1 minute read

Úr songini UPP Á TINDIN

Frá at hava verið óarbeiðsførur og seingjarliggjandi í rúma tíð hevur ítróttarmaðurin Jákup Petur Eliassen seinastu árini vant og strítt seg til fleiri stór ítróttarlig brøgd. Hann er sera tilvitaður um, hvat hann vil og hví. – Gleðin at røra seg aftur er fantastisk. Frá at øll rørsla gav mær pínu, gevur hon mær nú gleði og lív! Eg ræðist tankan um ikki at kunna tað, eg geri í løtuni. Eg haldi, vit virðismeta ting eftir, hvat tey hava kostað okkum, sigur Jákup Petur Eliassen

Navn:

Jákup Petur Eliassen

Føddur: 24.06.1978

Starv:

Leiðari fyri fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu

Tað er lítið um Jákup Petur Eliassen í 2016. Ógvusliga pínan skuggar fyri øllum. Hann liggur í songini at kalla alt samdøgrið. Hann fær ikki flutt seg.

Árið fyri hevur hann fingið starv sum fysioterapeutur í Tórshavnar kommunu, men hann hevur so ilt í rygginum, at hann verður sjúkrameldaður stutt eftir, at hann er byrjaður í nýggja starvinum.

Jákup Petur er hesa tíðina ógvuliga tungur í huga.

Var hetta tað? spyr hann seg sjálvan aftur og aftur.

Afturvendandi trupulleikarnir við rygginum hava við sær, at hann tvær ferðir er noyddur undir skurð. Seinna diskusprolaps skurðviðgerðin gongur illa. Í fleiri mánaðir liggur hann í songini og tekur nógv morfin. Eisini meira, enn læknarnir mæla honum til. Kortini verður bara broddurin av pínuni tikin. Pínan gjøgnumseyrar allan kroppin. Eisini ímeðan hann liggur. Jákup Petur fær næstan ikki verið til.

Tá ið hann ikki styttir sær stundir við at hyggja at Netflix ella Viaplay, droymir Jákup Petur um at fara inn í stovuna heima við hús í Hoyvík og hyggja út. Men heldur ikki tað klárar hann. Lívið er lítið vert.

– Tá ið tú ert so illa fyri, fert tú veruliga at seta tær sjálvum nakrar grundleggjandi spurningar. Kann eg yvirhøvur gera nakran mun sum maður, pápi ella starvsfelagi, tá ið eg bara liggi í songini? Eg iðraði meg kanska mest um alt tað, sum eg ikki hevði roynt. Hví hevði eg ikki gagnnýtt alt frælsi og allar møguleikar, eg hevði undan skurðviðgerðini? Hví hevði eg til dømis ongantíð verið á skíðferiu? minnist Jákup Petur Eliassen.

Í 2016 er ryggpínan so umfatandi, at Jákup Petur fær í boði at gerast fyritíðarpensjónistur. Bara 37 ára gamal.

This article is from: