UMHVØRVISVIKAN 3.–10. MAI
SPILL ER SPELL
LEYGARDAGUR 03. MAI 10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 16.00
11.00
ELIN LINDENSKOV, FORKVINNA Í TEKNISKU NEVND, SETIR UMHVØRVISVIKUNA Á VAGLINUM Umhvørvisstuðulin, Grøna virðislønin og Grøna gávan frá Etika verða latin PLANTIÐ EITT TRÆ Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd skipa staðbundnu nevndirnar fyri útlutan av plantupakkum leygardagin 10. mai LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ JENS MARNA HANSEN Undirhald til børnini. Ítróttarfeløg selja kaffi o.a. PLANTUMARKNAÐUR Í GONGUGØTUNI MARKNAÐARDAGUR Í TINGHÚSGARÐINUM
15.00
SELINA JUUL Í ØSTRØM Áhugaverdur fyrilestur við kendu Selinu Juul, ið hevur stovnað rørsluna ”Stop Spild Af Mad” og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði at minka um matspillu og at gagnnýta matin betur. Umframt Selinu Juul fer Tjóðhild Patursson at hugleiða um mat og hvussu vit velja røttu matvøruna. Tiltakið er ókeypis
SUNNUDAGUR 04. MAI 14.00
GONGUTÚRUR TIL MIÐDEPIL FØROYA Bussur fer av Vaglinum kl. 14.00 niðan á oyggjarvegin til ”Sukkenes Bro” har oyggjarvegurin kom saman í 1966. Gingið verður undir Ritufelli og oman á Mittpunktið. Útsýnið er avbera gott, og túrurin oman til vøtnini og Kaldbak er sera hugnaligur. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðaltungur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Bussur koyrir úr Kaldbak umleið kl. 18.00. Túrurin er ókeypis Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25
MÁNADAGUR 05. MAI 10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo
10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 18.00
10.30
”SPÆL VIÐ MATIN!” SPÍSKAMARIÐ VITJAR 5. FLOKKAR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU
UMHVØRVISVIKAN 3.–10. MAI
19.00
GONGUTÚRUR TIL VATNVERKIÐ OG FRANSATOFTIR Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Vit møtast ovast á Sundsvegnum, og ganga fram við Villingadalsfossinum til opið hús á vatnverkinum. Frá vatnverkinum gongur leiðin víðari til Fransatoftir, har fólk helst hava goymt seg fyri sjórænarum. Útsýnið er gott, og tað hevur verið lætt at sæð, um fremmand skip nærkaðust. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25
TÝSDAGUR 06. MAI 10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo
10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 18.00
19.00
GONGUTÚRUR GJØGNUM FRÍLENDIÐ BOÐANES - HOYDALAR Vit møtast við Gróðurstøðina. Tróndur Leivsson greiðir frá ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25
MIKUDAGUR 07. MAI 10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo
10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 18.00
19.00
TEMAKVØLD Í ØSTRØM Petrica (Disa) Christiansen fer at tosa um ókrút og aðrar mat/gagn plantur, Richa B. Richardsdóttir fer at tosa um føroyskar rávørur og avroð, og um tað av slaktinum, sum verður burturbeint. Heini Joensen greiðir frá um, hvussu ein kann gera sankutøð úr matleivdum og havaruski.
HÓSDAGUR 08. MAI 10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo
10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Opið er til kl. 18.00
19.30
GONGUTÚRUR RUNT HVÍTANES Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Vit møtast við bussskýlið og ganga eftir teimum nýggju gøtunum út á nesið og síggja, hvar fólk hava tikið sand til at byggja eitt nú múrin í Kirkjubø. Bussleið nr. 2 koyrir úr Steinatúni kl. 19.15. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25
20.00
SNIGLAKRÍGGJ Heitt verður á allar urtagarðseigarar um at fara í hernað móti morsnigilinum hetta kvøldið. Á Býarbókasavninum fæst ein faldari, við góðum heimaráðum um, hvussu tú kanst basa morsnigilinum UMHVØRVISVIKAN 3.–10. MAI
FRÍGGJADAGUR 09. MAI 10.00
UMHVØRVISVEIÐA Á MARGARINFABRIKKINI Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo
10.00
TEKNIKAPPING OG FRAMSÝNING Á BÝARBÓKASAVNINUM Freistin at lata inn tekningar er kl. 12.00
10.00
RUDDINGARDAGUR FYRI SKÚLAR, VIRKIR OG STOVNAR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU Tey sum luttaka, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað, og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum til uv@torshavn.fo. Sí nærri kunning um ruddingardagin á torshavn.fo. Skúlar, virkir og stovnar í kommununi kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo.
15.00
GONGUTÚRUR Í TINGANES Har føroyingar hildu ting hvørt summar. Høvi verður at vitja í Munkastovuni, sum er elsta húsið í Havn. Farið verður frá VisitTórshavn. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.
17.00
VINNARARNIR AV TEKNIKAPPINGINI VERÐA KOSNIR Á BÝARBÓKASAVNINUM Sigrun Mohr, býráðslimur, handar vinningarnar, ið eru súkklur til tríggjar ymsar aldursbólkar
LEYGARDAGUR 10. MAI 10.00
ALMENNUR RUDDINGARDAGUR Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur. Tey sum luttaka, skulu melda seg til á uv@torshavn.fo og eru tá við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka, virði 20.000 krónur. Treytirnar eru, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað, og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum til uv@torshavn.fo. Sí nærri kunning um ruddingardagin á torshavn.fo Eigarafeløg, ítróttarfeløg og skótar o.tíl. felagskapir kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo
NÆRRI KUNNING Á TORSHAVN.FO OG FACEBOOK.COM/UMHVORVISVIKAN