1 minute read
Fóðurnýstla
Fóðurnýtsla
Aftan á flogflutning elvir fóðurnýtslan til størsta CO2-útlátið. Tí er tað eisini átrokandi at gera betringar í sambandi við sjálvt fóðrið og fóðurnýtsluna. Vit hava tó eina lutfalsliga munagóða fóðurnýtslu, av tí at fellið er lítið. Fellið í fiskatali í 2021 var 4,94%, sum er væl minni enn miðal fyri vinnuna. Sostatt verður størsti parturin av fóðrinum, sum vit geva fiskinum, til fiskavøru, sum verður seld. Jú størri fellið er, tess meira fer til spillis. Tí hevur fellið sera nógv at siga fyri CO2-útlát. Lítið felli og munagóð fóðring gera, at vit í Hiddenfjord brúka lutfalsliga lítið av fóðri til at framleiða eitt kg av laksi. Í árunum 2019-2021 brúktu vit 1,09 kg av fóðri til at framleiða 1 kg av laksi (livandi vekt),* og vit liggja væl niðan fyri miðal fyri vinnuna sum heild.