Umhvørvisvikan 2016

Page 1


LEYGARDAGUR 7. MAI 10.00 TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 16.00. 10.00 TINGHÚSIÐ SKIPAR FYRI SERLIGARI ENDURNÝTSLUSØLU Í POSTHÚSKJALLARANUM Opið er til kl. 17.00. 11.00

SIGRÚN MOHR, FORKVINNA Í NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISNEVNDINI, SETIR UMHVØRVISVIKUNA Á VAGLINUM Plantið eitt træ. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 14. mai. Livandi tónleikur við Signar í Homrum, og Margarinfabrikkin skipar fyri undirhaldi til børnini. Plantumarknaður í gongugøtuni. Marknaðardagur í Tinghúsgarðinum. Royn nýggju elsúkklurnar hjá Tórshavnar kommunu.

SUNNUDAGUR 8. MAI 14.00 ÚTFERÐ TIL NÓLSOYAR VIð WESTWARD HO Siglt verður út á Hósmøl, har ferðafólkini fara í land. Hósmøl er á vestursíðuni á Nólsoynni, og ofta verður sagt, at Hósmøl er sólríkasta stað í Føroyum. Á túrinum verður greitt frá notum og øðrum plantum, ið vaksa á økinum. Á Hósmøl verða notur heintaðar, og síðani verður gingið heim í bygdina, har møguleiki verður fyri at grilla notupitsur. Westward Ho siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur. Farið verður av Høgukai klokkan 14.00. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er miðal lættur at ganga. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

MÁNADAGUR 9. MAI 09.00 TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00. 09.00 UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 09.00 ORKUHÚS FYRI SKÚLANÆMINGAR Í PERLUNI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 15.30

ÆVINTÝRAHEIMUR Í VIÐARLUNDINI Luttakarar í endurnýtsluverkætlanini ganga skrúðgonga av Vaglinum niðan í Viðarlundina, opið er til kl. 19.00.

19.00 KVØLDARTÚRUR TIL KOLLAFJARÐAR Farið verður við bussi til Kollafjarðar at síggja og hoyra um heita vatnið á økinum. Síðani verður koyrt niðan á Oyggjarvegin. Av Oyggjarvegnum verður gingið niðan á Stórareyn/Streymoyarsillina, og frásøgufólk fer at greiða frá jarðfrøðini í økinum.

UMHVØRVISVIKAN 7.–14. MAI


Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er lættur at ganga. Verið væl skødd. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

TÝSDAGUR 10. MAI 09.00 TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00. 09.00 UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 09.00 ORKUHÚS FYRI SKÚLANÆMINGAR Í PERLUNI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 10.00 ÆVINTÝRAHEIMUR ÚR ENDURNÝTSLU Í VIÐARLUNDINI OG Í SMS Opið er til kl. 17.00. 19.00 RUNDSÝNING OG FRÁGREIÐING Í HÚSAHAGA, VINDMYLLULUNDIN Úr Húsahaga verður farið til gongu eftir Rossagøtuni oman til vatnverkið í Havnadali. Úr Havnadali verður gingið fram við ánni til Norðasta Horn. Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein lættur túrur. Verið væl skødd. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

MIKUDAGUR 11. MAI 09.00 TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00. 09.00 UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 09.00 ORKUHÚS FYRI SKÚLANÆMINGAR Í PERLUNI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 10.00 ÆVINTÝRAHEIMUR ÚR ENDURNÝTSLU Í VIÐARLUNDINI OG Í SMS Opið er til kl. 17.00. 19.00 EVNISKVØLD UM VEÐURLAGSBROYTINGAR Í REINSARÍNUM Áhugaverdur fyrilestur við Thomas Vinge, ið hevur skrivað bókina “Kom ind i klimakampen - hvad du selv kan gøre”. Bogi Hansen, havfrøðingur, fer eisini at hugleiða um veðurlagsbroytingar. Umhvørvisstuðulin verður latin og somuleiðis Grøna virðislønin og Grøna gávan frá Etika.

HÓSDAGUR 12. MAI 09.00 TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00.

UMHVØRVISVIKAN 7.–14. MAI


09.00 UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 09.00 ORKUHÚS FYRI SKÚLANÆMINGAR Í PERLUNI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 10.00 ÆVINTÝRAHEIMUR ÚR ENDURNÝTSLU Í VIÐARLUNDINI OG Í SMS Opið er til kl. 17.00. 19.00 SÚKKLUTÚRUR FYRI ALLA FAMILJUNA KRING HAVNINA VIÐ TÓRSHAVNAR SÚKKLUFELAG Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00. Takið súkklu við. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25. 20.00 SNIGLAKRÍGGJ! Heitt verður á allar urtagarðseigarar um at fara í hernað móti morsnigilinum hetta kvøldið. Á Býarbókasavninum fæst ein faldari, við góðum heimaráðum um, hvussu tú kanst basa morsnigilinum.

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 09.00 TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Freistin at lata inn tekningar er klokkan 12.00, opið er til kl. 18.00. 09.00 UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 09.00 ORKUHÚS FYRI SKÚLANÆMINGAR Í PERLUNI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 10.00 RUDDINGARDAGUR FYRI SKÚLAR, VIRKIR OG STOVNAR Í TÓRSHAVNAR KOMMMUNU Tey, sum taka lut, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Sí nærri kunning á torshavn.fo. Skúlar, virki og stovnar í kommununi kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo. 17.00

VINNARARNIR AV TEKNIKAPPINGINI VERÐA KOSNIR Á BÝARBÓKASAVNINUM Sigrún Mohr, býráðslimur, handar vinningarnar, ið eru súkklur til tríggjar ymsar aldursbólkar.

LEYGARDAGUR 14. MAI 10.00 ALMENNUR RUDDINGARDAGUR Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur. Tey, sum taka lut, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Sí nærri kunning á torshavn.fo. Eigarafeløg, ítróttarfeløg og skótar o.tíl. felagsskapir kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo

Nærri kunning á torshavn.fo og facebook.com/umhvorvisvikan


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.