki roknað uppí. Kortini, sum nevnd verða, eru topografisk kort, 1:20 000 frá Kort og Matrikelstyrelsen, 1991. Kort fáast í bókahandlum og kunningarstovum kring landið. Tær nýtist ikki kort til allar túrarnar, spyr kunningarstovurnar til ráðs.

Scandinavian Travel Award 2004 Úgevari: Ferðaráð Føroya 2004, undir Bryggjubakka 17, P.O. Box 118, FO - 110 Tórshavn, Tel +298 355800, Fax +298 355801, tourist@tourist.fo, www.tourist.fo · Myndir: Absalon Hansen, J. A. Arge, Guillaume Desmurs og Ferðaráð Føroya Rithøvundur: Randi Meitil · Layout: Reproz · Kort: Partur av korti úr Føroyum 1:100.000 © Kort & Matrikelstyrelsen (A 61-03) Forsíðumynd: Djúpadalur, Kalsoy · Gongur tú í fjøllunum, er ábyrgdin tín · Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og broytingum


Vís náttúruni ans

So fara vit av stað

Náttúran er viðkvom, tí er sera umráðandi, at vit øll fara væl um, so hon framhaldandi verður varðveitt. - Gakk eftir varðunum og aðrari merking og far ikki av gøtuni út í bø ella haga. - Lat hagaportrini aftur eftir tær. - Far væl um varðar, hegn og garðar. - Lat seyð, fuglar og plantur fáa frið. - Ikki er loyvt at taka plantur, grót, egg, ungar o.a. við sær úr haganum. - Tað er siður at henta lesull. - Lat ikki burturkast liggja eftir. - Ansa eftir leysum gróti, einamest um tit eru fleiri saman. - Ansa eftir ikki at ganga teg út í mýrilendi. Har kann vera djúpt. - Hundar mugu ikki verða tiknir við í hagan. - Tjald kann ikki setast upp í haganum uttan loyvi frá jarðareigara. - Ikki er loyvt at súkkla ella koyra í haganum ella eftir varðagøtunum.

- Koyrir tú í bussi, verður rátt til, at tú kannar fráferðirnar, áðrenn tú fert av stað. Á summum bussleiðum eru ikki so nógvar fráferðir, og harafturat kunnu eisini broytingar koma í ferðaætlanini. - Sig familju, verti ella kunningarstovu frá, hvagar leiðin gongur. Sig somuleiðis frá, tá tú ert komin vegin fram. - Gakk altíð saman við øðrum. - Hav altíð okkurt at drekka, mat ella okkurt søtt við. - Hav altíð kort, kumpas og floytu við. - Gott er at hava fartelefon við á ferðini, men minst til, at í haganum er ikki net samband allastaðni.

Veðrið valdar

- Lurta eftir veðurtíðindunum, um líkindi eru at ganga. - Far ikki av stað, um mjørki er. - Kemur mjørki á, er sera umráðandi at halda seg til varðarnar. Er so tjúkt, at ikki sæst millum varðarnar, er best at bíða við ein varða og at halda seg heitan. - Vend aftur, um illa veit við. Tað er ikki skomm at venda aftur. - Ver væl ílatin, helst í fleiri pløggum, hvørt uttan á øðrum. Veðrið kann skifta brádliga.

www.visit-faroeislands.com

3


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

3 tímar av ferjuleguni niðan á Klakk og aftur,11/2 tími av Hálsi niðan á Klakk og aftur. Lætt 10 km Upp í 413 m 611

KLAKSVÍK – HÁLSUR – KLAKKUR

4

Av ferjuleguni gongur tú ígjøgnum býin og síðani eftir einum partvíst asfalteraðum eyrvegi, Ástarbreytini1, sum gongur heilt niðan á Háls. Fólk við bili hava møguleika at seta bilin frá sær har. Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so nógv avmerkt, so er sera lætt at finna. Tá tú stendur við hagaportrið, miðar tú teg eftir tí hægsta punktinum norðan fyri teg. Eisini stendur ein varði á fyrstu sýnini, sum tú kanst hava sum ýti. Í byrjanini gongur tú ígjøgnum gamlar torvheiðar. Allan vegin niðan á Klakk er vallað og so gott sum ikki ein steinpirra. Hetta er eitt av teimum fáu støðunum í landinum, har til ber at standa á skíðum um veturin. Her er nógvur heiðafuglur: tjaldur, kjógvi, mýrisnýpa, lógv, spógvi og likka. Ravnur er eisini at síggja, og títlingurin heldur til við niðurdotnu kráirnar. Í dalinum beint sunnan fyri Hálsin er tað, tey gomlu kallaðu á Vaktini2. Søgnin sigur, at her sótu fólk á varðhaldi og hugdu eftir ófriðarskipum. Tá ið tú næstan ert komin niðaná og hyggur oman líðirnar vestanfyri á fjallinum, sært tú Føgrulíð3. Her stóð Fólkaháskúlin, sum varð settur á stovn í 1899, tey fyrstu árini, inntil hann varð fluttur til Havnar. Her yrkti Símun av Skarði í 1906 tjóðsangin. Komin niðan á Klakk, hava vit eitt einastandandi útsýni í allar ættir. Bratt er niðurfyri, ver tí ikki áhaldsin! Vestanfyri síggja vit Leirvíksfjørð og Gøtunes, Mjóvanes, og um sýnið er gott, eisini Nólsoynna. Norðanfyri síggja vit Kalsoynna og Kalsoyarfjørð. Á Kalsoynni síggja vit tríggjar bygdir. Syðst er Syðradalur, so koma Húsar og Mikladalur. Longri norðuri er Trøllanes, sum vit ikki síggja. Framman fyri okkum hava vit tað prúða Kunoyarnes. Kunoyggin er tann javnt hægsta oyggin í landinum. Har eru seks fjøll

hægri enn 800 metrar. Eystanfyri síggja vit Haraldssund, og endiliga hava vit eisini Klaksvíkina, sum breiðir seg út undir okkum. Upprunaliga vóru fýra bygdir her: í Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og í Vági. Tá tú kemur oman av Klakki, sært tú framman fyri teg Hálgafelli og so Háfjall. Hinumegin á Klaksvíkini sært tú Myrkjanoyrarfjall og Kjølin. Kjølurin kemur av, at fjallið líkist einum holvdum báti. Túrurin endar á sama staði, sum hann byrjaði.

01

3 2 1


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

2 tímar. 40 minuttir eyka niðan til Altarið. Miðal. Jøvn brekka er niðan á Skarðið. At ganga oman til Hellurnar er brattari. 9 km Upp í 353 m. (Altarið er á 483 m) 512

FUGLAFJØRÐUR – HELLURNAR Tú fert frá kunningarstovuni mitt í býnum og gongur niðaneftir vestan fyri fótbóltsvøllin. Fyrsta teinin gongur gøtan gjøgnum bø. Oman fyri niðasta varða er ein ryggur, kallaður Rossaryggur1. Farvegur av gøtuni sæst snúgva seg niðan eftir rygginum. Vendir tú tær á, sært tú út yvir Fuglafjørð og í vestri síggjast Blábjørg, Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, har fuglfirðingar í gomlum døgum krógvaðu seg fyri sjórænarum. So kemur Nón, har sólin stendur á um nónbil, sum er klokkan trý seinnapart, Breiðaskarð, Kambur, Trælavatnaskarð, Tyrlar og Ritafjall, sum fuglfirðingar kalla Leirvíksfjall. Gøtan úr Fuglafirði til Hellurnar verður kallað Sjúrðargøta. Søgnin sigur frá um eina kempu úr Suðuroy, sum var komin til Oyndarfjarðar at royna styrki. Ein dagin var Sjúrður bóndi í Fuglafirði farin til útróðrar við synum sínum. Illveður kom á teir, og teir seta upp í Oyndarfirði. Tá eggjaðu oyndfirðingar Sjúrði til at royna seg ímóti suðuroyarkempuni, men hann helt, at heldur skuldi sonur sín, Sjúrður, royna. Teir fóru so at glímast, og Sjúrður yngri vann. Pápin gav soninum 24 hagafrælsi afturfyri. Hesi frælsi eru framvegis til. Á veg niðan á Fuglafjarðarskarð2 gongur tú fram við Malunarhavi. Søgnin sigur frá um neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum vigar 176 kg. Einar 100 metrar vestan fyri gøtuna rennur Neytakonukeldan. Í henni lá neytakonukrússið, sum ein kundi nýta at sløkkja sær tostan við. Komin niðan á Skarðið, sært tú tveir stórar varðar. Gamal siður er, hvørja ferð ein gongur um Skarðið, at kasta tríggjar smáar steinar í hesar varðar, meðan ein sigur »I navn Gud Fader, Guds Søn og Gud Helligånd«. Hetta er fyri ikki at villast, og at signa ferðina.

Av Skarðinum sært tú norðan fyri Oyndarfjørð: Tind, Knúk og Sandfelli. Fyrsta sunnudag í augustmánaði er siður at halda fólkafund á Skarðinum. Av Skarðinum ber til at leingja túrin 40 minuttir og ganga niðan til Altarið3, ovast á Rustakambi. Haðani er frálíkt útsýni yvir Norðoyggjar og Norðhavið. Hulduheyggjar4 eru til vinstru handar, tá tú gongur oman av Skarðinum. Her hjálpti jarðarmóðirin á Dalbø í Fuglafirði eini huldukonu í barnsneyð. Afturfyri fekk hon góða samsýning. Ein onnur søgn sigur frá um eitt jarðarstríð millum oyndfjarðarbóndan og Gullbrand, sum var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru farnir um mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna seyðinum og lata frammorreyða veðrin liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti. Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið5 og haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið6. Gøtan gongur fram við leiðinum. Tá tú nærkast Hellunum, gongur tú oman Kliv7 og oman Spreingisbrekku. Eitt sindur bratt er at ganga, til tú kemur til hagaportrið. Bussleið 400 røkir Fuglafjarðarleiðina. Leið 481 koyrir av Hellunum til Oyndarfjarðar og Skálabotns. 02 5

3

7 6 2

4 1

5


Tíð: Torleiki:

Longd: Hædd: Kort:

2 tímar Miðal. Eitt sindur tungt niðaná úr Kambsdali, síðani gongur gøtan eftir sløttum, inntil tú fert at ganga oman móti Skálafirði. 3,5 km Upp í 373 m 511

KAMBSDALUR – SKÁLAFJØRÐUR

6

Bussur 400 røkir leiðina til Kambsdals. Tú gongur frá bussinum einar 300 metrar til skótahúsini Kambur1. Gøtan byrjar við ánna, og gongur tú tá fyrst fram við gomlum torvheiðum og kráarløgum hjá fuglfirðingum. Tá tú ert komin niðan á Skarðsbrúnna2, hevur tú vítt útsýni yvir Fuglafjørð. Norðan fyri Fuglafjarðarfjøllini daga Nestindar á Kallsoynni upp ímóti himmalinum. Ytst á syðru síðu undir Borgini stingur ein kneysi seg út, kallaður Eingilskahús . Har sat ein maður á varðhaldi í ófriðartíðum. Haðani sæst væl bæði norðureftir og suðureftir. Vóru ófriðarskip at síggja, rann hann yvir í Eysturskarð at glaða oman í bygdina. Tú sært eisini nakað norður í Djúpini, Kalsoynna, Skarðsgjógv á Kunoynni og Leirvíksfjall. Har lá fyrsti koyrivegurin til Leirvíkar3. Oman móti sjóvarmálanum liggur Varmakelda. Síðst í 19. øld vóru tvær leirvíksgentur á veg til gongu úr Leirvík til Eiðis, har tær skuldu ferðast í 14 dagar. Tá ið tað frættist av Eiði, at tær vóru ongantíð komnar fram, varð leitað í øllum norðara parti á Eysturoynni, og undir Varmakeldueiði funnu tey nakrar ognarlutir hjá aðrari gentuni. Um tað mundið, mintust fólk í Fuglafirði seg at hava sæð tvey hetlendsk skip undir Varmakeldueiði, og ein bát koma rógvandi inn til lands. Fólk fingu illgruna til skipið. Genturnar spurdust ongantíð aftur. Tú fert nú at koma niðan á Trælavatn. Her er um sumrarnar eitt likkubøli. Norðan fyri vatnið kemur tú inn á gomlu varðagøtuna. Gøtan gongur eftir sløttum, men lendið er ójavnt og skurslut. Javnfjart, einar 100 metrar sunnan fyri gøtuna ganga nakrir marknavarðar sum hagamark4. Ansa eftir ikki at ganga skeivt! Tá ið tú sært Skálafjørðin, heilt út á Toftavatn, og tú hevur Nólsoynna í baksýni, greinar gøtan seg sundur í tvey5. Gøtan vinstrumegin fer oman í Ánadal, og hin fer oman í bygdina í Skálafirði.

Varðarnir á gøtuni til Skálafjarðar síggjast vestanfyri, við Reyðafelstindi6 í baksýni. Tá ið tú gongur oman í Tundradal, er best at ganga oman við ánni sunnarumegin (vinstrumegin). Hiðani sæst yvir á Øksnagjógv og Typpafoss7 hinumegin dalin. Søgnin sigur, at har goymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á Skála, líkini av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormur hevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað samvitskubit seinni og avdúkaði seg, tá hann rópti hart í svøvni: »Klæðini liggja undir kvørnini og kropparnir undir Typpafossi.« Ein onnur søgn sigur, at í fyrndini vóru fýra menn úr Hattarvík, floksmenninir, sum ætlaðu at leggja allar Føroyar undir seg. Teir fóru harðliga fram, men eina ferð vórðu teir tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av hægstu Valaknúkum8. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingsteinin9 undir Valaknúkum. Úr Skálafirði kanst tú halda áfram beinleiðis til Selatraðar (sí túr nr. 5 á kortinum). Úr Skálafirði koyrir leið 400 til Leirvíkar, Fuglafjarðar og Havnar. Leið 480 koyrir út á Strendur og til Selatraðar, leið 481 koyrir til Oyndarfjarðar. 03

1 2

3

4 6 5 7 9

8


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

2 tímar úr bygdini Lamba, 11/2 tími úr grótbrotinum. Lætt. Eitt sindur tungt úr Lamba og niðaná, so er lættgongt allan vegin. 5,3 km 30 m – 243 m 511 og 510

LAMBA – RITUVÍK Leið 440 koyrir av Toftum til Lambareiðis. Fert tú við leið 400 úr Fuglafirði ella Havnini, kanst tú skifta til buss 440 í Søldarfirði, sum koyrir víðari til Lambareiðis. Haðani hevur tú tveir møguleikar. Annar møguleikin er at ganga einar 700 metrar móti bygdini Lamba til bygdagøtutalvuna, har tann gamla bygdagøtan byrjar1. Tú fert upp um trappustigan og gongur niðan við ánni. Tað er eitt sindur bratt at koma niðaná. Hin møguleikin er at fara eftir einum asfalteraðum vegi, sum gongur niðan til eitt grótbrot. Tann fyrsti varðin stendur niðri í bønum, umleið 75 metrar frá skeltinum2. Haðani kanst tú eisini koma inn á gøtuna. Tá tú er komin niðaná, hevur tú vítt útsýni út yvir Lambavík. Har strandaði danska skipið, Norska Løva, nýggjársaftan 1707. Skipið var á veg til Eysturindia og ódnarveður brast á. Tey vóru tá stødd vestur úr Suðuroyggjum (Hebridunum), og haðani róku tey til Føroya. Í dag eru eingi spor at síggja eftir Norsku Løvu, men nakrir lutir av skipinum eru enn til. Í Havnar kirkju hongur skipsklokkan og eitt modell av skipinum, sum ein av manningini hevur gjørt. Tvey borð komu eisini av skipinum. Annað er í einum bóndahúsum í Lamba, og ein stólur úr hesum tilfari er í savninum Blásastovu í Gøtu. Tá tú hyggur suðureftir, sært tú varðarnar standa á rað eitt langt strekki móti Rituvík. Vit ganga ígjøgnum gamlar torvheiðar. Lendið er slætt og gott at ganga á. Tá tú nærkast Rituvík, sært tú Nólsoynna í baksýni. Tú sært suður á Eystnes, vindmylluna á Skarhæddini, Svangaskarð og á Streymoynni sært tú munnan til Kaldbaksfjørð. Vallað lendi er at ganga á heilt oman til vegin í Rituvík.

7

Leið 442 koyrir úr Rituvík. Ein annar góður og lættur túrur er eftir varðagøtuni millum Nes og Æðuvík, túrurin tekur ein tíma.

04 1

2


Tíð: Torleiki:

31/2 tíma Miðal/tungt. Niðaná er bratt, tungt og drúgt at ganga. Komin niðaná, verður gingið eftir toluliga sløttum. Vallað er oman til Selatraðar. Longd í km: 7 Hædd: Upp í 360 m Kort: 511 og 510

SKÁLAFJØRÐUR – SELATRAÐ

8

Til Skálafjarðar koyrir leið 400 úr Fuglafirði, Leirvík og Havn. Leið 480 koyrir av Strondum og leið 481 úr Oyndarfirði. Fyrst gongur tú eftir koyrivegnum gjøgnum bygdina Skálafjørð umleið tveir kilometrar, til tú kemur til Innaru Ennisá1, norðan fyri eitt grótbrot. Her gongur tú upp. Ovast í brattanum gongur tú ígjøgnum eitt urðarkent lendi, Ennisstíggj2. Her er umráðandi at halda seg til gøtuna og vara seg fyri leysum gróti. Komin niðaná, gongur gøtan beint eitt langt strekki. Lendið er fyrst grýtut, so er vallað, men eisini er mýrilendi, og her mást tú ansa tær og ikki ganga teg í blotar, tí tú kanst søkka djúpt niður. Her sært tú víða. Eystanfyri sært tú Støðlafjall, Gøtueiði, Borðoyarnes og Sigatind. Vendir tú tær á og hyggur norðureftir, síggjast høgu fjøllini norðanfyri á Eysturoynni, teirra millum Slættaratindur. Høgrumegin hevur tú Reyðafelstind, har tú týðiliga sært Eysturoyarsyllina ovast. Ein kann ímynda sær tær veldigu náttúrukreftirnar, sum har hava virkað, tá ið grótbræðingin er komin upp innan úr jørðini og hevur skotið seg inn millum basaltfláirnar fyri meira enn 50 milliónum árum síðani. Søgnin sigur frá um Orm bónda á Skála, sum var ein illgerðarmaður og seyðatjóvur. Hann hevði dripið oyrarbóndan og son hansara, og tí varð hann dømdur at missa lív á Eysturoyar tingi, Stevnuváli. Stevnuválur er ein heyggur við ánna inni millum Fjarða, einar 50-100 m sunnan fyri, har Heltnará rennur oman í Fjarðará. Tá dómurin varð upplisin, flýggjaði Ormur bóndi og reið hesa somu leiðina, sum vit ganga. Menn fóru aftan á honum. Í brekkuni legðist hesturin fyri, og hann mátti halda fram til beins. Tá fekk ein maður hann aftur á Selatraðskarði, kastaði seg við knívi í hond eftir Ormi bónda og rakti hann í hælsinuna, so hon kvettist av. Ormur

bóndi varð nú tikin, avrættaður og grivin við Stevnuvál, haðani síggjast kundi í allar teir hagapartar, sum hann hevði stolið í. Tá tú hevur sneitt móti Selatrað, hevur tú Borgarfelli vinstrumegin. Tú sært eisini yvir á Streymoynna, Sornfelli og Skælingsfjall vestanfyri. Komin oman av slættanum, sært tú norður gjøgnum Sundalagið og Hósvík. Eisini sært tú suður gjøgnum Tangafjørð, fjarðarmunnan í Kollafirði, og norðastu húsini í Kollafirði. Oman fyri bygdina Selatrað gongur gøtan nær teirri gøtuni, sum kemur av Skála. Ansa eftir ikki at fara av gøtuni nú! Tú skalt halda teg til varðarnar á gøtuni3 vestanfyri (høgrumegin). Tá tú ert komin oman móti bøgørðunum, fert tú um eina á, sum rennur við eina grótrætt. Har fert tú um eitt portur og so oman móti bygdini ígjøgnum eina geil. Bussur nr. 480 koyrir til og frá Selatrað.

