6 minute read
Think mash-up.
Think grazing sheep outside the shopping centre. Think DJ-sets inside, while sea shanties are sung outside. Think medieval costumes with the latest smartphones in their pockets. Think small island life and city life in the same sphere. Think modern architecture with a turf roof. Think fusion cooking in a 300-year-old house. Think internet everywhere and Big Brother nowhere. Think mash-up. Not made-up. Welcome to Tórshavn.
Aftur F Tur
Eftir seks mánaðir í songini heima við hús fær hann spurningin frá arbeiðsgevaranum, um tey kunnu vænta, at Jákup Petur kemur til arbeiðis aftur. Hann setur sær fyri at gera eina roynd.
– Eg hevði øgiliga ilt, tá ið eg fór til arbeiðis aftur, men pínan var á leið tann sama, sum tá ið eg lá í songini. Eg kundi tí tað sama vera í gongd, eg hevði ilt undir øllum umstøðum, fortelur hann.
Stutt eftir at vera farin til arbeiðis aftur fer Jákup Petur spakuliga undir at venja – við pínu. Hann er óttafullur, men samstundis vil hann gera alt fyri at fáa tað betri. Venjingin munar væl, og spakuliga leggur hann meira og meira fyri. Ryggurin styrknar í hvørjum, og tá minkar pínan.
– Mítt greiða mál var, eftir at vera komin á føtur aftur, at røkka øllum, sum eg hevði mist. Eg vil gera so nógv, eg kann – meðan eg kann. Gleðin at røra seg aftur er fantastisk. Frá at øll rørsla gav mær pínu, gevur hon mær nú gleði og lív! Eg ræðist tankan um ikki at kunna tað, eg geri í løtuni. Eg haldi, vit virðismeta ting eftir, hvat tey hava kostað okkum. Vit eru nógv glaðari fyri okkurt, vit veruliga hava arbeitt hart fyri, enn til dømis um vit fáa tað frá onkrum, sum tveitir tað burtur, heldur hann.
Tey Tr Br Gdini
Á sumri 2022 er ítróttamaðurin Jákup Petur
Eliassen á toppinum. Bæði kropsliga og sálarliga. Lívsneistin og lívsgleðin skínur úr honum, nú hann í summar saman við systkinabarninum
Ken Bærentsen hevur klárað at súkkla til allar bygdirnar í Føroyum upp á tvey samdøgur. Teinurin var góðar 600 kilometrar.
Hetta er triðja – heldur serstaka – ítróttarbragdið í røðini hjá honum. Í 2020 gjørdi hann ein „Everesting.“ Tað merkir, at hann súkklaði 42 ferðir frá Auto Service við Oyggjarvegin í Havn og niðan á Kleynsvarða fyri at røkka hæddini á Everest, 8.848 hæddarmetrar.
Í fjør gekk hann – eisini saman við systkinabarninum Ken Bærentsen – 18 ferðir av Eiðisskarði og niðan á Slættaratind og oman aftur.
– Mær dámar tað villa og tað víðgongda. Eg kenni meg mest livandi, tá ið eg fari knossandi niðan eina brekku ella við øgiligari ferð omaneftir.
Í øllum trimum førum hevur verið talan um ein stóran persónligan sigur, at eg havi rokkið teimum málum, eg havi sett mær. Eisini havi eg fingið nøkur minni, ið eg fari at taka við mær alt lívið, vísir hann á.
Ein týðandi partur av teimum trimum brøgdunum hjá Jákup Peturi hevur verið at savna pening inn til Eydnudeildina. Eydnudeildin er ein hondbóltsdeild fyri børn, ið ikki kunnu verða partur av vanligu hondbóltsdeildini. Miðlingasonurin Gutti hevur serligar avbjóðingar og gongur í skúlanum á Trøðni. Gutti er partur av Eydnudeildini. Higartil hevur Jákup Petur verið við til at savna góðar 165.000 krónur inn.
– Eg eri óendaliga takksamur fyri alla ta hjálp og allan tann stuðul, eg havi fingið, sigur hann.
Tr Vist Vi Tr Stinum
Jákup Peturi Eliassen dámar væl at gapa um meira, enn hann klárar at svølgja. Tað er bara soleiðis, tú fært at vita, hvussu langt tú kanst trýsta teg sjálvan. Hann trívist við avbjóðingum, har bæði sálarliga møðin og kropsliga pínan trýsta hann til tað ítasta.
– Eg havi verið so kaldur, at eg helt, at eg ongantíð fór at merkja fingrar ella føtur aftur. Eg havi verið so heitur og sveittað so nógv, at tað í orðsins sanna týdningi var ein hylur undir mær. Og eg havi runnið so hart, at eg sakk saman og kláraði ikki at taka eitt tað einasta fet afturat, sigur hann frá.
Jákup Petur Eliassen kappast í ítróttagreinunum súkkling og triatlon. Hann venur nógvar tímar um vikuna, og næstan hvønn dag í vikuni leitar hann út í føroysku náttúruna at svimja, súkkla ella renna. Her sleppur hann eina løtu burtur frá vanliga gerandisdegnum.
– Eg haldi, at modernaða lívið við skíggjum, hita og tryggleika onkursvegna avbyrgir okkum frá øllum vandum og pínu. Tað haldi eg ikki, er serliga gott. Mær dámar væl at trýsta meg sjálvan bæði kropsliga og sálarliga. Eg billi mær inn, at tað er betri fyri meg heldur enn at sita framman fyri onkrum skíggja.
Jákup Petur hevur vunnið fleiri FM í triatlon, bæði sprint, OL og hálvan ironman. Eisini hevur hann vunnið súkklukappingina Kring Føroyar. Ítróttamaðurin hevur meira enn eina ferð fingið spurningin um, hvørjum hann rennur undan, tí hann leikar so í.
– Møguliga flýggi eg undan sofuni, skíggjunum, mínum stundum døpru tankum, deyðanum, tí ringa veðrinum og øllum hinum, eg ræðist. Tað stutta svarið er, at tá ið eg røri meg, havi eg tað best. Tá føli eg meg mest livandi.
Jákup Petur Eliassen leggur dent á, at hann er sera takksamur fyri at hava so gott bakland. Bæði konan Súsanna, ið hann hevur verið giftur við í
20 ár, og synir teirra Fischer, Gutti og Markus eiga sín lut í, at hann fær brúkt so nógva tíð til venjing.
– Tað er torført at finna tíðina til at venja tað, eg vil. Við arbeiði fulla tíð, familju og einari leiðsluútbúgving á Glasi royni eg til dømis at venja tíðliga um morgunin, áðrenn familjan er komin upp. Soleiðis órógvi eg familjuna sum minst.
Júst tíðin er nakað, sum fyllir í hugaheiminum hjá Jákup Peturi. Hann vil fyri alt í verðini ikki spilla tíðina burtur. Við stuttum millumbili misti hann í 2018 fyrst systur sína og síðani pápan. Tað tók honum serliga meint at missa systrina Arnvør. Hon var einans 41 ár, tá ið hon eftir stutta sjúkralegu doyði av krabbameini í heilanum. Systirin var ein sera gávað kvinna. Tá ið hon brádliga gjørdist sjúk, var hon var á gáttini at gera sína PhD-ritgerð lidna. Eftir hana sótu maður og fýra børn.
– Henda syrgiliga og óskiljandi hending hevur veruliga sett seg hjá mær. Eg tími ikki longur at brúka óneyðuga tíð upp á „trivalitetir“. Vit menniskju eru ofta gírig við okkara pengum, men tað virðismiklasta, vit hava, er okkara tíð, og hana oyðsla vit burtur. Vit kunnu sjálvandi í ávísan mun skipa okkara framtíð, men samstundis er so nógv, sum vit onga ávirkan hava á. Tí royni eg so nógv, eg kann, at liva í núinum, sigur hann.
Leg I S Tt L V Um
Jákup Petur Eliassen vaks fyrstu árini upp í Klaksvík. Tá ið foreldrini fóru hvørt til sítt, flutti hann til Skála at búgva.
Í nógv ár starvaðist hann í telduheiminum. Fyrst í telduhandlinum Tera, seinni á Farodane, Elektron og Nema. Eisini í frítíðini brúkti hann nógvar tímar framman fyri telduskíggjanum, har hann spældi telduspøl. Serliga strategispøl sum ‚Starcraft‘ og ‚World of Worldcraft.‘ Nógvir tímar vórðu brúktir at kappast á netinum, og hann vann okkurt FM-heiti í ‚Starcraft.‘ Eisini uttan fyri landoddarnar gjørdi hann vart við seg og endaði á einum øðrum plássi í teldukapping við onnur í øllum Evropa. – Eg eri ógvuliga kappingarhugaður, miðvísur og treiskur. Tá ið eg kasti meg út í okkurt, geri eg tað altíð við øllum, eg havi. Tá kann eg skjótt gloyma alt annað rundan um meg. Tað hjálpir mær eisini, at eg – um eg sjálvur skal siga tað – dugi væl at leggja til rættis, sigur Jákup Petur Eliassen. Eftir sløk 10 ár í føroyska telduheiminum kendi Jákup Petur ein grundleggjandi tørv á at leggja sítt lív um. Hann hugsaði um at lesa til lækna, men valið fall á fysioterapi. Í árunum 2011 til 2015 búðu familjan og hann í Danmark, har hann nam sær útbúgvingina.
– Eg bæði roykti illa og vigaði ov nógv. Ein broy ting mátti til. Eg eri grammur eftir lívinum og vil uppliva so nógv ymiskt sum gjørligt. Pápi var fysioterapetur, og mamma er sjúkrarøktarfrøðingur, so mín nýggja yrkisleið er ikki so langt frá teirra.
Jákup Petur Eliassen starvast í dag sum leiðari fyri fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu.
Hm Og Oyggjaleikir
Jákup Petur Eliassen hevur ongar ætlanir um at seta ferðina niður. Í heyst skal hann aftur luttaka í HMkappingini í triatlon, sum hesa ferð verður fyriskipað í USA. Komandi summar vónar hann at sleppa at umboða Føroyar á Oyggjaleikum á Guernsey. Hugurin er eisini til at fara undir enn eina serliga avbjóðing í Føroyum.
– Eg havi møguliga okkurt í kvittanum. Í løtuni spæli eg mær við tveimum møguleikum. Tað er tó ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, so nú fáa vit at síggja, sigur Jákup Petur Eliassen.
Hann hevur sett sær fyri at vera í gongd, so leingi tað ber til.
– Tað sigur seg sjálvt, at við aldrinum gerst tað truplari og truplari at fáa tey somu úrslitini. Í triatlon verður kappast eftir aldri, so har havi eg møguleikan at kappast við mínar javnaldrar. Eg ætli mær at røra meg so leingi, eg kann, sigur hann at enda.
Ein tíðarlinja yvir gongdina
Fyrsta diskusprolaps skurðviðgerðin
Seinna diskusprolaps skurðviðgerðin
Luttekur í stuttleika sprinttriatlon
Luttekur súkklukappingini Kring Føroyar
EM í hálvum ironman – vinnur rættin at luttaka í HM í Suðurafrika
HM í hálvum ironman í Suðurafrika
EM í hálvum ironman – vinnur rættin at luttaka í HM í Nice
Umboðar Føroyar á Oyggjaleikum í súkkling og triatlon
HM í hálvum ironman í Nice í Fraklandi
Everesting – súkklar 42 ferðir niðan á Kleynsvarða
Gongur 18 ferðir av Eiðisskarði og niðan á Slættaratind og oman aftur
EM í hálvum ironman – vinnur rættin at luttaka í HM í USA
Vann Kring Føroyar súkklukappingina
Súkklar til allar bygdirnar í Føroyum upp á tvey samdøgur