1 minute read
Ítøkilig átøk
Hóast alingin hjá Hiddenfjord er vaksin nógv – úr 10.000 tonsum í 2014 til 18.100 tons í 2021 – hava vit megnað at gjørt stór átøk, ið tryggja, at okkara virksemi ikki ávirkar botnin á teimum firðunum, har vit ala:
Flutt alingina
Vit hava støðugt flutt alingina longur út á økir, ið liggja meiri ábært. Aling á økjum við nógvum streymi og aldu ger, at botnurin ikki verður ávirkaður. Hiddenfjord brúkar ábærastu aliøkir í heiminum.
Givin at nýta kopar
Fyrr varð koparverja nýtt á nótunum, so at gróður ikki kom ov lætt á tær. Onkuntíð elvdi hetta til, at ov stórar nøgdir av kopari vórðu funnar undir ringunum. Vit eru givin at nýta kopar á nótunum.
Minkað fiskatalið
Vit hava minkað fiskatalið á teimum økjum, har trýstið á botnin var ov stórt. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á botnin. Nýta teldustýrda fóðringsskipan
Teldustýrda fóðringsskipanin við myndatóli tryggjar, at sum minst av fóðri endar á botninum