8 minute read

foroyingum

Hon hevur givið okkum sálarbót, hildið okkum á lívi og er grundleggjandi partur av okkara søgu. Ullin sigur okkum søguna um, hvussu vit í avbyrgdum tíðarskeiðum funnu loysnir, og sum heild hvussu føroyingar hava yvirlivað í vátu og køldu oyggjunum gjøgnum øldir. Søgan – og ikki minst handverkið – má ikki doyggja, heldur 90 ára gamla Ása Hátún, sum á vári 2021 gav út bókina „Søgur um ull”. Ein bók, sum vendir sær til bæði vaksin og børn – til nýbyrjarar og til framkomin.

– Vit livdu púra avbyrgd í fleiri tíðarskeiðum í Føroyum, og tí var ullin ikki bara eitt hent handverk, men lívsneyðug. Ullin var álitið.

Tað sigur Ása Hátún, tá ið hon skal greiða frá, hví tað er so týdningarmikið at siga søguna um ull. Hon hevur fyri stuttum givið út bókina „Søgur um ull“. Ein barnavinarlig bók, sum vísir á grundleggjandi mannagongdir í arbeiðinum við ull, har Ása tekur støði í sínum 45 ára langa arbeiðslívi í skúlaverkinum, fyrst sum fólkaskúlalærari og síðani sum lærari á Føroya Læraraskúla.

Vit eru heima hjá Ásu í húsunum undir Varða í Havn. Veggirnir eru prýddir við tøvdum lutum og listaverkum úr ull, lampuskermarnir eru úr ull, og á gólvinum standa fleiri sýnisdukkur í vøkrum ullarkjólum, pløggum og ikki minst tøvdum hattum. Hetta eru bara nøkur fá av nógvum verkum, sum Ása hevur evnað til. Eitt handverk, sum mamma hennara lærdi hana, og sum í stóru myndini er arvað gjøgnum fleiri ættarlið.

Navn: Ása Hátún

Maki:

Var gift við Ólavi Hátún, sála

Starv:

Pensjóneraður fólkaskúlalærari og lærari á Føroya Læraraskúla

Børn: Helena, Heini og Hjálmar

Ommubørn: 9

Langommubørn: 9

– Mítt mál er ikki handilsligt, men eg brenni fyri at varðveita søguna og ullarhandverkið. Ein snildur máti at gera hetta er at venda sær til børnini og tey ungu, leggur Ása afturat og peikar á reyðu, stóru bókina, sum ber heitið „Søgur um ull“.

L Rd Mur Arva Ur Gj Gnum Ttarli

„Søgur um ull“ ber fram lærdóm og søgur frá tíðarskeiðnum ár 1900 til 2000. Søgan hjá Ásu endar, tá ið hon fór frá sum lærari fyri aldur í 2000, og byrjar við mammu Ásu, sum er fødd í 1900. Mamman vaks upp í Elduvík. Ein bygd, sum er umgird av høgum og brøttum fjøllum. Tá ið mamma Ásu vaks upp har í fyrst í 1900-talinum, var bygdin púra avbyrgd frá øllum. Tá ið fyrri heimsbardagi brast á í 1914, varð bygdin enn meira avbyrgd. Tá kom aldargamla og niðurarvaða handverkið teimum til gagns.

– Mamma upplivdi hesa avbyrging sum at liva í mið øldini. Tey vóru átta systkin, og tey noyddust at evna øll klæðini til sjálv. Eingin handil seldi klæði, og tí var grundleggjandi vitanin um ull lívsneyðug.

Mamma Ásu giftist til Kvívíkar, og tá upplivdu tey aftur eina tíð, sum var merkt av avbyrging, tá ið kríggj aftur brast á í 1939. Klædnaneyð var tó eingin, tí bygdarfólkið í Kvívík dugdi, eins og tey í Elduvík, væl at fáast við ull.

– Mamma starvaðist sum lærari, og hon var ein forteljari og lærari av Guds náði. Dugdi at visualisera alt. Tíbetur slapp eg at vera uppií og súgva nakað av lærdóminum til mín, minnist Ása aftur á.

Fr L Ra Eftir F Royskum Leisti

Tá ið tú blaðar í bókini „Søgur um ull“, sært tú beinanvegin, at bókin er bæði brúkaravinarlig, barnavinarlig og visuell. Hetta kemst av, at Ása Hátún er lærari. Og námsfrøðin hevur altíð ligið fremst í huganum. Ása fór til Danmarkar at lesa til lærara í 50’unum og arbeiddi har í 12 ár. Síðani fór hon at eftirútbúgva seg. Eftir tað flutti hon heim til Føroya og fekk starv sum lærari á Føroya Læraraskúla. Eitt tað fyrsta, hon legði til merkis var, at frálæran og lesiætlanin á Læraraskúlanum í hennara fakum var eftir donskum leisti. – Eg varnaðist, at næmingarnir á Læraraskúlanum lítið og einki vistu um ull og ullararbeiði, hóast tær dugdu væl at binda. Tað var heldur ikki løgið, tí tað bleiv undirvíst eftir danskari lesiætlan tá fyrst í 70'unum. Tað dámdi mær lítið, tí hvørki ull ella handverk í Føroyum og Danmark kundu samanberast.

Ása sá fyri sær, at søgan um ull og ullarhandverkið fór at missa týdning. Tað skuldi bara eitt ættarlið til, ið ikki vísti tí ans, so hvarv tað. Og hon kundi ikki bara lata standa til. Hon kravdi sum handarbeiðslærari á Føroya Læraraskúla at fáa frálæru um ull sum lærugrein á Læraraskúlanum. Og at samsvarandi lesiætlan varð gjørd. Fyrsta svarið, hon fekk var, at „Um lesiætlanin er nóg góð til danir, so er hon eisini nóg góð til føroyingar.“

– Hetta svarið var eg ónøgd við, tí talan var og er um hvør sína mentan; eina danska og eina føroyska. Og ein týðandi mentanararv gjøgnum øldir.

Men Ása gavst ikki so. Hon blev limur í lesiætlanarnevndini, og hon fekk sín vilja. Handaverk og list fekk serstaka føroyska lesiætlan, sum eisini fevndi um ullararbeiði.

Arbei I Vi Ull Bleiv V L Umt Kt

Tá ið av tornaði, fekk hon sítt ígjøgnum og var við til at leggja undirvísingarætlanina til rættis. Í hesum arbeiði mátti Ása sanna, at eisini henni tørvaði vitan og førleikar frá undanfarnum ættarliðum. Og tískil setti hon seg í samband við eldri kvinnur runt um í Føroyum, sum kundu leggja vitan og førleikar afturat.

– Eg bleiv tryggari fakliga og dreiv á. Undirvísti og arbeiddi nógv við ull á Læraraskúlanum, og hetta bleiv væl umtókt. Síðst í 80’unum vóru enntá lesandi, sum gjørdu høvuðsuppgávu um ull. Hetta var eftir øllum at døma blivið viðurkent.

Tá ið pedagogútbúgvingin kom fyrst í 80’unum, slapp handverkið og frálæra um ull við í pedagogútbúgvingina. Fleiri hildu hetta vera eitt gott hugskot, eins og fleiri so líðandi eisini hildu tað á læraraskúlaútbúgvingini.

Kavar Ni Ur Grundreglurnar

Ása Hátún hevur havt stóran áhuga fyri, hvussu frálæran til børn og ung skal vera. Hon metir, at frálæra til børn er eitt gott útgangsstøði.

Við at undirvísa børnum noyðist tú at fara heilt niður á botn og læra tey grundreglurnar. Tað heilt grundleggjandi, sum stavar frá upprunaligu arbeiðstilgongdunum.

– Bókin lýsir neyvt allar mannagongdir í handfaringini av ullini, frá tí degi tú ognar tær ullina á rættini, til tógvið er spunnið, ella hatturin tøvdur. Tú lærir tað grundleggjandi, sum er at vaska, nappa, karða, spinna og tøva. Tú fært góð ráð. Eitt nú er týdningarmikið at vita, at ull ikki skal vaskast við eini og hvørjari sápu. Harafturat er eisini hent at vita, at ullin, sum situr á rygginum á seyðinum, verður undirdíkt í kava, regni og stormi, og á henda hátt verður hon tøvd av náttúruni. Og hon fær nakrar eginleikar, sum tú kanst arbeiða víðari við. Um tú dugir grundstøðið, kanst tú arbeiða víðari og menna nýggj hugskot í ullararbeiðinum. Soleiðis er tað við øllum kreativum arbeiði, vísir Ása á.

Tá ið Ása skrivaði bókina, hugsaði hon um fleiri málbólkar. Børn, ung og eisini um tey, sum duga handverkið og hava tørv á íblástri. Tí er ein partur av bókini myndir av verkum og listaverkum.

Broddur

Tá ið Ása lærdi og seinni endurlærdi arbeiðið við ull, bleiv hon hugtikin av at arbeiða við broddinum, sum tí fær eitt týðandi pláss í bókini. Broddur, sum er tey ytstu grovu hárini á ullini, hevur verið brúktur til sterkt tógv og annað, til dømis høft og til at tetta millum borðini á báti. Men royndirnar hjá Ásu við broddinum vísa, at hann kemur væl við í øðrum høpi eisini, eitt nú til tøvdar lampuskermar. Broddurin skapar livandi mynstur á lampuskerminum, tá ið ljósið skínur ígjøgnum hann.

Hetta er bara eitt dømi av nógvum í bókini, sum hevur fleiri stuttar søgur frá royndarverkætlanum hjá Ásu. Tá ið ein royndarverkætlan ikki hevur borið á mál, hevur hon tó ofta víst seg at kunna brúkast til annað endamál.

Meira Tilvita Um Endurn Tslu

Søgan um ull byrjar við, at føroyingar arbeiddu ullina, tí teir høvdu tað fyri neyðini. Soleiðis er ikki í dag, tá ið hugsað verður um alskyns keypsmøguleikar, vit hava.

– Tú kanst fáa alt. Síðani 70’ini hevur atferðin verið at keypa og blaka burtur. Hesin lívsstílur vant upp á seg og bleiv í ein ávísan mun til ovurforbrúk.

Ása minnist aftur á, at mamma hennara endurnýtti ryggjastykkini av gomlum stúkum til at gera troyggjur til børnini. Síðani litaði og prýddi hon tær við seyming.

– Tað sær út til, at vend er komin í. Føroyingar eru blivnir meira tilvitaðir um at liva grønt og hugsa um endurnýtslu. Tað er gott, tí mátin, vit hava livað í nógvu áratíggjuni, kann ikki halda fram, sigur Ása Hátún.

At Skapa Er Gott Fyri S Larheilsuna

Tilvitanin um at ansa eftir umhvørvinum og at endurnýta hevur elvt til, at føroyingar eru farnir at framleiða nógv sjálvir frá grundini. Ikki bara, tá ið talan er um ull, men yvirhøvur. At framleiða sjálv í staðin fyri at keypa hevur ikki bara týdning fyri umhvørvið, men eisini fyri sálarheilsuna.

– At arbeiða við ull gevur høvi til at fordjúpa seg. Onkursvegna er tað ein andsøgn til tað í dag, har alt skal ganga so skjótt. Tað er tilgongdin at skapa, sum er sissandi og linnandi fyri sálarheilsuna. Um tú setur børn í eina ullarrúgvu, fellur ein vælsignaður friður yvir tey. Tað er gott, serliga tá ið tú hugsar um, hvussu nógvur ófriður er á fleiri børnum í dag. Og soleiðis er tað hjá okkum øllum. Eg upplivi tað sjálv. Tá ið eg seti meg at spinna, gloymi eg tíð og stað og bara eri, greiðir Ása frá.

Ullararbei I Og Verksetan

Áhugin fyri ullarvørum og ullarlutum er stórur, og tí er nógv søla av hesum í dag.

– Eg havi tó ikki sjálv arbeitt sum íverkseti. Sum oftast havi eg bert framleitt eitt eintak av hvørjum luti. So á tann hátt hevur hvørt handverk verið ein royndarverkætlan, sum tekur so mikið langa tíð, at illa ber til at seta prís á verkið.

Tó vísir Ása á, at tað eisini hevur verið endamálið við bókini at skapa íblástur til tey mongu, sum arbeiða sum íverksetar, og sum við støði í teimum dygdum, sum føroyska ullin hevur, kunnu fara til verka og menna smáar íverksetarafyritøkur – sum kanska ein vakran dag verða stórar.

Ullin Veri Bjargingin

Ullin er sum skapt til føroyska samfelagið og føroyska veðurlagið. Ullin skal ikki vaskast í heilum, og er hetta komið væl við hjá sjófólki, sum bert skuldu heingja ullarpløggini út á dekkið, tí ullin reinsar seg sjálv. Ullint klæði lukta ikki eins nógv av sveitta, og harafturat kann ullin halda eini 60% av vætu uttan at kennast vát, og vætan er við til at verma – eins og í vátdrakt. Tískil hava fleiri sjómenn gjørt vøttirnar vátar í sjógvi, áðrenn teir fóru at fiska.

– Tað eru dømi um sjómenn, sum eru komnir illa fyri og hava sitið vátir í báti. Teir hava yvirlivað í føroysku pløggunum, meðan teir í tunnum útlendskum pløggum ikki hava yvirlivað.

Týdningurin, sum ullin hevur havt, kann ikki yvirmetast. Ullin var so nógv. Eitt nú bjarging í eini krígstíð, har tú noyddist at gagnnýta tað, sum var í nærumhvørvinum. Eingin ivi er um, at „ull var Føroya gull“ – ein tugd, men sonn orðing um dýrgripin í Føroyum.

Spurningurin er so, um ull framvegis er Føroya gull. Spyrt tú Ásu, so er svarið ja.

– Eg haldi, at hon framvegis kann vera eitt slag av gulli í Føroyum, men á annan hátt. Til tess at gera okkum tilvitað um umhvørvið, til tess at skilja týdningin av tí, sum nærumhvørvið hevur at bjóða, til tess at bera mentanararvin víðari, og so kann arbeiðið við ullini veita sálarbót. Best av øllum hevði verið, um ullin ikki longur verður brend – men brúkt, sigur Ása Hátún at enda.

This article is from: