LEYGARDAGUR 02. MAI
MÁNADAGUR 04. MAI
10.00
TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 16.00.
09.00
TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00.
11.00
SIGRUN MOHR, FORKVINNA Í NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISNEVNDINI, SETIR UMHVØRVISVIKUNA Á VAGLINUM Umhvørvisstuðulin, Grøna virðislønin og Grøna gávan frá Etika verða latin.
10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
10.30
”SPÆL VIÐ MATIN!” Spískamarið vitjar 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.
19.00
GONGUTÚRUR Í KIRKJUBØ OG ÚT Á BØ VIÐ FERÐALEIÐARA Bussur fer av Vaglinum klokkan 19.00. Ein hugnaligur túrur eftir uppdyrkingarvegnum út á Bø við ferðaleiðara. Greitt verður frá umhvørvinum í Kirkjubø og út á Bø. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.
PLANTIÐ EITT TRÆ Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd í kommununi skipa staðbundnu nevndirnar fyri útlutan av plantupakkum leygardagin 09. mai. LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ JENS MARNA HANSEN Margarinfabrikkin skipar fyri undirhaldi til børnini. Ítróttarfeløg selja kaffi o.a.
16.00
PLANTUMARKNAÐUR Í GONGUGØTUNI
TÝSDAGUR 05. MAI
MARKNAÐARDAGUR Í TINGHÚSGARÐINUM
09.00
TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00.
10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
19.00
GONGUTÚRUR TIL NYKATJØRN OG NIÐAN Á STÓRAREYN VIÐ FERÐALEIÐARA Bussur fer av Vaglinum klokkan 19.00. Av Oyggjarvegnum verður gingið fram við Nykatjørn, og frásøgufólk fer at greiða frá jarðfrøðini í økinum – syllur, gjáir og jatnagarðar. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.
GONGUTÚRUR TIL KIRKJUBØ FYRI UNG (14-22 ÁR) Túrurin byrjar úti á Krossinum, har Velbastaðvegurin og vegurin oman til Sandá møtast. Bussleið 3 koyrir úr Steinatúni klokkan 15.45. Við á túrinum verður livandi tónleikur, og ferðaleiðari fer at siga frá hendingum á leiðini. Túrurin er ein lættur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Bussur koyrir úr Kirkjubø umleið klokkan 19.00. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25. Tórshavnar Undómsráð skipar fyri túrinum.
SUNNUDAGUR 03. MAI
MIKUDAGUR 06. MAI
14.00
09.00
TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00.
10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
19.00
TEMAKVØLD VIÐ KJAKI Í ØSTRØM “Hvussu kunnu vit betra um umhvørvið í Havn?” Umhvørvisvikan bjóðar borgarum í Tórshavnar kommunu inn til kjakfund, har borgarin sleppur framat við uppskotum og loysnum um, hvussu vit kunnu fáa eitt betri umhvørvi í høvuðsstaðnum. Á fundinum vera framløgur við fakfólkum innan økið. Tiltakið er ókeypis.
17.00
GONGUTÚRUR TIL MIÐDEPIL FØROYA Bussur fer av Vaglinum klokkan 14.00 niðan á Oyggjarvegin. Av Oyggjarvegnum við Mannafellsdal verður gingið til mittpunktið. Á túrinum verður sagt frá hendingum úr Føroyinga Søgu, ið verða settar í samband við Mannafellsdalin. Eisini verður greitt frá útrokningunum at finna mittpunktið. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðaltungur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Bussur koyrir úr Kaldbak umleið klokkan 18.00. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25. FILMSSÝNING AV NÝGGJA DOKUMENTARFILMINUM BIKES VS. CARS Í POSTHÚSKJALLARANUM Eftir filmin verður kjak um, hvussu tað er gjørligt at tryggja bleytu ferðsluni bestu umstøður. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri tiltakinum.
UMHVØRVISVIKAN 2.–9. MAI
HÓSDAGUR 07. MAI 09.00
TEKNIKAPPING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 21.00.
10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo. UMHVØRVISVIKAN 2.– 9. MAI
19.00
GONGUTÚRUR NIÐAN TIL SVARTAFOSS Túrurin byrjar við Tórsbreyt. Bussleið 1, 2 og 3 steðga við Tórsbreyt. Frásøgufólk verður við á túrinum og greiðir frá vøkstrinum við fossin og á økinum annars. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.
20.00
SNIGLAKRÍGGJ! Heitt verður á allar urtagarðseigarar um at fara í hernað móti morsnigilinum hetta kvøldið. Á Býarbókasavninum fæst ein faldari, við góðum heimaráðum um, hvussu tú kanst basa morsnigilinum.
FRÍGGJADAGUR 08. MAI 09.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Freistin at lata inn tekningar er klokkan 12.00, opið er til kl. 18.00.
10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
10.00
RUDDINGARDAGUR FYRI SKÚLAR, VIRKI OG STOVNAR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU Tey, sum luttaka, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at rudda útlutaða økið, og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum til uv@torshavn.fo. Sí nærri kunning um ruddingardagin á torshavn.fo. Skúlar, virki og stovnar í kommununi kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo.
15.00
GONGUTÚRUR Í TINGANESI VIÐ FERÐALEIÐARA Høvi verður at vitja í Munkastovuni, sum er elsta húsið í Havn. Farið verður frá VisitTórshavn. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.
17.00
VINNARARNIR AV TEKNIKAPPINGINI VERÐA KOSNIR Á BÝARBÓKASAVNINUM Sigrun Mohr, býráðslimur, handar vinningarnar, ið eru súkklur til tríggjar ymsar aldursbólkar.
LEYGARDAGUR 09. MAI 10.00
ALMENNUR RUDDINGARDAGUR Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur. Tey, sum luttaka, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at rudda útlutaða økið, og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum til uv@torshavn.fo. Sí nærri kunning um ruddingardagin á torshavn.fo. Eigarafeløg, ítróttarfeløg og skótar o.tíl. felagskapir kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo
Nærri kunning á torshavn.fo og facebook.com/umhvorvisvikan