1 minute read

Veðurlagsbroytingar

Next Article
Fóðurnýstla

Fóðurnýstla

Tað er eyðsýnt, at veðurlagsbroytingar eru ein av teimum størstu avbjóðingunum, ið heimurin hevur í løtuni. Serfrøðingar hava í áravís rópað varskó, og nú mugu øll minka um CO2-úlátið,* áðrenn tað er ov seint. Vit í Hiddenfjord halda okkum hava eina ábyrgd at gera alt tað, sum vit kunnu, fyri at minka um okkara CO2-útlát, og vit hava bæði hugsjónarligt og peningaligt frælsi til at gera átrokandi átøk her og nú. Tí hava vit sett okkum fyri at minka um útlátið í øllum liðum í okkara virksemi og fara at byrja við teimum átøkum, ið gera størstan mun. Eingin ivi er um, at tað er flogflutningurin, sum elvir til størsta CO2-útlátið. Laksur er ein matvøra við lítlum CO2-útláti samanborið við aðra djóraframleiðslu. Eitt nú hevur laksur nógv minni kolevnisslóð enn t.d. svína- og neytakjøt. Men verður laksurin flogin til marknaðin, verður CO2-útlátið fleirfaldað. Tí spyrja vit: Er tað etiskt rætt at flúgva matvørur? Fyri at kunna seta inn á røttum stað er neyðugt at kenna CO2 útlátið frá øllum okkara virksemi. Tí hava vit fingið viðurkendu ráðgevingarfyritøkuna Asplan Viak AS at greina CO2-útlátið hjá Hiddenfjord. Fyri at tryggja, at einstakar hendingar ikki hava ov stóra ávirkan á úrslitið, er rættast at nýta útlátið fyri eitt trý ára tíðarskeið (Product Environmental Footprint (PEF) mannagongd). Árini 2019-2021 var CO2-útlátið frá allari framleiðslu, umframt kryvjing og pakking, 5,10 kg av CO2** fyri hvørt kilo av kruvdum laksi.

*Tað finnast fleiri sløg av gassum, sum hava ymsa ávirkan. Fyri at hava eitt samlað mát fyri ávirkanina av øllum hesum gassum verður henda ávirkan umroknað til CO2-ekvivalentar. CO2 útlátið umboðar tí samlaða útlátið av øllum gassum. **CO2-útlátið er grundað á økonomiskt býti (economical allocation), sum merkir, at CO2-útlátið verður býtt út á ymsu vørurnar, sum koma frá einum laksi (kruvdur laksur, flak, høvd og ryggir, avskurðir o.s.fr.) eftir søluvirði.

This article is from: