5 minute read

Eitt felag vit eiga í felag

Tey fyrstu fólkini, sum settu búgv í Føroyum, byrjaðu á berum. Skjótt ásannaðu tey, at á hesum berligu klettum er slett ikki liviligt. Skuldu tey liva her, máttu tey halda saman. Í tann mun er hesin demokratiski hugsanarhátturin ikki innførdur, men heldur innføddur, tí hann býr so mikið djúpt í okkum føroyingum. Samanhaldið er grundarlagið undir okkara samfelagi.

Og hetta samanhaldið liggur eisini til grund fyri Betri samtakinum. Tí Betri er skipað soleiðis, at tryggingartakararnir velja, hvør situr í Umboðsráðnum – og tey, sum sita har, velja so, hvør stýrir Betri. Tí siga vit, at Betri er eitt felag, vit eiga í felag. Soleiðis var tað frá fyrsta degi, og soleiðis fer tað altíð at vera.

Atlantic Airways Aviation Academy

REALITY H FULL FLIGHT SIMULATOR – VEITARI: Thales

SIMULATORURIN

VERÐUR GJØRDUR TIL:

6,4 t, 6,8 t og 7,0 t

ÚTGERÐ:

– Hoist

Auto hover (automatiskar inn- og útflúgvingar til leitistøð)

N-vis (night vision)

MOT (Mark on Target)

Automatisk leitimynstur – FLIR (Forward Looking Infrared System.)

VERÐUR EFTIR ÆTLAN KLÁRUR:

1. ársfjórðing 2024

STAÐSETING: Sørvágur

Flogsk Li

Tað var annars longu í 2005, at tyrlutænastan setti ein flogskúla á stovn til at læra nýggjar skiparar at brúka tyrlurnar umframt at halda teirra flúgving við líka og endurnýggja sertifikat. Talan er um ein sokallaðan TRTO-skúla – Typerating Training Organisation. Í 2010 varð skúlin víðkaður til eisini at fevna um flogfør, og tað merkir, at síðani 2005 og 2010 hevur Atlantic Airways útbúgvið síni egnu fólk. Eisini varð farið frá at brúka útlendskar undirvísarar, og nú brúkar

Atlantic Airways bert síni egnu fólk sum undirvísarar og próvdómarar.

– So tankin um at fáa okkara egna simulator hevur verið til í langa tíð, og hann hevur ment seg so líðandi. Vit hava allar tær viðkomandi royndirnar. Í 2001 yvirtóku vit leiting og bjarging, vit hava nógvar royndir í frálandavinnuni bæði í Føroy um og Evropa, umframt alla flúgvingina, sum vit hava her í Føroyum til útoyggjar. Vit eru ein vælgrundað heild og ein av teimum fáu tyrluoperatørunum, sum hava verið til í skjótt 30 ár, sigur Hans Erik Jakobsen og vísir á, at tað eru sera fáir tyrluoperatørar, ið hava verið til samanhangandi í so nógv ár.

– Um tú so hugsar um hesa heildina, so er tað ógvuliga natúrligt, at vit við okkara royndum, vitan og skúla eisini fáa okkara egna simulator. Eg vildi sagt, at tað er eitt natúrligt ynski og eitt rætt stig á vegnum í menningini, at vit taka venjingina heim til Føroya heldur enn at reika runt í USA, Mið eystri og Evropa.

DREYMURIN GERST VERULEIKI

Í løtuni eru umleið seks simulatorar, sum tyrlumanningin í tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways hevur atgongd til.

– Eg hugsaði leingi um, hvussu vit skuldu fáa hendan kamelin gjøgnum nálareygað, tí øll verkætlanin tilsamans kostar meira enn ein nýggj tyrla. Men ein dagin, tá ið eg sat í Doha, kom eg til ta niðurstøðu, at um tað skal vera, so skal tað vera nú. So eg ringdi til Jóhonnu (á Bergi, red.) og segði, at vit skuldu keypa okkara egna simulator, minnist tyrluskiparin.

– Jóhanna fór at flenna. Og so minnist eg, at hon segði, at ‚framtíðina eiga tey, sum hugsa stórt‘ og lovaði at venda aftur. Sjálvur hugsaði eg, at hetta fer ongantíð at ganga, men so havi eg um ikki annað roynt. Hetta er jú ein risa teknologisk verkætlan, og tað er tað fyri eina og hvørja fyritøku, sum skal í holt við at fáa sín egna simulator. Eg vil fara so langt sum at siga, at hetta er eitt tað størsta teknologiska frambrotið í Føroyum yvirhøvur.

Tíðin gongur, og brádliga fær Hans Erik boð um at møta til ein nevndarfund, har hann skal greiða frá simulatorverkætlanini.

– Tað gekk væl, men so kom koronufarsóttin, og alt steðgaði upp. Men eg royndi at halda lív í verkætlanini við at tosa bæði við leiðslu og veitararnar minst eina ferð um vikuna. Tá ið heimurin so læt upp aftur, gekk brádliga skjótt. Nevndin gav grønt ljós, og nú eiga vit verkætlanina, sigur Hans Erik fegin.

Tað eru nógv umfatandi samstørv, ið skulu til, tá ið tú fert undir eina slíka verkætlan. Fyrst og fremst við veitaran, sum í hesum førinum er franska fyritøkan Thales. Harafturat koma samstørv við Sørvágs kommunu, har simulatorurin skal standa, loftferðslumyndugleikar og onnur, ið eru við.

– Thales hevur verið og gjørt ymiskar kanningar í Føroyum. Millum annað hava vit gjørt ymsar flúgvingar, og tey hava verið ógvuliga hugtikin av tí, sum vit duga her. Av tí at fyritøkan liggur í Evropa, arbeiðir hon undir somu myndugleikum og myndugleikakrøvum, sum vit gera, sum er EASA – evropeiski loftferðslumyndugleikin. Tað ger arbeiðsumstøðurnar nógv lættari, tá ið talan er um loyvir, sertifisering og annað.

– Harafturat er Thales eyðkent fyri at hava sera framkomnar simulatorar samanborið við aðrar veitarar. Talan er um serstakliga væl skikkað fólk, sum eru fyrikomandi, niðri á jørðini og løtt at arbeiða saman við. Vit kannaðu sjálvsagt fleiri onnur sløg av simulatori, men Thales hevði tann besta.

Simulatorurin, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at fáa, er tann fyrsti av sínum slagi, og hann er gjørdur til nýggjasta slagið av AW139 tyrlum, sum er tyrluslagið, sum tyrlutænastan brúkar.

– Okkara simulatorur er gjørdur til allar tríggjar útgávurnar av AW139 tyrlum, sum eru til í dag. Sum er nú, so finnast bara simulatorar til eitt av sløgunum. Umframt hetta, so er hann eisini gjørdur til SAR, search and rescue, og HEMS, sum stendur fyri Helicopter Emergency Medical Service, greiðir tyrluovastin frá.

Tað merkir millum annað, at simulatorurin fer at hava eina kabinu til tyrluskipararnar umframt eina kabinu, har bjargarar kunnu vera við í venjingini og venja við Virtual Reality brillum, har teir fáa somu mynd sum flogskipararnir og sostatt kunnu venja bjargingarvenjingar.

– Hetta er eitt risa framstig samanborið við allar teir simulatorarnar, sum eru tøkir hjá okkum at venja við í dag. Við hesum simulatorinum hava tyrlufeløg aðrastaðni, sum eisini fáast við leiting og bjarging, eitt stað, har tað ber til at venja.

Sum støðan er í dag, eru AW139 tyrlurnar eitt tað best umtókta slagið av tyrlum í heiminum, og tí er tað eisini eitt tað mest framleidda tyrluslagið yvirhøvur. Tað vil siga, at tað eru umleið 9000 tyrluskiparar til teir 12 tøku simulatorarnar, sum finnast kring knøttin í løtuni. Og talið á tyrluskiparum veksur skjótt; skjótari enn tað tekur at byggja fleiri simulatorar.

– Vinnugrundarlagið fyri hesum simulatorinum er sostatt sera stórt, og tað fara at koma tyrluskiparar og bjargarar úr øllum heiminum til Føroya at venja. Nógvar tyrlutænastur uttanlands bjóða eisini venjingarpartin út, tí tey hava ikki flogskúla eins og vit. Har kunnu vit, tá ið tyrlusimulatorurin verður klárur, bjóða upp á venjingarpartin hjá øðrum feløgum, vísir Hans Erik á.

Verkætlanin er nú av álvara farin av bakkastokki, og sambært tíðarætlanini skulu simulatorurin og kringumstøðurnar verða klár fyrsta ársfjórðing í 2024. Simulatorurin fer at verða staðsettur oman fyri Hotel Vágar, á ídnaðarøkinum oman móti Sørvági.

Hans Erik dylur ikki fyri, at tað liggur nógv hart arbeiði aftan fyri verkætlanina, og uttan góðar starvsfelagar og eina visionera leiðslu, sum hann tekur til, hevði ikki borið á mál.

– Vit høvdu ikki verið komin so langt uttan ta ótrúligu hjálp, sum eg havi fingið frá mínum starvsfeløgum. Teir hava traðkað til hvørja ferð, tað hevur verið neyðugt, hjálpt við tekniskari ráðgeving, skriving og nógvum øðrum. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at vit raktu røttu løtuna við Jóhonnu og Niels (á Bergi og Mortensen, red.), sum bæði skilja eina góða business case, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways, og leggur at enda afturat:

– Um eg skal vera heilt erligur, so helt eg, at hendan verkætlanin var at droyma ómøguliga dreymin – men so ikki allíkavæl, tí hví skulu vit ikki hava ein simulator í Føroyum? Tað er helst onkur, sum heldur, at eg eri ørur í høvdinum. Men tað bilar onki. Vit hava eina av heimsins bestu tyrlutænastum. Ikki er hon stór, men hon er góð.

This article is from: