6 minute read
Flóttafólk í Føroyum: FRÁ HVØLLUM
Bumbubrestum Til
Fri Og Tryggleika
Fyrr í ár tóku Føroyar ímóti fyrstu flóttafólkunum úr krígsherjaða Ukraina. – Eitt signað skjól, ið vit eru hjartans fegin um og takksom fyri, sigur familja, ið mátti flýggja undan bumbum og ræðuleikum í Ukraina. – Eitt kærkomið nýbrot, ið prógvar góðlæti í føroysku fólkasálini, sigur formaðurin fyri Reyða Kross í Føroyum
– Longsilin og óvissan um lív og lagnu næstringanna er tað ringasta, sigur hon við grátandi rødd og turkar tárini, ið renna eftir kinnunum.
Irina Nikolaieva er 31 ára gomul og er saman við manninum, 34 ára gamla Yurii Nikolaiev, og hálvtannað ára gamla soninum Oleg komin til Føroyar sum flóttafólk úr krígsherjaða Ukraina. Flýdd undan bumbum og óhugnaligum ræðuleikum.
Lítla familjan, sum hevur funnið sítt skjól í Klaksvík og er vorðin partur av býarmyndini, sæst aftur í hagtølunum fyri flóttafólk. Eitt kærkomið nýbrot fyri Føroyar, ið sjálvsagt eigur at taka lut og ábyrgd í heimssamfelagnum, tá ið kríggj og vanlukkur raka, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi í Føroyum.
– Føroyar eru til reiðar at taka ímóti flóttafólkum, og í føroysku fólkasálini býr hjálpsemi og gávumildni, sigur hann.
Tað venda vit aftur til, tí vit byrja frásøgnina uppi í hæddunum í einum íbúðarblokki miðskeiðis í býnum Kharkiv har eysturi í Ukraina ein kaldan vetrarmorgun síðst í februar.
Bumburnar Gella
Tað er árla á morgni. Klokkan nærkast fimm. Náttin hevur verið friðarlig, og eingi tekin eru um ófrættakendar fráboðanir.
Irina og Yurii eru tíðliga á fótum. Hann ger seg til reiðar at fara til arbeiðis. Hon er heima hjá soninum Oleg, sum fáar dagar frammanundan er vorðin ársgamal.
Brádliga hoyrist hvøllur brestur. Fýrverk er fyrsti tankin, ið rennur familjuni til hugs. Men skjótt gerst teimum greitt, at talan er ikki um fýrverk. Hóast bresturin er nakað burturfrá, har familjan býr, rennur tað teimum kalt niður eftir bakinum. Kroppurin stívnar, og óttin er meislaður í andlitið. Russland ger nú álvara av ætlanini um innrás í Ukraina, ið familjan bara hevur hoyrt leysasøgur um í miðlunum, men ikki givið stórvegis gætur. Tey hava ikki væntað beinleiðis álop, men nú er ringasta marran veruleiki. Hvøllu brestirnir eru bumbur, ið russisk herlið sleppa yvir býin. Bumbur, ið sorla sundur og drepa frá hond.
Ræðsla er á familjuni. Ótti og stúran valda um framtíðina. Ein skjót avgerð má takast. Skal familjan verða verandi, ella skal hon taka til rýmingar og flýggja frá húsi og heimi? Tey velja í fyrstu atløgu at verða verandi. Vónin er, at russiska atsóknin skjótt hæsar av. Álopini hava higartil verið í útryðjuni av býnum, og familjan vónar, at russar ikki nærkast sjálvum miðbýnum.
Íbúgvarnir í stóra íbúðarblokkinum hava stúgvað seg saman í kjallaranum undir jørð. Tað er vetur, og myrkt og kalt er úti. Tey eru bangin, og eingin veit, hvussu leingi álopini fara at halda á. At fara út um dyr at keypa mat og drekka og aðrar neyðsynjarvørur er at váða lívið, tí eisini handilsmiðstøðin kann verða bumbað, nær tað skal vera. Støðan er tí hættislig.
Eftir eitt samdøgur velur lítla familjan at fara aftur í íbúðina, hóast tað verður mett at vera vandafult. Tey fjala seg í karinum í baðirúminum og sveipa ársgamla sonin í dýnu og teppi.
Sum dagarnir líða, gerst støðan alsamt meira ótolandi og vandamikil, tí bumburnar gella framvegis og nærkast býlinginum, har familjan býr. Bygningurin skelvur, tá ið tað brestur. Ringast er um kvøldarnar og út á náttina. Onnur ráð eru tí ikki til at taka enn at flýggja. Og fyrstu vikuna í mars byrjar ferðin út í tað ókenda.
Dr Gv Og Avbj Andi Fer
Tey royna at sleppa um markið til Póllands. Tey steðga í Lviv skamt frá markinum, men ukrainsku myndugleikarnir halda teimum aftur og sýta Yurii útferðarloyvi. Myndugleikarnir tví halda um, at Yurii skal gera hertænastu og verja landið, sum allir menn millum 18 og 60 ár hava fingið boð um.
Men Yurii hevur pappír og prógv um, at hann sum yngri meiðslaði sær mjødnina so illa í ferðsluóhappi, at hann ikki er førur fyri gera hertænastu. Myndugleikarnir játta at enda. Tá hevur familjan tvær ferðir roynt at sleppa um markið.
Men ráðaloysið valdar framvegis, tí familjan veit ikki, hvagar leiðin gongur, tíansheldur hvagar hon skal venda sær. Fyrstu dagarnar royna tey sum frægast at lívbjarga sær. Tey sova nakrar nætur saman við hundraðtals øðrum, ið eisini eru flýggjað frá húsi og heimi, á gólvinum í einum barnagarði pólskumegin markið. Hjálparfelagsskapir og sjálvboðin kýta seg av øllum alvi at taka ímóti flóttafólkastreyminum og veita neyðhjálp. Fyrst og fremst innivist, mat, klæði og heilivág. Familjan umhugsar at fara við einum toki til Týsklands, men eydnan er ikki við teimum, tí tokið er á tremur við flóttafólkum, ið flýggja um háls og herðar.
Brádliga koma óvæntaðu og gleðiligu boðini frá eini talskvinnu fyri ein hjálparfelagsskap á staðnum. Familjuni stendur í boði at sleppa til ókenda og fjarskotna landið í Norðuratlanshavi, ið ber navnið Føroyar.
– Vit vóru ovurfegin um møguleikan. Vit høvdu ongantíð hoyrt um Føroyar áður, men tað var ikki ein tanki, vit gáaðu stórvegis eftir. Tað ráddi bara um at sleppa burtur frá ræðuleikunum og halda fast í vónini um eina virðiliga tilveru í friði, siga Irina og Yurii.
Kenna Seg V L F Royum
Í Føroyum hava almennir myndugleikar saman við Reyði Krossi og sjálvbodnum tikið sær væl av flóttafólkum, ið komin eru higar.
Fyrstu vikurnar búðu Irina, Yurii og Oleg í Fuglafirði og høvdu tað gott, men fingu skjótt fastan bústað í einum tvíhúsum í Klaksvík. Og tey trívast væl. Yurii hevur fingið fast starv hjá
KJ Hydralik, Irina tekur sær av tí heimliga og húsliga, og sonurin Oleg hevur fingið pláss á ansingarstovni.
Enn er tó stutt fráliðið, og nógv er eftir hjá familjuni at læra um Føroyar og føroysk viðurskifti. Um málið, mentanina og samfelagið. Málsligu førleikarnir eru avmarkaðir, týðari má hjálpa, men tað gongur framá at læra nýggj orð á føroyskum. Og sambond eru longu knýtt.
– Fólk eru blíð og fyrikomandi og hava tikið ímóti við opnum ørmum. Vit kenna okkum ógvuliga væl, og vit eru hjartans fegin og takksom fyri alla ta hjálp, okkum er veitt. Fólk støkka dagliga inn á gólvið og eru altíð fús at veita eina hjálpandi hond. Og so er landið vakurt, náttúran stórbær, og her valdar friður og tryggleiki. Tí eru vit so fegin um at vera komin higar, siga Irina og Yurii.
Sv Ra Sorgin N Vir
Ferðin til Føroya var long og drúgv. Fyrst við bili gjøgnum Pólland og Týskland, síðani við ferju til Danmarkar og at enda við flogfari til Føroya. Tey eru tí útlúgvað, tá ið flogfarið lendir í Vágum seint á kvøldi um miðjan mars. Fjáltur er á familjuni, ið ikki beinanvegin hevur álit á, at tey eru í góðum og tryggum hondum.
– Vit óttaðust at vera komin í skeivar hendur, tí tað er væl kent, at brotsmannalið stundum gera sær dælt av vanlukkuligu lagnuni hjá øðrum.
Men tíbetur vóru blíð fólk umborð á flogfarinum, ið sissaðu okkum, og tá ið vit fingu eyga á umboð fyri Reyða Kross, sum vóru komin at taka ímóti, lætnaði fyri bróstinum, siga Irina og Yurii.
Men handan gleðina hómast svára sorgin og djúpu sárini, ið støðan í heimlandinum hevur volt. Irina og Yurii eru óttafull og stúra um framtíðina hjá næstringum, sum eftir eru í Ukraina og hvørki ætla sær ella kenna seg nóg birg at flýggja úr krígsherjaða landinum.
Avgerðin hjá Irinu og Yurii um at flýggja er grundað á tankan um at veita soninum Oleg eina bjartari framtíð. Bæði eiga tey gomul foreldur, sum sita stúrin eftir, og bróður Yurii. Pápi Irinu er hartil illa sjúkur, og tankarnir leita tí alla tíðina til næstringarnar. Tí hava Irina og Yurii dagligt samband við familjuna heima í Ukraina. Tá ið samband fæst. Tað ger tað ikki altíð. Stundum er órógv á linjuni, og onkuntíð mugu næstringar kvetta sambandið, tí ávaringarlúðurin varskógvar um enn eitt bumbuálop.
Saknurin eftir familju, vinum og kenningum er stórur. Men enn veit familjan ikki, hvussu leingi hon má liva í útlegd. Útlitini eru døpur.
–Kharkiv er bumbaður og sorlaður, og eingin veit, hvussu langa tíð tað fer at taka at byggja býin upp aftur, siga Irina og Yurii.
Familjan fegnast tí um at hava funnið skjól og fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum næstu tvey árini.
– Vit liva frá degi til dags og vóna, at kríggið skjótt fær ein enda. Ukraina er okkara heimland og Kharkiv heimstaðurin. Í hjørtum okkara verða tey altíð verandi. Men hjartans fegin og takksom eru vit fyri at vera komin higar og fyri vælvild og hjálp, siga Irina og Yurii.
G L Ti B R F Royinginum
Reyði Krossur Føroya hevur átt stóran leiklut í hjálpararbeiðinum í sambandi við kríggið í Ukraina. Felagsskapurin hevur saman við privatum strongt á at fáa flóttafólk til Føroya, hóast politiski myndugleikin hevur ivast og drálað.
Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi Føroya, og hann er fegin um og ovfarin av tí stóra hjálpsemi og gávumilda lyndi, sum býr í føroysku fólkasálini.
– Vit hava upplivað ómetaliga stóra vælvild millum føroyingar at taka ímóti flóttafólkum og veita hjálp. Óttin, sum fyrr hevur verið fyri tí ókenda og fremmanda, tykist at vera horvin og burtur. Øll eru sinnað at veita eina hjálpandi hond, og tað hevur ikki staðið á at fáa sjálvboðin at tekna seg til tær mongu uppgávurnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at tað beinanvegin vóru okkurt um hálvfjórða hundrað fólk, ið teknaðu seg, og fleiri eru løgst aftrat.
Uppgávurnar hjá Reyða Krossi fevna víða, eitt nú at taka ímóti flóttafólkum og flyta tey til móttøkuhúsið í Havn, har tey verða skrásett. Síðani at útvega varandi bústaðir, at knýta sambond, so skúlar og arbeiðspláss eru til reiðar, og annars at hjálpa flóttafólkum at fóta sær í nýggju og øðrvísi tilveruni í Føroyum.
HEILSUSIMULATOR