05

1 2

3


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

31/2 tíma oman á Fjørð6 í Vestmanna. 4 tímar um tú gongur oman við Gjógvará4. Miðal. Eitt sindur tungt niðaná. Ansa tær við Bjendalsgjógv5 tí bratt er niðurfyri. 10 km Upp í 385 m 411 og 311

HVALVÍK – VESTMANNA Túrurin byrjar við Myllá, sum rennur norðan fyri Missiónshúsið í Hvalvík. Gingið verður fram við ánni, inn um eitt portur og so gjøgnum eina gamla geil. Rás er fram við ánni norðanfyri. Einar 200 metrar frá Hvalvíksgjógv1 er fyrsti varðin. Tá tú ert komin um Eggjarmúla2, er frálíkt útsýni inn gjøgnum Saksunardal, longsta dal í landinum. Hiðani fylgir gøtan SEV linjuni heilt til Vestmannar. Fyrsta gravkúgvin, ið varð keypt til landið, kom til Hvalvíkar. Hon var kallað Hvalvíkskúgvin. Eina ferð vildu vestmenningar læna hana til eitthvørt arbeiði. Tá fóru teir við henni upp um Hvalvíksskarð eftir hesi somu gøtu. Vit koma nú fram á ein varða, laðaður á ein stóran stein – kallaður Kellingarsteinur3. Gøtan greinar seg sundur við næsta varða eftir Kellingarstein – hin syðra fer til Kvívíkar og hin norðara til Vestmannar. Uppi á Hvalvíksskarði síggja vit yvir á Mýrarnar og eina av teimum fyrstu byrgingunum hjá SEV, gjørd fyrst í 60 árunum og tríggjar vindmyllur frá 2003. Suðureftir er fjallarøðin við Egilsfjalli, Goturshálsi, Sátuni og Skælingsfjalli, og á Vágalandinum síggjast Reynsatindur, Heldarstindur og Havnartindur. Beint framman fyri okkum hava vit Loysingarfjall. Frásøga er um 06 eina smágentu í Vestmanna, ið var blivin burtur í bygdini og ongastaðni var at finna. Dagin eftir fann ein seyðamaður hana ovarlaga á Loysingafjalli. Hon segði frá, at ein maður í hvítum klæðum hevði leitt seg og givið sær at eta. Ongin kendist við henda mann. Ein onnur frásøga er um eina 4 unga neytakonu, sum var blivin 7 burtur við Gjógvará4 í áarføri. Hon hevði verið áhaldsin og fór eftir

ánni oman í tann stóra fossin. Ikki var hugsingur um, at hon kom livandi frá fallinum. Tá ið fólk heima við hús hoyrdu tíðindini, varð beinanvegin farið at leita. Men onki lík funnu tey. Gentan var ikki deyð. Nakin og illa fyrikomin lá hon niðri í gjónni og neyðhelt sær á einum steini, meðan hon hoyrdi fólk rópa eftir sær. Hon tordi ikki at gera vart við seg av ótta fyri huldufólkum og trøllum. Ikki fyrr enn dagin eftir, tá áarførið var hæsað av, tordi hon at nærkast húsum. Tað var eitt satt undur, at hon kom frá hendingini við lívinum. Eftir varðunum og SEV linjuni kemur tú oman vinstrumegin Bjendalsgjógv5. Tá gøtan sneiðir suðureftir, skal ein ansa sær, tí bratt er niðurfyri. Tveir møguleikar eru at ganga oman í Vestmanna. Við byrgingarnar um Fossá greinar gøtan seg sundur. Tú kanst ganga eftir koyrivegnum oman á Fjørð6 ella fara upp um ketuna hjá SEV, yvir um fyrstu byrgingina, halda fram eftir varðunum og koma oman í Vestmanna fram við Gjógvará, har áðurnevnda neytakona varð burtur, og oman í Miðalsbrekku7. Bussur nr. 100 røkir Vestmannaleiðina.

1

3 2

5

6

9


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

21/2 tíma frá bussstegðiplássinum við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir. Lætt/miðal. Úr Kollfjarðardali til varðan á sýnini er eitt sindur tungt. Haðani er lættgongt. 4,4 km Upp í 260 m 410

KOLLFJARÐARDALUR – LEYNAR

10

Farið verður frá Búnaðardeplinum1 í Kollfjarðardali. Tey, sum koyra við bussi, kunnu koyra við leið 300 úr Vágum og leið 100 úr Vestmanna ella Havnini. Bussarnir úr Vágum og Vestmanna steðga við statoilstøðina í Kollfjarðardali, har tú skalt skifta buss. Eisini ber til at koyra við leið 400 úr Fuglafirði, Leirvík ella Havnini. Steðgiplássið2 er við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir. Haðani gongur tú eftir landsvegnum móti Búnaðardeplinum, umleið ein km, til tú kemur til eitt portur vinstrumegin vegin. Frá portrinum gongur tú fyrst eftir einum dyrkingarvegi, til tú kemur til sjálva bygdagøtuna. Oman í Kollfjarðardal við Búnaðardepilin renna tríggjar áir, túrurin byrjar við mittastu ánna, Brekká3, sum rennur norðan fyri Búnaðardepilin. Gingið verður niðan við ánni og ein kann hava varðan uppi á sýnini sum ýti. Tá tú ert farin niðan um Oyggjarvegin4 og stendur við tann fyrsta varðan5, sneiðir tú norðureftir. Við annan varðan kemur tú til Skælingsvatn6. Vatnið hevur eisini havt onnur nøvn, og eitt av teimum er Nykatjørn. Tíðliga í tíðini hava fólk varnast, at okkurt livandi og óvanliga stórt helt til í vatninum, og sum mannahugsan var, so mátti tað vera nykurin. Nykurin býr í vøtnum og er ein skapningur, ofta líkur hesti. Frásagnir eru um fólk, sum hava roynt at fanga nykin, og hava fingið ovurstór síl í gørnini. Soleiðis varð beint fyri nykinum og navninum Nykatjørn. Tríggir hagar hava mark við vatnið: Norðari Skælingshagi, hagin uttan fyri húsini í Leynum og Heygshagi í Kollafirði. Fleiri gøtur koma saman her. Tær eru gamla Oyggjargøtan, gøtan, vit ganga á úr Kollfjarðardali til Leyna og gøtan til Skælings. Fjallið norðan fyri Skælingsvatn eitur Sátan. Her síggja vit Streymoyarsyllina, og í homrunum eigur havhestur.

Sunnan fyri okkum er Skælingsfjall. Fyrr var hildið, at tað var hægsta fjall í Føroyum, men tá hæddin varð máld við framkomnum mátitólum, vísti fjallið seg at vera 100 m lægri enn tað hægsta. Siðvenja er at fara niðan á Skælingsfjall jóansøkunátt at síggja sólina fara í kav, og nakrar tímar seinni rísa aftur. Tá tú gongur longri, sært tú yvir á Vágalandið vestanfyri og Koltur sunnanfyri. Varðarnir ganga allan vegin oman í Leynabygd. Leið 100 steðgar Frammi á Trøð á Stykkinum, beint eftir tað, at tú ert komin um brúnna.

07

6

5

4

3 1

2


Tíð: Torleiki:

Longd: Hædd: Kort:

21/2 tíma annan vegin Tungt. Bratt og tungt er at ganga niðan Gásadalsbrekkuna. Somuleiðis er bratt niðan úr Gásadali. Ansa eftir leysum steinum á gøtuni! 3,5 km 100 - 434 m 210

BØUR – GÁSADALUR Leið 300 koyrir av Havnini til Sørvágs. Avtala um at koma til Bíggjar við bussi skal gerast frammanundan við bussføraran og tann ferðandi. Har koyrivegurin endar, einar 3 km vestan fyri Bíggjar bygd, byrjar gamla bygdagøtan. Gásadalur hevur verið ein av mest avbyrgdu bygdum í landinum. Ringt er at koma til bygdina sjóvegis, og ongin vegur hevur verið. Tí hevur henda gøtan verið einasta samband til aðrar bygdir, tá farið varð til handils ella onnur ørindi. Hóast tyrlan hevur flogið til Gásadals síðani 1983, so hevur postmaðurin gingið upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna til februar 2003, tá hol varð sprongt gjøgnum fjallið. Eftir ætlanini verður tunnilin liðugur í 2005. Fyrsta strekkið er gøtan brøtt, og gongur tætt úti við eggina1. Gakk tí sera, sera varliga og fylg pelunum, men gloym tó ikki at njóta tað framúrskarandi útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines. Í Gásadali er ongin kirkja, tí er gudstænasta og lestur í skúlanum. Kirkjugarðurin er frá 1873. Fyri tað vórðu fólk grivin í Bø. Kistan varð borin upp um fjallið til Bíggjar. Ógvuliga tungt var at ganga, og tað einasta staðið, har berararnir hvíldu, var við Líksteinin2, sum tú kemur til miðskeiðis á ferðini. Longri frammi kemur tú til Kelduna Vígdu3. Søgur siga frá um eitt pinkubarn í Gásadali, ið varð vorðið ógvuliga sjúkt og mátti til læknan í Bø. Á veg til Bíggjar versnaði barnið, og tað stóð um lív. Sambært kristnari trúgv missir tú sálarinnar frelsu, doyrt tú ódoyptur. Tískil vígdi prestur, ið var við í ferðini, í skundi kelduna og doypti barnið. Tá tú heldur fram á ferðini, sært tú Risasporið4. Søgnin sigur frá um tveir risar. Annar búði í Gásadali og hin í Mykinesi. Eina ferð vóru teir komnir til ilnar, og gásadalsrisin ætlaði sær út til Mykines at fáa gjørt av trætuna. Tá gjørdi gása-

dalsrisin sær renningarlop eftir fjøllunum, og í einum lopi kom hann út í Mykines. Hann spenti so fast í vøllin, at sporið sæst enn tann dag í dag. Av Skarðinum snýr gøtan sær oman fjallasíðuna til bygdina. Ansa eftir tí leysa grótinum! Í bygdini eru miðaldartoftirnar Uppi við Garð og Gæsutoftir. Til ber at flúgva úr Gásadali við tyrlu tríggjar ferðir um vikuna. Ætlar tú tær við tyrlu heim aftur, mást tú frammanundan bíleggja pláss hjá Atlantsflogi.

11

08

4 3

2 1


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

2 tímar aftur og fram Lætt. Tú gongur so at siga eftir sløttum heilt út til fossin, haðani tú sært víða. 5 km aftur og fram 30 m – 100 m 309

MIÐVÁGUR – BØSDALAFOSSUR

12

Leið 300 koyrir úr Sørvági og úr Havnini. Tú fert úr bussinum við løgreglustøðina1 í Miðvági og gongur fyrsta strekkið gjøgnum bygdina suðureftir, til tú kemur til hagaportrið. Meðan tú gongur í bygdini, sært tú eystur á Trøllkonufingur. Tað er ein stakkur sandavágsmegin. Tú kemur nú til hagaportrið2, har gøtan byrjar. Henda gøtan er ikki bygdagøta, men gomul torvgøta, sum fólk nýttu, tá tey fóru at skera torv. Tú gongur fram við nógvum torvheiðum og niðurdotnum kráum. Ongir varðar eru á gøtuni. Vatnið er størsta vatn í Føroyum. Tað verður kallað bæði Leitisvatn og Sørvágsvatn, men flestu vágafólk kalla tað Vatnið. Fleiri frásøgur eru um tey fornisku við Vatnið. Á leiðini úr Miðvági til Sørvágs skuldi vera ein hulduheyggur. Eina ferð bjóðaði ein huldukona presti inn í heyggin. Har skuldu vera nógv trøll inni. Tá prestur, sum dugdi meiri enn at mata seg, fór haðani, læsti hann heyggin, so hann ikki kundi latast upp aftur. Tá skuldi tað bæði rína og hvína innanfyri. Nykur hevur eisini verið við Vatnið. Nykurin er ein skapningur, ofta líkur vøkrum hesti, og hann býr í vøtnum. Hann lokkar fólk til sín, og so dregur hann tey við sær til botns í vatninum. Eina ferð vóru børn farin at spæla við Vatnið. Tá kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti oman til teirra, og tey fóru upp á bakið á honum at spæla. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin uppá, rópaði bangin á beiggja sín, Niklas: »Nika beiggi« (hann dugdi ikki rættiliga at tosa enn). Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið hann rópti, misti tá megi sína og hvarv, og børnini vórðu bjargað. Nykurin missir alla sína megi, tá hann hoyrir navn sítt nevnt. Úti í Svanga3 er nógvur fuglur um summarið. Trælanípa er meitilberg, sum stingur seg steyrrætt 142 metrar upp úr sjónum. Navnið skal hon

hava fingið, tí søgnin sigur at trælir vórðu stoyttir oman her í víkingaøld. Her skalt tú ansa eftir ikki at ganga teg útav. Hiðani sæst tað syðsta á Streymoynni, Hestur, Koltur, Sandoyggin, Skúvoyggin og Suðuroyggin. Tá tú kemur heilt út at tromini við Bøsdalafoss, sært tú eina av teimum mongu leivdunum í Vágum, sum bretar løgdu eftir seg eftir annan heimsbardaga. Er Bøsdalaá ikki stór, sleppur tú turrskødd/ur yvirum. Tá kanst tú ganga niðan á eitt skarð, har frálíkt útsýni er yvir Geituskorardrang. Tú sært eisini Sørvágsbjørgini, Mykines og Mykineshólm, og hyggur tú suðureftir, síggjast Sandoyggin, Skúvoyggin og Suðuroyggin. Heimaftur gongur tú eftir gøtuni niðri við Vatnið somumegin sum tá tú gekst út. Gøtan gongur at enda gjøgnum eina rætt4. Leið 300 hevur fimm steðgipláss í Miðvági.

09

1 4

3

2


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

2 tímar Lætt 7 km 100 m - 230 m 408, 508 og 509

TÓRSHAVN – KIRKJUBØUR Túrurin byrjar úti á Krossinum, har Velbastaðvegurin og vegurin oman til Sandá møtast. Har er gøtan til Kirkjubøar. Fyrst gongur tú niðan brekku. Her sæst farvegurin eftir eini rossagøtu, sum tey eina ferð fóru at gera og eftir ætlan skuldi binda Havnina og Velbastað saman. Hon varð tó ongantíð liðug. Tá tú næstan ert komin niðaná, er ein stórur steinur einar tveir metrar frá einum varða. Gamalt var ikki at ganga ímillum varðan og steinin, tí so skuldi tú doyggja, áðrenn árið var liðið. Komin niðaná, og um tú vendir tær við, hevur tú eitt gott útsýni yvir Havnina og alla Nólsoynna. Tá tú fert aftur til gongu, rundar tú Reynsmúlan og kemur til Reynsmúlalág. Framman fyri teg hevur tú eisini tvey smá vøtn, har ofta nógv rita er. Fylgir tú varðunum, sært tú ein talarastól1 laðaður úr gróti. Seinastu 120 árini hava fólkafundir verið hildnir á hesum staði við veittrandi fløggum, tjóðskaparligum røðum og fosturlandssangum yrktir til høvið. Tú kanst ímynda tær, hvussu mannamúgvan hevur sitið í brekkuni framman fyri talarastólin og lýtt á Jóannes bónda, sum var ein av undangongumonnunum í føroysku tjóðskaparrørsluni. Gøtan heldur fram suðureftir. Á leiðini sært tú Velbastað, og tú hevur eitt stórfingið útsýni yvir Sandoynna, Hest, Koltur og Vágar. Søgnin sigur frá um Magnus, ein ungan mann í Koltri, sum fríggjaði til eina gentu í Hesti. Pápi gentuna vildi ikki vita av, at tey komu saman. Tí møttust tey í loynd. Hann svam um sundið á kyrrindum, var saman við gentuni, og tá streymurin aftur var til vildar, svam hann aftur til Kolturs. Hetta varnaðist pápi gentuna, og tað dámdi honum illa. Eina ferð, tá Magnus kom upp á land, stóð pápin fyri honum við øks og hótti við at drepa hann. Fríggjarin var nú noyddur at venda aftur, og tá spurdist einki aftur til hansara. Óivað hevur streym-

urin tikið hann og ført hann til havs. Søgnin sigur eisini, at eftir hetta, tók tað serliga rákið seg upp á Kolturssundi, ið nevnt verður Grísarnir. Hetta skuldi vera í hevnisøku. Tá tú nærkast Kirkjubø, sært tú ein hólm, Kirkjubøhólm, sum hevur verið landfastur og partur av bygdini. Úti á hólminum síggjast enn gamlar húsatoftir. Gøtan gongur nú so líðandi oman móti bygdini og endar við rulluportrið einar 50 metrar frá teimum fyrstu húsunum. Bussur nr. 101 koyrir millum Kirkjubø og Havnina.

10

1

13


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

5 tímar aftur og fram. 15 min. oman í Stallin. Miðal. Niðan á Hvíliplássið3 er bratt. Síðani er slætt út á Borðuna. 6 km út til Nólsoyar vita og haðani 800 m vestur í Stallin. Upp í 200 m 508 og (509, bert gamla gøtan er merkt á )

NÓLSOY – BORÐAN

14

Av Havnini siglir Ritan av Bursatanga við Eystaruvág út til Nólsoyar. Túrurin byrjar við vegin, sum gongur úr Nólsoyar bygd, suðureftir. Beint innan fyri bøgarðin gongur tú fram við einum øki við nógvum toftum úr eldri tíð. Hetta er ein gomul búseting, ið nevnist Korndalur1. Ein av toftunum vinstrumegin, er Prinsessutoftin. Søgnin sigur frá um eina kongsdóttur, ið var komin til ilnar við pápa sín, tí hann vildi ikki kennast við mannin, sum hon hevði kosið sær og var vorðin við barn við. Tey flýddu, komu til Nólsoyar og settu búgv í Korndali. Stutt uttan fyri bøgarðarnar sæst farvegurin eftir teirri gomlu vatnleiðingini. Henni skalt tú fylgja til gamla vatnbrunnin2. Har taka varðarnir við, og skjótt fert tú at ganga niðan brekkuna fyri vestan á oynni. Har tú gongur upp, er eitt stað, har fólk fyrr krógvaðu seg fyri sjórænarum, kallað »Uppi í Skipi«. Komin næstan niðaná, er Hvíliplássið3. Vanligt er at hvíla seg her. Vit síggja Norðuroyggjar, inn á Skálafjørðin, Sundalagið, alla Havnina og eitt sindur av Sandoynni. Eitt sindur syðri, á Kaginum4, er sera gott útsýni suðureftir. Navnið kemur av, at fólk í ófriðartíðum, hava gingið frá skýlum í oynni og higar at kaga, um ófriðarskip lógu á víkini. Ansað væl eftir blotum undir Longubrekku5. Við Kolturskeldu6 sæst Koltur daga fram undan Reynsendanum. Úti á Borðuni gongur gøtan gjøgnum gamlar torvheiðar. Varðar eru allan vegin út til Nólsoyar vita á Tumbanum. Tá tú gongur, kanst tú eisini hava sum ýti tvær mastrar7, sum stinga seg upp, har vitahúsini standa. Eitt sindur norðan fyri húsini bygdu bretar tvey hús, tveir sonevndar attrapar, fyri at villleiða týskararnar undir krígnum. Nólsoyar viti var bygdur frá 1892-93. Linsutólið er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum.

Linsan er 2,82 m høg og vigar umleið 4 tons. Eins og vitin, so eru vitahúsini eitt vala bygningsverk. Tey eru laðað úr høgdum gróti, og oman fyri húsini sæst staðið, har teir hava tikið grótið. Húsini eru bygd til trý húski. Tá flest fólk búðu úti á Borðuni, vóru 10 børn. Á Borðuni skiftust tey við Nólsoyar bygd at hava skúla. Nú býr eingin úti á Borðuni, men vitapassararnir ganga higar dagliga. Úti fyri vitanum sært tú drangin Kapilin. Til ber eisini at ganga oman í Stallin8. Stallurin er lendingin, har alt, sum varð ført út á Borðuna, varð uppskipað. Men eisini hava nólsoyingar ført nógv torv sjóvegis um Stallin. Navnið Stallurin kemur av, at bátarnir kundu liggja lið um lið eins og ross í einum stalli. Á vegnum heim aftur mást tú vera varin og halda teg til varðarnar, fyri ikki at villast, tá tú fert at ganga oman brekkuna. Har standa tveir varðar tætt saman. Hin norðari er Omansneiðingarvarðin9. Hann vísir tær, nær tú skalt sneiða oman. 11

1 2 3 4 9 6

5

7

8


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

3 1/2 tíma Lætt til Skarvanesar, miðal til Dals 7,5 km Upp í 100 m (300 m til Dals) 506

GUÐRUNARLØKUR – SKARVANES – DALUR Úr Havnini koyrir bussur 101 til Gomlurætt. Haðani siglir tú við Teistanum til Skopunar. Úr Skopun koyrir tú við leið 601 móti Dali og fert úr bussinum við Guðrunarløk1. Tú kanst eisini fara við leið 600 móti Skálavík og biðja um at verða settur av við krossvegin Skálavík/Húsavík, og so ganga 200 metrar móti Húsavík til Guðrunarløk, sum rennur við eina rætt við vegin. Av Guðrunarløki til Skarvanes. Gingið verður frá rættini við Guðrunarløk fram undir rókunum sunnanfyri. Undir rókunum er Runtaurð2. Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur, sum krógvaði seg har. Jóladag hevði hann hættað sær út úr sínum skýli at kóka sær eitthvørt til matna, eftir sum hann ikki helt fólk vera úti tá. Men so var ikki. Hann varð sæddur og tikin. Eitt stutt petti longri frammi við gøtuna koma vit til Klovnastein3. Tað eru tveir steinar, sum standa soleiðis, at teir tykjast at vera ein, sum er klovin. Gamalt var, at ein skuldi ikki ganga ímillum teir, tí so skuldi ein doyggja, áðrenn árið var liðið. Gev tær far um, at lendið, her vit ganga, eru gamlir torvheiðar. Tá tú hevur sneitt suður um Líðarrøkur4, fáa vit eitt vakurt útsýni yvir Dunjavatn5, við Stóru og Lítlu Dímun og Suðuroynni í baksýni. Eisini síggja vit Salthøvda og Sands bygd. Norðanvert Stóru Dímun er Øssursdrangur, nevndur eftir Øssuri Havgrímssyni, høvdingi í víkingaøld, sum Sigmundur Brestisson drap í valdstríði. Sunnan fyri drangin er Grønaskor. Øssur bað um at verða grivin, soleiðis at høvdið vendi móti Grønuskor. Er sýnið gott, sæst heilt til Mykines. Høgrumegin er Skúvoyggin. Í Skúvoy er vakurt og áhugavert at ganga út á Høvdan til Fagradals. Oman fyri Skarvanes verður farið inn um tað

liðið, ið er nærri ánni. Gakk oman millum ánna og SEVmastrina og ikki gjøgnum bøin. Av Skarvanesi til Dals. Á Skarvanesi eru tveir vegir, ið ganga javnfjarðir. Far suður eftir tí ovara. Vegurin endar við ein niðurdotnan grótgarð, uttan fyri hann byrjar gøtan til Dals. Um Dalsrók6, umleið ein hálvan kilometur frá Skarvanesi er eitt stutt petti eitt sindur bratt niðurfyri. Annars gongur gøtan so líðandi niðaneftir til Handasta Varða7. Meðan tú gongur niðan til Handasta Varða, sært tú høgrumegin út yvir eitt stórt mýrilendi og Vatnsdalsvatn. Eftir síðsta varða í Dali, verður gingið eftir koyrivegnum oman í bygdina. Leið 601 koyrir úr Dali til Skopunar.

12 1 3

2

4

5

6 7

15


Tíð: Torleiki:

Longd: Hædd: Kort:

2 tímar Miðal. Eitt sindur tungt upp Káragjógv. Haðani er lættgongt. Túrurin er ikki vælegnaður fyri fólk, ið eru bangin fyri hæddum. 6,5 km Upp í 350 m 403 og 503

HVALBA - TRONGISVÁGUR

16

Leið 702 koyrir úr Sandvík og av Tvøroyri til Hvalbiar. Gøtan byrjar á Fitjunum vestan fyri Nes í Hvalba. Fyrst gongur tú fram við stikinum millum bøin og hagan niðan á Lítla Hamar1. Uppi á hamrinum er ein steinløgd gøta, sum nú er vallað. Hon eitur Prestgøta, helst tí, at hon er so breið, at ongantíð var neyðugt hjá presti at fara av hestinum. Gøtan gongur niðan í Káragjógv, har Kári prestur segðist detta oman. Upp gjónna er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at ganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at koma upp á fjallið. Komin uppá sært tú Hvalbiarfjall framman fyri tær. Gongur tú eftir varðunum, er fyrsta høvdin, tú kemur til, Lítli Íslendingur2 og beint vestanfyri eru Sigmundarsteinar3. Teir eita Sigmundur, Tórður og Einar. Gongur tú millum teirra, verður tú antin gamal í stundini, ella gongur tú ikki av árinum. Søgnin sigur, at Sigmundur Brestisson hevur borið steinarnar niðan higar. Sigmundur var víkingahøvdingi og er kendur úr Føroyingasøgu. Hann búði í Skúvoy umleið ár 1000. Størsta bragd hansara var at svimja úr Skúvoy til Sandvíkar – tað mesta av teininum við tveimum monnum á bakinum. Komin niðan á Íslending4, eina høvd við varðan, ið stendur hægst, er stórsligið útsýni. Hiðani síggjast Dímunarnar báðar, Skúvoyggin, Sandoyggin eystanfyri. Vestanfyri sæst ein partur av Hvalbiar bygd, Norðbergsvatn, Norðbergseiði og Grímsfjall í baksýni. Slætt er nú at ganga suður á Mannagjógv. Triði varðin eftir Miðjufjalli hevur sína egnu søgu. 1. desember 1917 fór ein hvalbingur av Tvøroyri til Hvalbiar. Veðrið var gott, men tá hann hevði gingið eina góða løtu, kom kavaódn á hann. Hann tordi ikki at halda áfram, men steðgaði við henda varðan. Fyri at halda hitanum fór hann at taka varðan niður og laða hann upp aftur í teirri vón, at fólk skuldi

koma at leita eftir honum. Eftir drúgva tíð, tá ið hann hevði mist vónina um at fáa hjálp og hevði sett seg, komu menn fram á hann og fingu hann í øllum góðum til Hvalbiar. Hálva leið millum Hvalba og Mannagjógv hevur tú eitt einastandandi útsýni yvir Vatnsdal og Vatnsdalsvatn við tveimum hólmum. Har er nógvur fuglur. Av Mannagjógv gongur gøtan oman til Trongisvágs. Leið 702 koyrir úr Trongisvági til Sandvíkar, Tvøroyrar og Drelnes.

13

1 2 3 4


Tíð: Torleiki: Longd: Hædd: Kort:

4 tímar Tungt. Tungt er at ganga niðan á Mannaskarð og Vágsskarð. Komin niðaná er lættgongt. 6,6 km 30 m - 420 m 503 og 502

ØRAVÍK – VÁGUR Leið 700 koyrir úr Sumba, Vági og av Tvøroyri til Øravíkar. Leið 703 koyrir úr Fámjin og Froðba. Í Øravík gongur tú fyrst einar 100 m eftir vegnum til Fámjins. Vinstrumegin er ein vegur. Tá tú hevur gingið knappar 200 m niðan eftir honum, kemur tú til hagaportrið. Hiðani sæst niðan á Mannaskarð, har gøtan eisini gongur. Gøtan gongur fram við Tinggilinum Upp millum Stovur1, har hildu suðuroyingar í gomlum døgum ting. Landslagið her, nevnt dysjar, er sermerkt við gilum og hvøssum ryggum. Eisini er Tingborðið og søgnin um húskallurin í Hvalba, Snæbjørn. Hann varð dømdur fýra ár at arbeiða í jarni á Bremerhólmi, fyri at hava keypt unnustu síni turriklæði umborð á loynikeypsskipi. Snæbjørn var ónøgdur við dómin og ætlaði at sláa dómaran kaldan, men rakti fútan so at hann doyði. Snæbjørn flýddi av tingstaðnum, og livdi leingi friðleysur ymsastaðni í Suðuroy. Drúgt er at ganga úr Tinggilinum og niðan á Mannaskarð. Síðsti teinurin er grýtutur, verð varin, so at steinar ikki fara á rull! Uppi á Mannaskarði er frálíkt útsýni yvir Dalin, Vatnsnes og Bessavatn. Har Hovsá rennur úr Vatnsnesi, bygdi SEV í 60 árunum eina byrging og boraði ein tunnil úr Vatnsnesi og oman í Botn2 til SEV verkið í Vági. Tey ala laks og síl í vatninum. Tú sært røðina, sum har suðuri gongur úr Vágfelli. Síðani kemur Vágsskarð, sum henda gøtan eisini gongur um, og Hvannafelli. Á høgru hond hevur tú Borgarknapp sum líkist eini miðaldarborg. Fýra kommunur hava mark í Borgarknapp: Hovs, Porkeris, Vágs og Fámjins kommuna. Millum vøtnini gongur gøtan eftir Vatnaryggi3. Umframt at har er nógvur heiðafuglur, so skuldi vera tiltikið nógv huldufólk her. Hovbingar høvdu gott samband við tey fornisku, og ein hovbingur segðist hava fingið børn við eini huldukonu. Ein dagin hovbingurin og kristni sonur hansara vóru út at rógva, bjargaðu mamman og huldusynirnir teimum. Eystanfyri (vinstrumegin) gøtuna á Vatnaryggi

er Ærgidalur4. Har hevur Føroya Fornminnissavn grivið út húsatoft, sum er partur av einum ærgi (sæter á norskum) úr víkingaøld. Tá var vanligt, at fólk búðu í haganum um summarið, meðan neytini lógu úti. Í Hovi var í víkingaøld gudahov, - halgidómur, har tey blótaðu, tað er at ofra til norrønu gudarnar. Søgnin sigur, at skálkurin Snopprikkur reið eftir hesi gøtuni til Hvalbiar undan laðangarðsbóndanum. Snopprikkur hevði stolið bóndans hest í Sumba. Tá tú ert komin um Vágsskarð, gongur gøtan so líðandi omaneftir, til tú kemur til Hvannadal5. Har er eitt sindur bratt at ganga oman. Varðarnir ganga oman til Hvanndalsá. Eystan fyri ánna, einar 50 m oman fyri har, sum tú fert um hana, er eitt byrgi. Tað er eitt inngirt hagastykki, sum fyrr varð nýtt til fremmandan seyð, sum skuldi hagfestast (venja seg við hagan). Tú gongur oman til Vágs vestan fyri viðarlundina. Gev tær far um farvegin eftir ein gamlan grótgarð niðri við ánna. Úr Vági koyrir leið 700 til Sumbiar og Tvøroyrar. 14

1

4 3

5 2

17


HENTAR ADRESSUR

Norðuroyggjar Norðoyar Kunningarstova FO-700 Klaksvík Tel 456939 Fax 456586 info@klaksvik.fo

Eysturoy Kunningarstovan í Saltangará FO-600 Saltangará Tel 449449 Fax 449180 infoey-r@post.olivant.fo www.framtak.com/eysturoy

18

Kunningarstovan í Fuglafirði FO-530 Fuglafirði Tel 444860 Fax 445180 infoey-f@post.olivant.fo www.framtak.com/eysturoy

Streymoy, Nólsoy, Hestur og Koltur Kunningarstovan Niels Finsens gøta 13 FO-100 Tórshavn Tel 315788/227039 Fax 316831 www.visittorshavn.fo torsinfo@post.olivant.fo Aldan Ferðaráð Føroya undir Bryggjubakka 17, P.O.Box 118, FO-110 Tórshavn Tel +298 355800, fax +298 355801 tourist@tourist.fo www.tourist.fo

Vágar - Mykines Vága Kunningarstova FO-370 Miðvági Tel 333455 Fax 333475 vagar@post.olivant.fo

Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun Sandoyar Kunningarstova FO-210 Sandi Tel 361836/222078, fax 361256 www.visitsandoy.fo sandinfo@post.olivant.fo

Suðuroy Suðuroyar Kunningarstova á Tvøroyri FO-800 Tvøroyri Tel 372480 Fax 371814 sout-inf@post.olivant.fo Suðuroyar Kunningarstova í Vági FO-900 Vági Tel 374342 Fax 373539 infovag@post.olivant.fo

Almennur flutningur Strandfaraskip Landsins Yviri við Strond 4, P.O.Box 88, FO-110 Tórshavn Tel 343030, fax 343003 ssl@ssl.fo www.ssl.fo Atlantic Airways (tyrlan) Flogvøllurin í Vágum, FO-380 Sørvági Tel. 341060, fax 341061 booking@atlantic.fo www.atlantic.fo

Kunningardiskurin Kunningardiskurin á Flogvøllinum FO-380 Sørvági Tel 353300/216868, fax 353301 diskurin@post.olivant.fo


Túrfyriskiparar MB-tours Tel 322121, fax 322122 mb@mb.fo, www.mb-tours.com Faroe Trekking Tel 320404 www.trekking.fo, trekking@trekking.fo Ferðaleiðarafelagið Tel 22 32 49 GreenGate Incoming Tel 350520, fax 350521 info@greengate.fo, www.greengate.fo Smyril-Line Incoming Tel 345900, fax 345950 incoming@smyril-line.fo, www.smyril-line.fo Flogfelag Føroya Incoming Tel 332955, fax 332310 hotel@ff.fo, www.flogfelag.fo

Aðrir fyriskiparar Nógvir einstakir túrar verða fyriskipaðir kring landið, eitt nú út á Stakkin og aðrastaðni. Kunning um túrar fæst á www.kunning.fo og á kunningarstovunum. Í økisfaldaranum fært tú eisini eitt yvirlit yvir ymsar fyriskipaðar túrar.

Gongufeløgini Gongufeløg eru knýtt at flest øllum kunningarstovunum í Føroyum. Feløgini skipa fyri gongutúrum kring allar Føroyar, og øll eru vælkomin at melda seg sum lim. Ert tú limur í einum gongufelag, kanst tú melda teg til túrarnar hjá hinum gongufeløgunum kring landið. Eitt minni gjald er knýtt at einstøku túrunum.


02 01

03 05 06 04 07

08

09

11

10

Vegur Tunnil Undirsjóvartunnil

12

Tunnil í gerð Ferjur

13

N

14

E

V

S


Bókahandlar sum selja føroyakort H.N. Jacobsens Bókhandil, Tórshavn Tel 311036 SMS, Bókasølan, Tórshavn Tel 319575 Hjalmar Jacobsens Bókahandil, Tórshavn Tel 311584 Bókabúðin, Saltangará Tel 449292 Alfabókahandilin, Klaksvík Tel 455533 Leikalund, Klaksvík Tel 457151 Eldhús, Sandur Tel 36 10 02 Suðuroyar Heimavirki, Vágur Tel 373960 Kunningarstovurnar selja eisini kort.

Pløgg og útgerð Klædna- og ítróttahandlarnir kring landið hava stórt úrval av útgerð. Meiri fæst at vita um teir á kunningarstovunum.

Føroyskar sagnir Í faldaranum verður víst á nakrar sagnir, ið hava samband við gongutúrarnar. Staðkend fólk og ferðaleiðarar duga at siga frá sagnum, og á bókasøvnum kring landið ber til at læna bøkur um søgur og sagnir í Føroyum. Bókasølurnar selja eisini bøkur við sagnum og søgum úr Føroyum.


Ferðaráð Føroya undir Bryggjubakka 17 · Postsmogu 118 · FO – 110 Tórshavn Tel 355800 · Fax 355801 · tourist@tourist.fo · www.tourist.fo www.visit-faroeislands.com


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.