1 minute read

Ítøkilig átøk

Flutningur

Vit hava síðan 2010 minkað støðugt um flogflutning av okkara vørum. Tann 10/10/2020 góvust vit, sum fyrsta alifelag í heiminum, við at flyta okkara laksavørur loftvegis. Hetta var ein stór avgerð, ið hevði stóran peningaligan váða við sær. Sum ein avleiðing selja vit í dag ikki feskan laks til asiatiska marknaðin og hava harvið skorið stóran part av marknaðarmøguleikunum hjá Hiddenfjord burtur. Vit eru eisini givin at flúgva laks til USA. Hinvegin eru vit byrjað at senda laks sjóvegis til USA. At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita somu góðu dygd hevur kravt nógva gransking og royndir. Øll okkara starvsfólk á kryvjivirkinum eiga sín stóra lut í, at hetta riggar sera væl í dag. Vit vóna, at fleiri alifyritøkur fara at ganga í okkara fótasporum og gevast við at flúgva laks. Við at gevast við at nýta flogflutning hava vit minkað okkara CO2-útlát frá flutningi til fjarmarknaðir heili 94%.

Fóðurnýtsla

Hiddenfjord hevur 26% minni CO2-útlát fyri framleiðslu (áðrenn flutning) enn miðal fyri vinnuna.* Av tí at fóðurnýtslan elvir til størsta partin av útlátinum í framleiðsluni, er CO2 útlátið í stóran mun knýtt at nøgdini av fóðri, ið verður nýtt til at framleiða eitt kilo av laksi. Tann lutfalsliga lítla fóðurnýtslan hjá Hiddenfjord er úrslit av lítlum felli og effektivari fóðring. Tí hava bæði fóðring og felli stóran týdning fyri CO2-útlát. So at siga øll átøkini við aling og laksalús, ið eru nevnd í hesi frágreiðing, eiga tískil sín lut í lítla CO2-útlátinum hjá Hiddenfjord.

This article is from: