Tingskipanin í Føroyum er væl skjalprógvað í vártingbókunum, men eisini er hopin av søgum og søgnum knýtt at tingunum. Eins og í grannalondum okkara eru staðarnøvn, sum eita okkurt við ting, ding, gálga ella dóm. Hesi vísa til ting ella gerðir, sum hava okkurt við ting at gera. Onkuntíð hevur tingið bert verið hildið einaferð á staðnum, men navnið hevur hildið fram á mannamunni. Kanska er ikki so nógv at síggja longur, men tingstøðini er týðandi partur av okkara søgu, og er tú á staðnum, ber væl til at ímynda sær, at fyri 1000 árum síðani hittust føroyingar fyri í felag at skipa okkara samfelag. Ferðist í Føroyum og vitjið okkara fornu og gomlu vártingstøð og eisini megintingstað okkara á Tinganesi. Vitjið heimasíðuna www.thingsites.com og fáið meira at vita um vártingstøðini í Føroyum. Meira fæst eisini at vita um Tingverkætlanini sum fevnir um tingstøð í Noregi, Íslandi, Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og á Man á www.thingproject.eu. Tingtúrurin kan eisini gerast sum ein geocache túrur. www.geocaching.com
FORN TINGSTØÐ VÁRTING
Várting í Føroyum Megintingið í Føroyum
K U N N I N G A R S T O VA N Vaglið 4, P.O.Box 379 FO-110 Tórshavn, Føroyar T: +298 302425 F: +298 316831 W: www.visittorshavn.fo
Stevnuválur, Millum Fjarða Eysturoy