1 minute read

Edmund gevst í politikki: – AT STJÓRNA

Landi Num

Undir Kreppuni Sleit Mest

Fáur hevur eitt so langt og hendingaríkt lív í politikki aftan fyri seg sum sambandsmaðurin Edmund Joensen av Oyri. Men nú er liðugt, og hann gevst í politikki. At meta um avrikini og varðarnar, ið standa eftir hann, letur hann onnur um, men blúgvast ikki og ásannar, at tíðarskeiðið sum løgmaður undir sváru kreppuni í nítiárunum sleit mest. Eitt embæti, ið hann ongantíð ætlaði sær

– Kynstrið er at vera tú sjálvur og varðveita bæði beinini á jørðini, sigur hann lítillátin og við eyðmjúkari rødd.

Hann hyggur djúpt í eyguni, brosar blídliga og heilsar við føstum lógvataki.

Tað merkist, at orðini hava tyngd og eru ikki tikin úr leysum lofti. Hann meinar tað.

– Um tú ert í eygnahædd, ikki hevjar teg upp um onnur og minnist til, at tú skalt tæna fólkinum, kanst tú røkka langt sum politikari, sigur hann.

Og víða hevur hann verið um í sínum langa politiska lívi. Hann hevur sæð hálvan heimin, hevur vitjað í Hvítu húsunum í Washington og sat á sinni til háborðs í russiska undirhúsinum Dumuni í Kreml. Hann hevur sæð, hvussu fólkið livir í baltisku londunum, í Miðeystri og í Afrika. Og so hevur hann røkt at kalla øll politisk embæti av týdningi. Hann var løgmaður undir sváru kreppuni í nítiárunum. Hann var løgtingsformaður í seks ár, frá 2002 til 2008. Og hann hevur í fleiri umførum vunnið fólksins tokka og álit og er valdur á løgting og á fólkating umboðandi Sambandsflokkin. Og so er hann riddari og kommandørur av Dannebrog.

Hann hevur við øðrum orðum javnan ferðast á teimum bonaðu gólvunum og eftir teirri reyðu langmottuni, men hevur ongantíð gloymt grundvøllin. Upphavið, røturnar og fólkið.

Nú er skeiðið runnið. Politiska yrkisleiðin er at enda komin. Edmund Joensen gevst í politikki, ið hevur verið stórur og týðandi partur av hansara tilveru í nærum ein mansaldur.

– Løtan er tann rætta og sjálvur at finna hurðina, sigur hann.

Royndi politikarin av Oyri leggur ikki í at leggja oyru til rósandi eftirmæli, tíansheldur at tosa um avrik og glæsiligar varðar, ið standa eftir hann. Ella hjartamálini, ið førd vórðu út í lívið. At Føroyar gjørdust eitt valdømi var eitt teirra. Hinvegin hevur hann einki ímóti at verða mintur sum politikarin, ið helt fast um virðini og klassisku dygdirnar um álit og trúskap í politiska arbeiðinum. Men eisini sum tann frælslynti politikarin, ið gjørdi mun hjá vanligum fólki og minnilutabólkum í samfelagnum og atkvøddi fyri javnrættindum til samkynd.

– Tað er skyldan hjá politikarum at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt hjá øllum borgarum í samfelagnum og verja minnilutabólkar. Tí havi eg altíð verið sannførdur um mína støðu í sokallaðum etiskum málum, ið eiga at verða latin tingfólki at atkvøða um eftir egnari sannføring, sigur hann og stuðlar eisini rættinum hjá kvinnuni í spurninginum um fosturtøku.

This article is from: