2 minute read

TAK SKEIÐINI TÁ TÚ ERT HEIMA

Vit hava nýggjastu tøknina

Siglir tú úti ella heima er tað ómakaleyst at taka skeiðið hjá okkum. Vinnuháskúlin hevur í 130 ár útbúgvið tey bestu av teimum bestu.

Vit Bj A Ll Skei

 BRM-skeið  ERM-skeið

 ECDIS-skeið  Tecdis-skeið

 GOC-skeið  Heilsu-skeið

 DP-skeið

 Eldsløkkingar-skeið

 ARPA-skeið

 Trygdar-skeið

 SSO-skeið  Stroppa-skeið

… og nógv onnur skeið

Finn skeiðsyvirlit og tilmelding á www.skeid.vh.fo

Og flóttafólk búgva nú um allar Føroyar. Heilt úr Norð oyggjum og suður til Suðuroyar. Fleiri í Eysturoynni og rundan um miðstaðarøkið og Havnina. Og allastaðni er vælvildin stór, sigur Jóannes Eidesgaard.

Reyði Krossur er eisini farin undir nýtt átak, ið rópt verður vinafamiljur. Endamálið er at fáa sjálvboðin at støkka inn á gólvið hjá flóttafólkum, vera um tey og ganga teimum til handa. Hesum hevur stórur áhugi verið fyri millum sjálvbodnar føroyingar. Tað hevur ikki skortað hjálpsemi, og fíggjarliga hava føroyingar eisini stuðlað væl, vísir Jóannes Eidesgaard á.

Í vár skipaði Reyði Krossur fyri stórari stuðulskonsert í Hoyvík, ið gav góðar níggju milliónir krónur. Eitt bragd, heldur formaðurin, tí tiltakið var talandi dømi um, at føroyingar fegnir hjálpa.

Hugskotið til stuðulskonsertina átti Georg Eystan Á, sum andaðist nakað eftir. Tað var hann, ið ringdi til formannin í Reyða Krossi og segði, at tónleikarar høvdu tosað saman og fegnir vildu lata eitt íkast til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, flóttafólkum at frama.

R M Fyri Fleiri

Í løtuni eru næstan 60 flóttafólk skrásett í Føroyum. Lógin, sum varð samtykt á Føroya Løgtingi í vár, heimilar 200 flóttafólk. Tí er framvegis pláss fyri fleiri, og tað er ikki óhugsandi, at Føroyar fara at hýsa fleiri flóttafólkum enn teimum, sum longu eru komin til landið, heldur Jóannes Eidesgaard.

Tað er ymiskt, hvussu flóttafólk eru fyri, tá ið tey koma hendavegin. Men formaðurin í Reyða Krossi heldur, at Føroyar eru til reiðar at taka ímóti. Ivi um tað hevur annars valdað í politisku skipanini við teirri grundgeving, at føroyingar ongar royndir hava við flóttafólkum, tíansheldur skipanir, ið lofta. Men tað er ein grundgeving, ið Reyði Krossur hevur víst frá sær.

– Tað er bara við at taka ímóti flóttafólkum, at vit fáa neyðugu royndirnar, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann er sannførdur um, at ivin er ógrundaður, og at politiska skipanin ikki longur fer at drála í málum um flóttafólk. Tað er hann, tí tað er vorðin púra sjálvsagdur partur av tilvitskuni hjá føroyskum politikarum at hugsa um Føroyar sum skjól hjá flóttafólki, sigur hann.

Jóannes Eidesgaard slær fast, at Reyði Krossur er altíð til reiðar at veita hjálp, um og tá ið á stendur. Tað er felagsskapurin uttan mun til, hvør hevur hjálpina fyri neyðini, og hvønn tjóðskap og politiskar ella átrúnaðarligar sannføringar, tann, ið líður, umboðar.

– Reyði Krossur setir altíð menniskjuna fremst. Tann, ið líður, skal eina og hvørja tíð rokna við hjálp frá Reyða Krossi, sigur Jóannes Eidesgaard.

Ein hjálp, ið Irina, Yurii og Oleg úr krígsherjaða Ukraina fegnast um at kenna fløvan av.

This article is from: