2 minute read

Framtíðina eiga tey, SUM DROYMA STÓRT

Um smá tvey ár verða Føroyar og Atlantic Airways Aviation Academy miðdepil fyri framkomnum tyrlusimulatorvenjingum við einum spildurnýggjum Reality H Full Flight simulatori. – Hetta er eitt risa framstig samanborið við allar teir simulatorarnar, sum eru tøkir hjá okkum at venja við í dag, sigur Hans Erik Jakobsen, sum er tyrluovasti í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways og høvuðsstigtakari til nýggja simulatorin

Fyrstu tankarnir og dreymurin um ein tyrlusimulator í Føroyum eru einki nýtt fyri Hans Erik Jakobsen, leiðara í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways. Í smá 30 ár hevur hann starvast í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways, og longu í 1994 fóru tyrluskipararnir hjá føroysku tyrlutænastuni undir at venja í simulatori í Texas í USA. Hetta var langt áðrenn, tað gjørdist myndugleikakrav um regluligar simulatorvenjingar.

– Vit vandu í simulatori í Dallas Fort Worth í Texas í nógv ár. Og har funnu vit út av, hvussu stóran týdning hesar venjingar hava fyri okkara vitan og kynstur sum tyrluskiparar. Har bar til at verða settur í støður við ymiskum feilum, sum annars ikki bar til at venja í tyrluni, greiðir Hans Erik Jakobsen frá.

– Tá ið tú venur í simulatori, er ongin vandi til staðar, og tað ber til at trýsta á ‘reset’ og royna umaftur. Soleiðis bar til hjá okkum at gerast dugnaligir til at klára okkum í umstøðum, sum vit annars ikki høvdu klárað okkum í, og sum frá leið, vil eg siga, at vit gjørdust eisini rættiliga dugnaligir.

Hans Erik Jakobsen, tyrluovasti í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/ KVF

Kt Trygd

Fyrr varð tað ikki kravt, at tyrluflogskiparar skuldu venja í simulatori. Og tyrluskipararnir hjá Atlantic Airways eru millum teir fyrstu, ið fóru at venja regluliga í simulatori.

– Vit máttu viðurkenna, at bæði trygd og vitan gjørdust so nógv betri við at venja í simulatori, og tí varð avgerð tikin um at fara í simulator eina ferð um árið. Tað var ikki fyrr enn seinni, at krav kom um, at tyrluskiparar skuldu brúka simulator. Fyrst eina ferð um árið og síðani tvær ferðir um árið, sum tað er nú.

Hans Erik Jakobsen vísir á, at kravið um simulatorvenjingar hevur havt við sær, at talið á vanlukkum við tyrlu, sum annars var sera stórt, er minkað munandi.

– Hetta kemst heilt víst av, at tað í simulatorinum er gjørligt at venja vandastøður, sum tú ikki kundi venja fyrr. Og soleiðis hevur nýtslan av simulatori økt um trygdina; bæði yvirhøvur, tá ið talan er um flúgving, og serliga í tyrluflúgving.

So hvørt sum árini gingu, og tyrluskipararnir vóru oftari og oftari í USA og vandu, fór tankin at spøkja, um tað ikki mundi bera til at fáa ein simulator til Føroya.

– Í fyrstuni vóru tað bara tankar. Tá ið vit góvust at brúka simulatorin í USA í 2015/16, gjørdu vit av at fara frá at keypa stórar venjingarpakkar við undirvísing og lærarum sum partur av simulatorvenjingini, til sjálvir at standa fyri allari venjing. So vit gjørdu avtalu við Gulf Helicopters í Doha í Qatar um at leiga teirra simulator, har vit sjálvir vandu okkara egnu fólk og tóku royndir, sigur Hans Erik.

This article is from: