7 minute read

Gráa posan kennir tú, ha?

Hann hevur verið hjá okkum í nógv ár, og hann er rættiliga trúfastur, tí hann sigur ja takk til alt tað vanliga ruskið, og nei takk til t.d. fløskur, battaríir, elektronikk, reint papp og pappír.

Grái posin er annars lítið krevjandi, og tí mást tú taka tær væl av honum.

Hann skal hava sítt egna stativ uttanfyri, og so mást tú eisini minnast til at binda fyri allar teir smærru posarnar, sum tú letur í hann, soleiðis at onki fýkur úr honum og út í náttúruna.

Hann skal ikki viga meira enn 20 kilo, og so mást tú sjálvandi eisini minnast til, at onki spískt má latast beinleiðis í gráa posan, men pakkast væl inn, so at ruskinnsavnarin ikki sker seg.

Soleiðis skilja vit gráa posan. Og tað er jú skilagott at skilja.

L Gma Ur Sv Rastu Krepput

Edmund Joensen hevur eitt langt politiskt lív aftan fyri seg. Hann hevði longu verið virkin í kommunalpolitikki og sitið í Sunda bygdaráði í næstan tíggju ár, tá ið hann fyrstu ferð varð valdur á Føroya løgting á valinum í 1988.

Hann var løgmaður í tveimum samgongum truplu kreppuárini frá 1994 til 1998. Fyrra samgongan slitnaði, tann seinna helt valskeiðið út. Talan var um eitt ógvuliga baldrut tíðarskeið við stórum politiskum og samfelagsligum rembingum.

Men hann ætlaði sær ongantíð at gerast løgmaður.

Hann var formaður í Sambandsflokkinum og tí í uppskoti. Men hann helt, at embætið sum løgmaður kravdi hægri akademiska útbúgving, og eina slíka hevði hann ikki. Hann hevði royndir úr vinnuligum virksemi og var stjóri og nevnd- arformaður í skelja- og rækjuvirkinum O. C. Joensen á Oyri. Hann var eisini í bæði starvs- og umboðsmannanevndini fyri Føroya Fiskasølu og hevði tí nóg mikið at síggja til og fara frá, skuldi hann gerast løgmaður. Tí peikaði hann á Bjørn á Heygum, advokat og táverandi tingmann fyri Sambandsflokkin, og Lisbeth L. Petersen, sum tá var borgarstjóri í Havn, men bæði bóru seg undan.

– Tá ið eg hyggi í bakspegilin, skilji eg ómetaliga væl, hví hvørgin teirra tók av, tí tað var ein ógvuliga stór byrða og krevjandi uppgáva at taka á seg júst tá. Samfelagið lá í andaleypi og var stutt frammanundan farið á húsagang. Føroyar vóru eitt trotabúgv, og eingin vildi vera løgmaður. Tí endaði bólturin aftur í mínum føvningi, tá ið samgonga skuldi skipast, sigur Edmund Joensen.

Hann heldur, at tíðarskeiðið sum løgmaður var spennandi, men mest av øllum krevjandi og møtimikið, tí føroyska samfelagið var hart rakt. Kreppa var allastaðni og alla tíðina á mannamunni. Bankakreppa, búskaparkreppa, samfelagskreppa. Stutt sagt bara kreppa. Arbeiðsloysið var metstórt. Næstan fjórði hvør føroyingur var uttan arbeiði, tá ið ringast stóð til, og fólk fluttu í stórum tali av landinum. Uppgávan at endurreisa samfelagið var tí óvanliga stór. Neyðugt var við stórum strukturellum broytingum av tí kollveltandi slagnum. Føroyar fingu nýggja stýrisskipan við ráðharraábyrgd og nýggja umsiting við aðalráðum. Og landsstýrið vildi hava ein marknaðarstýrdan búskap. Landskassin skuldi gerast leysur av skipakeypum og veðhaldum, tí skuldin hevði hópað seg upp og var vorðin alt ov tyngjandi.

– Kanska var tað handils- og vinnulívsmaðurin í mær, men mangan hugsaði eg við mær sjálvum, at Føroyar um tað mundið vóru ein sera illa rikin fyritøka, sum hevði ábøtur fyri neyðini, sigur Edmund Joensen.

Tað var heldur ikki bara sum at siga tað at sita við ábyrgd, tí trýstið var stórt, minnist hann.

Í umsitingini var stór ónøgd, og fleiri mótmæltu, at starvsfólk skuldu flytast í onnur størv og til aðrar uppgávur. Og úti í samfelagnum var trýstið á politikararnar ikki minni. Fólk grótu, tí tey mistu arbeiðið og máttu flyta frá húsi og heimi og av landinum.

– Tað var ikki stuttligt og sera beiskt. Og við borð endan sat løgmaður og var noyddur at taka illa lýddar, men neyðugar avgerðir. Ikki fyri sína egnu skuld, men fyri samfelagið, sigur Edmund Joensen.

Hann viðgongur, at tíðarskeiðið sum løgmaður hevur slitið mest í hansara tíð í politikki.

– Tað var ein ógvuliga hørð tíð, og keðiligt var tað eisini, at tað rak so hart á familjuna. Ofta var almenna orðaskiftið hvast, og stundum fall onkur óvirðilig viðmerking. Tað vildi eg fegin verið fyri uttan, tí familjan eigur altíð at verða hildin uttan fyri politiska lívið. Tað var ikki júst sakin at vera kona og børn løgmans undir sváru kreppuni í nítiárunum, sigur hann.

Betri Enn S Tt V Naliga Umd Mi

Tað verður stundum tikið til, at politikkur er eitt skitið spæl, har allar hugsandi og óhugsandi snildir verða nýttar til tess at tryggja sær sess og sleppa fram at valdinum.

Uttan fyri politiska vígvøllin verður eisini neyvt fylgt við gongdini. Fjølmiðlarnir, ella fjórða statsvaldið, gera sítt ítasta til tess at halda politikarum í oyruni og til svars, og undirhaldsídnaðurin hevur eisini dugað at umskapa politikk til stórsligið drama. Millum kendastu sjónvarpsrøðirnar er amerikanska ‚House of Cards‘. Men eisini um okkara leiðir er politikkur gjørdur til drama á skíggjanum. ‚Borgen‘ hevur verið vælumtókt drama í donskum sjónvarpi, og íblásturin er danskur innan- og uttanríkispolitikkur og dagliga lívið á Christiansborg og tað, sum annars fer fram aftan fyri politisku leiktjøldini. Ein veruleiki, sum Edmund Joensen kennir ógvuliga væl eftir nógv ár sum limur í danska fólkatinginum, men eisini úr heimliga umhvørvinum og úr føroyskum politikki.

Men samsvar er ikki heilt millum drama og politikk, millum fiktión og veruleika, heldur hann.

– Soleiðis havi eg ikki upplivað tað. Politikkur er betri enn sítt vánaliga umdømi. Politikkur snýr seg sjálvsagt um at vinna valdið til tess at føra politisku ynskini út í lívið. Tað er rætt, at ósemjurnar stundum eru stórar og kunnu skapa tvørligar støður. Men tá ið tað er sagt, orðaskiftið endað og myndatólini í tingsalinum sløkt, er talan um vinskap og sunn og góð sambond, ið knýtt eru millum allar flokkar og politikarar, sigur Edmund Joensen.

Og tað hevur serligan týdning at fáa í lag góð sambond, skulu skilagóð úrslit spyrjast burturúr, sigur hann og vísir á, at ofta verða ósemjurnar mýktar undir óformellum samrøðum í hugnaligari samveru. Tað er ofta tá, at grundarsteinarnir verða lagdir til stórar politiskar avtalur, sigur hann.

– Øll politisk sambond og allar avtalur byggja fyrst og fremst á álit. Og júst tí havi eg altíð strembað eftir og gjørt mær stóran ómak at vera álitisvekjandi, tí politiska trúvirðið stendur og fellur við áliti, sigur Edmund Joensen.

Tað er eingin loyna, at tað er ein politikari við nógv um royndum og hollum innliti í bæði føroysk og donsk viðurskifti, sum nú gevst í politikki.

Edmund Joensen heldur, at tað er ov stórur munur á politiska arbeiðinum við Tinghúsvegin í Havn og við Slotsholmen í Keypmannahavn – á løgtingi og á fólkatingi. Politisku skipanirnar í Føroyum og í Danmark minna annars nógv um hvørja aðra, men á ávísum økjum eru danir frammanfyri og føroyingar eftirbátar, serliga tá ið um politiskt støðufesti viðvíkur. Orsøkina heldur

Edmund Joensen vera at finna í siðvenjuni og arbeiðinum at gera breiðar semjur tvørtur um bæði floksmørk og valskeið.

– Danir hava eina langa siðvenju við minnilutastjórnum og duga betur enn vit føroyingar politiska handverkið og kynstrið at gera breiðar langtíðarsemjur tvørtur um miðjuna. Tann siðvenjan hevur ikki rættiliga fest røtur í Føroyum enn, og tað er stórt spell, tí tað ger politisku skipanina óstøðuga og grundvøllin og raksturin av samfelagnum ótryggari, sigur Edmund Joensen.

Hann vísir eisini á aðrar munir og heldur, at føroyingar áttu at tikið donsku siðvenjuna við at kalla ráðharrarnar oftari í samráð meiri til sín. Tað hevði tryggjað størri opinleika og gjøgnumskygni og hildið ráðharrarnar til svars fyri bæði tingi, landi og fólki, sigur hann.

Framt In Gr Ursett

Politikkur hevur verið trúfastur fylgisveinur og týðandi partur av tilveruni hjá Edmundi Joensen.

Sjálvur samanber hann politisku yrkisleiðina við eitt goysandi eldfjall, tí so spennandi og hendingaríkt hevur lívið sum politikari verið, heldur hann.

Men nú er liðugt. Politikkurin er lagdur á hillina. Sorgblítt er at siga farvæl, men avgerðin er tikin, og hon er endalig, slær hann fast.

– Eg angri einki, iðri meg um okkurt, men um eg sjálvur skal siga tað, er bara væl komið burturúr, sigur hann.

Eftirmælið og dómin yvir politisku avrikini hugsar hann tó ikki stórvegis um. Tað hevur størri týdning at vita við seg sjálvan, hvat endamálið var, heldur hann.

– Eg havi eftir bestu sannføring og eftir besta førimuni roynt at tæna landi og fólki, um tað so hevur verið í landsstýri, á løgtingi ella á fólkatingi, sigur hann.

Edmund Joensen er farin væl um pensjónsaldur, men hevur ongar ætlanir um at gevast á hondum, hóast hann nú leggur politikkin frá sær. Virkishugurin er framvegis stórur, og vinnulívsmaðurin fornoktar seg ikki. Hann tosar um stórar dreymar og ætlanir um alt frá aling av sílum og laksi til varandi orkukeldur, men enn eru verkætlanirnar ikki so ítøkiligar. Tað er frítíðarítrivið afturímóti.

Í nógv ár hava Edmund og konan Edfríð fríðkað um umhvørvið við húsini á Oyrarbakkavegi. Plantað eru trø, og fleiri eru væntandi. Tilsamans skulu plantast trø, ið svara til 13 traðir. Onkur hevur kallað vøkru náttúru- og frítíðarlundina fyri Edmundslund. Sjálvur hevur hann annað uppskot: Central Park. Við tilsiping til staðsetingina, ið er satt knútapunkt skamt frá brúnni um Streymin.

– Hvør veit. Um hálvthundrað ár verður Central Park kanska miðdepil í einum lítlum, fittum býi við Sundalagið, sigur hann við einum brosi.

Politiskt er tíðarskeiðið hjá Edmundi Joensen runnið. Nú annað koma skal.

Navn: Edmund Esbern Johannes Joensen

Føddur: 19. september 1944 á Oyri

Hjúnafelagi: Edfríð, fødd Johannesen

Flokkur: Sambandsflokkurin

Formaður Sambandsflokins: 1990–2001

Valdur fyrstu ferð á Føroya løgting: 1988

Løgmaður: 1994–1998

Løgtingsformaður: 2002–2008

Valdur fyrstu ferð á fólkating: 1994 (hevði varamann fyri seg, meðan hann var løgmaður)

Limur í Sunda bygdaráði: 1970–1980

Onnur álitisstørv: Stjóri hjá O. C. Joensen á Oyri og limur í nevnd og umboðsmannanevnd Føroya Fiskasølu

Name: Edmund Esbern

Johannes Joensen

Date of birth: 19th September 1944 in Oyrar

Spouse: Edfríð, nee Johannesen

Political Party: Sambandsflokkurin – The Union Party

Party Chair of Sambandsflokkurin: 1990–2001

First elected to the Faroese Parliament: 1988

Prime Minister: 1994–1998

Speaker of the House: 2002–2008

First elected to the Danish Parliament: 1994 (an alternate took his parliamentary seat while he served as Prime Minister)

Member of Sunda Village Council: 1970–1980

Other posts: Director of O. C. Joensen in Oyrar and Board member of Føroya Fiskasøla

This article is from: