Skilir tú?
Leygardagin 1. mai 10.00 – 13.00 Bjørg Dam, forkvinna í Náttúruog umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum. „Plantið eitt træ“. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leyg ardagin 8. mai. Havið posa við til planturnar. Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen. Býtismarknaður í Perluni
10.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt. 13.00 – 17.00 Kollasju-verkstova við Kirstini Helgadóttir á Býarbókasavninum. Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari.
2 | Umhvørvisvikan 2021
Kirstin Helgadóttir, listakvinna við útbúgving sum grafiskur sniðgevi, og sum hevur arbeitt nógv við kollasjum, leggur lag á. Tilfar sum lím, saksar og kartong liggur frammi saman við mynda bókum og bløðum, sum bókasavnið hevur burturbeint.
Sunnudagin 2. mai 12.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt. 12.00 – 12.30 Plantuverkstova í Norðurlandahúsinum. Fylg við náttúrunnar undrum við at seta eitt fræ niður og eygleiða tað, ímeðan tað veksur til eina blómu, agurku ella piparfrukt. Á plantu verkstovuni fara børnini at grava hendurnar í moldina og at gera urtapottar úr avíspappíri.
Verkstovurnar eru kl. 12.00, 13.00 og 14.00 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki á kr. 30 fáast til keyps á www.nlh.fo 14.00 Útferð til Nólsoyar við Draganum. Siglt verður til Nólsoyar, har ferða fólkini fara í land. Í Nólsoy bjóðar Maud Wang Hansen innar í forvitn isliga urtagarðin hjá sær, har hon fer at siga frá møguleikum við lív runnum sankutøðum. Eisini fer Jógvan Thomsen at greiða frá vansanum við rottum í oynni. Dragin siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur. Farið verður av Høgukai klokkan 14.00. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25. 14.00 – 17.00 Kollasju-verkstova við Kirstini Helgadóttir á Býarbókasavninum. Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari. Kirstin Helgadóttir, listakvinna við útbúgving sum grafiskur sniðgevi, og sum hevur arbeitt nógv við koll asjum, leggur lag á. Tilfar sum lím, saksar og kartong liggur frammi saman við mynda bókum og bløðum, sum bókasavnið hevur burturbeint.
17.00 – 19.30 Filmsýning av dokumentar filminum „A Life on Our Planet“ hjá David Attenborough í Perluni. Umboð frá FNU kemur at innleiða filmin og greiða frá teirra virksemi. Vistgrøði bjóðar suppu og breyð. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri tiltakinum.
Mánadagin 3. mai 8.00 – 14.30 „Skilir tú?”. Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25. 9.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.
Umhvørvisvikan 2021 | 3
13.00 – 15.00 Lær at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari, og prýðislutir úr endurnýtsluglasi og -metalli. Møguleika er eisini fyri at ogna sær urtapottaupphang, sum starvsfólkini á Dugna hava tilevnað. Opið er frá kl. 13.00 til 15.00. Tiltakið verður í Perluni. 19.00 – 21.00 Kjakfundur um burturkast á Reinsarínum. „Rudda Føroyar – eisini á sjónum“ framløgur: Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan, Jóhan Eli Poulsen, Skipara- og navigatørfelagið og Bergmann Finnsson, samskipari fyri Fishing for Litter ætlanina. „Rottur elska burturkast“ Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um rottur, hvussu tær kunnu skaða fuglastovnarnar, hvussu tær liva – og hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tær ikki liva ov væl. Livandi tónleikur við JASMIN. Umhvørvisstovan skipar fyri tiltakinum.
Týsdagin 4. mai 8.00 – 14.30 „Skilir tú?“. Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00. 4 | Umhvørvisvikan 2021
Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25. 9.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt. 13.00 – 15.00 Lær at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari, og prýðislutir úr endurnýtsluglasi og -metalli. Møguleika er eisini fyri at ogna sær urtapottaupphang, sum starvsfólkini á Dugna hava tilevnað. Opið er frá kl. 13.00 til 15.00. Tiltakið verður í Perluni. 19.00 – 21.00 „Frá sterti til táknir“, verkstova um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki. Verkstovan verður í Perluni. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25.
Mikudagin 5. mai 8.00 – 14.30 „Skilir tú?“. Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25. 9.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt. 13.00 – 15.00 Lær at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari, og prýðislutir úr endurnýtsluglasi og -metalli. Møguleika er eisini fyri at ogna sær urtapottaupphang, sum starvsfólkini á Dugna hava tilevnað. Opið er frá kl. 13.00 til 15.00. Tiltakið verður í Perluni.
19.00 – 21.30 Evniskvøld um burturkast á Reinsarínum. „Skilir tú?“. Fyrilestur við Beintu Højgaard Thomsen, Umhvørvisfólki á Kommunalu Brennistøðini. „5 ár uttan burturkast“. Fyrilestur við Døgg Durhuus, sivilverkfrøðing. „Ábyrgd“. Fyrilestur við Ingilín Strøm. Livandi tónleikur við Marius Ziska. Umhvørvisstuðulin verður latin, somuleiðis Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá etika.
Hósdagin 6. mai 8.00 – 14.30 „Skilir tú?“. Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25. 9.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini.
Umhvørvisvikan 2021 | 5
Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt. 19.00 – 21.00 Vit rudda Sandágerð. Havið handskar og um møguligt egnu rívu við. Drekkamunnur verður at fáa, takið egnan kopp við. Havnar Kajakkfelag verður við og ruddar á sjónum. Rudda Føroyar skipar fyri tiltakinum. 19.00 – 21.00 „Frá sterti til táknir“, verkstova um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki. Verkstovan verður í Perluni. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel 30 24 25.
9.00 – 17.00 Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum. Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey m.a. brúka deyð smákykt og plast úr sjónum. Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverað í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.
Leygardagin 8. mai 10.00 Almennur ruddingardagur Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur Tilmelding á www.torshavn.fo
Fríggjadagin 7. mai 9.00 Ruddingardagur fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar Kommunu Tilmelding á www.torshavn.fo
6 | Umhvørvisvikan 2021
Skilir tú?