Atlantic Airways kemur heim

Page 1

Okkara n媒ggja k贸s

Atlantic Airways kemur heim...


Vælkomin til nýggja Atlantic Airways - serliga ætlað føroyingum

Frá altjóða ætlanum til nærøkis marknaðarmenning

Eg eri errin av okkara nýggju kós. Nýggja strategiin prógvar, at tað var rætt at fara undir hesa tilgongd. Frameftir leggja vit enn størri dent á Føroyar og tørvin hjá føroyingum og føroyska vinnulívinum. Vit vilja gera tað bíligari, einfaldari og lættari at ferðast til Danmarkar, til arbeiðis uttanlands og at njóta frítíðina. Samstundis fáa vit eitt trygt og álítandi rutunet, sum dregur heimin nærri at Føroyum. Nógv av hesum verður gjørligt, tí vit nú fara burtur frá altjóða leiguflúgving við eyka flogførum. Niels Mortensen Nevndarformaður

Atlantic Airways - leiðin frameftir Arbeiðsgongdin við nýggju ætlanini hevur verið ein lærurík uppliving. Ikki bara fyri meg, men fyri okkum øll, sum hava arbeitt við henni. Eg eri sannførdur um, at úrslitini og tey mongu átøkini, ið liggja fyri framman, fara at skapa eina ímynd av einum nýggjum og opnari Atlantic Airways - eitt felag, sum lurtar meira, og áhaldandi lagar seg eftir tørvinum í samfelagnum. Ætlaða tillagingin av ferðaseðlum, flota og virkisbygnaði - og menningin av NORÐrutunum - fer at økja okkara møguleikar at tæna øllum føroyingum. Við ”Strategi 2018” er støðið lagt til, at Atlantic Airways tekur næsta stigið sum loftbrúgv føroyinga og verður ein enn meira týðandi partur av føroyska samfelagnum. Jørgen Holme Forstjóri

Okkara nýggja ætlan er tann rætta fyri Atlantic Airways. Ikki bara styrkja vit støðu okkara í Føroyum og í grannalondunum, men vit vilja eisini leggja stóran dent á, at vit hava royndar og dugnaligar flogskiparar og føroysk flogtænastufólk umborð. Tá vit í 2015 byrja at flúgva við einum øðrum slagi av flogfari, sum skal flúgva á NORÐrutunum, koma allar okkara royndir og førleikar okkara kundum til góðar. Vit verða framhaldandi fremst við nýggjari tøkni, sum kann økja reglusemið og effektivitetin.

”Strategi-2018” er rætta leiðin fyri Atlantic Airways. Uttan mun til tær broytingar henda ætlan hevur við sær, so hevur tað alla tíðina verið okkara fleksibilitetur, vilji og evni at tæna okkara kundum, sum hava lagt lunnar undir eitt føroyskt flogfelag. Hetta halda vit fast um. Talan er um grundvirði okkara , sum ikki bara endurspeglast í tænastunum, men eisini í øllum arbeiðinum á teknisku deild og øllum tí, sum endar á mínum borði. William Smith Tekniskur leiðari

Sámal P. Danielsen Flogovasti Góða kundaupplivingin verður miðdepilin í okkara menning. Hjá okkum skalt tú altíð kenna teg vælkomnan umborð. Men vit vilja eisini gera upplivingina betri, við tað at øll avgreiðsla verður lættari, einfaldari og smidligari. Nýggju ferðaseðlarnir merkja ikki, at vit fara at gera okkum minni ómak - tvørturímóti! Annika Jespersen Flogtænastuovasti


Nýggja ætlanin fram móti 2018 Frá altjóða ætlanum til nærøkis marknaðarmenning VIT SIGA ALTJÓÐA LEIGUFLÚGVINGINI FARVÆL SUM VAKSTRARØKI VIT GERA TAÐ BÍLIGARI, LÆTTARI OG EINFALDARI

VIT STYRKJA KUNDAUPPLIVINGINA Í ØLLUM LIÐUM

Vit verða eitt føroyskt rutufelag og eitt alment partafelag. Vit steðga altjóða leiguflúgving við eyka flogførum. Vit ynskja at bjóða føroyskum vinnulívi og felagsskapum leiguflúgving.

Vit gera tað bíligari at ferðast - fleiri bíligar ferðaseðlar á Danmarkar-rutunum. Vit gera ferðaseðlarnar einfaldari og treytirnar lættari at skilja.

Atlantic Airways kemur heim...

02

Vit bjóða trý nýggj sløg av ferðaseðlum: 799, TÍÐLIGA og ALTÍÐ.

Vit vilja betra upplivingina, bæði undan fráferð, umborð og eftir flúgving. Vit koma nærri - við tær sum kunda í miðdeplinum.

03

Vit vilja framhaldandi skapa loysnir fyri bólkar við heilt serligum tørvi.

VIT GEVA TÆR EINA BETRI FERÐAÆTLAN, TÚ KANST LÍTA Á

Vit fara í 2015 at bjóða eina nýggja ferðaætlan, sum tú kanst líta á.

VIT BJÓÐA VINNULÍVINUM "NORÐ" SUM EIN VAKSTRARMØGULEIKA

Vit bjóða føroyskum vinnulívi vakstrarmøguleikar við NORÐrutunum.

NÝGGJ LIÐSKIPAN OG EINFALDARI BYGNAÐUR

01

Vit gera alla fyritøkuna til eitt virkið rutufelag.

04

Vit byggja framtíðar rutunetið upp í trimum: Danmark, NORÐ og SÓL.

Vit seta í verk títt og regluligt samband millum Føroyar, Noreg, Ísland og UK.

05

Vit fáa eitt betri hóskandi flogfar til hesar uppgávur.

Vit broyta virkisbygnaðin, soleiðis at føstu flogruturnar altíð verða raðfestar fremst. Vit fara at gera bygnaðin einfaldari, virknari og veita betri dygd.

NORD vi

hoskandi flogfari

06 Eyðgerð Flogterna


Nýggja Atlantic Airways

Tætt at tær og tínum tørvi

FÓLKIÐ

VINNULÍVIÐ

SAMFELAGIÐ

STARVSFÓLKIÐ

• Vit gera tað einfaldari og bíligari at ferðast. • Vit økja talið á fráferðum. • Vit geva tær fleiri frítíðarmøguleikar.

• Vit tryggja títt og regluligt samband við okkara grannalond. • Vit geva vinnulívinum betri vakstrarkor. • Vit bjóða føroyskum vinnulívi og felagsskapum leiguflúgving.

• Vit fara framhaldandi at menna loysnir til bólkar við heilt serligum tørvi. • Vit menna nýggj tilboð til frálandavinnuna kring okkum. • Vit vilja framhaldandi samstarva við Visit Faroe Islands um menningina av føroysku ferðavinnuni.

• Vit byrja tilgongdina við einum opnari og meira samskiftisvinaligum Atlantic Airways. • Vit gera eina nýggja leiðsluskipan, har styttri er millum leiðslu og starvsfólk. • Vit leggja dent á at styrkja støðuna hjá Atlantic Airways sum eitt gott og mennandi arbeiðspláss.

- tá tú skalt út í heim

- tá tú skalt til arbeiðis uttanlands

- tá tú skalt loysa eina samfelagsuppgávu

- tá tú starvast hjá Atlantic Airways


Atlantic Airways kemur heim... Vit siga altjóða leiguflúgving farvæl sum vakstrarøki

01

VIT BJÓÐA EINUM ÁLÍTANDI RUTUNETI Á HEIMAVØLLI VÆLKOMNUM Leiguflúgvingin hjá Atlantic Airways verður munandi broytt. Frá at miða eftir altjóða charterflúgving við eyka flogførum verða nú ístaðin avlopstímar seldir. Tað merkir, at rutuflúgvingin altíð verður raðfest fremst. Tað merkir samstundis, at vit nú veruliga fara eftir at gerast eitt føroyskt rutufelag við einum støðugum rutuneti, tú altíð kanst líta á. Føstu ruturnar koma altíð í fyrstu røð - tó megna vit samstundis at bjóða vinnu- og felagslívinum leiguferðir úr Føroyum.

Oddbjørg

Sølu- og tænastufólk


Bíligari, lættari og einfaldari

Í framtíðini verða trý sløg av ferðaseðlum: 799, TÍÐLIGA og ALTÍÐ.

02

799,TÍÐLIGA ALTÍÐ TAÐ SKAL VERA LÆTT

TAÐ SKAL VERA BÍLIGARI

TAÐ SKAL VERA EINFALT

TÚ SKALT LØNAST

Tað skal vera lætt at keypa, og tað skal vera lætt at finna okkara mongu nýggju ferðaseðlar. Tí hava vit gjørt LÁGPRÍSKALENDARAN á atlantic.fo.

Tað skal gerast bíligari at ferðast við okkum. Tí bjóða vit øllum, Vit hækka talið á allarbíligastu sum keypa í góðari tíð plássunum til 799-ferðaseðilin á rutunum millum Danmark og Føroyar.

Tað skal vera einfalt at skilja ferðaseðlarnar. Tí koma vit longu í heyst við nýggjum einføldum ferðaseðlum við treytum, sum eru lættari at skilja.

Tað skal loysa seg at flúgva ofta við okkum. Vit skulu brúka allar fyrimunir, sum eru í eini størri bonusskipan. Tí arbeiða vit við at menna og víðka samstarvið við EuroBonus fyri at kunna veita tær enn størri fyrimunir.

Her sært tú alla tíðina bíligastu ferðaseðlarnar á rutunum til Danmarkar, og tú kanst keypa bíligu ferðina beinleiðis á LÁGPRÍSKALENDARANUM.

20

á flestøllum flogferðum á Danmarkarrutunum.

Við hesum ferðaseðlinum kanst tú ferðast til Danmarkar ella koma heim fyri 799 krónur hvønn vegin - íroknað øll avgjøld.

Keypir tú TÍÐLIGA, kanst tú ferðast bíligari, tí tú keypir í góðari tíð. ALTÍÐ kostar meira, tí tú hevur tørv á eini smidligari skipan, har broytingar altíð kunnu gerast.

Bonusskipanin "Súlan" verður sum frá líður niðurløgd, men fyribils er hon galdandi sum vanligt.


Framtíðar ferðaseðilin

Frá klassum og køssum til tríggjar ferðaseðlar, ið eru lættir at skilja. Núverandi ferðaseðlaskipan

02

LOW

SEMI

FLEX

Komandi ferðaseðlaskipan

799,-

TÍÐLIGA

ALTÍÐ

Galdandi á beinleiðis rutunum millum Føroyar og Danmark

Galdandi á øllum rutum

Galdandi á øllum rutum

Skal keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð. Kann ikki broytast ella endurgjaldast. Prísurin er galdandi hvønn vegin, tá tú keypir á atlantic.fo. Við persónligari avgreiðslu um telefonina, við telduposti o.ø., verður eitt avgreiðslugjald á 165 kr. lagt oman á prísin.

KLÁRT NÚ !

Keyp bíligu ferðina á atlantic.fo longu nú. Tú kanst eisini keypa ferðaseðilin frá ferðaskrivstovunum móti møguligum avgreiðslugjaldi.

Kann ikki endurgjaldast Broytingargjald

KLÁRT TIL HEYSTAR

Kann endurgjaldast Einki broytingargjald

Gleð teg til heystar, tá hesir ferðaseðlarnir kunnu bíleggjast.

FINN 799 Í NÝGGJA LÁGPRÍSKALENDARANUM

Við nýggja lágprískalendaranum er tað bæði lætt at finna og keypa bíligu ferðaseðlarnar. Teir skulu keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð, so ver í góðari tíð. Hinvegin er útboðið stórt, og til ber at keypa eitt heilt ár fram. Prísurin er fyri hvønn vegin, og ferðaseðilin kann ikki broytast ella endurgjaldast.


Vit koma nærri at tær Vit styrkja kundaupplivingina í øllum liðum

03 Birita,

Sølu- og tænastufólk

Petra

Charterstarvsfólk

Rúni

Flogskipari

Sulamith, Flogterna

Í EYGNAHÆDD VIÐ OKKARA KUNDAR Ert tú ávegis at vitja familju, at halda frí ella á arbeiðsferð, so avgreiða vit ferðina skjótt og lætt. Vit varðveita okkara góðu føroysku tænastu umborð, og vit víðarimenna hana til eisini at fevna um tíðina undan ferðini og eftir ferðina. Fyri okkum er henda tænasta ein partur av okkara samleika. Tað snýr seg um blíð og smílandi starvsfólk, smidleika í truplum støðum og ikki at gera mun á fólki, hvørki undan fráferð, umborð ella eftir ferðina.

UNDAN FRÁFERÐ

UMBORÐ

EFTIR FLOGFERÐ

”Hjá okkum byrjar ferðin, áðrenn vit fara á flog"

”Hjá okkum skalt tú kenna teg væl og heima"

”Vit vilja gera tína næstu ferð enn betri"

Okkara skipan:

Okkara skipan:

Okkara skipan:

• Trygdin er í hásæti. • Lætt, einfalt og atkomiligt hjá øllum. • Støðug upplýsing í øllum miðlum.

• Føroyskt huglag og gestablídni. • Matur og drekka er íroknað prísin. • Øll sita væl.

• Lati tit okkum hoyra um tykkara upplivingar. • Bílegg næstu ferðina frá okkum. • Vinn tær stig - ella bílegg eina bonusferð.


Nýggj ferðaætlan, tú kanst líta á Í 2015 bjóða vit eina nýggja og enn betri ferðaætlan

04

SMALL

Airbus A319

KEYPMANNAHAVN BILLUND AALBORG

JAN

JULI

DES

JULI

DES

JULI

DES

NORÐ

Airbus A319

JAN

Jákup

Flogskipari

SÓL JAN

KOMANDI RUTUNETIÐ BÝUR

FLOGFAR

SUMMAR

VETUR

KEYPMANNAHAVN Airbus A319

3x dagliga

2x dagliga

BILLUND

Airbus A319

5x um vikuna

um CPH*

AALBORG

Airbus A319

2x um vikuna

um CPH*

NORÐ

SMALL

5x um vikuna

5x um vikuna

BARCELONA

Airbus A319

1x um vikuna

MALLORCA

Airbus A319

1x um vikuna

*) Um veturin kanst tú flúgva um Keypmannahavn og við SAS til Billund, Århus og Aalborg fyri sama prís.

ÁRSINS GONGD Í ATLANTIC AIRWAYS Gongdin gjøgnum árið vísir, at vit hava úr at gera í summarmánaðunum, men minni um veturin, undantikið skúlafrítíðirnar og jólafrítíðina, tá mong ferðast til Føroya og úr Føroyum. Tað kostar sera nógv at hava eitt flogfar standandi, og tí velja vit at selja avlopstímarnar til leiguflúgving um veturin, tá vit hava minni at gera. Á hendan hátt kunnu vit bjóða eitt rutunet, tú kanst líta á, fleiri bíligar ferðaseðlar, men eisini eitt rutunet, sum er fíggjarliga burðardygt.


NORÐ við hóskandi flogfari

Vit bjóða vinnulívinum NORÐ sum ein vakstrarmøguleika.

05

TÍTT OG REGLULIGT SAMBAND VIÐ OKKARA GRANNALOND - NÆRØKISMENNING Sum ein týðandi part av okkara rutuneti og eina berandi eind í okkara nýggju strategi, byrja vit at flúgva NORÐ longu í heyst. NORÐ er ein menning av nærøkisrutum, ið fyrst og fremst skulu tæna føroyska vinnulívinum, men eisini vanligum ferðafólki - føroyingum og útlendingum. Talan verður um regluligar fráferðir til grannalondini Ísland, Noreg og UK. NORÐruturnar verða stig fyri stig settar í verk næstu árini. Ætlanin krevur, at vit fáa eitt hóskandi flogfar í flotan. Vit vænta, at hetta flogfarið flýgur fyrsta túrin úr Vágum í mars 2015. Flúgvingin byrjar tó longu í heyst, tá flogið verður regluliga til bæði Noregs og Íslands við einum av okkara Airbus 319. Tá allar NORÐruturnar eru settar í verk, verður talan um eitt títt og regluligt samband við grannalondini, sum vit meta verður kveikandi fyri frálandavinnuna og vinnulívi í Føroyum sum heild.


Nýggj liðskipan ... í eini einfaldari og tænastusinnaðari fyritøku

06

Thora

Palma

Sølu- og tænastufólk

KUNDATÆNASTA - ein atkomulig tænastueind, ið arbeiðir fyri at loysa flutningstørvin hjá bæði vinnu og ferðafólki so einfalt og bíligt sum gjørligt.

Leiðari

FERÐSLUSAMSKIPAN

- ein virkin eind, ið kann samanberast við tær bestu - bæði í góðum og ringum veðri

Hans

Flogtøkningur

Georg

Starvsfólkaleiðari

FLOGTØKNI

HR-MENNING

- ein trygg, dygdargrundað eind við royndum og vælútbúnum fólki.

- stuðlar upp undir eina dragandi og mennandi fyritøku í Føroyum.

Jónleyg Charterstarvsfólk

ONNUR VINNUØKI Leigutúrar, farmur og tyrlur

- ein tænastusinnaður hugburður við føroyska tørvinum fyri eyga.


Tíðarætlan

Her er okkara ætlan komandi árini...

Ferðaætlanin 2015 verður kunngjørd

Nýggj liðskipan ... í eini einfaldari og meira kundavinaligari fyritøku.

september

oktober

799,-

”TÚ”

november

Heildarmeting 2015

Støðumeting og ætlan fyri okkara arbeiði at menna ferðavinnuna í Føroyum.

januar

mars

Ársins týdningarmesta meting um, hvussu strategiin higartil hevur eydnast, og nøgdsemið hjá kundunum.

mai

juni

juli

august

september

2015

TÍÐLIGA & ALTÍÐ Afturat 799-ferðaseðlunum koma tvey nýggj sløg av ferðaseðlum. Við TÍÐLIGA kanst tú ferðast bíligari, tí tú bíleggur í góðari tíð. ALTÍÐ kostar meira, tí tú hevur tørv á eini smidligari skipan.

Lágprískalendarin!

Finn allar 799-ferðaseðlarnar lætt og skjótt. 20 pláss eru á flestu øllum fráferðunum á Danmarkar-rutunum.

Ferðavinnumenning í Føroyum

Avrikini verða eftirmett í mun til kundar, rutur, charter, farm og tyrluflúgving

Hóskandi flogfar verður valt. Vit siga einum Airbus farvæl.

2014

Keyp 799,- hvønn vegin í okkara lágprískalendara longu nú!

Avgerð verður tikin um, hvussu okkara floti skal síggja út komandi árini

Eftirmeting

Nýtt slag av flogfari til NORÐ

Stigvís avtøku av altjóða leiguflúgving við eyka flogførum.Tilboð um leiguflúgving úr Føroyum.

juni

Okkara framtíðar floti

Nýtt um ruturnar, sum byrja á vári 2015.

Nýtt um ruturnar til Danmarkar, Barcelona og Mallorca.

Leiguflúgving á ein annan hátt

”VIT”

Feraætlanin NORÐ verður kunngjørd

Fastar fráferðir til Noregs og Íslands Okkara stóra NORÐ-ætlan byrjar longu nú við føstum rutum til Noregs og Íslands, sum tú kanst líta á.

Hvar skulu vit fara í 2015?

Tit kunnu atkvøða um, hvørji SÓLrík ferðamál vit skulu flúgva tykkum til nakrar ferðir um várið og um heystið.

Summarferðaætlanin í nýggja Atlantic Airways NORÐ byrjar Vit byrja NORÐ við títtum og regluligum fráferðum til Noregs, Íslands og UK sum eitt menningarátak fyri vinnulívið í Føroyum og kring Føroyar.

Bonusskipan Tænastan frá EuroBonus verður betrað, og Súlan fellur so líðandi burtur.

SÓL og vár Vit flúgva teg til SÓLríka ferðamálið, ið fekk flestar atkvøður.

Upp í tríggjar ferðir dagliga til Keypmannahavnar. Beinleiðis fráferðir til Billund og Aalborg. Hvørja viku beinleiðis til Barcelona og Mallorca. Um Ísland til USA. Um Bergen til alt Noreg. Um UK til Evropa.

SÓL og heyst Vit flúgva teg til SÓLríka ferðamálið, ið fekk flestar atkvøður.


Atlantic Airways

Vágar Airport

380 Sørvágur

Tel 34 10 00

www.atlantic.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.